mánadagur 26. mars 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 60 - 26. mars 2007 ]
Adebayor tveittur
av landsliðnum
Arsenal-framherjin Adebayor er settur av landsliðnum hjá
Togo. Orsøkin er, at áhaldandi stríð hevur verið millum
landsliðsspælarar og leiðsluna í fótbóltssambandinum um
bónus fyri, at landið kom við til HM-endaspælið í summar.
Um vikuskiftið var Adebayor settur av landsliðnum saman
við tveimum liðfeløgunum orsaka hetta stríð.
Týskland sparir fólk
Mikukvøldið spæla Týskland og Danmark venjingardyst í
fótbólti. Undan dystinum er tað greitt, at týskarar fara at
spara fleiri av sínum stuðulsspælarum. Venjarin, Joachim
Løw, sigur, at hann vil royna yngri spælarar í dystinum
ímóti dønum. Roknað verður tí við, at spælarar sum Ballack,
Lahm, Podolski, Schweinsteiger, Frings, Lehmann og
Schneider ikki fara at spæla. Ístaðin fáa yngri spælarar
kjansin at vísa síni evni fyri týska landsliðsvenjaranum.
VÍF var væl við at
kalla allan fyrra hálv
leik, men tvey reyð
kort og ein skaði til
ein stórspælandi Áka
Olsen gjørdu, at vest
menningar blivu ov
stuttir. Í staðin rann
Kyndil frá einum
skerdum VÍF-liðið í
seinna hálvleik, og at
enda vunnu teir grønu
ein sannførandi sigur
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Nógv fólk høvdu leitað sær
í høllina á Hálsi sunnudagin,
tá fyrsta finalan í Atlantic
Airways kappingini var á
skránni sunnudagin. Her
møttust tvey tey mest vinn
andi liðini í føroyskum mans
hondbólti, tá ið Kyndil tók
ímóti VÍF.
Fyri viku síðani fekk VÍF
eina góða aðalroynd undan
finaluni, tá teir vunnu á júst
Kyndli í seinasta umfarinum
í landskappingini. Sigurin
var tó dýrur fyri VÍF, tí í
seinastu sekundunum bleiv
málmaðurin, Eli Müller, rik
in av vølli, og tí hevði hann
leikbann í fyrstu finaluni
sunnudagin
Góður dystur
Liðini byrjaðu dystin sum
sonn ódnarveður. Bæði vildu
sleppa í álop at fáa mál, og
tí vóru verjurnar ikki serliga
góðar fyrstu løtuna. Spælið
var tó avbera gott, og liðini
spældu við eini sera høgari
leikferð.
Serliga Kyndil vísti seg at
spæla skjótt fyrstu løtuna, og
hetta gav VÍF ávísar trupul
leikar í verjuni. Teir framdu
eina útskifting ímillum verju
og álop, og ofta vóru teir
als ikki komnir uppá pláss,
tá Kyndil brádliga kom
stormandi ímóti teimum.
Í hinum endanum dugdu
vestmenningar tó væl at svara
aftur. Teir spældu bóltin skjótt
runt, og serliga Áki Olsen var
ein støðug hóttan. Um hann
ikki smekkaði bóltin í netið
sjálvur, so dugdi hann væl at
finna Agnar inni á strikuni.
Dýr reyð kort
Sjálvt um Kyndil tóktist
vera heldur oman á út á
fyrra hálvleik, so vildi VÍF
ikki geva skarvin yvir. Teir
blivu við at hanga í, men tá
góðir 20 minuttir vóru farnir,
fingu teir eitt ordans skot
fyri bógvin. Meðan VÍF var
á veg í álop, lá Hans Áka
Dal Christiansen brádliga
og venaði seg inni í feltinum
hjá Kyndli. Dómararnir vóru
eirindaleysir, og góvu Agnar
Joensen reyða kortið fyri at
hava gjørt eitthvørt við Hans
Áka.
Dysturin var ikki meir
enn komin í gongd aftur, so
fekk VÍF sítt næsta reyða
kort. Hans Áki fór ígjøgnum
á vinstra vongi, men bleiv
steðgaður ólógliga av John
Zachariassen. Dómararnir
ivaðust ikki og vístu John
reyða kortið. Sostatt mátti
VÍF vera teir báðar fyri uttan
restina av dystinum.
Sum um hetta ikki var
nokk, so mátti helst besti
leikarin hjá VÍF henda dagin,
Áki Olsen, fara bløðandi av
vøllinum lítla løtu seinni
eftir ein samanstoyt við ein
kyndlamann.
