Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2007 kalla hann bæði líkt og ólíkt vegna húðalit sín. Ungi maðurin verður sera illa við av hesum, og finnur seg als ikki í slíkum racist­ iskum úttalilsum. Hann mut­ar, sum vera man, ímóti, og greiðir teimum frá, at hann hevur eins góðan rætt at vera her í Føroyum sum teir. Líkt er til, at hetta líkar ikki hesum trimum monnun­ um, og høvuðsmaðurin aft­ an fyri racistiska álopið fer nú beinleiðis yvir til unga manning, tekur í hann og førir hann yvir móti Ting­ húsinum. Hagani verður hann víðari førdur oman móti stabbunum – og leinkj­ unum!! – inn móti Ting­hús­ vøllinum. Skavaður í andlitið Samstarvsfelagararnir hjá høvuðsmanninum halda seg ikki aftur, og ta einu løt­ una verður maðurin hildin fastur her og tvungin at boyggja seg afturav við and­ litinum uppeftir. Men høvuðsmaðurin er ikki liðugur við gerning sín. Hann kemur nú fram við einumhvørjum hvøssum luti, møguliga einum fløsku­ broti ella øðrum, og byrjar at skava í andlitið á drong­ inum. Talan hevur kortini ikki verið um knív, kann stað­festast. - Hann føldi tað sum um teir skrivaðu bókstavir í andlit og enni hansara. Men tað er kortini einki sum týð­ ir uppá tað, slær Bergleif Brimvík fast. Hinvegin kann staðfestast, at ungi maðurin hevur fing­ ið vatnrættar skurðir í ennið og nasaryggin, eins og hann hevur fingið fleiri lodd­ rættar skurðir í vinstra kjálk­ an. Umframt henda gerningin er maðurin sparkaður í klov­ an, og hevði bæði merki og rættiliga nógva pínu undir aðrari síðuni. Trýstur niður Hóast ein skuldi trúð, at nú var sloppið hjá unga mann­ inum, so var racisman ikki “sluppet op” fyri tað: Teir trýstu hann nú enn meiri niður, soleiðis at hann bólt­ aði inn á Tinghúsvøllin, samstundis sum teir talaðu háðandi og spottandi racist­ isk orð móti honum. Síðani fóru teir avstað. Eftir lá so ungi maðurin, avhølvaður, skelkaður og einsamallur. Hjá honum var ikki annað at gera, enn at sleppa sær til hús, har tey annars høvdu hátíðardag fyri framman. - Hann var so mikið skelk­ aður, at hendingin fyrst varð fráboðað okkum seinna­­partin um dagin, sigur Bergleif Brimvík. Gestarøðarar Um tríggjar vikur fer íslendski flokkurin Samfylkingin at halda ársfund, og nú er greitt, at tvær av fremstu javnaðarkvinnunum í Norðurlondum fara at hava orðið sum gestarøðarar. Talan er um formannin hjá Sosialdemokratunum í Danmark, Helle Thorning-Schmidt, og nývalda formannin í svenska javnaðarflokkinum, Monu Sahlin. Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, formaður í Samfylkingini, var hjásrødd, tá Mona Sahlin varð vald til formann. Summarhús fyri 1 mia. Ein verkætlan við einum frítíðarøki tætt við Legoland og flogvøllin í Billund hevur so stóran áhuga, at á einari sølustevnu um vikuskiftið keyptu fólk ikki færri enn 500 summarhús, sum verða partur av frítíðarøkinum. Prísurin fyri tey 500 summarhúsini er næstan ein mia. krónur. Harumframt eru 219 summarhús afturat umbiðin. Høvuðsmaður aftan fyri verkætlanina í Billund er kendi FCK-stjórin Flemming Østergaard. Pápi 16 ára gamla drongin, sum var fyri racistiskum harð­ skapi sunnu­morg­ unin, heitir inniliga á fólk, sum vóru vitni til tilburðin, um at ringja til løgregluna. - Annars hevur harð­ skapurin vunnið, sigur hann. Racistiskur harðskapur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Vit hava prátað við pápan at dronginum, sum var álopin í býnum sunnumorg­ unin. Hann er sjálvsagt sera skelkaður av hendingini, og ikki minst er hann vónbrotin av, at fólk, sum hava sæð tilburðin, ikki lata við seg koma. Pápin er ikki í iva um, at fólk hava sæð tað sum fór fram, tí nógv fólk eru í bý­ num um fimmtíðina sunnu­ morgun. Hann leggur dent á, at familjan ynskir at vera anonym, tí tey sjálvsagt eru bangin fyri