týsdagur 27. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 61 - 27. mars 2007
tíðindi
Hovbingar tíma ikki
longur at teir altíð
skulu liggja sum lús
ímillum tvær negl
Samstarv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit eru leiddir og keddir
av at vit alla tíðina skulu
taka støðu til norðaru og
syðru helvt í Suðuroynni.
Delmar Tausen, borgar
stjóri í Hovi, sigur, at tví
drátturin ímillum norðaru
og syðru helvt í Suðuroy
hongur teimum langt út av
hálsinum.
Hov liggur mitt í Suður
oynni og tá ið koyrandi er
ígjøgnum Hovstunnilin, er
áleið líka langt úr Hovi á
Tvøroyri, sum tað er úr
Hovi til Vágs.
Men tað skerst ikki burt
ur, at tað er ein ávís kapping
á ymsum økjum ímillum
syðru helvt í Suðuroy við
Vág á odda og nroðaru
helvt í oynni við Tvøroyri á
odda. Ikki minst kemur
hendan kppingin til sjóndar,
tá ið tað snýr seg um at fáa
almennar
tænastur
og
almenn arbeiðspláss í suður
oy.
Og av tí at hovbingar ligg
ja mitt í millum, skulu teir
javnan og savnan taka støðu
til, hvønn part teir vilja
samstarva
við,
norðaru
helvt ella syðru helvt.
Seinasta dømi um hetta
var nú ætlanin var at stovna
eina felags sosiala deild
fyri Suðuroy.
Tað miseydnaðist, tí vág
bingar vildu ikki ganga und
ir treytirnar, sum lógu á
borðinum um, at sosiala
deild skuldi vera á býráðs
skrivstovuni á Tvøroyri,
samstundis sum um at hon
skuldi fevna um so nógv
viðurskifti, at ein býráðslim
ur í Vági helt fyri, at so kun
du tey akkurát tað sama
avmontera Vágs Býráð.
Sostatt hava fýra kommu
nur í Suðuroy nú tikið seg
saman um eina felags Sosia
la deild: Tær eru syðsta
kommuna í oynni, Sumbiar
Kommuna og tær tríggjar
norðastu
kommunurnjar,
Tvøroyri, Fámjin og Hval
ba.
Samstundis arbeiða Vág
ur og Porkeri við at stovna
eina felags sosiala deild
fyri tær báðar kommunur
nar.
Sostatt er bara Hov eftir,
sum nú liggur sum lús ímill
um tvær negl.
Spurningurin hevur verið
um hovbingar ætlar sær upp
í eitt samstarv við Vág og
Porkeri um sosiala deild,
ella um teir heldur venda
kikaran norðureftir og sam
starva við Tvøroyri & co.
Men
Delmar
Tausen,
borgarstjóri í Hovi sigur, at
hovbingar ætla at halda seg
heilt uttanveltaðar.
Hann sigur, at bygdaráðið
í Hovi hevur viðgjørt spurn
ingin um sosiala deild í Suð
uroy.
- Niðurstøðan var, at fyri
bils fara vit hvørki upp í
samstarvið ímillum Vág og
Porkeri ella upp í hitt sam
starvi, sigur hann.
- Vit skulu javnan og savn
an taka støðu til um vit sku
lu samstarva við syðru
helvt ella norðaru helvt í
Suðuroy og tann leiklutin
tíma vit ikki at vera í longur,
sigur hann.
Nógvir hovbingar arbeiða
á Tvøroyri og hovbingar
arbeiða eisini í Vági. Og
tað kann ikki vera meining
in, at teir, sum arbeiða á
Tvøroyri, skulu fyrst til
Vágs við børnunum á dag
stovn, ella øvugt.
Hann vísir á, at hovbingar
samstarva væl við bæði
Vág og Tvøroyri og tað ætla
teir at halda fram við.
Hovbingar hava havt børn
í ansing bæði á Tvøroyri, í
Porkeri og í Vági. Annars
samstarvar Hovs Kommuna
við Vág um læknamiðstøð,
sløkkiliðið og annað.
Tað eru samstørv, sum
rigga væl og tað ætla vit at
halda fram við, sigur Del
mar Tausen
- Tí ætla vit hvørki at bin
da okkum at øðrum partin
um ella hinum, leggur hann
afturat.
