mánadagur 26. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 60 - 26. mars 2007 ]
Eingin ivi var um, at
2-0 sigurin hjá
Ukreina var ruddu
ligur, men hóast tapið
so hómaðust glottar í
føroyska liðavriki
num, um sammett
verður við syndarliga
2006
FØROYAR-UKREINA
DYSTARFRRÁSØGN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Føroyar fóru enn eina ferð
av vøllinum við nullinum í
skjáttuni. Harvið hevur før
oyska liðið í hesi EM und
ankappingini spælt fimm
dystir á tamb uttan at hava
megnað at fáa bóltin í mót
støðumálið. Málmunurin er
0-20. Tað vil við øðrum orð
um siga í miðal 0-4 fyri
hvørja uppgerð.
Sæð í ljósinum av tapstølu
num var tapið hesa ferð ikki
so galið. Sæð í ljósinum av
avrikunum í fýra teimum
fyrstu dystunum í hesi und
ankappingini, so var talan
um framgongd. Eftir at før
oyska liðið í 2006 rakskt
sum tongul í brimi, var illa
skipað og avgjørt einki
hevði at bjóða uppá, so var
talan hesa ferð um væl betri
skipan.
Eingin ivi var um, at
Ukreina var so nógv tað
betra liðið. Vøllurin var,
sum tað kann roknast við,
at grasvallir í Føroyum eru
um várjavndøgur. Ukreina,
sum ikki hevði størstu
stjørnuna
í
Chealsea,
Andriy Shevchenko, við í
Føroyum, tí hann segðist at
vera smáskaddur, gjørdi
tað, sum teir ætlaðu sær at
gera. Hvørki meiri ella
minni. Teir lendu í Vágum
eftir døgurða fríggjadagin,
teir vóru á Svangaskarði,
skoraðu tvey mál, hildu tætt
í hinum endanum og fóru
so av aftur landinum beinan
vegin.
Ukreina er ovarlaga á
styrkislistanum,
men
Ukreina kandidaterar ikki
til heimsins mest undirhald
andi fótbóltslið. Undirlagið
legði ikki upp til polerað
spæl á grasinum. Við Ana
toliy Tymoschuk úr russiska
FC Zenit sum snaringspunkti
á miðvøllinum royndu teir
viðhvørt at spæla. Oftast
lyfta teir fram til teir
fremstu, og beinanvegin
høvdu teir tríggjar risa
møguleikar at leggja seg
framum, men Jákup Mikkel
sen var sannur brandur mill
um stólparnar.
Tá 1. hálvleikur var
knappliga hálvrunnin, fekk
Ukreina fyrra málið. Talan
var um verjukiks. Eftir frí
sparksframlegging datt bólt
urin niður millum nógvu
føroyingarnar í egnum brots
teigi, og so var mál. Seinna
málið eftir lítlan tíma líktist
eisini kiksi í verjuni. Vinstri
vongverjin í 4-4-2 spælskip
anini, Andrii Nesmachniy,
legði til handara stólpan, og
eftir stútara innfyri varð
bólturin sneiddur dygst inn
við handara stólpanum.
Ukreina hevði fleiri møgu
leikar, men sum tíðin leið,
sást tað væl, at teir høvdu
gjørt sítt arbeiði. Tað ráddi
um at fáa tíðina at ganga,
og ofta spældu teir leingi í
egnum rekkjum.
Glottarnir
Sammett við í fjør var hesa
ferð talan um føroyskt lið
avrik. Hugburðurin var rætt
ur, og allir vóru sinnaðir at
stríðast fyri ein og ein fyri
allar. Óli Johannesen og
Fróði Benjaminsen funnu
væl saman, Atli Danielsen
var tryggur í høgru, eftir at
hann hevði sæð gult og bein
anvegin aftaná gjørdi enn
eitt fríspark, og Marni Djur
huus tykist í løtuni vera
besta boðið upp á vinstra
vongverja.
Á sentrala miðvøllinum
fylti Mikkjal Thomassen
væl. Hann tordi at varðveita
bóltin og at royna at finna
viðspælarar, og Súni Olsen
tykist vera komin fyri seg
aftur. Jákup á Borg í høgru
vísti góðan hugburð. Tað
royndi Símun Samuelsen
eisini at gera í vinstru, men
tað tóktist bila eitt sindur
við sjálvsálitinum. Tvær
ella tríggjar ferðir eydnaðist
tað eftir langar sendingar
Rógva Jacobsen við høvdi
num at sneiða Símun leys
an, men hóast hann er skjót
ur, so megnaði hann ikki at
renna verjuna av.
Christian Høgni Jacobsen
hevði torførar treytir í
fremstu ódnini. Í yvirtíðini
í 1. hálvleiki fekk hann
besta føroyska møguleikan
eitt sindur í høgru, men
skotroyndin
móti
nærra
stólpanum varð blokerað til
horna.
Tríggjar
útskiftingar
vístu, at fleiri eru um boðið,
og tað er orsøk til at siga, at
hóast 2-0 tap, so er lands
liðið – eftir at hava verið
knock outað í eitt ár – nú er
um at koma upp á knøini
aftur.
Eru á veg
upp á
knøini
McLaren kroystur upp í ein krók
Eitt mál er tað blivið til í fimm teimum seinastu fótbóltslandsdystunum
hjá Onglandi. Leygarkvøldið spældi Ongland ímóti Ísrael, og dyst
urin endaði málleysur. Nú stendur einki til hjá Onglandi í teirra EM-
bólki, og ikki minst venjarin stendur fyri skotum.
- Eftir hetta ræðuliga dystin er vandi á ferð hjá Steve McLaren, og
kanska sleppur hann ikki at verða við allan vegin í hesi undankapping,
skrivar The Telegraph eftir javnleikin ímóti Ísrael.
Mikukvøldið spælir Ongland ímóti Andorra, og alt annað enn ein
sannførandi sigur til enska stjørnuliðið kann hava við sær, at McLaren
verður sekkjaður.
Týskland hevur beina kós
Týskland legði seg einsamalt á odda í bólki D, tá ið týskarar
leygardagin vunnu 2-1 á Kekkia. Talan var um fínt undir
hald. Gott spæl, nógvir málmøguleikar og nógvar tættar og
intensar støður nærdystum. So við og við fekk Týskland
yvirvág, og tað gav úrslit tríggjar minuttir fyri hálvleik, tá
ið Kevin Kuranyi eftir horna var hægstur og skallaði bóltin
í netið. Kurany skoraði eisini til 2-0, áðrenn Milan Baros
pyntaði um úrslitið. Við sigrinum legði Týskland seg einsa
malt á odda. Týskland er trý stig undan bæði Kekkia og
Írlandi.
Sjálvt um vøllurin ikki var av
teimum bestu, so vóru glottar
at hóma í føroyska spælinum
í mun til undanfarnar
landsdystir.