Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 60 - 26. mars 2007 ] Tveir gøtumenn lim­ aðu seg leygardagin inn í 25 felagið, sum nú telur 28 spælarar, og kanska verður víðk­ að við einum manni afturat í ár. Tað gingu fimm ár frá tí 24. og til 25. landsdystin hjá veterani í Gøtu DYSTARTØL Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Liðformaðurin á føroyska lands­liðnum setur met hvørja ferð, hann fer á vøll­ in. Leygardagin var hann fyri 80. ferð á lands­liðnum, og hetta var 78. ferð­in, at hann taldist mill­um teir fyrstu ellivu. At tal­an er um framúr avrik vísa dystar­tøl­ ini hjá spæl­ar­um í øðrum lond­um. Eitt nú eru tað bara níggju danskir spælarar, sum hava rokkið so nógvum dyst­­­um, sum Óli hevur spælt. Næsti avbjóðarin til dyst­ ar­metið hjá liðfor­mann­in­um er Jákup á Borg. Hann er tann av teim­um, sum fram­ vegis eru á landslið­num, ið eig­ur næsthægsta dystartalið. Tá ið Óli Jo­­hanne­­sen miku­ dagin fer at spæla á lands­ liðnum fyri 81. ferð, verður dystartalið hjá Jákupi á Borg 49. Næst­ur Jákupi á Borg er navni hans­ara, Jákup Mikk­ elsen, sum miku­dagin fer at verja føroyska málið fyri 48. ferð. Tveir gøtumenn, sum báð­­ir eru miðvallarar, lim­ aðu seg leygardagin inn í felagið fyri fótbóltsspæl­ar­ ar, sum hava umboðað Før­ oyar í minsta lagi 25 ferð­ir. Talan er um Súna Olsen, sum var millum teir fyrstu ellivu, og Sámal Joensen, sum var á vøllinum síðsta lítla korterið. Síðani Føroyar í 1988 fóru at luttaka í UEFA skrá­ settum landsdystum, eru tað nú 28 føroyingar, sum hava spælt 25 lands­dystir. Tað er møguleiki fyri, at ein spælari afturat kann røkka 25 landsdystum í hes­ um árinum. Talan er um Andrew av Fløtum, sum er skrá­settur fyri 22 lands­ dystir. Orsakað av skaðum spældi Andrew ongantíð á landsliðnum í fjør. Nú er hann við aftur, men leyg­ar­ dag­in var ikki pláss fyri hon­um á vøllinum. Sjáldsama langur steðgur Tað hevur leingi verið tyk­ ist lítið sannlíkt, at Sámal Joensen skuldi røkka 25 landsdystum. Sámal var á landsliðnum fyri 24. ferð 13. februar í 2002 ella fyri fimm árum síðani. Tá var landsliðið á venjingarlegu á Kypros, og í vinardysti ímóti Liktinstein í Paphos, sum Føroyar vunnu 1-0, varð Sámal skiftur inn, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Ta ferðina loysti Sámal Joen­ sen Andrew av Fløt­um av. At Sámal eftir fimm ára steðg aftur er á lands­lið­num er ikki sørt merkis­vert. Í hesi fimm árini hev­ur Sám­ al bæði heilt hildið frí frá fót­ bólti, og so hevur hann eisini verið plágaður av skað­um. Í fjør var hann sannur brandur á GÍ mið­vøllinum, og landsliðs­út­tøk­an kann ikki annað enn sig­ast at vera ógvuliga upp­løgd. Sámal er ein av lands­ liðsveteranunum, men hann er ikki elsti maður. Jákup Mikkelsen er føddur 16. august í 1970. Óli Jo­hanne­ sen er føddur 6. mai í 1972 og Sámal er triði elstur. Hann hevur føð­ingardag 15. januar í 1975. 102 spælarar í 110 dystum Ein maður var fyri fyrstu ferð á landsliðnum leygar­ dagin. Talan var um Tem Hansen úr Fremad Amag­er, sum var á vøllinum síðsta stóra korterið. Hann loysti Súna Olsen av. Tem, sum er føddur 18. januar í 1984, er landsliðsspælari nummar 102. Føroyar hava spælt 110 altjóða skrá­­settar lands­ dystir. Tveir av teimum tjúgu spæl­arunum, sum vórðu út­tiknir til landsdystin ímóti Ukreina, vóru ikki á dóm­ araseðlinum, har tað bara er pláss fyri átjan nøvn­um. Hesir vóru Jón Rói Jacobsen og Hanus Thor­leifs­son. Óli er nú komin upp á 80 landsdystir Danir taptu