Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 61 - 27. mars 2007 Her gingu vit og hildu at væl stóð til, og at føroyingar vóru minst kriminella fólk í heiminum. Men so komu óhugnaligu tíðindini um feika álopið á unga drongin, sum var farin ein túr í býin. Tað er grátuligt, at vit sum tjóð mugu ásanna, at fólk við øðrum húðaliti ikki kunnu kenna seg trygg her á landi. Vit skammast yvir medborgarar okkara, sum framdu hesa ómansligu feigdargerð: at leggja á og meiðsla ein sakleysan ungling, bert tí hann hevur ein annan húðalit. Og ikki minst, tí hann helt uppá rætt sín at vera her eins og øll onnur. Vit kunnu seta okkum í støðuna hjá foreldrunum. Tey valdu at ættleiða eitt lítið barn til Føroya, tí ynski teirra um at gerast foreldur var so stórt. Tá gjørdu tey sær sjálvsagt eisini sínar tankar um racismu. Men tey valdu at líta á, at barnið fór at verða væl móttikið her á landi, og at føroyingar vóru eitt somikið framkomið fólk, at her sleppa fólk at ganga í friði. Tí skammast vit yvir landsmenn okkara í hesum máli. Í seinastuni hevur mangan verið ført fram, at mentan okkara er ein happingarmentan. Ongin ivi er um, at her er talan um serliga grova og meiningsleysa happing, og at hetta neyvan er fyrstu ella seinastu ferð, at ein littur persónur kennir seg illa viðfarnan her á landi. Vit hoyra javnan um tað, men sjáldan so ógvusligt sum hesa­ ferð. Summi vilja vera við, at allur óndskapur stavar frá vantandi kærleika í barnaárunum. Ein kann undrast á, hvussu slík bølmenni verða til? Nær segði tað klikk og hvør vaksin var so ljótur við teir sum børn, at teir nú fullkomiliga missa tamarhaldið á sær sjálvum, og lata tað ganga út yvir ósek medmenniskju? Hinvegin skulu vit heldur ikki undirmeta ta ávirkan, sum onnur og t.d. alnótin hevur á tey ungu. Oftani standa foreldur púra hjálparleys yvir fyri børnum og ungum, sum lata seg ávirka av øðrum. Men víðari kann ein so hugleiða, at eitt er, at teir fremja hesa feigdargerð, men tað, sum næstan ræðir meira er, at enn hevur ongin meldað seg sum vitni. Sum pápi unga drongin segði í blaðnum í gjár: Gera vit ikki vart við okkum, hvørja ferð vit eru vitni til harð­ skap og rasismu, so hevur harðskapurin vunnið, og Føroyar verða eitt fátækari land at liva í. Foreldrini hjá hesum ungu hava so eisini eina skyldu, um tey hava tann minsta illgruna, at fara á rætta stað, við tí fyri eygað, at hetta ikki má endurtaka seg og soleiðis at onnur verða ávarað. Tit, sum framda hesa ógerð, meldið tykkum sjálvar. Tað kann gagna øllum, eisini tykkum sjálvum. Sosialurin Andstyggilig rasisma og harðskapur í Føroyum Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tað frættist í fjølmiðlunum í dag, at ein føroyskur ung­ lingi í vikuskiftinum hevur verið fyri harðskapi av ring­ asta slag. Ikki tí at hann á nakran hátt hevði gjørt seg uppibornan til hesa ræðu­ ligu viðferð, men heilt ein­ falt tí, at hann er ættleiddur úr øðrum landi og tí hevur eina útsjónd, ið líkist burtur úr fjøldini. Allir borgarar í Føroyum eiga somu rætt­ind­ ir uttan mun til uppuna ella útsjónd. Tað vil millum ann­ að eisini siga, at vit sum for­ eldur at ættleiddum børnum vilja hava loyvi til at senda okkara børn ein túr í býin í vikuskiftinum uttan at skula óttast, at tey vera fyri harð­ skapi. At vaksnir menn kunna finna upp á at gera seg inn á eitt ungt menniskja