mánadagur 26. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 26. mars 2007
13
nøvn
Erliga og fordómsfrítt
greiðir amerikanski
ferðamannablað
maðurin Stephen
Matcalf frá ferð síni í
Føroyum í dagsins
útgávu av stóra amer
ikanska tíðindablað
num New York Times
Ferðamannalív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í greinini verður amerikanski
avíslesarin vístur inn í ymsar
krókar av føroysku nútíðini
og fortíðini. Vitjað verður í
Nólsoy og í Kirkjubø, farið
verður í Stakkin, frágreiðing
er frá slakti og grindadrápi,
og hugleiðingar eru um
oljuleitingarnar
kring
oyggjarnar. Eisini verður
føroyska sjálvstýrismálið
umrøtt, millum annað vinkl
að við USA og NATO.
Prát er við bæði kendar og
minni kendar føroyingar,
og eisini ber til at síggja eitt
filmklipp inni á heimasíðuni
hjá blaðnum. Harumframt
liggur eitt slideshow við
frálíka góðum myndum,
sum myndamaðurin Nadav
Kander hevur tikið.
Fremmanda ferðafólkinum
líkt, eru upplivingar og eyg
leiðingar í mentanini, sum
undra. Eitt nú, at festið í
Kirkjubø líka upp í okkara
tíð er gingið í arv til elsta
sonin. Í ferðafrágreiðingini
kemur høvundurin nakrar
ferðir við viðmerkingum til
kynsmynstrið í Føroyum, har
hann millum annað vísir á,
at føroyingar eru gestablíðir:
kvinnurnar bjóða monn
unum drekkamunn og fara
síðani út, so menninir kunnu
fáa frið.
Í greinini sigur høvundurin,
sum eitur Stephen Matcalf
og er úr Brooklyn, at Føroyar
helst er mest forvitnisliga
staðið eftir í heiminum, og
tað vakrasta, hann nakrantíð
hevur vitjað.
Greinin í New York Times
er sjáldsama væl frágingin
og trúgv mótvegis Føroyum,
í mun til tað, sum vit mangan
lesa um Føroyar í útlendsku
pressuni. Eisini er fjálgt at
síggja, at høvundurin brúkar
góð føroysk heimildarfólk
sum keldur.
Heitið á greinini er Into the
Mystical Unreal Reality of
the Faroe Islands (Í gátuføra
óveruliga veruleikanum
Føroyum).
Greinin er at finna
á:
http://www.nytimes.
com/2007/03/25/travel/
tmagazine/03well.faroes.
t.html
Drúgv grein um Føroyar
í New York Times
Fríggjadagin vóru
tríggir ungir mans
dømdir í Føroya
Rætti. Tveir teirra
fingu ávikavist 7 og
10 mánaðir fongsul,
meðan tann triði fekk
treytaðan dóm
Rættarmál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Løgreglan hevur lagt nógv
fyri seinastu tíðina, til tess
at fanga fólk, sum innflyta
og selja rúsevni til landið. Í
Føroya Rætti fríggjadagin,
har tríggir ungir mans
vórðu ákærdir fyri at hava
innflutt, selt, tikið og givið
víðari ecstasy, kom fram,
at løgreglan hevur arbeitt
miðvíst við at avdúka
narkoringin, sum nú fevnir
um fimm mans. Umframt
húsarannsóknir, bæði her á
landi og í Danmark, kom
fram, at hald er lagt á far
teldur, og telefonútskriftir
avdúka sambandið millum
teir ákærdu. Undir rættar
málinum spældi ákæruvaldið
upptøkur úr heiminum hjá
einum ungum manni, sum er
vavdur uppí eitt annað narko
mál. Hetta er ikki sokallaða
stóra ecstasymálið, sum eis
ini gongur fyri seg í hesum
døgum.
Krógvaðar í fløguhylki
Fríggjadagin var so rættar
málið ímóti trimum ungum
monnum, sum millum annað
vóru ákærdir fyri í felag at
hava innflutt, keypt og selt
ecstasy. Teir tríggir menninir
úr ávikavist Havn, Runavík
og Klaksvík, vóru ákærdir í
tilsamans 12 førum. Ákær
urnar fevndu um innflutn
ing, nýtslu, sølu og keyp
av rúsevnum, brot á ferðslu
lógina og harðskap.
Ein av høvuðsákærunum
var móti tí yngsta manninum,
har hann var ákærdur fyri at
hava tikið ímóti einum pakka
við 200 tablettum. Eftir øllum
at døma, vórðu tablettirnar
sendar til bústað hansara,
krógvaðar í baksmekkuni
á einum fløguhylki. 21 ára
gamli maðurin noktaði seg
sekan, tí hann segði seg ikki
vita av, at tablettir vóru í
pakkanum. Brot hansara var,
at hann handaði pakkan til
ein av hinum monnunum í
rættinum fríggjadagin. Men
av tí, at hann var ókendur av
løgregluni, umframt at tað
ikki kundi prógvast at hann
var sekur, fekk hann bert
treytaðan dóm.
