mánadagur 26. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 26. mars 2007
15
tíðindi
Alfred Olsen ásannar,
at tað kostar at standa
við sítt í politikki.
Hann metir, at
hansara støðufesti í
samband politiska
kjakið í seinastuni var
ein av orsøkunum til,
at hann tapti
næstformansvalið
NÆSTFORMANSVAL
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Alfred Olsen tók ósigurin
virðiliga á landsfundinum
hjá
Sambandsflokkinum
fríggjakvøldið, sum varð
hildin í bygdarhúsinum í
Hósvík.
Jóhan Dahl vann greitt
við 29 atkvøðum móti 17 til
Alfred.
Alfred Olsen ynskti Jóh
an góða eydnu framyvir, og
tók ósigurin virðiliga.
Sosialurin spurdi Alfred
Olsen eftir fundin, um hann
heldur, at Sambandsflokkur
in revsar hann fyri, at hann
hevur tikið stuðulin til sam
gonguna aftur.
- Eg vóni ikki, at tað er
støðan, men eg kann einans
ásanna, at mítt støðufesti í
samband við €266b málið
hevur kostað í dag, sigur
Alfred.
Alfred ætlar sær tó ikki at
taka seg úr flokkinum, tí at
hann metir framvegis, at
tað er pláss fyri honum.
- Tað kostar at standa fast
við sítt, og tað má eg bara
ásanna. Eg haldi, at tað er
pláss fyri mær í Sambands
flokkinum. Eg standa fyri
stevniskránni hjá Sambands
flokkinum, sum eisini sigur,
at flokkurin vil føra politikk
bygdan á kristna grundar
lagið. Hesum standi eg inn
fyri, sigur Alfred Olsen at
enda.
Alfred Olsen:
- Tað kostar at
standa við sítt
Formaðurin í
Sambandsflokkinum,
Kaj Leo Johannesen,
segði á
landsfundinum, at
Alfred Olsen hevur
altíð verið loyalur
móti sær. Hann sær
fram til at arbeiða
saman við Jóhan Dahl
SAMBANDSFLOKK
URIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Mest umrødda punktið á
landsfundinum
hjá
Sambandsflokkinum
var
næstformansvalið.
Formaðurin,
Kaj
Leo
Johannesen,
varð
afturvaldur
uttan
mótvalevni. Sosialurin fekk
orðið á formannin stutt eftir
at tað gjørdist greitt, at
Jóhan Dahl er nýggjur
næstformaður
í
Sambandsflokkinum.
- Eg síggi fram til at
arbeiða saman við Jóhan
Dahl. Vit hava arbeitt saman
fyrr, og eg vænti, at vit fáa
eitt gott samstarv, sigur Kaj
Leo.
Kaj
Leo
segði
at
fundinum, at Alfred Olsen
hevur altíð verið loyalur.
Tað eru tó nógv, sum halda,
at hann hann var illoyalur
móti flokkinum, tá ið hann
tók
stuðul
sín
til
samgonguna aftur.
- Alfred Olsen hevur altíð
verið loyalur móti mær. Tað
er sjálvandi tað málið við
samgonguni, sum eingin
ordiliga skilir, men eg havi
altíð havt hansara stuðul,
sigur Kaj Leo.
- Helst verður Alfred
revsaður nú fyri, at hann
tók stuðulin til samgonguna
aftur. Men vit takka honum
fyri tíðina, og síggja fram
til at hava Jóhan Dahl sum
næstformann, sigur Kaj
Leo at enda.
Kaj Leo:
- Alfred hevur altíð verið
loyalur móti mær
Fríggjakvøldið var
fyrri parturin av
landsfundinum hjá
Sambandsflokkinum.
Mest spennandi
punktið á skránni var
val av næstformanni,
tí at Jóhan Dahl
stillaði upp móti
sitandi formanni,
Alfred Olsen. Jóhan
Dahl vann valið greitt
við 29 atkvøðum móti
17 til Alfred
NÆSTFORMANSVAL
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið og leygar
dagin var landsfundurin hjá
Sambandsflokkinum í Hós
vík. Fríggjakvøldið stóð
Alfred Olsen, næstformaður,
fyri valið.
Fundurin byrjaði við, at
Kaj Leo setti fundin sera
stutt og bað einans vælkom
in og lýsti fundin at vera
settan. Síðani greiddi skriv
ari floksins, Helgi Abraham
sen, frá virkinum hjá lands
felagnum hjá Sambands
flokkinum.
Roknskapurin varð lagdur
fram av Shcandorf Vang.
Roknskapurin vísti eitt lítið
hall, men felagið hevur eina
lítla millión standandi.
Roknskapurin varð ein
mælt samtyktur.
Jóhan nýggjur
næstformaður
Næst á skránni var val av
formanni og næstformanni
landsfelagsins.
Kaj Leo varð afturvaldur
uttan mótvalevni.
Tað mest spennandi punk
tið á skránni á landsfundi
Sambandsfloksins, var val
av næstformanni í Sam
bandsflokkinum.
Suðuroyar Sambandsfel
ag hevði heitt á Johan Dahl
um at stilla upp til næstfor
mann, og hann eftirlíkaði
ynskinum.
Hvørki Alfred ella Jóhan
tóku orðið, áðrenn valið fór
fram.
Atkvøðugreiðslan
varð avgreidd skrivliga.
Fólk prátaðu spent, með
an atkvøðurnar vórðu tal
dar.
Eilif Samuelsen, orðstýr
ari, kunngjørdi, at Jóhan
Dahl vann valið við 29
atkvøðum
móti
17
til
Alfred.
Alfred Olsen tók ósigurin
virðiliga og takkaði fyri
sína tíð sum næstformaður.
Hann ynskti eisini Jóhan
Dahl til lukku og góða eyd
nu.
Alfred nýtti eisini høvið
til at takka Lisbeth fyri
hennara arbeiði, nú hon
ikki stillar upp aftur.
Eisini Jóhan tók orðið, og
hann takkaði eisini Alfred
fyri og segði seg vilja
arbeiða fyri, at Sambands
flokkurin skal ganga fram.
Jóhan vann á Alfred