Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2007 KT Slekt aðalfund Ættargranskingarfelagið KT Slekt hevur havt aðalfund. Tveir av nevndarlimunum, Randi Á. Jakobsen og Hans Suni Jensen, stóðu fyri vali, og vórðu bæði afturvald. Hini í nevndini eru Gøran Wennerstrøm, formaður, Sofus Johannesen og Steinbjørn í Dali. Limatalið í felagnum veksur støðugt. Um ársskiftið vóru 525 limir, og av teimum búðu 87 uttanlands í níggju ymsum londum. Felagið hevur nú skrásett fleiri enn 60.000 nøvn frá fólkateljingum. Lýtt í Noregi Tað hevur verið sjáldsama lýtt nógvastaðni í Vesturnoregi teir seinastu dagarnar. Í gjár kom hitin í Rogalandi upp í 17,5 stig, og í Bergen vóru 17 stig. Hetta er sjáldsamt, tí tað hevur ikki verið so lýtt síðani 1945, tá hitin í mars kom upp ímóti 20 stigum. Men mars kann vera sera skiftandi. Fyri seks árum síðani, í mars í 2001, var ógvuliga kalt í Vesturnoregi, og eitt nú frysti tað meiri enn 11 stig tann 2. mars tað árið. Meðal í mars er annars 5,8 stig. - Ofta verður sagt, at íslendingar eru so væl fyri, tí teir hava eitt stórt fiskiríkidømi og náttúrligt heitt vatn, men hetta er ikki so. Tað er fólkið, ið ger munin, segði Niels Stórá millum annað í fyrilestri sínum á flokstingi Tjóðveldisfloksins FLOKSTING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Niels Stórá er ein av stjórunum í stóru handilsfyritøkuni hjá vinnulívsmanninum Jákupi á Dul í Íslandi. Hann var boðin við til floksting Tjóð­ veldisfloksins, og har helt hann ein sera áhugaverdan fyrilestur, ið hann nevndi »Úr Føroyum til Íslands og út í allan heim – týdningurin at vinna í einum sjálvstøðugum landi«. Fleiri av áhoyrarunum vóru komnir seerliga fyri at lurta eftir fyrilestrinum hjá Niels Stóra. Og teir fóru uttan iva avstað aftur væl­ nøgdir, tí fyrilesturin var sera áhugaverdur. Lívligt orðaskifti var eftir fyrilseturin, tí áhoyrararnir høvdu fleiri spurningar til Niels. Hann vísti á, at tað hevur alstóran týdning, at fólk hava góðar útbúgvingar. Tí tað er neyðugt, at tey, sum taka eitt nú fíggjarligar avgerðir, hava skil fyri slíkum. - Hvørki eg ella Jákup á Dul hava nakrar serligar útbúgvingar, men vit kenna eitt sindur til alt. Men tað eru ikki vit, ið taka tær stóru fíggjarligu avgerðirnar, tað hava vit serliga útbúgvið fólk til, segði Niels Stórá. Hann nam við nógv ymisk viðurskifti í sínum fyrilestri, og gav millum annað tey ráð, ikki at selja ov dýrt, nú ein­ skiljingar standa fyri framm­ an av eitt nú Føroya Banka. - Verða virkir og fyritøkur seldar ov dýrt, hava tær ikki ráð at menna seg og vaksa, og tað er neyðugt fyri eina fyri­ tøku, vísti Niels Stórá á. Botnlinjan alt at siga Ofta verður sagt, at tess strørri ein fyritøka er, tess betri er hon fyri at taka móti avbjóðingum. Men hesum er Niels ikki samdur í. Hann sigur tvørtur ímóti, at tað er ein fyrimujnur at vera eitt lítið land. - Tað er ofta ein fyrimunur at vera lítil, tí tá ber lættari til at laga seg til broyttar um­støður. Er tú ikki ov stór­ ur, kunnu broytingar gerast bæði skjótt