týsdagur 27. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2007
13
nøvn
Kertin Høgnesen, Leirvík, andaðist á Landssjúkra
húsinum 24. mars 86 ára gomul. Bønarhald verður
á Landssjúkrahúskapellinum í dag klokkan 17.
Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju mikudagin
klokkan 13.30. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey
sum vilja minnast Kertin kunnu lata eina gávu til
Leirvíkar kirkju.
Anna Matras Madsen, sjúkrasystir, ættað úr
Klaksvík, búsitandi í Sengeløse, andaðist á Ríkis
sjúkrahúsinum 24. mars, 75 ára gomul. Farið
verður úr Højnæs kirke, Højnæsvej 60 í Rødovre,
fríggjadagin 30. mars klokkan 12 í kirkjugarðin í
Sengeløse, Landsbygaden 68, klokkan 13.30.
Andlát og jarðarferðir
Norðoya Kunningarstova
hevur fingið nýggjan leiðara,
sum byrjaði í starvinum 21.
mars
Maiken Steinberg hevur
royndir aftan fyri seg, bæði
innan tað málsliga, vegna
tað at hon hevur undirvíst á
HH í Kambsdali í týskum,
snskum og donskum, og so
hevur hon starvast á Norðoya
Kunningarstovu eitt skifti
fyri nøkur ár síðani.
Á Norðoya Kunningar
stovu ynskja tey henni til
lukku við starvinum og
vóna, at Christian hevur
fingið ein avloysara við
nógvum góðum hugskotum,
Ferðavinnuni í Norðoyggjum
til frama.
Maiken Steinberg nýggjur leiðari
á Norðoya Kunningarstovu
Tung vóru boðini at fáa sunnudagin
hin 18. mars 2007 um, at Niels Juel
Arge klokkari ikki longur er okkara
millum. Og tøkk Sigga fyri, at tú
hugsaði um okkum og bar okkum
boðini bert stutta løtu eftir at pápi tín
var farin inn til hvíldina.
Eg minnist Niels Juel frá barnaárum
mínum í Klaksvík. Trúðfastur sum fáur
var hann at síggja í Christianskirkjuni
bæði tíðliga og seint. Lítið visti eg um
at hetta var ein ólønt tænasta Niels
Juel gjørdi. Men seinni skiliti at so
var.
Tá eg bleiv innsettur í prestastarvið
í Norðoya vestara prestagjaldið hin
5. juli 1998 var Niels Juel skjótur at
ynskja Guðs ríku signing í tænastuni
við vón um eitt gott samstarv. Og ikki
kann sigast annað enn at tað høvdu
vit. Hóast mín unga aldur vóru vit
báir skjótt á bylgjulongd. Niels
Juel var altíð hollur í ráðum og var
heldur ikki bangin fyri at siga sína
hugsan um tað var eitthvørt honum
ikki dámdi. Hetta var hansara lyndið,
erligur og vælrøkin sum fáur! Hetta
setti eg ómetaliga stóran prís uppá tey
6 árini eg samstarvaði við Niels Juel.
Eisini var hann altíð trúðfastur ímóti
tí siðvenju sum forfedrarnir høvdu
givið honum í arv.
Sitandi inni í heiminum í Uppsala
gøtu plagdi Niels Juel mangan at siga
frá teimum gomlu, ið lærdu hann at
ganga í brattlendi og varisliga fara
niður í røkurnar eftir seyði. Tó tyngdi
tað hann nógv at skula siga frá um
lagnudagin, tá ið beiggi hansara, Eilif
Arge, var funnin omandottin og lá í
Katlarók í Uppsalahaga. Hetta var 30
desember 1968. Tá var Eilif einans 32
ára gamalur. Hetta tók Niels Juel sera
dyggt og var tað sjónligt at hetta píndi
hann eisini tey seinastu árini, serliga
tá hann segði frá hesum tilburði.
Tað var altíð gott at koma inn
á gólvið hjá Niels Juel og tær Eiu.
Blíðskapurin var altíð stórur. Mangt
gott prát fingu vit á køksbeinkinum
ella í lítlu stóvu. Tá eg spurdi Niels
Juel um klokkaratænastuna, so var tað
við lív og sál hann segði frá hvussu
alt byrjaði. Hann segði mær, at hann
var einans 14 ára gamalur tá hann
Krists himmalsferðardag hin 20.
mei 1939 á fyrsta sinni ringdi við
klokkuni í gomlu kirkju á Ziskatrøð.
Tá loysti hann pápa sín av, og síðan
ringdi hann fyri pápan, tá ið hann
sigldi undir krígnum og annars ikki
kundi, til ið Niels Juel Alla halganna
sunnudag 1960 varð innsettur sum
fastur klokkari í eitt ólønt starv, sum
hann trúfast røkti líka til hin 1. august
2004. Tá hevði hann staðið í tænastuni
í 44 samanhangandi ár! Eingin veit,
hvat ið hetta hevur kostað Niels
Juel í mistari arbeiðistíð, tí mangar
tænastur vóru eisini mitt í viku, og
ofta var tað hann, sum varð biðin um
at siga fremmandum frá kirkjuni.
Niels Jueli dámdi væl at siga frá, og
var tað fáur, íð gjørdi honum tað eftir,
og gjøgnum alt, hann segði og gjørdi,
skein kærleiki hansara til kirkjuna og
tað, kirkjan eigur at standa fyri.
Eia stuðlaði Niels Juel sera væl, og
var tað sum oftast hon, íð tók móti
boðunum, tá ið vit prestar ringdu um
eina kirkjuliga tænastu sum stóð fyri
durðum.
Tað var so gott at tosað við teg Eia
sunnudagin seinnapart, stutt eftir at
Niels Juel var farin. Stillisliga, sum
altíð, segði tú mær at Niels Juel fekk
ein góðan deyða, og at tú og tit við
Guðs hjálp skuldu klára at koma
víðari. Og tað vita vit, sum kenna
teg, tú vart ein virðismikil og dyggur
stuðul fyri mann tín. Guðrøkin vóru
tit bæði og var tað altíð gott at hava
eitt orð saman við tykkum tá ið ein
hugdi inn á gólvið.
Sjálvur komi eg ongantíð at gloyma
guðstænastuna hin 19. septembur
2004, tá ið Niels Juel fyri seinastu ferð
gekk út eftir øllum kirkjugólvinum
í Christianskirkjuni aftan á okkum
prestum og kirkjutænarum. Tá reistist
kirkjufólkið av sær sjálvum í virðing
fyri Niels Juel og tænastu hansara í
kirkjuni, og fleiri vóru tey, ið tá feldu
tár. Ein ógloymandi løta, sum eg í dag
kann lýta aftur á við takksemi.
Ein varði er ein tigandi boðberi.
Men Guð fái lov, at enn eru varðmenn,
sum standa við krossins lýsandi varða
og vísa vegin og leiðina, ið førir
okkum til himmalin! Niels Juel var
fyri meg ein slíkur varði. Nú er eisini
hann tagnaður. Men í álitið á Frelsara
okkara kunnu vit lýta á, at hann vil
reisa nýggjar varðar, ið viljla vísa
Føroya fólki á tað sonnu og berandi
kósina, ið førir til eydnulandið!
Takk fyri alt og hvíl í friði Niels
Juel Arge!
Virðingarmest
Hans Eiler Hammer
Sóknarprestur
Minningarorð um
Niels Juel Arge klokkara
Dagurin
28. mars. Eustachius, deyður umleið ár 625. Abbati í
kleystrinum Luxeuil í Fraklandi. Victor Danielsen varð
føddur hendan dagin í 1894
Ingrid Winther
(Fødd Christiansen, Tórshavn)
dóttir Hannemann hjá Mikkjal í Dali
andaðist í Ålborg hósdagin 22. mars 2007,
87 ára gomul.
Jarðarferðin hevur verið.
Vegna tey avvarðandi
Elin