týsdagur 27. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 61 - 27. mars 2007
Føroyingar eru vanir
at læra seg onnur mál,
men kanska duga vit
ikki nóg væl at læra
onnur mál okkara.
Onkur tilboð eru til
útlendingar í Føroy
um, sum ynskja at
læra føroyskt, men
fólk, ið hava royndir á
økinum, halda ikki, at
land og kommunur
gera nóg mikið
INTEGRATIÓN
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Útlendingamál er danskt
málsøki. Í Danmark eru nó
gv undirvísingartilboð fyri
tilflytarar, og danir hava
júst hert krøvini til førleik
an í donskum máli fyri øll,
ið ynskja at flyta til Dan
markar. Føroyar eru í hesum
sambandið hvørki umfatað
ar av herdu krøvunum ella
mongu tilboðunum.
Hóast útlendingamál eru
danskt málsøki, eru útlend
ingar nevndir í føroyskari
lóg um frítíðarundirvísing.
Eitt rundskriv frá 1984 í
samband við hesa lóg stað
festir, at intensiv málskeið
kunnu bjóðast fólki, sum
ikki hava føroyskt sum móð
urmál. Hesi skeið skulu
vara minnst 20 tímar. Kom
munurnar umsita hetta øki
og skulu sjálvar skipa skeið
ini. Men tey eru hundrað
prosent fíggjaði av landin
um og eru ókeypis fyri lut
takarnar.
Jenny
Lydersen,
sum
umsitur øki á Mentamála
ráðnum, sigur, at kunningin
í stóran mun er upp til ta
einstøku kommununa.
- Nógvir útlendingar ven
da sær beinleiðis til Menta
málaráðið, sum síðani setir
seg í samband á skúlaleiðs
lurnar. Men tað besta hevði
sjálvandi verið, at skeiðini
vórðu betri lýst, til dømis í
sambandi við aðra frítíðar
undirvísing.
Skipanin kundi
verið smidligari
Marjun Arge Simonsen hev
ur havt nøkur av hesum 20
tíma skeiðum fyri útlend
ingar
fyri
Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúla.
Hon hevur eisini egið virk
ið, Orðafragd, sum regluliga
skipar fyri skeiðum í før
oyskum fyri útlendingar.
Skeiðini eru skraddaraseym
aði tí einstaka, og tey eru
eitt nú nógv eftirspurd av
fyritøk um við útlendskum
starvsfól ki. Marjun nýtir
fyri tað mesta egið tilfar, og
grundskeiðini
eru
mest
bygd á samrøðuvenjingar. Í
sambandi við 20 tíma skeið
ini fyri kvøldskúlan sigur
hon:
- Treytin er, at tað skulu
hava teknað seg fimm fólk,
áðrenn eitt 20 tíma skeið
fyri útlendingar kann byrja,
men tað er eingin fastur
undirvísari. Skúlin ringir
og spyr, tá ið nóg nógv hava
teknað seg, og so má tann,
ið skal undirvísa, sjálvur
finna høli og tilfar og finna
eina tíð, har ið tað liggur
fyri hjá øllum at møta.
- Henda skipan kundi óiv
að verið smidligari. Til døm
is kundu skeiðini verið í
eini fastari legu og skipað
regluliga uttan mun til,
hvussu nógv teknaðu seg.
Ein slík skipan krevur uttan
iva væl størri fígging, men
tað er Mentamálaráðið og
Innlendismálaráðið, ið stan
da við endan og skulu gera
hesar broytingar. Og tað tyk
ist, sum játtanin, longu sum
er, er ov lítil til øll tey, ið
ynskja eitt slíkt 20 tíma
skeið.
Jóannes Eliassen úr Lor
vík undirvísir í føroyskum
fyri útlendingar á almennu
vetrarskeiðunum í kvøld
skúlunum í Klaksvík, Lor
vík, Fuglafirði og Toftum.
Hann heldur eisini, at land
og kommunur áttu at gjørt
gjørt meira fyri at læra til
flyt arar føroyskt. Hann met
ir, at útlendingarnir eru eitt
ríkidømi fyri okkara samfe
lag, og tí hevur tað týdning,
at vit duga at fáa tað besta
burturúr.
- Men vit mugu vera var
in við at innføra tvang. Um
uppihaldsloyvið verður trey
tað av eini roynd, kann tað
leggja stein oman á byrðu
fyri mong av hesum, sigur
Jóannes Eliasen.
Eisini neyðugt
við donskum
Sum
føroysklærari
hjá
útlendingum hevur Marjun
Arge Simonsen varnast, at
før oyskt ikki altíð er nóg
mikið. Á summum økjum,
sum til dømis í heilsuverk
inum, er kunnleiki til danskt
eitt krav. Men eisini í øðrum
størvum kann kunnleikin til
danskt vera ein fyrimunur.
- Eg undirvísti einum
verkfrøð ingi í føroyskum.
Viðkomandi
segði,
at
danskt eisini var neyðugt
hjá sær at duga, tí arbeiðs
plássið samstarvaði so nógv
við danskar fyritøkur. Eg
gav hesi boðini víðari til
kvøldskúlan, og í vetur hev
ur skúlin eisini bjóðað eitt
skeið í donskum fyri útlend
ingar.
Jóannes Eliasen kennir
eisini til trupulleikan við tí
danska málinum. Ein næm
ingur hjá honum er til døm
is útlærdur lækni. Men før
oyskundirvísingin
betrar
ikki um møguleikarnir at
fáa starv í føroyska heilsu
verkinum.
- Tað er løgið, at danska
málið skal vera eitt krav
fyri at fáa arbeiði í Føroyum.
Tað átti at verið nokk at
duga føroyskt og enskt.
Føroyskt
sum fremm
andamál
Herd krøv í Danmark
Danska stjórnin hevur fyri stuttum viðtikið broytingar í lógini
um útlenskar tilflytarar. Broytingin inniber herd krøv um
kunnleika til danska málið og danska samfelagið.
Um ein dani tildømis vil hava útlendska konu at flyta til
Danmarkar – tað sum verður kallað ’familjusamanføring’
- má konan fyrst standa eina roynd í donskum máli, áðrenn
hon yvirhøvur sleppur inn í landi. Herdu krøvini hava elvt
til mikið kjak, og Amnesty hevur kallað lógarbroytingina
”ómenniskjaliga”.
Onkrar smávegis linkingar eru gjørdar í lógini. Ráðharrin
í integratiónsmálum, Rikke Hvilshøj, kunngjørdi í síðstu
viku broytingar um málslig krøv til útlenskar trúðboðarar.
Útlenskir prestar og imanar skulu ikki longur prógva, at
teir duga danskt, áðrenn teir koma til Danmarkar. Nú skulu
teir klára málsligu royndina, tá teir hava verið í Danmark í
eitt hálvt ár.
FAKTA
- Tað er løgið, at danska málið skal vera
eitt krav fyri at fáa arbeiði í Føroyum.
Tað átti at verið nokk at dugað føroyskt
og enskt
Jóannes Eliasen, lærari í føroyskum
”
- Tú kemur nærri inn á fólk, um tú
tosar teirra egna mál. Eg merki, at fólk
virðismeta, at eg tosi føroyskt.
Liezel Colite Dahl, filipinskur
bioanalytikari
”
- Fyri at fáa starv í føroyska
sjúkrahúsverkinum skuldi Liezel prógva,
at hon dugdi danskt.
”
Rinda ikki húsalán
Danskir sethúsaeigarar leggja ikki í at rinda síni húsalán. Síðani kredittfeløg og
bankar fóru undir at bjóða fólki avdráttarfrí lán, hevur áhugin fyri hesum lánunum
verið stórur, og tey seinastu tølini vísa, at hann veksur framvegis. Tjóðbankin sigur,
at áhugin fyri teimum avdráttarfríu lánunum var størri í februar, enn hann var í januar.
Úrslitið er, at nú rinda 40 prosent av teimum donsku sethúsaeigarunum ikki avdráttir
av sínum húsalánum.
Vorðið sum plástur
Bretskir granskarar hava gjørt eitt serligt plástur, sum skal hjálpa kvinnum at fáa
betri hug til kynsliga samveru, sigur BBC. Granskararnir leggja tó dent á, at teirra
plástur er ikki tað sama sum Viagra-tablettirnar til menn. Kvinnur, sum halda seg
hava ov lítlan hug til tað kynsliga, skulu seta plástrið á búkin, og sambært BBC hevur
hetta víst seg at virka væl. 500 kvinnur hava roynt plástrið, og tær siga seg hava
fingið eitt betri kynslív av tí.
Russiskar og filipinskar
kvinnur læra seg torføru
bendingarnar í føroyska
málinum
Mynd: Høgni Thomsen
Jóannes Eliasen undirvísir í føroyskum fyri útlendingar í
kvøldskúlunum í Klaksvík, Lorvík, Fuglafirði og á Toftum
Mynd: Høgni Thomsen