Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 60 - 26. mars 2007 Áhugaverdir landsfundir í vikuskiftinum, tað má ásannast. Næstformansval var bæði í Sambands­ flokk­inum og í Tjóðveldisflokinum, og valini geva ivaleyst eina ábending um, hvørja politiska kós flokkarnir fara at halda í næstu framtíð t.v.s hetta til valið tann 19. januar 2008. Valið av Johan Dahl kann merkja, at floksformaðurin Kaj Leo Johannesen er komin styrktur burtur úr landsfundinum. Johan Dahl stendur formanninum ideologisk nær og valið er tí enn ein smeitur fyri tey moralkonservativu í Sam­ bandsflokkinum. Spurningurin er, hvussu nógv hesi tola afturat, áðrenn tey gera sum ein júst fráfarin næstformaður í Tjóðveldisflokkinum. Fyri sam­ gonguna kann valið av Johan Dahl fáa tann týdning, at Sambandsflokkurin verður ikki so viðeiriligur hjá løgmanni at fara við, sum hann hevur verið. Johan hevur enn ikki sagt takk fyri seinast við løgmann, og einaferð skal tað verða, so mikið er vist. Løgmaður er helst noyddur at stíga varliga mótvegis Sam­bands­ flokkinum. Tórbjørn Jacobsen varð uttan mótvalevni valdur til næstformann í Tjóðveldisflokkinum. Eingin kvinna ella nakar annar úr formansins innarkringi stillaði upp. Nýggi næstformaðurin verður valla roknaður til tann útvalda skara, ið stendur floksformanninum næst ella! Hvat merkir hetta? Valdstríð, klandur ella at allar stríðsøksir eru jarðaðar? Sambandið millum Høgna og Tobba hevur í hvussu er úteftir ikki júst verið hitt mest idylliska í føroyskum politikki. Til tess at kyrra teir misnøgdu menninar og varðveita húsfriðin má floksformaðurin stuðla Pálli, sum beyð seg fram sum formansevni í tingbólkinum. Hetta fer neyvan at falla í góða jørð hjá kvinnunum. Sostatt fær floksformaðurin nóg mikið at gera við at savna fylgið, nú val er i durunum. Sambært fundarsamtykt Tjóðveldisfloksins gjørd um vikuskiftið, verða aðalmálini í valstríðnum loys­ ing, útbúgving, mentan, gransking, javnstøðumál, al­manna­mál og einskiljingin. Yvirlýsingin er stutt og sera greið og við henni hevur flokkurin flutt seg eitt fitt stig aftur til vinstru. So er spurningurin, um flokkinum hepnast at fáa aðrar við sær. Tað fram­ gongur av samtyktini, at Tjóðveldisflokkurin er troytt­ur av andstøðuleiklutinum, og at flokkurin vil aftur í landsins leiðslu. Nevnt verður, at Føroyar hava ikki ráð til 4 ár afturat, har ríkisrættarliga støð­ an forðar okkum í at virka á jøvnum politiskum og vinnuligum føti í einum altsamt meira altjóðagjørdum heimi. Valið í januar 2008 verður ómetaliga spenn­ andi. Fáa vit nýggja samgongu, ella heldur verandi samgonga fram. Tað er spurningurin, men enn er alt ov tíðliga at spáa um nakað svar. Sosialurin Landsfundir - broytingar ávegis Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Í tíðindasendingini kl 18 í gjárkvøldið visti Utvarp Før­­oya at siga frá, at Felagið fyri kirkjuráðslimir vildi, at kirkjan skuldi verða yvir­tik­ in á ólavsøku. Henda niður­ støða er yvirtulking av svari formansins. Felagið fyri kirkjuráðs­ lim­ir hevur ikki viðgjørt spurn­ingin ella atkvøtt, um kirkjan skal yvirtakast, Nevnd­in heldur ikki. Um – ella nær – kirkjan skal yvir­ takast er ein politiskur spurn­­ing­ur. Felagið er ikki polit­­iskt. Hinvegin er tað okk­­ara ørindi at virka fyri, at kirkjan – yvirtikin ella ikki – fær eina góða skipan (struktur), og eitt gott lógar­ verk, sum kann gera kirkj­ una til eitt enn betur amboð í Harrans tænastu. Fyri egna rokning, tí eingin sam­ tykt er um málið, kann for­ maðurin siga, at tá politiski kirkjumyndugleikin verður heima í Føroyum verður okk­ara starv helst lættari. Í Miðvági tann 20. mars 2007 formaður, Vegna Felagið fyri kirkju­ ráðslimir Tummas Lauritsen Fráboðan Jóvan við Keldu, politikari og framstandandi fríkirkju­ maður alt sítt lív, sigur við internetsosialin seg vera samdan við dómpróstin í, at tað ber ikki til at evsta politiska valdið er í hondini á politikara sum ikki er limur í fólkakirkjuni. Nú veit eg ikki, um J.v.K er ella hevur verið limur í mentamálanevndini; men eftir so nógv ár og royndir á Føroya løgtingi átti hann at vitað, at verðsliga valdið hevur einki við innara lívi í kirkjuni at gera (andaligt regi­menti). Men í sama andadrátti vil eg bera yvir við Jógvan við Keldu, tí bispur og dóm­ próstur hava í sambandi við smíð av kirkjulógum næstan bara verið inni á umráðnum sum hava við verðsliga regimenti at gera. Tá í samlaðu lógirnar eru komnar upp á pláss, so eig­ ur verðsliga regimentið einki at hava við kirkjunnar lív at gera, og kirkjan (anda­ liga regimentið) eigur einki at hava við verðsliga regi­ menti at gera.   Men landið kann fram­ vegis áleggja kirkjuni (presta­embætinum) verðs­ ligar uppgávur, sum t.d. jarðaferðar/kirkju­garðs­ myndugleika og skráseting, tær sokallaðu kirkjubøkur ella av kirkjuni nevndar pastoral­bøkur. Tá Bjarni Bæk stígur fram í Útvarpi Føroya um yvirtøku av fólkakirkjuni á ólavsøku, so er tað ein kroystur B.B., sum sær møgu­leikan í at hansara lívs­verk gleppur sær av hond­um, nevniliga, at anda­ liga regimentið skal valdast av verðsliga regimentinum. Nú Hans Jacob Joensen sigur seg fara úr bispa­ embætinum 1. november, vegna yvirtøkuna á ólav­ søku, og dómpróstur sigur seg vilja boykotta arbeiði til fyrireikingar av yvirtøkuni, so er tað eitt stórt trýst á politiska myndugleikan. Poul Michelsen, løgtings­ limur, legði seg í útvarps­ sendingini, 62 norður, uppat sjónarmiðum Bjarnasar, og Jóvan við Keldu hevur próst­ ur drigið upp á tráð, og Andreas Petersen, javnaðar­ tingmaður og formaður í mentunarnevndini, hevur uttan iva longu fingið at vita frá útvaldum javnaðar­ kammeráti, at ætlanir Bjarna­sar alla tíðina hava verið í fullum samljóði við sosialdemokratisku hug­ sjónina. Sambandsflokkurin vil tvíhalda um leivdirnar av ríkisfelagsskapinum sum longst. Um skamma stund boðar so samgongan frá, at kirkjan enn ikki er búgvin til yvir­ tøku. Sí, so boðar bispur frá, at nú er grundarlagið fyri míni uppsøgn fokið, so eg fari ong­an veg, og mín góði vinur Bjarni fer glaður aftur til arbeiðis. Fer bispur úr starvi 1. november 2007? ois@petersen.mail.dk Ólavur Petersen