Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 60 - 26. mars 2007 ] Bíða framvegis eftir góðum úrsliti Rógvi Jacobsen er ikki heilt nøgdur við tapið fyri Ukreina leygardagin. – Vit kunnu sjálvandi ikki krevja ov nógv, men man er sjáldan nøgdur við at tapa, so vit bíða framvegis eftir einum góðum úrsliti, sigur klaksvíkingurin í føroyska álopinum LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Svangaskarð: Rógvi Jacobsen spældi allan dystin á tamb í álopinum móti Ukreina leygardagin. Mótstøðu­ liðið var gott og vøllurin ógvuliga ringur, so fortreyt­ irnar fyri einum góðum úrsliti hjá honum og restina av liðnum vóru ikki tær bestu. – Tað var torført at spæla og ógvuliga tungt. Men tað var galdandi fyri báðar partar, so tað skal ikki vera nøkur undanførsla, segði troytti Rógvi Jacobsen, tá hann var komin undan brúsuni, og hevði skift váta og dálkaða leikbúnan út við ein turran venjingarbúna. – Nei, tað var ikki nakað gott úrslit. Vit kunnu sjálv­ andi ikki krevja ov nógv, men man er sjáldan nøgdur við at tapa, so vit bíða framvegis eftir einum góðum úr­sliti, segði Rógvi Jacobsen. Mann heldur enn bólt Rógvi Jacobsen var tó hampiliga væl nøgdur við spæli hjá føroyingum. – Vit standa væl á vøllinum, og teir fáa ikki nøkur gjøgnumspæld álop sum so. Men tað eru hesi innlegg­ ini, sum koma, har vit hyggja í so nógv eftir bóltinum, heldur enn at fokusera eitt sindur meir upp á mannin, segði Rógvi Jacobsen. Stórur munur á tapum Hóast hann ikki er heilt nøgdur við úrslitið, so sigur klaks­víkingurin í føroyska álopinum seg merkja eina ávísa framgongd á liðnum: – Vit síggja nógva framgongd á liðnum. Hópurin er eisini breiðari nú, har er kapping um hvørt pláss og so er hetta fyrsta ferðin síðani Jógvan Martin tók við, at vit eru fullmannaðir. Tað er rættiliga gott at síggja! – Moralurin er góður góður, og tað er stórur munur á at tapa 6-0 og 2-0. Men vit bíða framvegis eftir ein­ um góðum úrsliti, og vónandi kemur tað mikudagin, segði Rógvi Jacobsen. Todi vitjar hja Eik Mánakvøldið klokkan 19 vitjar Todi Jóns­ son ungdóms­deildina hjá Eik á Tinghúsvegi 49 í Havn. Todi fer at greiða frá, hví før­ oyskir íleggjarar hava keypt meirilutan í fótbóltsfelagnum Fremad Amager. Hann fer eisini at siga frá ymsum avbjóðingum á yrkisleið sínari sum professio­nellur fót­ bólts­leikari. Áhoyrarar kunnu eisini seta hon­um spurningar. Tiltakið við Toda er ókeypis og ætlað ungum millum 18 og 25 ár. Norra tapti ósømiligan dyst Fýrverk og nógvur roykur var atvoldin til, at dysturin millum Norra og Bosnia varð avbrotin ein hálvan tíma. Í handavend eftir langa steðgin legði Bosnia seg á odda 2-0. Fyrst var tað Zvjezan Misimovic, ið sendi fríspark beinleiðis í netið, og løtu seinni økti Zlatan Muslimovic. Sæð við norskum brillum, byrjaði 2. hálvleikur nógv betur enn fyrri. Norra fekk brotsspark, sum John Carew umsetti til mál, og so birtist vónin aftur hjá heimaliðnum í Oslo. Hóast norðmenn megnaðu at spæla seg fram til fleiri málmøguleikar, so megnaðu norðmenn ikki at javna. Við sigrinum fór Bosnia framum Norra við einum stigi. Turkaland er á odda í bólkinum við 12 stigum, eftir at teir í Aten hølvaðu evropa­ meistararnar úr Grikkalandi av 4-1. Á tíðindafundinum eftir dystin brúkti ukreinski venjarin, Oleg Blokhin, meginpartin av orku síni til at tosa um vøllin og at finnast at avgerðini hjá UEFA, um at dysturin skuldi spælast. Blokhin vildi heldur spælt á graslíkisvøllinum hinumegin B68- húsið, men var annars nøgdur við sítt lið LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Svangaskarð: Eftir dystin á leygardagin hevði ukrein­ ski venjarin, Oleg Blok­hin, tíðindafund fyri ukreinsku miðlunum. Alt gekk fyri seg á ukreinskum, men Ivan Eginsson týddi tað, sum Oleg Blokhin segði, fyri før­ oysku fjølmiðl­unum. Oleg Blokhin fanst harð­ liga at Domenech og franska fótbóltssam­bandin­ um. Ukreinski venjarin metti, at teir høvdu gjørt alt fyri at leggja fót fyri Ukreina, nú stríðið um vøll­ in tók seg upp. Oleg Blokhin fór enntá so langt sum at siga, at vøll­ urin á Toftum ikki var egn­ aður til HM-undan­kapp­ing­ ardystir, men heldur átti at verið nýttur til amatør­dyst­ ir. Óneyðugt at koma áðrenn Um orsøkina til, at ukreinar komu so seint til Føroya – bara 20 tímar áðrenn – svar­ aði Oleg Blokhin, at tað var eingin grund til at koma áðrenn. Teir sóðu ikki nakra orsøk til at venja á vøllinum áðr­ enn, men vandu heldur áðrenn teir fóru heimaní­ frá. Nøgdur við liðið Annars var Oleg Blokhin nøgd­ur við sítt lið og sig­ urin. Eftir umstøðunum hevði Ukreina spælt hampi­ liga fótbólt, og til tíðir góð­ an fótbólt, segði Oleg Blok­ hin. Uttan at koma nærri inn á tað, so metti hann somu­leið­ is, at teir høvdu valt rættan taktikk ímóti føroyingum. Men Oleg Blokhin legði so aftrat, at vánaligi vøllurin kundi havt kostað teimum sigurin, og at hann heldur hevði ynskt at spælt á gras­ líkisvøllinum hinumegin B68-húsið. Spælararnir fóru í heilum eftir hæli, tá Føroyar og Ukreina spældu leygardagin. Vøllurin var alt annað enn góður at spæla fótbólt á. Oleg Blokhin, ukreinski venjarin: – Vøllurin kundi kostað okkum sigurin - Vit kunnu sjálvandi ikki krevja ov nógv, men man er sjáldan nøgdur við at tapa, so vit bíða framvegis eftir einum góðum úrsliti, segði Rógvi Jacobsen eftir dystin Oleg Blokhin var nøgdur við úrslitið á Toftum leygardagin, men hann fanst hvassliga at franska fótbóltssambandinum og venjaranum, Raymond Domenech, sum hann metti gjørdu alt fyri at leggja fót fyri Ukreina, tá stríðið um vøllin tók seg upp.