Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 61 - 27. mars 2007 tíðindi Stutt sagt Herboð Í Zimbabwe hevur Robert Mugabe, forseti, gjørt av at se3nda boð eftir eldri hermonnum, sum gjørdu tænastu í landsins frælsis­bardaga. Sambært boðunum skulu teir gomlu hermenninir gera tænastu í serligum deildum, sum verða lagdar saman við stjórnarherinum. Zimba­ b­wiski stjórnarherurin telur 40.000 mans, men tað er óvist, hvussu nógv­ ir av teimum gomlu her­ monn­unum hava fing­ið boð um at møta til tæn­ astu. Eygleiðarar í Zim­ babwe siga, at boðini hjá forsetanum kunnu hava sam­band við ta spentu støð­una millum forsetan og and­­støðuna. Tað er eisini komið fram, at nógvir stuðl­ar hjá forsetanum eru ímóti ætlan hansara at stilla uppaftur næsta ár. Ognartekur jørð Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, hevur gjørt av, at tað almenna skal ognartaka fleiri av teimum stóru bónda­gørðunum, sum góðs­ eigarar eiga. Fyribils hevur hann givið herinum boð um at taka ræðið á 20 stórum bóndagørðum, og hann hevur longu sagt, at fleiri skulu ognartakast afturat. Hugo Chavez sigur, at hann hevur gjørt av at ognartaka jørðina, tí góðs­eigararnir dyrka hana ikki, og nú ætlar hann at lata smábøndur fáa jørð­ina til djórahald. Fyri­ bils hevur herurin tikið 330.000 hektarar av land­ búnaðarjørð í fimm lands­ pørtum, skrivar AP. Illir fílar Tveir bretskir ferðamenn, sum vóru farnir eina ferð í einari djóralund í Zim­­babwe leygardagin, doyðu, tá ein fílur brád­ liga legði á teir. Ein triði ferða­maður skal við lív­ in­um. Myndugleikarnir í Zim­babwe siga, teir tríggir ferða­menninir hava ikki verið nóg ansnir, men teir siga eisini, at eitt fílaálop kann koma ógvuliga brád­ liga. Tað hendir meiri enn so, at fílar gera seg inn á ferðafólk í djóralundunum í Zimbabwe, og tað eru bara krokodillurnar, sum eru vandameiri fyri fólk enn fílarnir. Í 2005 kravdu fílaálop 12 mannalív í Zimbabwe. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Hetta er ein týðandi dagur, ikki bara fyri Norðurírland, men alt Bretland (Tony Blair) útlond Bara tey fægstu høvdu ímyndað sær, at erkafíggindarnir í Norðurírlandi kundu semjast um at skipa stjórn saman. Men tað bar til Ian Paisley og Gerry Adams, erkafíggindar í mong ár, høvdu fingið greið boð úr London, áðrenn teir fóru á fund í gjár. - Kemur eingin semja í dag um at skipa felags stjórn, verður norðurírska tingið upployst, og Norð­ ur­írland verður aftur stýrt bein­leiðis hiðani, vóru greiðu boðini frá Tony Blair, forsætisráðharra. Hetta var ikki fyrstu ferð, at Paisley og Adams høvdu fingið kravboð úr London, men hesaferð hendi tað óvæntaða, at teir samdust um at gera eftir boðunum. Eygleiðarar halda, at tað var trýst frá tí vanliga fólkinum í Norðurírlandi, sum fekk teir báðar at semjast. - Eftir drúgva umhugsan eru vit komin til hesa niður­ støðuna, segði Ian Paisley aftan á fundin við Gerry Adams, sum segði, at hetta var tað málið, sum flokkur hansara, Sinn Fein, altíð hevði havt. Alt bendir á, at Ian Paisley verður leiðari fyri teirri komandi stjórnini. Hann fær heiti sum fyrstiráðharri, og næsti maður hansara verður ein av teimum mest royndu politikarunum hjá Sinn Fein, Martin McGuinnes. Strævin framtíð -Tað ótrúliga er hent, men partarnir hava eina trupla tíð fyri framman, sig­ur professarin Rick Wilford, sum er serkønur í norðurírskum viðurskiftum, við NTB. Hann væntar ikki tað nógva samskiftið millum ráðharrarnar hjá teimum báð­um pørtunum, men at embætis­menninir fara at ganga við boðum teirra millum. Aðrir eygleiðarar vísa á, at tær víðgongdu kreft­irnar hjá báðum pørtum fara ivaleyst at halda fram við teirra virksemi, og at tær kunnu framvegis gera stóran skaða. Tony Blair var sjónliga fegin um boðini úr Belfast. - Hetta er ein týðandi dagur - ikki bara fyri fólkið í Norðurírlandi, men fyri alt Bretland og tess søgu, segði Blair. Írski starvsbróður hansara, Bertie Ahern, var eisini fegin um semjuna og mælti pørtunum til at brúka ta komandi tíðina væl. Tað ótrúliga hendi Ákæruvaldið í Milano vil hava fyrrverandi forsætisráðharran dømdan í fongsul fyri svik Ákæruvaldið vil vera við, at Silvio Berlusconi var sekur, tá hann í áttatiárunum var í rættinum fyri svik, men at hann bleiv fríkendur, tí hann rindaði dómaranum mutur. Málið var aftur í rættinum í 2004. Eisini ta ferðina bleiv Berlusconi fríkendur. Men ákæruvaldið í Milano sigur, at dómurin í 2004 er ikki eftirfarandi, tí tá var Berlusconi italskur for­sætis­ ráðharri. Í fjør tapti Berlu­ sconi tjóðartingsvalið og noyddist frá, men áðrenn hann legði frá sær, fekk hann tingið at samtykkja eina lóg, sum skuldi forða ákæru­ valdinum at taka gomul mál ímóti sær uppaftur. Men italski hægstirættur hevur sett lógina til viks, og tí kann ákæruvaldið nú aftur krevja hann dømdan. Krevur Berlusconi í fongsul Silvio Berlusconi