týsdagur 27. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 61 - 27. mars 2007
Tjóðveldisflokkurin
skal í landsins leiðslu.
Føroyar hava ikki ráð
til 4 ár aftrat við still
støðu, har vit mala í
klingur við vantandi
felags málum, og bert
seráhugamálini
vinna. Føroyar hava
ikki ráð til aftur at
liggja frælsissjóvarfall
ið av okkum. Fullveld
ið skal takast í
komandi valskeiði,
segði Høgni Hoydal í
formansfrágreiðing
síni á flokstingi Tjóð
veldisfloksins í Mið
vági um vikuskiftið
FLOKSTING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Einki floksting uttan eina
formansfrágreiðing.
Og har var nóg mikið fyri
oyra hjá teimum umleið 100
fólkunum, ið høvdu leitað
sær innar í bygdarhúsið í
Miðvági leygarmorgunin.
Formansfrágreiðingin inni
helt eisini alt tað, ið roknast
kann við, serliga tá hugsað
verður um, at flokkurin
seinastu trý og eitt hálvt
árið hevur sitið í andstøðu.
Høgni Hoydal vísti eisini á,
at tað er alneyðugt, at Tjóð
veldisflokkurin í komandi
tingsetu fær ávirkan, og helst
verður so stórur, at hinir
flokkarnir ikki sleppa uttan
um at hava Tjóðveldið við í
eini komandi samgongu.
Høgna líkt er frágreiðingin
væl orðað, og leggur dent á
tað alneyðuga í, at flokkurin
eftir valið komandi fer at
mynda føroyskan politikk
aftur.
Og formaðurin metur, at
flokkurin er væl fyri at taka
upp valstríðið.
- Vit hava greið mál og
ítøkilig uppskot á øllum
samfelagsøkjum.
Meiri
enn 80 greið og væl gjørd
uppskot – umframt egin
fíggjarlógaruppskot
og
broytingaruppskot – hevur
Tjóðveldisflokkurin lagt
fyri tingið seinastu trý árini.
Um fullveldismál, sosialar
betringar, heilsumál, rættar
trygd, javnstøðu, búskapar-
og fíggjarpolitikk, vinnu
bygnað, mentanarpolitikk,
umhvørvismál, útbúgving,
gransking, økismenning,
skúlabyggingar, samferðslu,
o. s. fr., segði Høgni Hoydal.
Stongsulin brótast
Formaðurin vísti á, at »breiða
semjan« bara hevur merkt,
at allar hugsjónir, mál og
prinsipp verða løgd til viks
til frama fyri sonevndum
samgongusemjum, har sterk
astu áhugabólkarnir fáa síni
sjónarmið ígjøgnum. Eisini
hóast stóri meirilutin vil
nakað heilt annað, og tað
gongur beint ímóti tí, sum
flokkarnir annars siga seg
standa fyri og fara til val
uppá.
- Eisini hesin stongsulin
skal brótast. Eisini her mugu
vindeyguni latast upp og
frískir tjóðveldis- og fræls
isvindar blæsa, segði Høgni
Hoydal.
- Tjóðveldisflokkurin
skal í landsins leiðslu.
Føroyar hava ikki ráð til
4 ár aftrat við stillstøðu,
har vit mala í klingur við
vantandi felags málum, og
bert seráhugamálini vinna.
Føroyar hava ikki ráð til aftur
at liggja frælsissjóvarfallið
av okkum. Fullveldið skal
takast í komandi valskeiði,
segði Høgni Hoydal víðari.
Síðani tók formaðurin
nøkur brot burtur úr stevnu
skrá floksins við viðgjørdi hesi
brot fyri brot. Og fleiri ferðir
undirstrikaði Høgni Hoydal,
at flokkurin er væl brynjaður
til at taka við landsins leiðslu
í komandi valskeiði. Fleiri
týdningarmikil uppskot liggja
klár, og nevndi formaðurin
uppskot um føroyska grund
lóg, uttanríkismál, útlendinga
mál, løgreglu og rættarskipan,
búskapargrunn, tilfeingisbúð,
framtíðar pensjónsskipan,
mentanarframtøk, hægri
lestur, kommunala útjavnan,
skattapolitikk, eftirskúlar,
náttúrunevnd og mangt
annað.
Fremst í
javnstøðumálum
Eitt annað, ið formaður
Tjóðveldisfloksins eisini
nam við, er spurningurin
um javnstøðu. Vit nevndu
í blaðnum í gjár, at Unga
Tjóðveldið hevði tikið
javnstøðustigið fult út og
hevur nú tveir formenn,
eina kvinnu og ein mann. So
langt hevur Høgni Hoydal
kanska ikki hug at ganga,
men hann vísti á, at hóast
flokkurin í mun til hinar
stóru flokkarnar á tingi gekk
á odda, so er hetta eitt mál,
ið Tjóðveldið eigur at gera
nógv meiri við.
Flokkurin hevur gingið
undan í javnstøðupolitikki,
og tað er mest takkað verið
kvinnufelagsskapum og
teimum kvinnum, sum hava
gjørt eitt megnararbeiði inni
í flokkinum.
