mánadagur 26. mars 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 60 - 26. mars 2007 ]
Tiger Woods vann í Miami
Flestu av allarbestu golfleikarunum í heiminum vóru
savnaðir til CA Championship kappingini, sum bleiv
spæld í Miami um vikuskiftið, og enn einaferð vísti
Tiger Woods, at hann er tann besti. Annað árið á rað
sigraði hann í stóru kappingini, og við sigrinum tryggjaði
hann sær 7,5 mió. kr. Danski goldspælarin, Thomas
Bjørn var eisini við í kappingini, og hann endaði á einum
áttanda plássi eftir at hava verið heilt frammi í oddinum
alla kappingina.
Innskiftari bleiv skiftur út
Tað hendir ikki ofta, at ein leikari, sum er innskiftur í
einum fótbóltsdysti, verður skiftur út aftur. Men hett
ahendi í landsdystinum millum Spania og Danmark
leygardagin. Um Leon Andreasen var komin inn um
miðjan fyrra hálvleik, men seint í dystinum bleiv hann
tikin út aftur, tá Danmark royndi at fáa útjavnandi málið.
Leon Andreasen bleiv sjálvur rættiliga forvirraður av
hendingini. – Eg bleiv eitt sindur forvirraður, tí hatta
havi eg ikki roynt fyrr, segði Leon Andreasen, sum ikki
visti, at man kundi taka ein innskiftan leikara út aftur.
Elna Johannesen var
ein av føroysku dóm
arunum í HM-kappin
gini í estetiskum fim
leiki í Finnlandi, og
hon var væl nøgd við
dømingina. – Vit fin
gu góð skoðsmál eftir
kappingina
FIMLEIKUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Føroysku
fimleikararnir
vóru ikki teir einastu her av
landi, sum vóru við til HM-
kappingina í estetiskum
fimleiki í finska býnum
Espoo. Tveir dómarar vóru
eisini við í ferðalagnum, og
teir skuldu báðir døma í
HM-kappingini um viku
skiftið.
Dómararnir vóru Elna
Johannesen og Beinta Dan
ielsen. Erla skuldi vera við
at døma kappingina hjá jun
iorunum, har føroyska liðið
eisini var við, meðan Beinta
skuldi døma kappingina hjá
seniorunum.
Fingu góð skoðsmál
Erla Johannesen og Beinta
Danielsen hava verið á
tveimum altjóða skeiðum
undan kappingini í Finnlan
di, og meðan tær dømdu í
Finnlandi vóru tær eisini til
eitt triðja skeið.
Erla Johannesen var væl
nøgd við dømingina, og
hon sigur, at báðir teir før
oysku dómararnir fingu
góð skoðsmál fyri avrikið í
Finnlandi.
- Tað gekk ordiliga væl
hjá okkum at døma. Eg
dømdi juniorarnar, har 19
lið vóru við, meðan Beinta
dømdi seniorarnar, sum
høvdu seks lið. Tað gekk
væl hjá okkum báðum, og
eftir kappingina fingu vit
eisini avbera góð skoðs
mál.
Skulu døma meir í ár
Skeiðini og kappingarnar,
sum tær báðar eru til, eru
liðir í útbúgvingini at gerast
altjóða dómarar. Erla væn
tar, at tær skulu til fleiri
kappingar seinni í ár.
- Eg vænti, at har liggja
fleiri kappingar fyri framm
an seinni í ár. HM verður í
Spania í juni mánaða, og
har vera vit væntandi við
sum dómarar.
Erla sigur eisini, at tað
krevur nógv at vera dómari
á hægsta stigi úti í heimi.
- Ja, hetta er ógvuliga
krevjandi. Fyri at vera við í
toppinum skulu vit døma
nógv uttanlands. Ein trupul
leiki í hesum føri eru
pengarnir.
Fimleikasam
bandið stuðlar okkum so
væl sum til ber, men pengar
nir eru ikki teir heilt stóru,
so møguleikarnir eru ikki
teir bestu at fara uttanlands
at døma fleiri ferðir. Vit roy
na tó at fara til tær kapping
ar, sum vit hava tíð og ráð
til, staðfestir Erla at enda.
Genturnar hjá Hav
nar Fimleikafelag lut
tøku um vikuskiftið í
HM-kapping í estetis
kum fimleiki í finska
býnum Espoo. Venjar
in, Eyð Strøm, var væl
nøgd við innsatsin
hjá fimleikarunum
FIMLEIKUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Gentuliðið hjá Havnar Fim
leikafelag fór til Finnlands
í síðstu viku, har tær skuldu
taka lut í heimsmeistara
kappingini í estetiskum fim
leiki. Kappingin var í finska
býnum Espoo, og liðið hjá
Havnar Fimleikafelag skul
di kappast ímóti 18 øðrum
liðum úr níggju ymiskum
londum.
Føroyska liðið endaði á
18. og næstaftasta plássi,
men venjarin var nøgd við
innsatsin hjá fimleikarun
um.
Ónøgd um karakterin
Eyð Strøm er venjari hjá
gentuliðnum, sum var til
HM um vikuskiftið. Hon
var væl nøgd við innsatsin
hjá føroysku gentunum,
men hon helt als ikki, at
karakterurin var í lagi.
- Eg var væl nøgd við inn
satsin hjá gentunum. Tær
høvdu nógvar nervar undan
framførsluni, men eg haldi,
at tað gekk avbera væl.
Men vit vóru als ikki nøgd
ar við karakterin, sum vit
fingu frá dómarunum. Teir
geva tríggjar ymiskar karak
terir, og vit hildu okkum
vera nógv betri enn danska
liðið, sum endaði aftast í
kappingini. Í onkrum av
karakterunum lá danska lið
ið omanfyri okkum, og het
ta halda vit als ikki vera í
lagi. Men síggja vit burtur
frá tí, so gekst væl, og vit
endaðu frammanfyri danska
liðið, sum vit høvdu bæði
vónað og væntað, sigur
Eyð.
Hon helt annars, at kapp
ingin var sera hørð, og sig
ur, at fleiri av hinum liðun
um vóru ótrúliga sterk.
- Okkara gentur vóru á
gólvinum á leið mitt í kapp
ingini, men nervarnir vóru
ikki bara komnir, tí tær
vóru spentar. Tær sóu eisini
fyrstu framførslurnar, og
fleiri av liðunum eru also
ótrúliga góð. Hetta vóru jú
bestu liðini í heiminum,
sum vóru á gólvinum, so
tað var hørð kapping.
Krevur nógv arbeiði
Fleiri av liðunum, sum tóku
lut í HM-kappingini í
Espoo, vóru ómetaliga góð,
men Eyð heldur tað ikki
vera ómøguligt, at føroysku
liðini kunnu blíva so góð.
Tað krevur, at man ger eitt
gott arbeiði hjá teimum
yngstu, sigur hon.
- Eg haldi tað ikki vera
ómøguligt, at okkara lið
kunnu blíva so góð. Vit
mugu tó heilt niður til tey
yngstu, og so arbeiða við
eini langtíðar ætlan. Tað
krevur nógv arbeiði, men
um vit gera nakað við tað,
so skal tað nokk ganga, sig
ur Eyð Strøm at enda.
Havnar Fimleikafelag til HM
Havnar Fimleikafelag endaði
næstaftast í HM-kappiningi
í estetiskum fimleiki í finska
Espoo. Tey vóru tó væl nøgd
við úrslitið.
- Dømingin gekk væl