mánadagur 26. mars 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 60 - 26. mars 2007 ]
– Verjan
vann
okkum
dystin
Rannvá Johanne
sen var ikki í iva
um grundina til
heldur óvæntaða
sigurin á Stjørn
uni í fyrsta finalu
dystinum. – Vit
løgdu stóran dent
á verjuna, og hon
vann okkum eisini
dystin í dag
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Eftir fyrsta finaludystin
í Sunset kappingini, har
VB tók ímóti Stjørnuni,
fingu vit orðið á Rann
vá Johannesen. Hon
var sum vera man ovur
fegin um sigurin.
- Vit løgdu stóran
dent á verjuna í dysti
num í dag, og vit fingu
hana eisini at koyra,
sum hon skuldi.
– Áðrenn dystin avtal
aðu vit at royna at halda
teimum niðanfyri 20
mál, og hetta eydnaðist
okkum eisini. So eg
haldi, at verjan vann
okkum dystin í dag.
Hart í Klaksvík
Nú hevur VB fingið
eitt avbera gott útgangs
støði undan seinna dyst
inum, sum verður í
Klaksvík leygardagin.
Rannvá heldur eisini, at
uppskriftin
er
tann
sama til tann dystin.
– Vit skulu gera tað
sama, sum vit gjørdu í
dag, men eingin ivi er
um, at tað verður ringt í
Klaksvík. Stjørnan er
eitt ótrúliga sterkt lið á
heimavølli, men vit
mugu bara fara norður
at kempa.
– Eingin ivi er um, at
vit ætla til Klaksvíkar
at spæla okkara møgu
leika. Vit føla slett einki
trýst. Eg haldi hinvegin,
at trýstið liggur á teim
um, tí tær hava verið
nógv best í alt ár, sigur
Rannvá at enda.
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
Stjørnan var væl við í
fyrra hálvleiki, tá tær
vitjaðu í Vági í fyrsta
finaludystinum í
Sunset kappingini.
VB lat tó ongan iva
vera um úrslitið í
seinna hálvleiki, og at
enda vunnu tær ein
sannførandi sigur
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri viku síðani spældu
Stjørnan og VB seg í final
una í Sunset kappingini við
sigri á ávikavist StÍF og
Neistanum í hálvfinalunum.
Sostatt
bleiv
finalan
í
Sunset kappingini ein endur
tøku av steypafinaluni, har
Stjørnan vann ein rættiliga
tryggan sigur.
Stjørnan gjørdist eisini
vinnari av endaspælinum,
og tí sluppu tær at velja,
hvar fyrsti finaludysturin
skuldu spælast. Tær vildu
hava, at fyrsti finaludysturin
skuldi spælast í Vági, og tí
hevði VB heimavøll, tá lið
ini møttust í fyrstu finaluni
í Sunset kappingini sunnu
dagin.
Mansverja gav úrslit
Tað var týðiligt frá fyrsta
bríksli, at liðini høvdu lagt
sera stóran dent á verjupartin
í teirra uppleggi til dystin.
Bæði liðini høvdu ávísar
trupulleikar við at finna
málið fyrstu løtuna, og har
afturat áttu málverjarnir
eisini sín stóra lut í fáu
málunum. Bæði Asta í VB-
málinum og Agne hjá
Stjørnuni stóðu sera væl,
og tí var ikki altíð so lætt
hjá spælarunum at fáa
bóltin í máli.
Fyrstu løtuna gekk tó
rættiliga javnt á. Sjálvt um
málini ikki vóru nógv í tali,
so skiftust liðini um at
skora. Fyrst var VB á odda,
so var Stjørnan á odda, og
her var ilt at meta um,
hvønn veg tað fór at koppa.
Tá eitt korter var farið av
dystinum, hevði Stjørnan
lagt seg á odda 5-4, men tá
valdi VB at fara út at mans
verja Alinu Olaru. Hetta
vísti seg at rigga væl hjá
VB. Stjørnan misti nakað
av rútmuni í teirra álops
spæli, og síðsta korterið
megnaðu tær bert at skora
tríggjar ferðir. Hesa løtuna
fekk VB eisini betri gongd
á teirra álopsspæl, so tá lið
ini fóru til hálvleiks, hevði
VB vunnið sær eina tvey
mála leiðslu, men enn tókt
ist einki vera avgjørt.
Avgerðin fall
Mansverjan av Alinu Olaru
hevði riggað avbera væl hjá
VB, so tá liðini komu út til
seinna hálvleik, valdi VB at
halda fram við somu verju
støðu. Ein leikari stóð úti á
vøllinum og vardi Alinu,
meðan hinir fimm so skuldu
royna at halda Stjørnuni frá
at skora.
Henda verjustøða vísti
seg at rigga eins væl og í
fyrra hálvleiki. Stjørnan
hevði stórar trupulleikar at
sleppa fram við verjuni hjá
VB, og tá tær endiliga
sluppu til møguleikar, so
stóð ein stórspælandi Asta
sum oftast í vegin. Í hinum
endanum hevði VB nú rætti
liga fingið gongd á. Eitt
álop fyri og annað eftir gav
mál, og um miðjan hálv
leikin hevði VB vunnið sær
eina fimm mála leiðslu.
Stjørnan royndi tó at
broyta keðiligu gongdina.
Tíðliga í seinna hálvleiki
fóru tær út at mansverja
bæði Daivu Tuomaite og
Gurið Mortensen. Hetta
gav tó hinum VB-leikarun
um gott pláss, og tær dugdu
væl at spæla seg fram til
møguleikar.
Sum tíðin leið gjørdist
meir og meir greitt, at VB
fór at sigra í fyrsta finalu
dystinum. Munurin bleiv
bara størri og størri ímillum
liðini, og tá ið góðir fimm
minuttir restaðu, hevði VB
lagt seg á odda við heili átta
málum.
Síðstu løtuna tók VB sær
mest sum av løttum, og
hetta gjørdi, at Stjørnan
fekk
pynta
nakað
um
úrslitið. At enda vann VB
dystin við fýra málum, og
einki er at ivast í, at sigurin
var fult uppiborin. Hann
kundi
helst
verið
enn
størri.
Við sigrinum hevur VB
nú eitt gott útgangsstøði
undan dystinum í Klaksvík
næsta leygardag.
VB-Stjørnan 20-16 (10-8)
VB fekk fult á heimavølli
VB-Stjørnan 20-16 (10-8)
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 6 (3), Laila Jespersen 4, Maja Sølvsten
3, Gurið Mortensen 2, Rannvá Johannesen 2, Svava
Vestergaard 2, Una Egilsdóttir 1 (1)
Stjørnan: Alina Olaru 6 (2), Simona Petersen 5, Una Olsen
2, Anna K. Samson 1, Joan M. Djordjevic 1, Bára S.
Klakkstein 1
Brotskøst: VB 7, Stjørnan 3
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 1
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA
Gurið Mortensen og
hennara liðfelagar í VB
kempaðu seg til sigurs í
fyrsta finaludystinum ímóti
Stjørnuni.
Mynd: Áki Bertholdsen