Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 60 - 26. mars 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin 27. mars. Kastor. Tær gomlu søgurnar nevna fleiri ann­ars ónevd halgimenni, sum itu Kastor og vórðu tikin av døgum 27. og 28. mars. Gudmund Bjarnason, ættaður av Tvøroyri, búsetandi í Holbæk í Danmark, andaðist 23. mars 85 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kistan við Harry Petersen Sørvági, fer av Lands­sjúkrahúskapellinum mánadagin klokkan 16.00. Jarðarferðin verdur úr Kedron í Sørvági týs­dagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Harry kunnu lata eina peningagávu til AKURIN, konta í peningastovnunum. Kertin Høgnesen, Leirvík, andaðist á Lands­ sjúkra­húsinum 24. mars 86 ára gomul. Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum týsdagin 27. mars klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju mikudagin klokkan 13.30. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey sum vilja minnast Kertin kunnu lata eina gávu til Leirvíkar krikju. Kistan við Jovinu Jónsson, Argir, fer úr Lands­sjúkra­ húskapellinum í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju týsdagin kl. 13. Tey ið vilja minnast Jovinu kunnu lata eina gávu til Argja kirkju. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaða mamma, vermamma og omma Jovina Jónsson andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 22. mars, 78 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju týsdagin 27. mars kl. 13. Familjunnar vegna Sunrid og Sigurdjón við familju Tey, ið vilja minnast Jovinu, kunnu í staðin lata eina peningagávu til Argja kirkju. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á einhvønn hátt vístu okkum samkenslu, tá ið kæra kona mín, dóttir, systir, svigarinna, mostir og fastir Esta Vilhelm ættað úr Klaksvík, búsitandi í Nørre Snede doyði og varð jarðað. Familjunnar vegna Jørn Christiansen, Asta, Atli og Jensa Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu og umsorgan, tá kæri maður mín og pápi okkara Karsten Klit Lystrup so brádliga og óvæntað doyði. Túsund takk fyri, at tit hava verið so umhugsin, takk fyri blómur, kransar, heilsanir, gávur og praktiska hjálp í allar mátar. Blíðar heilsur Annika og børnini Kertin Høgnesen Leirvík andaðist á Landssjúkrahúsinum 24. mars, 86 ára gomul. Bønarhald verður í kapellinum týsdagin 27. mars kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju mikudagin 28. mars kl. 13.30. Familjunnar vegna Myrna og Konny Tey, ið vilja minnast Kertin, kunnu lata eina gávu til Leirvíkar kirkju. Fýra kommunur í Suðuroy hava nú tikið seg saman um eina felags sosiala deild Nú er greitt, at tað eydnað­ ist ikki at øllum sjey komm­ ununum í Suðuroy at semj­ ast um at skipa eina fel­ags sosiala deild fyri alla oynna. Ikki fyribils í hvussu so er. Allar kommunurnar í Suð­­uroy hava annars avtalu um eina felags barnavernd og í kjal­arvørrinum á tí var ætl­anin eisini at stovna eina felags sosiala deild fyri alla oynna. Men tað hevur gingið strilti og nakað síðani frættist, at vágbingar og porkenningar arbeiddu við eini ætlan um at gera eina sosiala deild fyri tær báðar kommunurnar. Og skrivaðu so Hvalba, Tvøroyri, Fámjin og Sumba undir eina avtalu um at skipa eina felags sosiala deild fyri tær fýra kommunurnar. Sostatt er greitt, at Sumbiar Kommuna, sum er syðsta komm­una í landinum, gleivar tvørturum bæði Vág, Porkeri og Hov og fer í samstarv við tær tríggjar kommunurnar í norðaru helvt um eina Sosiala deild. Samstundis er óvist, hvar Hovs Kommuna stendur í hesum máli. Kristin Michelsen, borg­ ar­stjóri á Tvøroyri, sigur, at avtalan fevnir um nógva yms­ar tænastur á sosiala øk­­in­um, eitt nú bæði barna­ ans­ing, børn við serligum tørvi, frípláss í barnagarði, ungdómshús, eldratilhald, lektiukafé og annað mangt. Tó er Sumba ikki við í sam­starvinum um eldratil­ hald. Tað merkir eisini, at tær fýra kommunurnar í sam­­ starvinum hava eisini javn­ bjóðis rættindi, tá ið størv skulu setast á dagstovnum og øðrum kommunalum, sosi­ alum stovnum í sam­starvs­ økinum. Tað merkir eisini, at børn úr Sumba hava rætt til at fara í barnagarð á Tvøroyri. Kristin Michelsen heldur, at tá ið tunnilin er komin, er ongin teinur at ferðast. Hann heldur, at hetta er eitt stórt framstig, hóast tað ikki eydnaðist at fáa alla oynna at semja um eina slíka tænastu. Kommunur í Suðuroy samstarva um sosialmál Hósdagin skrivaðu uboð fyri tær fýra kommunurnar í Suðuroy undir avtaluna um eina felags sosiala deild. Frá vinstru eru tað Elin Nielsen, borgarstjóri í Fámjin, Amy Mech, skrivari í Sumbiar Kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba