Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2007 Broytt viðtøkur Felag Tænastumanna Landsins hevur á aðalfundi samtykt at broyta viðtøkurnar. Broytingin hevur við sær, at nú kunnu eisini fólk í tænastumannalíknandi størvum hjá tí almenna vera limir í felagnum. Felagið sigur, at hesin bólkurin hevur verið illa fyri, tí hava tey ikki havt ávísa útbúgving, sum kundu knýta tey at ávísum fakfelag, kundu tey ikki vera limir nakrastaðni. Tey hava tí heldur ikki havt nakað felag, sum hevur talað teirra søk. Góða heilsu Í Grønlandi halda nógv tey flestu, at tey hava góða heilsu. Í hvussu er vísir ein nýggj kanning, at 75 prosent av teimum spurdu siga heilsuna vera ”góða” ella ”sera góða”. Sambært teimum grønlendsku fjølmiðlunum víkir hetta úrslitið frá úrslitinum av líknandi kanningum millum aðrar inuittar. T. d. hava kanningar í Kanada og Alaska víst, at har halda bara helmingurin av teimum spurdu, at tey hava góða ella sera góða heilsu. Løgreglan í Havn sóknast í løtuni eftir trimum ungum monn­ um sum í miðbýnum sunnumorgunin løgdu á og bardu av ein 16 ára gamlan drong við øðrvísi húðaliti. - At leggja á ein slíkan drong kann ikki beskrivast øðrvísi enn stórt svínarí, sigur Bergleif Brimvík, leið­ ari á kriminal­deild­ini hjá løgregluni. Racistiskur harðskapur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: - Onkur má hava sæð tilburðin – annaðhvørt fólk sum er farið har fram­ við ella onkur bilur, sigur Bergleif. Tann 16 ára gamli drong­ urin hevur verið til avhoyr­ ingar hjá løgregluni, og hev­ ur hann greitt frá tí, soleiðis sum hann upplivdi hesa ógvusligu hendingina sum í útheimi helst hevði verið skrásett sum “hate crime”. Út frá hesum hevur løg­ reglan staðfest, at talan var um tríggjar álopsmenn, har serliga tann eini tóktist verða høvuðsmaðurin aftan­ fyri skammiligu atgerðini. Teir tríggir dreingirnir eru fyrst í tjúgunum, og er høvuðsmaðurin umleið 185 centimetrar høgur, hevði myrkt hár og var í svørtum jakka. Óvist er um talan var um havnarmenn ella menn av bygd. - Men vit ynskja í øllum førum at fáa fleiri tips frá fólki, sum vóru í býnum henda morgunin. Onkur má hava sæð okkurt. - Tey kunnu fegin ringja ónevnd til løgregluna við tips­um. Vit ynskja at arbeiða víðari við málinum fyri at koma til botns í tí, sigur Bergleif Brimvík um hetta álvarsama málið. Eitt slíkt mál kann geva upp í fýra ára fongsuls­revs­ ing. Tí hevur tað týdning, at løgreglan fær fatur á teim­ um, soleiðis at sleppast kann undan slíkum racistisk­ um harðskapi í framtíðini. Háð og spott Ógvusliga hendingin fór fram tíðliga sunnumorgunin – millum klokkan 4 og 5:30. Ungi maðurin hevði verið í býnum og hevði hugnað sær saman við nøkrum vin­ fólkum í Klubbagarðinum. Ta einu løtuna missir hann hesi vinfólkini burtur, og avgerð snøgt sagt at fara til hús. Men soleiðis skuldi altso ikki ganga hjá 16 ára gamla dronginum. Á veg út úr garðinum kem­ur hann í hóslag við tríggj­ar menn, sum eru nøkur ár eldri enn hann – fyrst í tjúgunum. Hesir hava helst havt bert eitt í kvitt­ anini, og byrja beinanvegin at háða og spotta hann, og Hate crime: Háðaður og avhølvað Fýra ár í fongsul Revsilógin hevur greiða talu, tá slíkur harðskapur verður framdur. Tvær greinar vísa hetta: § 245 Den, som udøver et legemsangreb af særlig rå, brutal eller farlig karakter eller gør sig skyldig i mishandling, straffes med fængsel indtil 4 år. Stk. 2. Det samme gælder den, som uden for de i stk. 1 nævnte tilfælde tilføjer en anden person skade på legeme eller helbred. § 266 b.60) Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse eller tro, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år. Slíkur rasistiskur harðskapur er svínarí, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini hjá løgregluni (Modellmynd: Jens Kristian Vang)