Tá liðini fóru til hálvleiks
vóru tó bert tvey mál á muni,
men tað hoyrdist væl í høllini,
at áskoðararnir úr Vestmanna
vóru alt annað enn nøgdir
við dómararnar, sum høvdu
rikið tveir av teirra leikarum
av vøllinum.
Kyndil rann
VÍF um koll
Tá liðini komu út til seinna
hálvleik, vóru ikki nógvir
vestmenningar eftir. Agnar
og John høvdu fingið reyða
kortið, Áki Olsen var farin
bløðandi av vøllinum, Eli
Müller hevði leikbann og
Ingi Olsen var skaddur, so
tað var eitt skert VÍF-lið,
sum stillaði upp til seinna
hálvleik.
Hetta gjørdi Kyndil sær
eisini dælt av mest sum alt
fyri eitt. Tær løgdu nevniliga
hart út í seinna hálvleiki,
og tá knappir 10 minuttir
vóru farnir, høvdu tær sett
alt uppá pláss. Við skjótum
og góðum álopsspæli og
ágangandi verjuspæli høvdu
teir økt um munin upp í
níggju mál.
Eftir hetta slakkaði Kyndil
nakað av, og VÍF kom betur
við í dystin. Nú gekk javnt á í
eina løtu, men móti endanum
fekk VÍF aftur fatur á rætta
endanum. Teir fingu minka
um munin niður í fýra mál,
men ov seint var. Kyndil
hevði tamarhald á støðuni
allan vegin, og at enda vunnu
teir við fimm málum, og tí
liggja teir væl fyri undan
seinna dystinum.
Hjá VÍF sær hinvegin ikki
so gott út. Teir mugu vera
bæði Agnar Joensen og John
Zachariassen fyri uttan í
seinna
finaludystinum,
sum verður leygardagin í
Vestmanna.
Kyndil-VÍF 35-30 (17-15)
Dramatikkur í klassikara
Kyndil-VÍF 35-30 (17-15)
Málskjúttar:
Kyndil: Rókur Akralíð 8, Ken Zachariassen 8 (4), Hans
Áki Dal Christiansen 6 (2), Høgni Klein 5, Ragnar
Stakksund 4, Janus E. Sørensen 3, Hanus Johansen 1
VÍF: Áki Olsen 7, Sámal Joensen 6 (2), Sjúrður Poulsen 4,
Regin Joensen 3, Áki G. Olsen 3, Harald Bjørgvin 2, Agnar
Joensen 2, Rói Lamhauge 2, John Zachariassen 1
Brotskøst: Kyndil 8, VÍF 1
Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 7
Reyð kort: VÍF 2 (bæði beinleiðis)
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
FAKTA
Eru heldur
seinir í
verjuni
Áki G. Olsen var alt
annað enn nøgdur, tá vit
fingu orðið á hann eftir
tapið fyri Kyndli í fyrsta
finaludystinum.
- Vit fáa eina góða
byrjan uppá dystin. Tað
er ein góður hondbólts
dystur fyrstu løtuna.
Har koma nógv mál,
og ferðin er rættiliga
høg. Men út á dystin
fara teir frá okkum, og
hetta er serliga orsaka
av egnum útvísingum.
Vit eru heldur seinir í
verjuni, og hetta kostar.
Reyðu kortini gera eis
ini, at vit hanga við
høvdinum stóran part
av dystinum. Harafturat
fær Áki Olsen skaða, so
tað verður ikki lætt.
- Sum heild var hetta
ikki gott nokk, men vit
síggja ljóst uppá tað
til næsta leygardag. Tá
hava vit heimavøll.
Løgdu dent
á skjóta
spælið
Venjarin hjá Kyndli, Jón
leif Sólsker, var avbera
væl nøgdur við sítt lið
eftir fyrsta finaludystin
ímóti VÍF sunnudagin.
- Okkara fokus er á
hondbóltin í dag, meðan
teir royndu at hava eina
harða og kontanta verju.
Hetta lukkaðist ikki hjá
teimum, og teir blivu
revsaðir fyri tað. Vit
løgdu dent á at geva
bóltin skjótt upp og
spæla skjótt, soleiðis
at vit kundu revsa
teirra útskifting millum
verju og álop, og hetta
eydnaðist væl í dag.
- Dysturin verður sjálv
andi merktur av reyðu
kortunum. Tá so Áki
Olsen eisini má seym
ast, so verður bonkurin
rættiliga tunnur, og tá
verður tungt hjá VÍF,
staðfesti Jónleif eftir
dystin.
Her hevur verjan hjá VÍF rættiliga gott tak á Janus Einar Sørensen, men sum heild var tað Janus
Einar og hansara liðfelagar, sum vóru við yvirlutan. Teir vunnu fyrsta finaludystin við fimm
málum