mánadagur 26. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 60 - 26. mars 2007
tíðindi
KONSERT
Orð & myndir
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Leygarkvøldið var HMU-
konsert í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. HMU-konsert
in er ein afturvendandi kon
sert, sum Heimamissións
ungdómur skipar fyri.
Fleiri ung leitaðu sær
leiðina til Fuglafjarðar hetta
kvøldið. Tað vóru eisini
nøkur meira tilkomin, men
flestu áhoyrararnir vóru í tí
yngra endanum.
Bólkarnir, sum framførdu,
vóru Humble Cry, VOX og
Proclaim.
VOX er við tíðini vorðið
kent sum eitt tað besta kórið
í landinum. Proclaim hava
eisini spælt í eina tíð, og
fleiri minnast teir frá Fjarða
festivalinum.
Humble Cry er ein spildur
nýggjur bólkur, og konsertin
leygardagin var fyrsta fram
førslan hjá ungu limunum í
Humble Cry.
Humble Cry bergtóku
Nýggi bólkurin Humble
Cry løgdu út leygarkvøldið.
Eingin hevði veruliga hoyrt
um hendan bólkin, og ungu
menninir hava einans vant
saman í eina viku.
Tí høvdu fólk kanska ikki
so høgar vónir til teir. Tey
flestu vóru kanska meira
spent til at hoyra VOX og
Proclaim.
Men Humble Cry høvdu
eina fína framførslu, og teir
megnaðu veruliga at fáa
áhoyrarnar við uppá tað
beinan vegin.
Sangarin, Ingemar, hevði
nógvar stuttligar viðmerk
ingar ímillum, og teir høvdu
sera gott samband til áhoyr
ararnar.
Reint tónleikaliga var tað
fínt hjá ungu monnunum í
Humble Cry, hóast teir enn
hava nakað at læra. Tað
vóru nakrir feilir, men teir
sungu bara víðari við sama
eldhuga.
Í tí eina sanginum kiksaði
byrjanin hjá teimum, tí at
trummuspælarin og klaver
spælarin ikki vóru heilt
samdir um taktina, Hesum
loftaðu teir tó væl og byrj
aðu sangin av nýggjum.
Fjølbroyttir
Hesir frískligu ungu menn
inir vóru sera nattúrligir á
pallinum, og teir dugdu væl
at bera sín boðskap fram.
- Hetta er alt fyri ”master
G” (Gud, Blaðm.), segði
forsangarin, Ingemar.
Tað, sum bergtók meg
var, at teir hava skrivað allar
sangirnar sjálvir og megn
aðu at spæla teir við einum
rímiliga høgum støði, hóast
teir eru so ungir, og hóast
teir hava vant so lítið sam
an.
Teir sýndu eisini sera fjøl
broytt evni. Millum annað
vóru teir tríggir ymiskir,
sum sungu solo.
Stílurin fevndu frá lættum
popp til tungt sálm/málm/
rokk. Ingemar, sum sang til
teir flestu sangirnar, hevur
eina serliga rødd. Hann byrj
aði eitt sindur trilvand men
fekk størri sjálválit, sum
konsertin leið. Hann minnir
eitt sindur um James Blunt.
Ein sera góð framførsla
frá nýggja bólkinum, og
teir løgdu eitt gott og høgt
støði á konsertini.
VOX var tarnað
av ljóðinum
Næst á pallin var kórið
VOX. Fleiri av áhoyrarunum
leygarkvøldið eru trúgvir
VOX fjepparar. Tí var spenn
ingur í lutftini, áðrenn tey
komu á pallin.
Undirritaði var til konsert
við VOX og Ettu Cameron
fyri tveimum vikum síðani,
og tað var ein sera góð kon
sert.
VOX var á so høgum
støði, at tey stóðu einki aft
an fyri Ettu.
Etta segði eftir hesa kon
sertina, at hon hevði hug til
”at pakka kórið niður í
kuffertið og taka tey við”.
Tí hevði undirritaði eisini
høgar vónir til VOX.
Tíverri bleiv upplivilsi
ikki so gott, sum fyri tveim
um vikum síðani.
Ljóðið var sera vánaligt
teir fyrstu sangirnar. Í fyrsta
sanginum sang framúr sang
arin Símin Christian Olsen
solo, men hann var alt ov
spakuliga frá til at áhoyr
ararnir kundu hoyra, hvussu
hann hegnisliga krúllaði
millum tónarnar.
Til seinna sangin hoyrdust
einans altarnir, og tenorarnir
vóru als ikki frá.
Til triðja sangin, har ið
kórleiðarin Ásbjørn sang
solo, hvein so illa í hátalar
unum, at hann mátti steðga
at syngja í støðum.
Varðveittu
útstrálingina
Tað er torført hjá ljóðmonn
unum at fáa tað í rættlag aft
ur, tá ið allir sangararnir í
kórinum standa við hvør
sínari mikrofon. Men teir
skulu eiga tað rós, at teir
megnaðu at fáa ljóðið
hampuliga gott til endans
til teir síðstu sangirnar hjá
VOX.
Tað er tó løgið, at ljóðið
skuldi vera so vánaligt at
byrja við, tá ið kórið hevði
ljóðroynd áðrenn konsert
ina.
Vónandi verður ljóðið
betri næstu ferð, tá ið kórið
fer á pallin, tí at tað er eing
in ivi um, at sangararnir í
kórinum eru serstakliga
góðir,
og
kórleiðarin,
Ásbjørn, er ein tann ”publi
kumvinarligasti” í landi
num.
Hóast ljóðið var eitt sind
ur hálvkiksað, so megnaðu
tey í kórinum at varðveitta
positivu útstrálingina ígjøg
num alla framførsluna. Tey
høvdu eisini eina sera væl
eydnaða ”syngi við – sess
ion”, har ið allir áhoyrararnir
sungu av hjarta.
Proclaim hava
verið betri
Til endans komu Proclaim
á pallin. Tónleikararnir hjá
Proclaim spæla eisini við
VOX. Afturat sær hava teir
Bjartur F. Johannesen, sum
syngur.
Tónleikararnir í Proclaim
eru serstakliga góðir og væl
samanspældir. Bjartur kann
nakað serligt við sínari
rødd. Hann dugir nakrar
teknikkir, sum fáir føroying
300 áhoyrarar til HMU
Um vikuskiftið var HMU-konsert í Fuglafirði.
Nýggi bólkurin Humble Cry bergtók
áhoyrararnar, meðan VOX og Proclaim høvdu
standard framførslur. Gott 300 fólk vóru til
konsertina
Hesi fýra havnarfólkini dámdu væl konsertina
Humble Cry bergtóku á HMU-konsertini leygarkvøldið
Tríggir ymiskir sungu solo hjá Humble Cry. Til høgru sitir
Ingemar, sum sang til teir flestu sangirnar