avleiðingunum, um tey standa fram. - Teir, sum gera tílíkt eru púra blottaðir fyri empati. Hetta er vold og rasisma, og tað einasta rættsiktað fólk kunnu gera, um tey síggja slíkt, er at melda tað til løgregluna. Um vit lata tað fara óátalað fram, hevur harðskapurin vunnið, sigur pápin, sum bæði er keddur, óður og bangin av hending­ ini. Ikki fyrstu ferð Hetta er ikki fyrstu ferð son­ urin hevur verið fyri racist­ iskum harðskapi. Hinar ferð­irnar hevur hann ikki vilja meldað, men hesaferð var álopið so ógvusligt, at tey valdu at fara til løg­regl­ una. 16 ára gamli drongurin, sum er uppvaksin í Føroyum og hevur føroysk foreldur, er ongin harðskapsmaður, men var farin ein túr í býin, sum onnur ung fólk. - Eg skilji bara als ikki, at vitni ikki ringja til løgregl­una. Tí skal hetta vera ein innilig áheitan til fólk um at ringja til løgregluna hvørja einastu ferð tey upp­liva slíkt. Annars verður støð­an her á landi ein, sum vit ikki ynskja, tað er heilt vist, sigur pápi drongin, sum var fyri harðskapinum sunnu­ morgunin. ur vegna húðarlit Áheitan frá pápanum: Sigið løgregluni frá Slíkur harð­ skapur er svínarí Fyri Bergleif Brimvík er eingin ivi um, at slíkar hendingar als ikki eiga at koma fyri. - Allur harðskapur er svínarí. Harðskapur av slík­um slagi er grovt svína­rí, sigur leiðarin á krimi­naldeildini. Teir hava áður havt dømir um, at fólk eru vorð­in niðurgjørd vegna húðalit sín. Men hetta hevur “bert” verið munn­ ligur harðskapur – og ikki grovur likamligur harð­skapur sum í hesum førinum. - Slíkt hendir tíbetur ikki ofta her hjá okkum. Og tí vóni eg, at hetta bert er eitt einstakt mál. - Tí vóni eg, at vit kunnu steðga hesum bein­an­vegin. Og at tann og teir sum hava gjørt hetta fáa sína revsing, sigur Bergleif Brimvík. Revsiramman fyri slík­ an harðskap er sambært grein 245 í revsilógini fýra ára fongsulsrevsing. Men fyrstu má løg­regl­ an fáa fatur á teimum seku. Rasisma Tann hugsan, at ávís fólkasløg eru betri (mætari, fremri, sterkari o.s.fr.) enn ávís onnur AI: - Sera álvarsamt rasismumál - Vit hava sæð hetta sama óhepna rákið innan føroyska fótbóltsheimin. Men tíbetur varð gjørt nakað við tað beinanvegin, sigur Margretha Nónklett, samskipari hjá føroysku deildini í Amnesty International. Rasisma Snorri Brend - Júst hetta at upplýsa um og basa rasismu, er eitt av aðal­ málum okkara. Og hetta kunnu vit gera uppá nógvar ymiskar mátar, sigur AI-samskiparin. Sjálv vil hon ikki gera viðmerkingar til eitt hetta einstaka málið. Men tey hava kortini staðfest, at eitt mál av líknandi slagi var frammi í fjølmiðlunum í fjør. Tá var talan um ein útlendskan fótbóltsleikara sum føldi seg illa viðfarnan, eftir at ein mótleikari skuldi havt verið heldur harðligur í orð og talu undir einum fótbóltsdysti. Tey í Amnesty kundu tó fegnast um, at ein júst innan føroyska fótbóltsheimin eru tilvitað um hetta rákið og viðgjørdu málið beinanvegin. Hinvegin so er tað eisini ein veruleiki, at talið av fólki við øðrvísi húðaliti økist her á landi. Tí er neyðugt at ein lærir hin unga at vísa virðing fyri hesum menniskjum. - Vit eiga tí at seta alt inn fyri at rasisma verður fyribyrgd og ikki vinnur fram. Henda tilvitanin kann gerast í skúlum, barnagørðum og á útbúgvingarstøðunum – og sjálvandi eisini í tí einstaka heiminum, so tíðliga sum gjørligt, sigur Margretha Nónklett. ”” Løgreglan hevur áður havt dømir um, at fólk eru vorðin niðurgjørd vegna húðalit sín. Men hetta hevur “bert” verið munnligur harðskapur – og ikki grovur likamligur harðskapur sum í hesum førinum. - Slíkt hendir tíbetur ikki ofta her hjá okkum. Og tí vóni eg, at hetta bert er eitt einstakt mál. Hann føldi tað sum um teir skrivaðu bókstavir í andlit og enni hansara. Men tað er kortini einki sum týðir uppá tað