Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 60 - 26. mars 2007 ] Pytlick aftur landsliðsvenjari Fyri eini tíð síðani segði venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum í hondbólti seg úr starvi, tí fleiri av leikarunum vóru ónøgdar við gongdina og hansara avgerðir. Jan Pytlick, sum hevur vant kvinnurnar fyrr, tók fyribils yvir á landsliðnum, men nú er greitt, at Pytlick heldur fram í føstum starvi hjá danska hondbóltssambandinum sum venjari hjá kvinnulandsliðnum. Pytlick hevur verið venjari hjá GOG/Svendborg TGI, har hann hevur vant besta kvinnuliðið. Hann fer beinanvegin í starv, sum nýggjur danskur landsliðsvenjari. Romari fekk mál nummar 999 41 ára gamli brasiliumaðurin, Romario, hevur leingi roynt at nátt tey 1000 málini, sum hann hevur sett sær fyri at skora. Í gjár tók hann enn eitt stórt fet ímóti teimum 1000 málunum, tá hann skoraði eitt mál í 3-0 sigrinum hjá Vasco Da Gama ímóti erkafíggindunum úr Flamengo. Við málinum er Romario nú komin uppá 999 mál. – Tíverri fekk eg bara eitt mál í dystinum, so nú verið eg noyddur at bíða til næsta dyst, segði Romario eftir dystin. Svimjilandsliðið hev­ ur verið á venjingar­ legu í Klaksvík um vikuskiftið, og Kristi­ an M. Joensen hjálpar­ venjari er væl nøgdur. – Tað gongur støðugt fram á hjá svimj­ar­un­ um, so eg eri væl­nøgdur SVIMJING Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Um vikuskiftið hevur svimjilandsliðið verið á venjingarlegu í Klaksvík. Allir svimjararnir í landinum vóru tó ikki við til venjingarnar, tí svimjararnir úr Suðuroy vóru ikki við. Harafturat vóru teir fýra svimjararnir, sum í løtuni taka lut í HM í Melbourne, av góðum orsøkum ikki við til venjingarnar. Vit hava tikið eitt prát við hjálparvenjaran á landsliðnum, Kristian Martin Joensen, sum er vælnøgdur við gongdina hjá svimjarunum. Gongur støðugt fram á 15 svimjarar vóru við á venjingarleguni í Klaksvík um vikuskiftið, og Kristian Martin er sum heild væl nøgdur við støðið hjá svimjarunum. - Ja, eg eri rættiliga væl nøgdur. Svimjararnir eru væl fyri, og tað gongur støðugt fram á alla tíðina. Kristian Martin heldur eisini, at støðið á føroyskari svimjing er hækkandi. - Eg haldi, at tað gongur rætta vegin hjá føroyskari svimjing. Tíðirnar blíva betri og betri, so tað sær gott út. Fleiri av yngru svimjarunum fáa gullnálir, og hetta er eitt tekin um góðu gongdina. Venjingin í Klaksvík er ein liður í vnejingunum til Oyggjaleikirnar, sum nú veruliga nærkast. Hjálparvenjarin hjá landsliðnum hevur vónir um at fáa eitt gott úrslit á Rhodos í summar. - Støðið svingar rættiliga nógv á Oyggjaleikunum, men eg meti, at vit hava avbera góðar svimjarar við í ár, so eg havi góðar vónir til leikirnar á Rhodos í summar, sigur Kristian Martin at enda. Úrslitini hjá føroyingunum hava verið góð í HM í Melbourne, og m.a. hevur Pál Joensen úr Vágs Svimjifelag sett nýtt føroyskt met á teininum 400 m frí SVIMJING Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Í hesum døgum eru fýra før­oyskir svimjarar í Mel­ bourne í Avstralia, har teir taka lut í HM-kappingini í svimjing. Teir fýra føroy­ ing­arnir eru Pál Joensen úr Vágs Svimjifelag, Mona Sim­onsen og Jutta Thomsen