Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 61 - 27. mars 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Prógv Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Mánadagin 19. mars fingu 17 maskinistar handað prógv á Vinnuháskúlanum í Havn. Talan er um tveir flokk­ar. Tann fyrri er fyri nýggj­­ar maskininstar, með­ an tann seinni er fyri roynd­ ar maskinpassarar, sum ikki hava havt neyðugu prógv­­ini, men hava siglt við undan­ taksloyvi. Sambært stjóranum á Vinnu­­­háskúlanum, Hans Jó­hannus á Brúgv, er ætlan­in at gev­ast við at geva und­an­ taksloyvi, so allir teir, ið sigla upp á slíkt, verða skúlaðir og fáa prógv uppá, at teir eru góðkendir sum maskinistar. Stjórin sigur, at ætlanin er at taka ein nýggjan flokk inn í august, og tá hava væntandi allir teir, ið eftir eru, fingið prógv sum maskinistar. Nýggir maskinistar fingið prógv Hesir seks eru allir royndir motorpassarar, men hava siglt upp á undantaks­ loyvi. Nú hava teir allir prógv uppá, at teir eru maskinistar. Teir eru: Alex L. Johannesen, Hans Petur Hansen, Jákup Olsen, Theodor Vilhelmsen, Frank Syderbø og Joen Magnus Lamhauge Mynd: Vinnuháskúlin Hesir 10, umframt ein afturat, tóku prógv sum nýggir maskinistar mánadagin. Petur Olaf Berg í Lágabø, Bergleif Sólsker, Jógvan Christiansen, Ragnvald Joensen, Christian Martin Trondesen, Páll Larsen, Oddmar Pætur Niclasen, Sámal Jákup Isaksen, Petur Gardar Joensen og Torbjørn Pauli Sæbúð. Arnbjørn Bjarnason vantar á myndini Mynd: Vinnuháskúlin Hósdagin 29. mars verður Páll á Lakjuni í Fugla­firði 60 ár. Føðingardagurin verð­ur hildin mikukvøldið í Siloa í Fuglafirði. Páll er fuglfirðingur. For­eldrini vóru Mia og Jákup Oluf á Lakjuni, sum bæði vóru úr Fuglafirði. Tey eiga 6 dreingir: Victor (45), Páll (47), Harry (49), Jógvan (52), Terji (55) og Eyðun (59). Victor býr í Klaksvík og hinir búgva í Fuglafirði. 17 ára gamal fór Páll í 1964 til Havn­ar í læru á Skatta­deildini, sum tá var í Tinganesi. Har arbeiddi hann inntil í 1971. Páll giftist 24. apríl 1971 við Hjørdis, sum er ættað úr Klaksvík. Foreldur henn­­ara vóru Anna og Hans Jacob Juste­sen. Hon var úr Árnafirði, og hann úr Norð­depli. Hjørdis og tey búðu nógv ár norðuri á Strond, har pápi hennara arbeiddi á verkinum hjá SEV. Eftir at Hjørdis og Páll vóru gift, fóru tey til Dan­markar, har tey vóru við í evangeliska verkinum í Operation Josva, sum hevði støð á Fyn og annars hevði átøk kring alt landið. Í 1974 flutti Páll og fam­ilj­an til Klaks­víkar at búgva. Hann arbeiddi á heilsøluni hjá Kjølbro í nøkur ár. Eft­ir at familjan var flutt til Fugla­fjarðar, fór Páll at ar­beiða hjá Haraldsen, og nú hevur hann í mong ár verið heilsølu­maður. Páll og Hjørdis eiga hugna­ligt heim úti á land. Tey eiga 4 børn: Bogi (72), Maria (74), Ingun (78) og Oddur (82). Genturnar búgva í Klaksvík og dreingirnir í Fuglafirði. Páll eigur tvey abbabørn – eina gentu og ein drong. Páll hevur góða sang­rødd. Hann var tenorur í Ebenezer­kórinum, og mið­skeiðis í 60’inum fór hann saman við trim­um øðrum ungum monnum at syngja við Sang­ brøðrum. Sangurin og tónleikurin kendust tá at hava nýtt snið, og Sangbrøður vóru væl fagnaðir. 3 EP-plátur spurdust burtur úr, áðrenn teir góvust at syngja regluliga í 1971. Síðani hann kom aftur til Fugla­ fjarðar, hevur Páll kent stóra ábyrgd í samkomuni í Fuglafirði. Hann hev­ur verið í Siloakórinum øll árini, og við­hvørt syngja og spæla Páll og beiggj­arnir. Í samband við runda føð­ingar­dagin verður sangløta í Siloa miku­kvøldið kl. 19, tá fara Siloakórið, Sang­­brøður og brøðurnir á Lakjuni at syngja. J Páll á Lakjuni 60 ár 27. mars 2007 kunnu Óluvá og Herluf Joensen halda gullbrúðardag. Tey giftust í Hvalvíkar kirkju. Óluva er dóttur Sannu og Pól Andreas­sen av Oyrar­ bakka. Herluf er sonur Jóhannu og Jógvan Joensen av Heygnum í Hvalvík. Tey hava búð í Hvalvík øll árini, undantikið eina tíð við Gjógv og í Vík. Tey hava fýra synir, sum eru Jógvan Páll, Súni, Jeffri og Halldórur. Herluf var maskinførari ein mansaldur og var tað hansara lívsstarv. Óluvá tók sær av heiminum og fór eis­ini út at arbeiða, sum børnuni vuksu til. Vit synirnir eru vaksnir upp í ein­um heimi har mamm­an altíð var til staðar. Foreldur okkara havt bygt upp eina trygga rammu runt um okkara upp­vøkstur og víðari framm, sum vit kunnu minnast væl og gleðiliga afturá. Óluvá og Herluf hava eis­ ini fingið átta ommu- og abbabørn, umframt ein lang­ ommu- og langabbason. Tey halda dagin saman við synunum og familjum teirra. Vit fara at ynskja teimum hjartaliga tillukku við degnum og Guðs signing í framtíðini. Kærastu heilsanir synirnir v/ fam. Gullbrúðarparið Óluvá og Herluf