og lætt, segði Niels Stórá. Ísland hevur ikki altíð verið eitt sunt land fyri virkir og fyritøkur. Lønirnar hækkaðu 11 ferðir eftir 5 árum, meðan tað, sum fólk veruliga høvdu eftir aftaná skatt og annað, minkaði 20-30%. Men so tóku stjórnin, arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar seg saman, og seinastu árini er lønin bert vaksin 6% meðan talið á botnlinjuni er vaksið 30%. Niels Stórá vísti eisini á, at tað sum umræður, er at hava fólk, sum kunnu menna og føra fyritøkurnar víðari. - Føroyingar hava fínar pionerar, men dumpa stór­ liga, tá tað kemur til at reka fyritøkurnar víðari, segði Niels Stórá millujm annað. Hann vísti eisini á, at Ísland fyri nøkrum ár­um síð­­ani vann 12% av brutto­ tjóð­arinntøkuni frá fiski­ vinn­­uni og einans 3% frá banka­verðini. Í dag umboðar fiski­­vinnan 7%, meðan banka­­vinnan er farin upp á 9% av BTI. Íslendingar eru ógvuliga sølu-mindaðir, meðan eitt nú danir eru cost-mindaðir. Tað merkir, at danir í stóran mun síggja vansarnar, með­ an íslendingar síggja møgu­ leikarnar. Og tá tað so kemur til føroyingar, er Niels Stórá ikki so bjartskygdur. - Vit hava langan veg í land tá tað ræður um at sleppa av við jantulógina! segði Niels Stórá. Niels Stórá, stjóri í fyritøkuni hjá Jákupi á Dul: Virðið liggur í fólkinum Tað var onki strÌðsval um starvið sum næstformaður í Tjóðveldisflokkinum, tí Páll á Reynatúgvu tók seg aftur FLOKSTING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tórbjørn Jacobsen er nú næst­formaður í Tjóð­veldis­ flokkinum. Tað er greitt eftir floks­ tingið í Vágum um viku­ skiftið. Tað var annars lagt upp til stríðsval um sessin, tí Páll á Reynatúgvu var eis­ ini í uppskoti til at verða næstformaður. Men áðrenn valið boðaði sandoyartingmaðurin frá, at hann tók seg aftur. Hann takkaði fyri álitið og helt, at tað var ein stórur heiður at verða í uppskoti. - Nú eru í mesta lagi níggju mánaðir til løgtings­ val og eg haldi ikki, at Tjóð­ veldisflokkurin hevur brúk fyri einum stríðsvali nú, sum kanska kann elva til remb­ ing­ar upp undir valstríð. Tí gjørdi eg av at taka meg aftur, fyri at flokkurin kann miðsavna seg heilt og fult um valstríðið og ikki lata eitt stríðsval nú koma í vegin fyri tjóðskapar-politikkinum. Tí helt hann, at tað tænti flokkinum best, at hann tók seg aftur og læt frið valda. Men annars hevur ver­ið upp á tal at umskipa ting­ bólkin. - Í allari eyðmýkt bjóðaði eg mær eisini fram at hjálpa for­manninum fyri flokkinum á tingi at skipa arbeiðið á løgtingi. - Tað, sum hetta merkir í veruleikanum er, at eg bjóði mær til at verða formaður fyri Tjóðveldisflokkinum á løg­tingi, sigur Páll á Reyna­ túgvu. Hvussu leikur fer við tí, mugu vit bíða eftir at sanna. Tórbjørn vann uttan dyst Tórbjørn Jacobsen er nýggjur næstformaður í Tjóð­ veldis­flokkinum og tað er hann uttan atkvøðugreiðslu. Páll á Reynatúgvu tók seg aftur, men ístaðin bjóðar hann seg fram at verða formann fyri ting­ manningini hjá Tjóðveldisflokkinum Niels Stórá, stjóri í fyritøkuni hjá Jákupi á Dulw