úr Tvøroyar Svimjifelag og Kristi­an Olsen úr Ægir. Lands­ liðsvenjarin, Jón Bjarnason, og Palli Ziskason, formaður í Svimjisambandinum, eru eisini við í ferðalagnum. Tríggir av teimum føroysku svimjarunum hava longu verið í onkrari kapp­ ing, og úrslitini hava verið avbera góð. Pál setti nýtt met Sunnunáttina skuldu føroy­ ingarnir so í hylin fyri fyrstu ferð í kappingini, og tann fyrsti, sum slapp framat, var Pál Joensen úr Vágs svimji­ felag, sum skuldi royna seg í 400 m frí. Pál svam í triðja riðli, og hann legði seg á odda mest sum alt fyri eitt. Hesa leiðslu helt hann at kalla allan vegin, men tá svimjararnir vendu fyri seinastu ferð, hevði ein av hinum svimjarunum lagt seg eitt vet fram um Pál. Pál var tó nógv sterkari í enda­ spurtinum og vann eisini trygt. Tíðin hjá unga vág­bing­ in­um var somikið góð, at hann setti nýtt føroyskt met, og samanlagt endaði hann á einum 52. plássi av fleiri enn 70 svimjarum. Seinni sunnunáttina vóru eisini Mona Simonsen og Jutta Thomsen í hylinum. Tær skuldu eisini luttaka í 400 m frí. Tær báðar tvøragenturnar vóru endaðar í sama riðli, og her gjørdu tær veruliga bart. Mona vann teirra riðil, og á øðrum plássi kom Jutta á mál. Samanlagt endaðu tær á ávikavist 46. og 49. plássi av 66 luttakarum. Í nátt, mánanáttina, luttøk Pál Joensen í kappingini 200 m frí. Her endaði hann á einum fjórða plássi í riðli 5 við tíðini 1.59.82. Við hesi tíðini endaði hann á ein­um 86. plássi av 199 luttak­ arum. Skal royna seg ímóti Hatchett Komandi nátt fær Pál Joen­ sen harða kapping, tá hann skal royna seg á 800 metr­ um. Her er hann endaður í riðli tvey, og ein av hans­ ara mótstøðumonnum verð­ur amerikumaðurin, Grant Hatchett, sum eigur heimsmeti á hesum teininum. Hetta setti hann í Avstralia fyri tveimum árum síðani. Á seinastu olympisku leik­ unum royndi Grant Hatchett at sláa legendariska metið hjá Mark Spitz fyri mest vunnin gullheiðursmerki á einari olympiadu. Mark Spitz vann heili sjey gullheiðursmerki á Olympiaduni í München í 1972, og undan seinastu olympiaduni boðaði Hatchett frá, at hann ætlaði at sláa metið. Hatchett gjørdist tó ov stuttur, men einki er at ivast í, at hann er millum heimsins sterkastu svimjarar. Hevur gingið væl Palli Ziskason, formaður í svimjisambandinum, er við ferðalagnum í Melbourne, og hann var ótrúliga bergtikin av sjálvum tiltakinum. Í sam­ røðu við útvarpið í gjár segði hann eisini, at teir vóru væl nøgdir við føroysku svimj­ ararnar. - Eg haldi, at okkara svimjarar hava klárað tað betri enn væntað. Her eru 14.000 áskoðarar hvønn dag, og hetta er ein stór roynd hjá svimjarunum. Man kundi hugsað, at teir nervaðust av stóru fjøldini, men tað eru teir slett ikki. Teir hava klárað tað fram úr. - Annars kann sigast, at hetta er eitt stórsligið tiltak, og umstøðurnar eru heilt ótrúliga góðar, segði Palli Ziskason við útvarpið í gjárkvøldið. Góð úrslit í Melbourne Hesi eru klár til Oyggja­ leikirnar Elspa Mørkøre Kristian Olsen Pál Joensen Jutta Thomsen Karina Petersen Beinir Danielsen Jákup Øssurson Karí á Høvdanum Pauli Mohr Shaila millum Garðarnar Dánjal Martin Hofgaard Mona Simonsen Høgni Miné Rasmussen Bjørg Seloy Svimjilandsliðið á venjingarlegu