einans vegna hansara uppruna og húðarlit er skelkandi og einki annað enn ein stór fúl skomm. Vit taka ikki einans frástøðu, men vamlast við hesa hending, og Ættleið­ ing­arfelagið vil við hesum brævi vísa dreinginum og familju hansara okkara sam­ kenslu. Vónandi verða fullu ørvitisknokkarnir funnir sum skjótast, og vónandi fáa teir ta revsing teir hava uppiborna. Stór fúl skomm Vegna nevndina í Ættleið­ingar­felagnum Anja Andreasen Kappingarárið í flogbólti er farið aftur um bak, og vinn­ andi liðini hava fingið síni heiðursmerki. Tó - eitt er eft­ir. Niðasta liðið í meistara­ deildini hjá kvinnum og lið­ ið, sum hevur kvalifiserað seg í fyrstu deild, skulu spæla triðja og avgerandi upp­­flytingardyst. Sunnukvøldið gjørdi eg for­manninum í FBF, Magn­ us Tausen, greitt, at tá eing­ in tíðaráseting varð gjørd av fyrstan tíð, var av størsta týdningi at hetta var gjørt í samráð við venjararnar hjá Mjølni og Fleyr, tí spell hevði verið um eitt av lið­un­ unum ikki kundi vera full­ mannað. Helt meg hava hans­ara orð uppá, at eingin avgerð varð tikin upp á nakkan á nøkrum. Men eitt er føgur orð eitt annað er veru­leikin. Eg gjørdi Magn­ us Tausen greitt, at venjarin hjá Fleyr var burturstaddur hesa vikuna, samstundis sum ein kvinna skuldi niður á Ríkissjúkrahúsið í sjúkra­ ørindum. Somuleiðis skuldi onnur til Danmarkar í ar­beiðs­ørindum. Hevði dysturin verið spæld­ur fyrst í næstu viku, høvdu liðini so at siga verið fullmannaði. Men so verður ikki. Hvar er fairplay, FBF? Mánakvøldið komu harra­ boð um, at dysturin skal spæl­ast mikukvøldið. Tískil spælir Fleyr uttan venjara og ein av lyklaspælarum sín­­um, tí viðkomandi er á Ríkis­­sjúkrahúsinum. Ikki bar til at flyta dystin til næstu viku, tí tá er ein Mjøln­ir­spælari ikki tøkur! Fair­­play? Hevði vónað, at formað­ ur­in í FBF og kappingar­ stjór­in funnu eina rættvísa loysn, ítróttinum at gagni. Men líkt er til, at tað er av størri týdningi at tryggja Mjølni framhaldandi lut­ tøku í meistaradeildini. Fair­ play? Eg vil at enda bert heita á FBF t. e. formannin, Magn­ us Tausen, næstformannin Marj­un Kalsø, spælara í meistaradeildini hjá Mjølnir og kappingarstjóran, Trúgvi Poulsen, Mjølnirspælara um gera tað betur næsta ár. Hetta var ikki gott nokk. Hvar er fairplay, FBF? At flyta stovnar út úr Havn­ ini er eitt so gamalt mál, tað hevur spøkt so av og á í eina longri tíð. Tað ljóðar, at við at flyta ein stovn út á bygd, har lítið ella einki arbeiði er framm­an undan, kann henda flyting gera tað, at lív kemur aftur í við­kom­ andi pláss. At so verður er ógvuliga ivasamt. Við at flyta ein part av tí arbeiði, ið er í Havn, út úr býnum, er at gera høvuðsstaðin ógvu­­liga tannleysan. Havn­ in er sentrum í landinum, tað hevur hon altíð verið og kemu raltíð at vera. Nógv kann í dag útrættast pr. tele­ fon, men vit sleppa ongantíð frá at verða noydd til at koma á gátt hjá teim allar flestu av hesum stovnum. Hvat við teim bygdum, sum ongan stovn fáa? Og hvat við teimum fólkum, sum arbeiða á hesum stovnum, sum skulu flytast? Nøkur kanska flyta við, men tey, sum ikki flyta, fara tey at fáa ta hjálp, tey møguliga fara at tørva? Eitt afturat: Skal alt flytast út úr Havnini, so verður høvuðsstaður okkara sum eitt stórt Skarvanes og tá er lítið vunnið. Um at flyta stovnar Palli dalsgaard Vegna Fleyr Líggjas Høgne­ sen, form