mánadagur 26. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 60 - 26. mars 2007
Páll Jóanesarson og
synir hansara eiga nú
tveir línubátar,
Sjóstjørnuna og
Margit, umframt
farmaskipið Sandfelli,
sum kom á Havnina í
gjár
Farmasigling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár kom farmaskipið
Sandfelli á Havnina.
Tað er felagið P/F Run í
Saltangará, sum eigur skip
ið, og aftanfyri hetta felag
stendur móðurfelagið, Sp/F
Lón í Saltangará.
Teir, ið eiga móðirfelagið
og felagið, sum nú hevur
keypt Sandfelli, eru Páll
Jóanesarson og synir hans
ara. Frammanundan eiga
faðir og synir eisini línubát
arnar, Sjóstjørnuna, sum er
fyrrverandi Báradrangur og
Margit, sum er fyrrverandi
Hvítabjørn.
Skipari við Sandfelli verð
ur Martin Jóanesarson, sum
er tvíburðabróðir, Edvard,
ið er við Margit. Uppi á
landi at taka sær av tí
dagliga
verður
Andrass
Jóanesarson, sum eisini er
stjóri í P/F Run.
Fleksibult skip
Sandfelli er keyptur úr
Bergen. Skipið er bygt í
Týsklandi og hevur verið
heimahoyrandi í Noregi
síðan 1996. Longdin er 63
metrar og breidddin 11,30,
og Sandfelli lastar 1000
tons.
Høvuðsmotorurin er ein
800 HK. Callesen Diesel,
skipið hevur tveir Deutz-
ljósmotorar og ein aksil
generator.
Andrass Jóanesarson sig
ur, at minsta manningartal
umborð er 4, men um summ
arið er ætlanin, at 5 mans
skulu verða við, tí tá verður
í størri mun høvið til við
líkahald omandeks.
Eigararnir hava ikki upp
lýst
keypsprísin,
men
Andrass sigur, at teir eru
nøgdir við prísin, og at vón
irnar um, at raksturin fæst
at hanga saman, eru góðar.
- Felagið í Bergen, BSC
(Bergen Shipping Charte
ring), sum syrgdi fyri farm
inum hjá Sandfelli fyri eig
araskiftið, fer framhaldandi
at taka sær av hesum, og
tað halda vit vera ein stórur
fyrimunur.
Andrass sigur, at teir
spurdu BSC, um teir høvdu
áhuga í at halda fram eftir
eigarskiftið, og tað vildu
teir fegnir.
- Bæði BSC og tey feløg,
sum skipið hevur siglt fyri,
eru sera glaðir fyri Sandfelli,
tí skipið er einfalt og
driftssikkurt.
Hann sigur, at skipið er
ein sonevndur »sjálvloss
ari«, sum hevur brøyt á
dekkinum, ið koyrir eftir
skinnara og soleiðis røkkur
um alla lastina.
- Lastin er uppbygd, og
síðurnar eru beinar heilt
niður á banjaran. Hetta ger
lasting og lossing lættari og
ger skipið meira fleksibult.
Tað er eisini skjótt at vaska
lastina ímillum túrarnar,
sigur hann.
Úr Fuglafirði
Andrass Jóanesarson sigur,
at Sandfelli lastar fyrstu
lastina í Fuglafirði, og
gongst sum ætlað, loysir
skipið aftur úr Fuglafirði í
morgin.
- Okkara fyrstu uppgávur
verður mjølflutningur úr
Fuglafirði til Stavanger-
leiðina í Noregi, og í fyrstu
syfti fáa vit tvær slíkar lastir
úr Fuglafirði, áðrenn farið
verður aðrar vegir, sigur
reiðarin.
Sosialurin fer at venda
aftur til Sandfelli í blaðnum
í morgin.
Á aðalfundi hjá
Grindamannafelagn
um leygardagin varð
avgjørt, at nevndin
heldur fram, óbroytt
Aðalfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tveir nevndarlimir og trígg
ir varalimir stóðu fyri vali,
og hesir vórðu allir aftur
valdir.
Soleiðis heldur sitandi
nevnd fram óbroytt.
Í nevndini eru Ólavur
Sjúrðarberg, Leirvík, Regin
Jespersen,
Sørvágur
og
Hans Jákup Hermansen,
Tórshavn.
Eykalimir eru Hanus Høj
gaard,
Tórshavn,
Gutte
Guttesen, Bøur og Andrass
Joensen, Klaksvík.
Ólavur Sjúrðarberg, for
maður, sigur, at bæði sam
veran um morgunin og aðal
fundurin stundisliga seinna
partin leygardagin eydnað
ust væl.
- Fyrilesturin um grinda
býti var áhugaverdur, leggur
hann aftrat.
Á aðalfundinum varð
kunnað um hvalateljingina
TNASS 2007, og kunnað
varð eisini um satelitmerk
ing av grind, springara og
kópi.
- Kunnað varð eisini um
IWC-fundin, sum verður í
juni og um grindakanningar
í ár, sigur Ólavur Sjúrðar
berg.
Sum heild, ein áhugaverd
ur og upplýsandi aðalfundur
í Grindamannafelagnum.
Faðir og synir veksa um flotan
Umfatandi hvalateljing í summar
Sjeynda hvørt ár verður skipað fyri hvalateljing í Norðuratlantshavi, men í
summar verður teljingin meira umfatandi enn áður
Ætlanin er nevniliga, at telingin hesaferð skal fevna um alt havið kring
Føroyar, Ísland, Grønland, Kanada, Noreg og Rusland.
Síðan 1982 hava Føroyar, Ísland og Grønland talt hval sjeynda hvørt ár, men
hesaferð verða Kanada og Rusland eisini við í teljingini.
- Endamálið við teljingini er eitt nú at meta um stovnin og síggja, hvønn veg
tað ber við honum, sigur Kate Sanderson, leiðari í NAMMCO, við NTB.
(-vilmund)
Grindamenn:
Øll nevndin afturvald
Brøðurnir, Andrass (t.v) og Martin Jóanesarson, eru
fegnir um skipið, sum familjan nú hevur keypt. Teir
hava góðar vónur um, at raksturin fer at hanga saman.
Fyrstu tvær lastirnar fær Sandfelli í Fuglafirði. Hetta
verður fiskamjøl, sum skal førast yvir á Stavanger-leiðina
í Noregi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Aðalfundurin hjá
Grindamannafelagnum
leygardagin var
góður og upplýsandi.
Á myndini verður
grindahvalur skorin upp
á Sjómannadegnum í
Klaksvík
Mynd: Vilmund Jacobsen