Eru leiddir og keddir av
at liggja í klemmu
-Ístak hevur boðið
sær til at gera tunnil
til Fámjins fyri bara
27 milliónir og tí vil
eg ava at vita um
ætlanin er at gera
nakað við hetta
tilboð, sigur Hergeir
Nielsen
Fámjisntunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hergeir Nielsen, løgtings
maður, vil nú hava at vita
um samgongan er sinnað at
gera tunnil til Fàmjins.
Hann vísir á, at nú Ístak
er í Suðuroy við fólki og
útgerð í sambandi við Hovs
tunnil, hava teir boðið sær
til at bora ein tunnil til Fám
jins fyri bara 27 milliónur
krón ur.
Talan er um ein tunnil, ið
er 600 metrar langur.
Men hann vísir á, at tað
er neyðugt at bera skjótt at,
tí Hovstunnilin er um at
vera liðugur og í vár fer
Ístak sostatt at rigga av í
Suðuroy.
Hergeir Nielsen heldur, at
boðið frá Ístak er sera áhu
gavert. Og á Løgtingsfundi
í dag spyr hann Bjarna Djur
holm, landsstýrismann um
samgongan veruliga bara
ætlar sær at liggja á ætlan
ini, ella um nøkur ítøkilig
stig verða tikin fyri at fáa
tunnilin gjørdan.
Tilboðið er
ov gott til at
vísa aftur
- Gera vit eina nøgdse
miskanning, kunnu
vit geva teimum bestu
almennu stovnunum
eitt herðaklapp, held
ur Kári P. Højgaard,
Løgtingsmaður
Almennar
tænastur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað hevði verið upp á sítt
pláss at gjørt nøgdsemiskan
ningar av almennum stovn
um, fyri at vita, hvussu tæn
astustøðið er.
Tað heldur Kári P. Højga
ard, løgtingsmaður.
Á løgtingsfundi í dag fer
hann at spyrja løgmann, um
landstýrið
hevur
nakrar
ætlanir um at gera óheftar
nøgdsemiskanningar
av
almennu stovnunum og par
tafeløgunum fyri at vita,
hvussu nøgdir brúkararnir
eru við tænastuna.
- Vit hoyra dagliga um
misnøgd
við
almennar
stovnar, sigur hann.
Hann sigur, at talan kann
vera um seina avgreiðslu
og um langa telefonbíðitíð,
tá samskiftast skal við
almennar stovnar.
Hann heldur, at uttan iva
veita flestu almennir stovnar
ein góða tænastu.
- Men sakliga er tað tor
ført at burturvísa, at mis
nøgdir borgarar í summum
førum hava grein í sínum
máli, leggur hann afturat.
Hann heldur, at ein møgu
leiki fyri at staðfesta tænas
tustøðið hjá tí almenna, er
at gera regluligar nøgdsem
iskanningar av øllum stovn
um og partafeløgum, ið tað
almenna varar av.
- Hendan kanning kundi
verið gjørd við spurnarbløð
um á staðnum, telefon ella
ella teldubrøvum.
Hann mælir til, at tað
verður ein óheftur stovnur,
sum stendur fyri arbeiðnum,
eitt nú Hagstovan, Gallup
ella Fynd.
- Vórðu kanningar gjørdar
regluliga og úrslitið alman
nakunngjørt, hevði verið
gjørligt at staðfest, um veik
leikar veruliga eru í almen
nu fyrisitingini, og hvar hes
ir vóru. Somuleiðis høvdu
kanningarnar verið fyribyrg
jandi og mennandi fyri skip
anina.
- Tað hevði givið positiva
kapping millum stovnarnar,
og starvsfólkini høvdu kýtt
seg enn meira, fyri at fingið
eitt gott úrslit og harvið eitt
gott andlit út til brúkaran.
Kári P. Højgaard sigur, at
við slíkum kanningum, kun
du vit fingið ein topp-trý
lista yvir teir bestu og kun
davinarligastu,
almennu
stovnarnar í landinum.
- Og teir kundu so fingið
eitt munandi, fíggjarligt
herðaklapp, heldur sjálv
stýrismaðurin úr Runavík.
Vil kanna tænastustøðið
hjá almennum stovnum
Hov liggur sum lús ímillum tvær negl
ímillum Vág og Tvøroyri. Vit samstarva við
báðar partar og tað ætla vit at halda fram
við. Tí ætla vit ikki at læsa okkum fastar,
sigur borgarstjórin í Hovi