Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2007 Nú er nóg mikið kannað og gransk­að. Nú er tíðin komin til at handla, segði Heidi Peter­sen á Floks­ting­ inum vest­uri í Mið­ vági leygardagin FLOKSTING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Heidi Petersen var mill­ um teirra, sum tók orðið á flokstingi Tjóð­ veldisfloksins, og hon var rættiliga bersøgin í síni meining um støðu floksins. Vit mugu út úr politisku isolatiónini. Vit mugu vísa í verki, at vit eru til reiðar at samstarva allar vegir, segði Heidi millum annað. Hon vísti eisini á, at til tess at kunna samstarva við allan heimin er neyð­ugt, at Føroyar gerast sjálv­støðug tjóð og sleppa úr danska ríkinum. Og tað er nakað, ið eigur at henda í komandi valskeiði. Sonevnda fullveldis­ sam­gongan granskaði og kannaði og royndi at finna leistir av ymsum slag, og alt gott um tað. Men vit komu ongatíð víðari. Nú er stundin so komin til at fara frá kanning og gransking til handling. Nú má nakað henda, segði Heidi Petersen. Tað er galdandi fyri øll øki, heilt frá javnstøðu til fullveldi. Og hetta er eisini í samsvari við tema’ið yvir flokstingi Tjóð­veldisfloksins hesa­ ferð, »Úr stongsli til sam­ band«. Arbeiðsfólk heimaftur Í løtuni arbeiða umleið 2.500 útlendskir arbeiðsmenn í Íslandi. Av teimum arbeiða umleið 1.500 við at byggja eitt aluminiumsvirki á Reyðafirði, men sambært leiðsluni fáa teir uppsagnarbræv í næsta mánað, tí arbeiðið verður liðugt í hesum árinum. Á einum øðrum arbeiðsplássi eru umleið 1.000 útlendingar, men teir flestu fara av landinum í hesum árinum, skrivar Morgunblaðið. Teir 300, sum verða eftir, fara úr Íslandi næsta ár. Tað gjørdist Dávur í Dali úr Havn, ið vann ritkappingina, sum Tjóðveldisflokkurin skipaði fyri í sam­ bandi við flokstingið FLOKSTING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo 12 handrit komu inn til ritkappingina, sum Tjóð­ veldisflokkurin skipaði fyri í sambandi við flokstingið vesturi í Miðvági um viku­ skiftið. Lætnar vóru virðislønir til trý tey bestu handritini. Regin Berg fekk 3, virðisløn, Tjóðhild Patursson 2., meðan Dávur í Dali vann 1. Vierðisløn fyri yrkingina »Mín dreymur um einar sjálvstøðugar Føroyar«. Virðirlønirnar vóru ávika­ vist 10.000, 5.000 og 2.000 kr. Ein dómarabólkur við Turið Sigurdardóttir sum formanni dømdi um inn­ komnu handritini, og tað var Turið, ið handaði Dáva vinnarakekkin. Mín dreymur um einar sjálvstøðugar Føroyar I Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fer okkum at dáma føroyska veðrið Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara vit at duga kvæðini Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fáa vit sjálvsvirðing Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara tey ungu á háskúla Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verður helvtin av tingmonnunum kvinnur Tá Føroyar verða sjálvstøðugar koma tey samkyndu aftur Tá Føroyar verða sjálvstøðugar yngjast tey gomlu Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verður oljudansur Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða ongi ð II Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verður veðrið gott Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara menninir at gera roysnisbrøgd Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verður styttri millum grindaboðini Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara børnini at ríða ediling Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara kvinnurnar at baka drýl Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða tey samkyndu lekt Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara vit at æra tey gomlu Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara vit at vaska ullina Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara vit at seta ð’ini rætt III Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða jól hvønn dag Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða menninir oljusjeikar Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara vit at vinna í fótbólti Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða kvinnurnar supermodellir Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða børnini undurbørn Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fáa tey samkyndu sína egnu oyggj Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða vit forever young Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara vit at vinna í lotto Tá Føroyar verða sjálvstøðugar fara vit at skriva enskt IV Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða vit sjálvstøðug Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða vit sjálvstøðug Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða vit sjálvstøðug Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða vit sjálvstøðug Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða vit sjálvstøðug Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða vit sjálvstøðug Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða vit sjálvstøðug Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða vit sjálvstøðug Tá Føroyar verða sjálvstøðugar verða vit sjálvstøðug Í unga Tjóðveldinum ganga tey høgt upp í spurningin um javnstøðu. So nógv, at tey hava tveir formenn. Ungu tjóðveldisfólkini eru ógvuliga aktiv. Tey eru 7 fólk í nevndini, og sum nakað annars púra ókent hava tey valt at fylgja ásetingunum um javnstøðu í odd og egg. Talan er helst um einasta felag í landinum, sum hevur tveir formenn, ein kvinnuligan og ein mannligan. Hetta er eisini nakað nýtt í Unga Tjóðveldinnum og altso fyrstu ferð, at tveir for­ menn eru í felagnum. Ikki tí, nevndarlimirnir ganga ikki so høgt upp í heitið, og øll í nevndini eru javnstillað. So formansheitið er meiri eitt heiti úteftir. Felagið er annars sera aktivt og skipar fyri einum 10-12 tiltøkum um árið, umframt skeið og annað. Fyrsta dagin verður eitt átak byrjað, sum hevur fingið heitið »Loysing krevst«. Her verður serliga hugsað um slík viðurskifti sum OL , europeisku sangkappingina og líknandi, sum altso krev­ur einar sjálvstøðugar Føroyar. - leo Dávur vann ritkappingina Unga Tjóðveldi gongur nýggjar leiðir: Kvinnuligan og mannligan formann Turið Sigurdar­ dóttir formaður í dómara­ bólkinum handaði Dáva kekkin uppá 10.000 kr. Heidi Petersen á Flokstingi Tjóðveldisfloksins: Frá kanning til handling Heidi Petersen Barbara Holm og Rúni Nielsen eru bæði formenn í Unga Tjóðveldinum Dia í yrkjarahýri Ein av luttakarunum á flokstingi Tjóðveldisfloksins, var Dia Ellentson úr Æðuvík. Hann sigur í nevndini fyri Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Á tinginum nýtti hann síni kreativu evnir og læt úr hondum eina stutta yrking. Hon er soljóðandi: Bara tú riggar, tú ert mær kær, eg leingist eftir at síggja títt bera lær, vit eru jú eitt par, - við ella uttan skarð!