týsdagur 27. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2007
15
tíðindi
Sum kendasti og helst
besti føroyski fótbólts
leikari nakrantíð, er
Todi fyrimynd hjá
nógvum ungum
fótbóltspælarum í
Føroyum, ið ganga
við dreyminum um at
blíva yrkisleikari
ÍTRÓTTUR
Orð og Myndir: Erla
Torvadal og Bjørk Maria
Krog Olsen, praktikantar
redaktion@sosialurin.fo
Sum smádrongur spældi Todi
Jónsson við KÍ. Umhvørvið
setti spurnartekin til, hví
hann nýtti alla sína tíð
uppá fótbólt, tá eingin vón
var fyri framman. Todi var
tvørur, helt við sítt og fór
niður til Danmarkar sum 21
ára gamal at royna seg sum
yrkisleikara. Tað tók honum
trýkvart ár at koma á støðið,
sum donsku javnaldrarnir
vóru, greiddi hann frá á
móttøkuni í Eik í gjár fyri
ungum føroyingum.
Hóast heimliga umhvørvið
hvørki trúði ella stuðlaði
honum í vónunum um yrkis
leiðina, so eru øll fegin um,
at hann er komin so langt í
dag, heldur Todi, ið leggur
leggur serligan dent á, at tey
ungu skulu trúgva uppá seg
sjálvan.
Stórsti siðurin á yrkisleið
hansara, var ikki tá hann
skoraði mál famman fyri
túsundtals
áskoðarum,
men tá hann í treiskni fór
fram ímóti og megnaði tað,
sum umhvørvið helt vera
ómøguligt.
Todi hevði ein dreym og
megnaði at liva hann út, og
tí er hann ein fyrimynd fyri
aðrar ungar fótbóltsleikarar
í Føroyum.
Tað eru ein 15 lið á
Amager, og Todi væntar,
at liðini fara at leggja seg
saman til eitt stórt lið, sum
fer at kallast FC Amager
í 2008. 35 ára gamli Todi
Jónsson, hevur nú saman við
øðrum stovnað eitt nýtt felag
á Amager. Tað búgva umleið
200.000 fólk á Amager, ið
sostatt kann gerast eitt spenn
andi umhvørvi fyri ungar
leikarar, ið ynskja at gerast
yrkisleikarar.
- Teir sum hava ynski
um at royna seg í Fremad
Amager skulu bara halda
seg framat og vísa, hvat teir
duga í Føroyum fyrst. So er
møguleikin altíð til staðar at
koma til Danmarkar, sigur
Todi Jónsson.
Hann vísir á, at tað er
hørð kapping um at gerast
yrkisleikari í donskum fót
bólti, og at føroysku leik
ararnir altíð vilja hava teir
ungu donsku leikararnar at
kappast við.
Málið hjá Fremad Amager
er flyta upp í Superligaini í
2010. Eydnast hetta ikki, er
ikki ætlanin at gevast á hond
um, men klára tað seinni.
Todi Jónsson vísir á, at
fyri at røkka hesum máli,
krevst eitt stað millum 10
og 30 mió. kr., og sambært
føroyska yrkisleikaranum,
er tað als ikki ómøgulig at
útvega eina slíka upphædd.
Hann vil ikki siga, hvussu
nógv felagið eigur á kistu
botninum.
Sjálvt um Todi Jónsson
ikki er nøgdur við tey stóru
tapini hjá føroyska landsliðn
um, heldur hann ikki, at før
oyingar eiga at geva upp.
Á tíðindafundi í Eik í
morgum segði Todi Jónsson,
at ætlanin er, at Fremad
Amager skal virka sum
ein klekistøð fyri ungar
føroyskar fótbóltsleikarar. Í
fyrstu atløgu er ætlanin at
fáa fýra ungar føroyingar
knýttar at felagnum.
Todi møtir
ungum
fjepparum
Eini 20 ungir føroyingar vóru komnir at lurta eftir Toda Jónsson, tá hann greiddi frá sínum
dreymum um at gerast yrkisleikari og megnaði hetta
Todi Jónsson var vertur fyri móttøku í Eik í gjár fyri ungum føroyingum
Tað er ein stór upp
gáva, sum nýsetti
stjórin hjá Fremad
Amager, Nicolai Kaas-
Heilmann, hevur
fnigið. Men sjálvur
ivast hann ikki í, at
málið kann røkkast
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrstu tveir arbeiðsdagarnar
í nýggja felagnum hevur
Nicolai verið til arbeiðis í
Føroyum. Her hava hópatals
fundir verið á skránni, og
hóast byrjanin kann tykjast
strævin, so slær nýggi stjórin
fast, at hann ivast ikki í,
at Fremad Amager hevur
møguleikan at blanda seg
millum tey stóru í Danmark.
Tí, sum hann tekur til,
annars var hann ikki farin í
starvið.
- Eg valdi at taka av
tilboðnum, tí eg síggi stórar
møguleikar í hesum. Eg
skilji kanska ikki so nógv
føroyskt, men eitt orð,
sum gongur aftur og aftur,
er potentiali. Og júst hetta
er orsøkin til, at eg tók av.
Møguleikarnir at gera eitt
stórt felag á Amager eru
avgjørt til staðar. Ikki minst,
tí baklandið er somikið
stórt.
Skal trífaldast
Fremsta uppgávan hjá nýggja
stjóranum verður at styrkja
grundarlagið undir felagnum.
Ikki minst fíggjarliga skal
felagið gerast sterkari.
Seinasti almannakunngjørdi
roknskapurin sýnir, at
samlaði umsetningurin hjá
felagnum var góðar 3 mió
kr., og hetta er eitt tal, sum
skal lyftast, sigur Nicolai.
- Í longdini skulu vit
helst upp at takast við tey
heilt stóru, og tá eru tað
so heilt aðrar upphæddir,
sum vit tosa um. Men fyri
at halda eitt superligustøði,
skulu vit helst upp á 10-15
mió kr. Vanliga verður sagt,
at ein uppflyting í sjálvum
sær økir umsetningin við
einum 5 mió kr., men tað
merkir so eisini, at verandi
umsetningurin helst skal
trífaldast innan rímiliga tíð.
Og er tað eitt mál, sum
kann røkkast innan tvey ár?
- Tað ivist eg ikki í. Áhugin
her í Føroyum hevur verið
stórur, og eisini í Danmark
hevur talan verið um sera
gott pr fyri felagið hesa
fyrstu tíðina. Fyri meg kann
eg í øllum førum siga, at eg
ongan tíð áður havi uppliva,
at sponsorar sjálvir venda
sær til felagið við umbøn um
at gerast sponsorar. Men tað
havi eg longu nú upplivað
her hjá Fremad Amager, so
byrjanin sær í øllum førum
heilt góð út, sigur altso nýggi
stjórin í Fremad Amager.
Umsetningurin skal trífaldast
Áðrenn felagið veruliga
skal bjóða superliguni av,
skal nýggi stjórin virka til
at styrkja um fíggjarliga og
fyrisitingarliga grundarlagið
undir Fremad Amager
Mynd: Jens Kr. Vang