Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 60 - 26. mars 2007 ] Málleyst í hálvt annað ár Føroyar hava í 17 mánaðir spælt seks landsdystir uttan at megna at fáa bóltin í mótstøðumálið LANDSLIÐSMÁL Jákup Mørk Tað gongur striltið við málskjótingini hjá føroyska fótbólts­ landsliðnum. Leygar­ dagin løgdu Føroyar rygg til 2-0 heimatap ímóti Ukreina. Hetta var sætti landsdysturin á rað, at Føroyar ikki megnaðu at fáa mál. Í fjør spældu Føroyar fimm landsdystir. Til­ saman endaðu teir við 2 málum til mót­ støðulondini og einki til Føroyar. Tað skal leitast aftur til 8. oktober í 2005 fyri at finna fram til síðst, tá ið Føroyar fingu mál. Í síðsta landsdystinum í 2005 vóru Føroyar á útivølli í Tel Aviv imóti Ísrael. Heimaliðið legði seg á odda 1-0 og 2-0, men talan gjørdist ikki um stórtap í síðsta dysti­ num hjá Henrik Larsen við róðrið. Í yvirtíðini í síðsta HM undankappingar­ dystinum minkaðu Før­ oyar um munin til 2-1. Málskjútti ta ferðina var Símun Samuelsen. Hetta er higartil einasta landsliðsmálið hjá Sím­ uni. Heini var toppskjútti Heini Hanusarson er populerur hondbóltspælari í Helsingør. Tað er lætt at skilja, tí Heini er eitt tað besta álopsvápnið, sum hondbóltsfelagið við stoltu søguni eigur. Leygardagin vísti Heini enn eina ferð, at tað eru knotur í honum. Elite 3000 Helsingør hevði vitjan av GOG Svendborg, og Heini varð toppskjútti hjá Helsingør. Hann skoraði fimm mál. Men málini hjá Heina bóru ikki sigur og stig við sær. GOG Svendborg smurdi heimaliðið av. GOG fór úr Helsingør og aftur til Svendborg við 44-22 sigri! GOG er á fjórða plássi og harvið á veg ímóti hálvfinaluni. Elite 3000 í Helsingør er á 13. og næstaftasta plássi og er í vanda fyri at detta niður í næstbestu deildina. Anelka bjargaði fransmonnum Frakland, sum høvdu nógvar ungar eykamenn á liðnum, hevði brúk fyri øllum stigunum, tá ið teir dystaðust í Litava leygardagin. Tað sá leingi út til, at Litava skuldi megna at røkka málleysum javnleiki ímóti varaheimsmeistaranum. Teir høvdu lítla yvirvág í spælinum, men tað nyttaði lítið, tá ið ein tann elsti á franska lið­ num tók søkina í egnar hendur. 28 ára gamli Nicolas Anelka rann frá fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann bankaði bóltin í málið Við sigrinum er Frakland eftir fimm dystir saman við Skotlandi fremst í okkara EM-bólki, meðan Litava við fýra dystum fram­ vegis er á 5. plássi. Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, segði eftir dystin, at vit mugu vera realistisk og síggja, at Ukreina hevði betri fót­bólts­ spælarar enn vit. – Teir vóru helst nærri við at økja enn vit at skora, ásannar Jógvan Martin Olsen, sum heldur, at vøllurin var ógjørligur at spæla á LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Svangaskarð: – Vit mugu altíð trúgva uppá, at vit kunnu skapa eitt úrslit. Tað er fyrsta fortreytin fyri at fáa eitt úrslit. Hinvegin mugu vit eisini vera realist­ isk, og síggja, at teir (Ukreina, blðm.) vóru betri betri fótbóltsspælarar enn vit eru. Teir høvdu eitt størri yvirskot og vóru kanska tættari við at økja, enn vit vóru at skora, segði