Og tað er størsta orsøkin
til, at Tjóðveldisflokkurin
hevur havt 5 valdar kvinnur
á tingi gjøgnum tíðirnar,
tríggjar landsstýriskvinnur
umframt eina røð av fram
standandi kvinnum í komm
unalpolitikki gjøgnum tíð
irnar, segði Høgni Hoydal á
flokstingi Tjóðveldisfloksins
um vikuskiftið.
Á Flokstingi Tjóðveldis
floksins 23. & 24. mars,
bleiv fylgjandi yvirlýsing
samttykt:
Floksting Tjóðveldisfloks
ins 2007 staðfestir, at:
1. Loysing og frælsur utt
anríkispolitikkur er høv
uðsfortreytin fyri vinnu
ligari og samfelagsligari
menning í Føroyum.
2. Støðug menning av vit
anartilfeinginum gjøg
num mentanaríløgur,
útbúgving og gransking á
høgum støði er ein grund
leggjandi fortreyt fyri
framtíðar búskaparligum
vøkstri í Føroyum.
3. Tvørrandi javnstøðan
millum kynini elvir til,
at samfelagið ikki fær
ágóðan av tí ovurstóra
tilfeingi, virkisfýsni og
fjøltáttaða hugsanarhátti,
sum kvinnur umboða.
Tí eru javnrættindi ein
sjálvsagdur lutur í sam
felagsligu menningini.
4. Broytta samfelagsmynstr
ið hevur elvt til, at føroyska
almannalóggávan er ótíð
arhóskandi. Tí er tørvur á
eini gjøgnumgangandi
endurskipan
av
almannalóggávuni, har
henda verður grundað á
føroysk viðurskifti.
5. Einskiljingartilgongdin
av fyritøkum landsins
má skipast soleiðis, at før
oyska fólkið og samfelagið
fær sum mest fyri sína
ogn. Eftir einskiljingina
eiga fyritøkurnar fram
haldandi at virka sum
ein náttúrligur partur av
búskaparligu menning
ini.
Flokstingið vil
1. At Tjóðveldisflokkurin
skal í landsins leiðslu,
tí Føroyar hava ikki ráð
til 4 ár afturat, har ríkis
rættarliga støðan forðar
okkum í at virka á jøvnum
politiskum og vinnuligum
føti í einum altsamt meira
altjóðagjørdum heimi.
Royndirnar í Íslandi
hava víst okkum, at ein
virkin uttanríkistænasta
er ein avgerandi fortreyt
fyri, at vinnulívið kann
menna seg uttan fyri
landoddarnar. Tí er tað
til óbótaligan skaða fyri
føroyska vinnulívið og
samfelagið sum heild, at
heimastýrisskipanin verð
ur nýtt sum undanførsla
fyri at taka slík stig.
2. At Tjóðveldisflokkurin
orðar ein greiðan, ítøki
ligan og visioneran
mentanar-, útbúgvingar-
og granskingarpolitikk,
sum miðar ímóti einum
høgum fakligum støði í
føroysku mentanar- og
útbúgvingarskipanini.
Somuleiðis skal Tjóð
veldisflokkurin orða ein
ungdómspolitikk.
3. Tjóðveldisflokkurin
skal ganga undan í javn
støðupolitikkinum.
Hetta verður gjørt við
at tryggja javnvág mill
um kynini í skipan floks
ins. Somuleiðis skal
Tjóðveldisflokkurin virka
fyri, at kvinnuumboðanin
í politisku skipanini verð
ur munandi betri, enn hon
er nú.
4. Vantandi vitan um veru
ligu støðuna og sosiala
tørvin hevur í alt ov mong
ár myndað sonevnda væl
ferðarpolitikkin í Før
oyum. Tí skal Tjóðveld
isflokkurin í eini kom
andi samgongu tryggja,
at ein kortlegging verður
framd av sosialu støð
uni og rættindunum
hjá teimum veikastu
samfelagsbólkunum, so
skipanirnar verða endur
skoðaðar frá botni.
6. Tjóðveldisflokkurin skal
virka fyri, at ávísir bólkar
ikki skulu fáa framíhjárætt
í einskiljingini av lands
ins ognum, so hesi
síðani kunnu selja ogn
irnar víðari við stórum
vinningi. Einskiljingar
tilgongdin má ikki enda
við, at vit skapa eitt nýtt
stættarsamfelag, eins og
vit hava sæð í øðrum
londum, har ójavnin verð
ur ovur stórur millum tey
ríkastu og vanliga fólk
ið.
Miðvágur 23. - 24. mars
Tjóðveldisflokkurin
Úr stongsli í samband – flokstingið 2007
Eini 100 fólk vóru á flokstingi Tjóðveldisfloksins í Miðvági um vikuskiftið.
Mynd: Leo Poulsen
Høgni Hoydal í formansfrágreiðingini á Flokstinginum:
Fullveldi í komandi valskeiði
Høgni Hoydal var sum altíð vælorðaður í síni
formansfrágreiðing
Mynd: Leo Poulsen