Játtaði seg sekan
Harafturímóti blivu hinir
báðir ákærdu dømdir inn
at sita í ávikavist 7 og 10
mánaðir.
Millum annað játtaði
annar teirra seg sekan í at
hava móttikið 135 ecstasy-
tablettir.
Teir báðir menninir hava
biðið um umhugsunartíð at
kæra dómin. Høvuðsákærdi,
sum varð tikin í Keypmanna
havn, fekk 10 mánaðir. Hann
hevur longu sitið varðhalds
fongslaður í tveir mánaðir.
Ecstasy í baksmekkuni
á fløguhylki
Ungi Klaksvíkingurin fekk ein pakka sendandi við postinum. Í pakkanum vóru tveir
dvd-filmar, og í baksmekkuni á øðrum teirra lógu 200 ecstasy tablettir
Føroya Felag móti
Krabbameini fer nú
undir at kanna tørv
in hjá krabbameins
sjúklingum á endur
menning, ið er tað
sama sum
rehabilitering
Heilsumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ætlar tú tær at arbeiða meðan
tú ert í viðgerð? Roknar tú
við broytingum í tínum
fíggjarligu viðurskiftum
orsakað av sjúkuni? Hevur
tú kensluna av, at tíni næstu
royna at verja teg? Tørvar
tær hjálp?
Hesar og aðrar spurningar
fáa krabbameinssjúklingar
høvi at svara uppá, nú farið
verður undir at kanna tørvin
hjá sjúklingum á endur
menning, ið er tað sama
sum rehabilitering.
Føroya Felag móti Krabba
meini sigur í tíðindaskrivi, at
tað er upp til hvønn einstakan
at taka lut í kanningini ella
ikki, og viðkomandi verður
anonymur, men felagið
vónar, at so nógv sum til ber
taka av áheitanini. Bæði fyri
at lýsa støðuna hjá krabba
meinssjúklingum,
men
eisini fyri at skapa størri
áhuga fyri endurmenning.
Tað er umráðandi, at fak
fólk og politikarar fáa at
vita, hvat skal til, fyri at
fólk, sum hava krabbamein,
betur klára at laga seg til
støðugu broytingarnar, sum
sjúkugongdin er orsøkin til.
Sambært felagnum, er
endamálið við kanningini
at kortleggja upplivingarnar
hjá tí sjúkurakta í sambandi
við, at sjúkan er vorðin ein
partur av gerandisdegnum.
Harumframt er ætlanin at
finna fram til, hvørji tiltøk
eiga at verða sett í verk
soleiðis at sjúklingurin og
avvarðandi hansara fáa best
hugsandi stuðul at koma
víðari í lívinum.
Finna leiðreglur
At fáa staðfest krabbamein
ávirkar við eitt bæði fam
ilju- og arbeiðslív. At fáa
staðfestingina er í sjálvum
sær nóg mikið at ávirka tann
einstaka bæði likamliga og
sálarliga, og er mangan
viðvirkandi til, at sosialu
sambondini verða broytt. Tað
tænir bæði samfelagnum og
tí einstaka, at funnið verður
fram til hættir at nøkta tørv
in hjá tí einstaka í hesum
sambandi. Miðað verður
eftir, at kanningin kemur
fram til nakrar leiðreglur,
ið kunnu verða nýttar í
framtíðini, øllum krabba
meinssjúklinum at gagni.
Kanningin verður gjørd
í trimum umførum, við
spurnablaði og samrøðum
við útvaldar sjúklingar og
avvarðandi. Kanningin
verður gjørd í ár og úrslitið
væntandi greitt síðst í
árinum.
Nýtt orð
Orsøkin til, at Krabbameins
felagið er farið undir tørvs
kanning av endurmenning,
er, at tilburðirnir av krabba
meini økjast í tali, og at
tey allar flestu, sum skulu
liva við sjúkuni, merkja
avleiðingarnar av sjúkuni
eisini eftir, at sjúklingurin
er sagdur frískur at vera.
Karen Heinesen hevur
ábyrgdina av kanningini.
Hon virkar sum sosialráð
gevikonsulentur fyri Krabba
meinsfelagið. Í 2003 og 2004
tók hon lut í arbeiðinum hjá
Nordisk Cancer Union at
gera felags leiðreglur. Tað
eru royndirnar frá hesum
arbeiði, ið eru íblásturin til
kanningina.
Felagið sigur, at í sam
bandi við hesa verkætlanina
verður á fyrsta sinni orðið
endurmenning nýtt fyri
orðið rehabilitering – við
loyvi frá Málstovuni og
Málnevndini.
Slóðbrótandi verkætlan hjá
Krabbameinsfelagnum