Jógvan Martin Olsen, landsliðs­ venjari, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin og spurdu, hvat hann fekk sagt um 0-2 tapið fyri Ukreina. Skuffaður av fyrsta málinum – Eg eri øgiliga skuffaður av fyrsta málinum. At teir fáa loyvi at seta fótin á bólt­ in inni í feltinum hjá okk­ um, segði Jógvan Martin Olsen, men vísti so á eina lítla, men avgerandi hend­ ing beint áðrenn: – Vit síggja í støðuni, sum uppstendur beint áðr­ enn, at ein leikari skal taka støðu til bóltin, men missur fetið, tá hann skal fara. Tað kann man øsa seg um, men í veruleikanum er tað kanska undirlagið, sum hev­ ur skyldina, greiddi Jógvan Martin Olsen frá. Hann segði, at soleiðis sum vøllurin var, var hann ómøgu­ ligur at spæla fótbólt á. Landsliðsvenjarin ynskti tó ikki at fara út í eitt kjak um, hvørt tað var ein røtt avgerð at spæla dystin ella ikki. Hann ásannaði bara, at við lítlari virðing fyri teim­um, ið halda vøllin, at av­gjørt varð, at tað skuldi spæl­ast. Maskinfótbóltur Í samrøðu við Sosialin hós­ dagin vísti Jógvan Martin Olsen á dygdirnar hjá ukreinska liðnum, og hesar trívur hann aftur í, tá vit práta um liðið, sum Føroyar møttu leygardagin. – Fyri tíðina er Ukreina tað liðið í heiminum, ið spæl­ir størsta maskinfótbólt sum er til, staðfesti Jógvan Martin Olsen. Størri breidd nú Seinna hálvleik í dystinum leygardagin, brúkti Jógvan Martin Olsen millum annað til at seta tríggjar nýggjar mans á vøllin; Tem Hansen, Sámal Joensen og Christian Lamhauge Holst. Hetta var fyrstu fer í fleiri ár, at Sámal Joensen og Christian Lamhauge Holst vóru aftur at á landsliðnum, og Tem Hansen sóu føroy­ ingar fyri fyrstu ferð. Hesir eru við at breiðka um hópin, sigur Jógvan Martin Olsen. – Munurin á hópinum í ár og í fjør er, at vit hava størri breidd. Vit kundu taka bæði Súna og Mikkjal út og seta Sámal og Tem inn í staðin, uttan at hetta broytti tað stóra, metti Jógvan Martin Olsen. Vøllurin ómøguligur at spæla á Vøllurin forðaði ummælum Til landsdystir hava vit vanliga ummæli av avrikinum hjá hvørjum spælara sær. Rennváti vøllurin leygardagin gjørdi tó sítt til, at tað man vera so sum so við virðinum og rættleikanum í slíkum ummæli. Ikki tí. Hvør einasti spælari á føroyska liðnum stríddist manniliga, men fótbóltsliga var mest sum einki grundarlag at gera nakra ítøkiliga meting av avrikinum. Tí verða spælaraummælini ikki gjørd eftir Ukraina-dystin. -mørk Stytta sær stundir Túrurin umborð á flogfari nummar OS653 ávegis úr Eysturríki til Georgia var drúgvur. Tríggjar tímar tók tað at flúgva úr Wien til Tbilisi. Ymiskt var, hvussu leikararnir styttu sær stundir. Vit vóru ein túr runt við myndatólinum og hugdu, hvat leikararnir høvdust at. Jákup á Borg fór í flogfarinum undir eitt nýtt kappingarár í Football Manager, Marni Djurhuus las bókina um lívssøgu Stig Tøftings og Christian Lamhauge Holst blaðaði í dagsins útgávu av Politiken. – Eg eri øgiliga skuffaður av fyrsta málinum. Teir mugu ikki fáa loyvi at seta fótin á bóltin inni í málteiginum hjá okkum, segði landsliðsvenjarin eftir dystin. Heldur ikki havv var nøgdur við vøllin.