í Spania Danmark legði bragdliga fyri á Santiago Berna­beu í Madrid. Men tvey tøtt og óneyðug gul kort til Niclas Jensen bóru við sær, at Danmark í meiri enn ein tíma varð undir­ mannað. Spania dugdi at fáa sær fyrimun av hesi støðuni. Spania skoraði tvær ferðir fyri steðgin, men eftir at danir høvdu minka tíðliga í seinna hálvleiki, trýsti danska liðið og var um reppið at skora aftur. Morten Olsen sá reytt Danski venjarin, Morten Olsen var í øðini inn á dómaran í dysti­num millum Spania og Danmark leygardagin. Tað bar at enda við sær, at danski venjarin varð burturvístur. Reyða kortið ber við sær, at Morten Olsen mikukvøldið, tá ið Dan­ mark í Parkini fer at spæla ímóti Svøríki, ikki fer at sita á venjarabeinkinum, men fer at sita millum áskoðararnar. Svøríki er framvegis oddalið í bólki F. Sviar hava fulla úrtøku - 12 stig eftir fýra dystir. Norðurírland er næstfremst við tíggju stigum, Danmark er á triðja plássi við 7 stigum, og Spania hevur 6 stig. Norðurírland hevur spælt fimm dystir, og Spania og Dan­mark hava spælt fýra dystir. FØROYAR-UKREINA 0-2 (0-1 EM undankappingardystur Á Svangaskarði leygardagin 24. mars 2007 kl. 15.00 0-1: Volodymyr Yezerskyy 21. 0-2: Oleg Gusiev 58. Dómarakvartett úr Slovenia: Damir Skomina, Primoz Arhar, Marko Stancin og Peter Sart Dómaraeygleiðari úr Danmark: Kaj Østergaard 717 áskoðarar Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, B36, 47/-103 – 4. Atli Danielsen, Frem, 18/0, 7. Fróði Benjaminsen, B36, 41/2, 13. Óli Johannesen, liðformaður, TB, 80/1, 3. Marni Djurhuus, EB/Streymur, 3/0 – 9. Jákup á Borg, HB, 48/2, 8. Mikkjal Thomassen, B36, 3/0 (12. Sámal Joensen, GÍ, 25/0, 78.), 2. Súni Olsen, AaB, 25/1 (15. Tem Hansen, Fremad Amager, 1/0, 74.), 5. Símun Samuelsen, Keflavík, 8/1 (14. Christian Lamhauge Holst, Lyngby, 3/0, 65.) – 6. Rógvi Jacobsen, HB, 41/6, 10. Christian Høgni Jacobsen, HB, 32/2 Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Meinhardt Joensen, KÍ, 0/0, 11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager, 22/1, 17. Rasmus Nolsøe, HB, 1/0, 18. Mortan úr Hørg, HB, 5/0 Gult kort: 4. Atli Danielsen 9. Reytt kort: eingin Venjari: Jógvan Martin Olsen Hjálparvenjari: John Petersen Málmansvenjari: Jens Martin Knudsen Lækni: Tórbjørn Viderø Fysioterapeutur: Álvur Hansen Liðleiðari: Sigurd Hansen Ukreina: 1. Olexandr Shovkovskyi, liðformaður, FC Dynamo Kyiv, 77/0 – 5. Volodymyr Yezerskyy, FC Dnipro Dnipropetrovsk, 29/2, 13. Dmytro Chygrynskyy, FC Shakhtar Donetsk, 2/0, 6. Andriy Rusol, FC Dnipro Dnipropetrovsk, 33/3, 2. Andrii Nesmachniy, FC Dynamo Kyiv, 59/0, – 9. Oleg Gusiev, FC Dynamo Kyiv, 36/3 (16. Andriy Vorobyey, FC Shakhtar Donetsk, 61/8, 60.), 4. Anatoliy Tymoschuk, FC Zenit Russia, 66/1 (8. Oleh Shelaev, FC Dnipro Dnipropetrovsk 29/0, 82.), 17. Taras Mykhalyk, FC Dynamo Kyiv, 3/0,19. Maksym Kalinichenko, Spartak Russia, 29/5 – 20. Olexiy Belik, FC Ahakhtar Donetsk, 19/5, 10. Andriy Voronin, Bayer 04 Leverkusen Týskland, 42/5 (18. Sergiy Nazarenko, FC Dnipro Dnipropetrovsk, 18/3, 74.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 23. Andriy Pyatov, 3. Olexandr Kucher, 15. Yegen Levchenko, 22. Vyacheslav Sviderskyy Gult kort: eingin Reytt kort: eingin Venjari: Oleg Blokhin Hjálparvenjarar: Andriy Bal, Scmen Altman, Oleg Kuznetsov Fysioterapeutar: Volodymyr Motrenko og Victor Savin FAKTA Jákup Mikkelsen hevði fleiri stórbjargingar undan steðginum, men hetta var tó ikki nokk til at steðga Ukraina, sum vann dystin 2-0.