týsdagur 27. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 61 - 27. mars 2007
Liezel Colite Dahl úr
Filipsoyggjunum er
sera fegin um, at hon
er sloppin at arbeiða
innan tað økið, hon er
útlærd í. Hendan
møguleika hevur hon
fingið, tí hon gekk til
undirvísing í
donskum, áðrenn hon
flutti til Føroyar
INTEGRATIÓN
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Í skjótt eitt ár hevur Liezel
Colite Dahl, sum er ættað
úr Filipsoyggjunum, búð í
Føroyum. Hon flutti her eft
ir at hava møtt føroyingi í
Danmark, har hon hevði
arbeitt sum au-pair hjá fam
ilju
í
Norðursælandi
í
umleið tvey ár. Við sær úr
Filipsoyggjunum hevði hon
ikki bara evnini at ansa eftir
børnum, men eisini eina
góða útbúgving sum bioana
lytikari.
Liezel las til bioanalytik
ara í Butuan City á oynni
Mindanao, sum liggur sun
narliga í Filipsoyggjunum.
Útbúgvingin tók fýra ár og
fyri at sleppa inn, mátti
hon, umframt at hava staðið
studentsroynd, eisini klára
eina upptøkuroynd. Eftir
lok na útbúgving arbeiddi
hon sum bioanalytikari í trý
ár.
Fyri at fáa uppihaldsloyvi
sum au-pair í Danmark var
tað eitt krav, at Liezel gekk
til undirvísing í donskum
máli. Hetta er ein partur av
stranga útlendingapolitikki
num í Danmark.
Liezel gekk til undirvísing
tveir dagar um vikuna í til
samans seks tímar. Áðrenn
hon byrjaði, var hon til sam
røðu, har mett varð, hvat
støði var passandi fyri hana.
Undirvísingin fyri útlend
ingar er býtt upp í trý stig,
og innanfyri hvørt av hesum
stigum eru so aftur fleiri
modulir. Stig eitt er fyri tey,
sum lítlan og ongan lesi- og
skriviførleika hava. Liezel
var mett til stig trý frá byr
jan, tí hon hevði góða
útbúgving og var tí von seta
seg inn í nýggj og torfør
ting.
Liezel Colite Dahl náddi
at taka trý modulir, áðrenn
hon flutti til Føroyar. Hvørt
modul tók eitt hálvt ár og
endaði við munnligari og
skrivligari roynd. Fyri at
sleppa víðari til næsta mod
ul mátti ein standa royndina.
Og sambært Liezel var tað
góð og gagnlig undirvís
ing.
- Lærarin tosaði bara
danskt. Frá fyrsta tíma í fyr
sta moduli gekk alt fyri seg
á donskum. Um eg ikki skil
ti, mátti eg spyrja, og so
umsetti lærarin orðið til
enskt. Men alt var fyrst sagt
á donskum.
Undirvísingin legði stór
an dent á samrøðuvenjingar,
har næmingarnir skuldu
tosa saman um ymisk evni
á donskum. Men tey skuldu
eisini lesa. Til hvørja modul
roynd skuldu tey hava lisið
tríggjar danskar skaldsøgur.
Í munnligu royndini varð
so tosað um skaldsøgurnar,
meðan skrivligu royndirnar
meira snúðu seg um sjálvt
málið og mállæruna.
At læra seg føroyskt
Eftir at vera flutt til Føroyar
í 2006 byrjaði hon so skjót
ast møguligt at ganga til før
oy skt, tí hon vildi læra sam
felagið at kenna fyri betri at
koma í samband við fólk.
Liezel býr í Klaksvík, men
fyrsta skeiðið í føroyskum
var eitt privatskeið í Havn,
sum hon hoyrdi um frá fili
pinskum fólkum, ið hon var
kom in at kenna í Føroyum.
Í dag gongur hon í kvøld
skúla í Klaksvík, har Jóan
nes Eliasen úr Lorvík undir
vísir. Jóannes hevur skeið í
føroyskum fyri útlendingar
bæði í Klaksvík, Lorvík,
Fuglafirði og á Toftum.
Í Klaksvík eru tvey hold.
Í klassanum hjá Liezel gan
ga millum seks og átta kvin
nur úr Filipsoyggjunum,
Russlandi og Ukraine. Tær
eru allar giftar føroyskum
monnum, og tær hava allar
góðar, víðari útbúgvingar
við sær úr heimlandinum.
Har eru fleiri lærarar, ein
lækni, ein bioanalytikari,
og ein við hægri handilsút
búgving. Flestu teirra ganga
til føroyskt, tí tað, umframt
at vera tjóðarmál í nýggja
landi teirra, eisini er lykilin
til at sleppa at arbeiða við
tí, sum tær hava lært.
Danskt er lykilin.
