Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 60 - 26. mars 2007 ] Jón Rói ikki við í Georgia Jón Rói Jacobsen fekk heilaskjálvta undir venjingini hjá landsliðnum hósdagin, og er tí ikki við í ferða­ lagnum í Georgia LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tbilisi, Georgia: Jón Rói Jacobsen hevur ver­ ið skaddur í fleiri mán­ aðir, men meldaði seg tøk­an til landsliðið, und­ an dystinum móti Ukreina mikudagin. Hann luttók eisini í fyrstu venjingini, tá lands­liðið var í Føroy­ um, men bara eina løtu, áðrenn hann fór út við nýggjum einum nýggj­ um skaða. Ein bóltur brast í høvdið á havnar­ manninum, og rakti hann so meint, at Jón Rói fekk mátti gevast. Seinni varð staðfest, at hann hevði fingið heila­ skjálvta. Tískil var Jón Rói ikki millum teirra, sum vóru klárir at fara á vøll­ in mikukvøldið móti Ukreina. Eftir dystin á Svanga­ skarði dugdi landsliðs­ venjarin ikki at svara fyri, hvørt Jón Rói fór at koma seg til dystin móti Georgia ella ikki. Men á flogvøllinum sunnudagin kom svarið. Jón Rói Jacobsen kom ikki út úr bussinum sam­an við hinum leikar­ un­um. Hann er ikki komin seg heilt eftir heila­ skjálvt­an, hann fekk týs­dagin, og soleiðis ber til at staðfesta, at tað verður ikki á hesum sinni, at Jón Rói Jacob­ sen verður at síggja í før­oysku landsliðs­ troyggj­uni. Skotland hevur kós móti endaspælinum Hóast Skotland hesa ferð er í bólki saman við fleiri av stinnastu fótbóltstjóðunum í Europa - eitt nú Fraklandi, Italia og Ukreina - so eru skotar saman við fransmonnum á odda í bólki B. Skotar løgdu bragdliga fyri ímóti Georgia leygardagin, og tá ið 10 minuttir vóru farnir, legði Kris Boyd heimaliðið framum, eftir eitt gott innlegg frá Gary Teale. Eftir hetta setti Georgia seg á spælið, og tað gav úrslit fimm minuttir undan steðginum, tá ið fyrrverandi Glasgow Rangers-leikarin, Shota Arveladze, javnaði. Inntil tað rest­aðu tveir minuttir stóð á jøvnum. Hampdem Park kókaði rættuliga, tá ið innskifti Craig Beattie skoraði sigursmálið. Makaay gevur skarvin yvir Álopsspælarin Roy Makaay heldur, at hansara felag ikki longur hevur møguleikan at vinna týska meistaraheitið í ár. Bayern Munchen er nýggju stig aftanfyri fremsta liðið, og úrslitið hava verið vánalig seinastu vikurnar. - Tað skal henda eitt undur, um vit skulu gerast meist­arar. Tað er jú bara átta dystir eftir, og vit eru 9 stig aftan fyri Schalke, Roy Makaay. Føroyska fótbólts­ landsliðið hevur verið ígjøgnum eina langa og strævna ferð, eftir at teir í nátt lendu í Georgia. Klokkan 14.45 sunnudagin fóru teir úr Føroyum, og klokkan 03.50 lokala tíð í morgun settist flogfarið í Georgia LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam Tbilisi, Georgia: Tað tók eina løtu at fáa alt viðføri hjá landsliðnum chekkað inn í Vágum, so fráferðin úr Føroyum gjørdist eitt korter seinni eitt ætlað. Tað var trý korter til trý í gjár, sunnudagin, at før­ oyska fótbóltslandsliðið fór av landinum, við kós í móti Kastrup. Klokkan seks danska tíð setti flogfarið seg í Kastrup. Steðgurin á danska flog­vøll­ inum var góðar tveir tímar. Her fingu leikararnir ein bita, áðrenn teir klokkan tíggju minuttir yvir átta sett­ ust í eitt nýtt flogfar, sum skuldi flyta fótbóltsspælarar, venjarar, umboð frá Fót­ bólts­sambandinum og fjøl­ miðl­unum til eysturríkska býin Wien. Í Eysturríki var klokkan tíggju minuttir í tíggju, tá føroyska ferðalagi trein út úr flogfarinum. Men longu góðan hálvan tíma seinni sat hópurin í einum nýggj­ um flogfari, sum skuldi flúgva ferðalagið úr Wien til høvuðsstaðin í Georgia, Tbilisi. Tískil rakk tíðin ikki til meira enn at renna tvørtur gjøgnum flogvøllin og leypa inn í næsta flog­ farið. Klokkan fimm minuttir í hálvgum ellivu lætti flog­far­ ið av eysturríksku flog­breyt­ ini, fyri síðani at lenda í Tbilisi í Georgia klokkan tíggju minuttir mánamorgun lokala tíð góðar trettan tím­ ar eftir, at ferðalagið fór úr Føroyum. Venja seinnapartin Beint áðrenn flogfarið setti seg í Tbilisi, segði Jógvan Martin Olsen, venjari, við Sosialin, at nú skuldu hans­ ara menn hvíla seg eftir longu og strævnu ferðina. – Seinnapartin verður fara vit so at venja, men ann­ars skulu leikararnir hvíla, sigur Jógvan Martin Ol­sen, landsliðsvenjari. Súni royndi at sparka ein mótstøðuleikara niður, men endaði sjálvur við at gerast skaddur. Skaðin er tó ikki álvarsamari enn so, at hann verður tøkur mikudagin LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tbilisi, Georgia: – Eg royndi at sparka ein mann niður, men rakti so mikið gott, at eg fekk ilt og bleiv skaddur, greiðir Súni Olsen flennandi frá, tá vit spyrja hann, hvussu hann fekk skað­an leygardagin. – Tað er skinnabeinið, sum tað gekk út yvir og tað minnir mest um eitt trælær, sum bara skal hava tíð, sig­ ur Súni Olsen. – Eg føli eitt lítið sindur í tí nú, men tað skuldi ikki ver­ið nakar trupulleiki miku­­dagin, segði Súni Ol­sen við Sosialin, meðan vit bíð­aðu eftir viðførinum á flog­vøllinum í Tbilisi. Kendist gott at vera aftur Gøtumaðurin var á vøllin­ um ein góðan tíma leygar­ dagin. Henda løtan kendist bara góð, heldur Súni. – Tað kendist gott. Um­ støðurnar vóru nú ikki tær bestu, men tað var dei­ligt at spæla fótbólt aftur á høgum støði við góðari mótstøðu, sigur Súni Olsen og leggur sannførdur aftrat: – Ja, tað kendist rætt. Tað var deiligt at spæla og eg føldi eg hevði meiri orku í mær, tá eg bleiv skaddur. Landsliðið 13 tímar í luftini Í flogfarinum úr Føroyum spurdi eitt av ukreinsku viðhaldsfólkunum, um Jógvan Martin Olsen ikki kundi skriva sær ein autograf á turriklæð sítt Mynd: Rólant Waag Dam Súni klárur mikudagin