Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 61 - 27. mars 2007 Í Føroyum er hatta nakað nýtt, men í øðrum londum hava tey havt hetta am­boð­ ið í nógv ár, kon­junkt­ ur­barometrið.Tað gevur eina mynd av, hvussu nakrir lykla­ bólkar í samfelagnum meta um gongdina í búskapinum. Fyrstu úrslitini skulu tó tulk­ ast varliga, sigur bólk­ urin, ið hevur staðið fyri kanningini BÚSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fíggjarmálaráðið hevur lat­ ið eina kanning kunn­gerða, tað sonevnda konjunktur­ barometrið. Talan er um vísitøl, ið siga nakað um, hvussu brúkararog ávísir vinnubólkar meta bú­skaparligu tíðirnar at vera. Tað er sostatt ikki talan um verulig afturlítandi tøl, men um metingar av bú­skaparligu gongdini í sam­ felagnum. Hetta er galdandi bæði fyri gongdina í løtuni og fyri metingar um vánirnar í framtíðini. - Í Føroyum er tørvur á hagtøkujm og vísitølum, og tí er tað eitt framstig, at vit nú fáa konjunkturbarometrið. Við tíðini verður hetta eitt gott amboð og ískoyti hjá teimum mongu, ið eyg­leiða gongdina í búskap­inum segði Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tøl av hesum slag hava í fleiri ár verið nýtt í lond­ unum uttan um okkum, og geva eina góða meting av, hvussu konjunkturarnir eru og fara at verða. Bárður Nielsen sigur, at konjunkturbarometrið fer at verða eitt týdningarmikið amboð tá eitt nú nýggj fíggjarlóg skal smíðast. Tulka varisliga Formaðurin í bólkinum, sum hevur staðið fyri kanningini, er Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. - Tílíkar kanningar hava víst seg ofta at geva fyrstu ábendingarnar um eina vend í búskapinum, áðrenn vanligu búskaparhagtølini eru gjørd upp, sigur Mortan Simonsen. Konjunkturbarometrið er ein kanning, ið er gjørd mill­ um 5 bólkar. Hesir eru brúk­ arar, har Gallup spyr 500- 600 tilvildarliga vald húski um teirra peningaviðurskifti, og hartil fýra vinnubólkar, har eitt fast úrval av virkj­ um, ið umboða hvønn sín vinnubólk, verða spurd um ymiskt í sambandi við keyp og sølu, arbeiði o.a. Teir fýra vinnubólkarnir eru tilfeingisvinna, byggi­vinna, handilsvinna og tænastu­ vinna. Spurningarnir eru ym­ isk­ir fyri hvønn bólk sær og somuleiðis eisini við svar­møguleikunum. Spurn­ ingarnir eru teir somu her í Føroyum, sum í hinum 30 londunum, sum luttaka í sonevnda ECFIN- samstarvinum. Lagdur verður dentur á, at hesi fyrstu tølini eiga at verða tulkað varisliga. Hetta serliga tí, at kanningarnar eru so nýggjar, og veruligt sammetingargrundarlag ikki fæst, fyrr enn vit hava gjørt hesar kanningar í nøkur ár. Kanningarnar ganga í stutt­ u­­m út uppá, at brúkarar og vinnubólkar verða biðin at svara positivt ella negativt upp á ávíst tal av spurningum. Sveiggið í svarunum liggur millum –100 og +100. Ein av spurningunum til húskini var, um ætlanin var at keypa ella byggja hús komandi 12 mánaðirnar. Í trimum kann­ ingum, sum higartil eru gjørdar, fingu svarini netto­ stigini –84, -86 og –83. Hetta sigur tó ikki annað enn, at flestu húski ikki ætla at keypa ella byggja hús komandi árið. Fíggjarmálaráðið upplýsir, at ætlanin er at gera hesar kanningar tvær ferðir um árið, og verða hesar lagdar fram 15. februar og 15. juli á hvørjum ári. Fíggjarmálaráðið gjørt konjunkturbarometur: Boðar frá komandi sveiggjum í búskapinum Báðrur Nielsen, fíggjarmálaráðharri, og Mortan Simonsen, formaður í bólkinum, ið hevur staðið fyri kanningunum í sambandi við konjunkturbarometrið. Mynd: Jens Kr. Vang. Meiri virkið felag Nývaldi formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Páll Hansen, ætlar sær at virka fyri, at felagið verður meiri virkið, enn tað hevur verið. Harafturat ætlat hann sær at virka fyri at fáa Útbúgvingarráðið at virka. Páll Hansen sigur við Útvarpið, at eftir hansara tykki er útbúgvingarstøðið á Vinnuháskúlanum lækkað, og tí má ráðið fáast at virka. Men stjórin á Vinnuháskúlanum, Hans Johannes á Brúgv, vísir aftur, at útbúigvingarstøðið er lækkað. Handilin verri fyri Ein av teimum ábendingunum, sum kemur fram á nýggja konjunkturbarometrinum hjá fíggjarmálaráðnum, er, at handilsvinnan hevur tað ikki so gott nú sum fyri einum hálvum ári síðani. Í sambandi við metingina er handilsvinnan spurd um sølu, bíleggingar og arbeiðstørv, og samlaða treystistalið, sum vísir støðuna, er fallið níggju prosent tað seinasta hálva árið. Men tað nýtist ikki vera negativt, sigur landsstýrismaðurin Bárður Nielsen. Í blaðnum í gjár bleiv í sambandi við avlýsta næstformansvalið í Tjóðveldisflokkinum sagt, at Páll á Reyna­ túgvu tók seg aftur sum næstformans­val­ evni, men fegin vildi avlasta tingformann floksins. Men hetta kennir Høgni Hoydal einki til FLOKSTING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Páll á Reynatúgvu, ting­ mað­ur úr Sandoynni, var av sínum valfelag skotin upp til næstformann í flokkinum, men tá valið skuldi avger­ ast á flokstinginum fríggja­ kvøldið, steik Páll upp á pallin og boðaði frá, at hann tók seg aftur sum valevni til næstformann í flokkinum. Samstundis nevndi hann, at hann í staðin fegin vil av­ lasta tingformannin í Tjóð­ veld­isflokkinum, men hetta kom púra óvart á Høgna Hoy­­dal, sum er verandi ting­ formaður. - Jú, eg hoyrdi Páll og tað, hann segði, men hetta er ikki nakað, vit í flokkinum hava tosað um, sigur Høgni Hoydal. Formaður Tjóðveldis­floks­ ins sigur seg ikki vita, hvat Páll á Reynatúgvu sipar til, men tað er jú ikki eitt mál fyri flokstingið. Hetta er nak­að, sum tingmanningin ger av. - Sjálvandi eru slík mál uppi og venda av og á, men tað er púra ókent fyri mær, at Páll vil avlasta meg, og tí fái eg so lítið sagt um hetta, sigur Høgni Hoydal. Páll á Reynatúgvu sjálvur var neyvan til at misskilja á flokstinginum, og endurgav eisini fyri blaðmanni Sosi­ als­ins ynski sítt, at hjálpa og avlasta tingformann Tjóð­ veldisfloksins. Hvørjum hetta fer at enda við, má so bara tíðin vísa. Páll vil avlasta Høgna Hoydal: Hetta er ikki viðgjørt í flokkinum Høgni Hoydal kennir onki til nakra ætlan um at skifta formannin fyri tingbólkin út Mynd: Leo Poulsen