Fyri Liezel Colite Dahl vís
ti føroyska málið seg ikki at
vera neyðugi lykilin. Fyri at
fáa starv í føroyska sjúkra
húsverkinum krevst autori
satión frá danska heilsumá
laráðnum. Liezel kannaði
møguleikarnir, og tað vísti
seg, at fyri at fáa autorisati
ón, skuldi hon prógva, at
hon dugdi danskt. Eisini
skal hon, fyri at prógva at
hon er fagliga kompetent,
arbeiða á tveimum labor a
tor ium, hálvt ár á hvørjum.
Tískil arbeiðir Liezel í løt
uni við fyribils autorisatión,
og arbeiðstað hennara skal
so eftir lokna tíð vátta, at
hon er fakliga kompetent
og dugir nóg væl danskt.
Nógvir formularar og fyri
skipanir innan sjúkrahús
verkið eru á donskum, men
samrøðurnar við sjúklingar
nar ganga best á føroyskum,
heldur Liezel.
Hon gevur nøkur dømi
um hentar setningar at
duga, og hon úttalar teir á
flótandi føroyskum. Hvussu
eitur tú? Nær ert tú føddur/
fødd? Ert tú fastandi? Og
um sjúklingurin er eitt barn:
Ert tú bangin?
- Tey spyrja, hvussu longi
eg havi búð her og halda, at
eg dugi væl til bara at hava
búð her í 10 mánaðar.
Fekk starv
tí hon dugir
danskt
Tað var góð og gagnlig undirvísing. Frá
fyrsta tíma í fyrsta moduli gekk alt fyri seg
á donskum«
Liezel Colite Dahl, filipinskur
bioanalytikari, um málundirvísingina í
Danmark
”
Tilflytarar í Íslandi
Í Íslandi kom ein nýggj lóg um útlendingar í gildi 1. Januar
2003. Sambært hesi lóg kunnu tilflytarar úr londum uttan
fyri Schengenøki fáa fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi
uttan nøkur málslig krøv.
Tá útlendingar hava búð í Íslandi í trý ár, kunnu tey søkja
um at fáa varandi uppihaldsloyvi. Fyri at fáa slíka umsøkn
góðkenda krevst, at tilflytarin hevur luttikið á skeiðum í
íslenskum máli fyri útlendingar.
Í Íslandi eru fleiri almennir stovnar, sum útbjóða skeið í
íslendskum fyri útlendingar, og fyri at at fáa varandi
uppihaldsloyvi, má tilflytarin hava tikið 150 tímar í
íslendskum, og undirvísingin skal vera góðkend av
løgmálaráðnum. Undantak til undirvísingartímarnar verður
givið umsøkjarum, sum við luttøku í roynd vísa, at tey hava
nóg góðan førleika í íslendskum.
FAKTA
Fyri at fáa starv í føroyska
sjúkrahúsverkinum krevst autorisatión
frá danska heilsumálaráðnum, og fyri at
fáa autorisatión skuldi Liezel Colite Dahl
prógva, at hon dugdi danskt.
”
Tú kemur nærri inn á fólk, um tú
tosar teirra egna mál. Eg merki, at fólk
virðismeta, at eg tosi føroyskt«
Liezel Colite Dahl
”
Kanna ísin
Veiðimenn og granskarar eru nú farnir at gera kanningar í Grønlandi fyri at fáa eina
meting av, hvussu veðurlagsbroytingarnar fara at ávirka viðurskiftini hjá veiðimonnum
í Grønlandi og hinum arktisku økjunum. Í fyrsta umfari eru átta veiðimenn og fýra
granskarar farnir til Qaanaaq at kanna, hvussu havísurin ferðast, og um nøkur
broyting er at síggja. Veiðimenninir og granskararnir eru úr Grønlandi, Kanada,
Alaska og úr USA.
Stevnir ráðharra
Tað er ikki á hvørjum degi, at ein løgmálaráðharri verður stevndur fyri rættin, og tað
er sanniliga ikki á hvørjum degi, at stevnarin er løgreglumaður. Men tað er hent í
Noregi nú. Løgreglumaðurin bleiv av órøttum kannaður í sambandi við eitt mál og
fekk játtað 200.000 krónur í endurgjaldi. Men enn hevur hann bara fingið 10.000
krónur, og nú hevur hann stevnt Knut Storberget, løgmálaráðharra eftir hinum
pengunum, skrivar Aftenposten.
Liezel Colite Dahl dámar væl í
starvinum sum bioanalytikari á
Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Hon fekk
starvið, tí hon dugir danskt, men tað
verður mest tosað á føroyskum
Mynd: Høgni Thomsen
Marjun Arge Simonsen
heldur, at almenna skipanin
við føroyskt undirvísing fyri
útlendingar kundi verið
smidligari, enn hon er í dag.
Men tað krevur størri fígging
Savnsmynd