Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2007 19 - Atlantic Lady er 140 metrar long og er eini 8000 brt. til støddar. Longdin og dýpdin er eingin trupulleiki hjá Runavíkar havn. Dýpið úti á pierinum er 12 metrar, og tað er nógv meira, enn Atlantic Lady stingur, sigur havnastjórin, Jón Rosenblad Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu 10 dagarnar hevur stóra móðurskipið, Atlantic Lady, ligið við bryggju í Runavíkar havn. Skipið, sum er heimahoyrandi á Valetta á Malta, er mannað við russum, og tað eru eis­ ini russar, sum eiga skipið. Meðan Atlantic Lady hev­ ur ligið í Runavík, hava einir fimm russiskir trolarar ligið uppat skipinum og av­skipað fisk umborð. Í løt­ uni liggur russiski trolarin, Rybachiy og avskipar. Eingin trupulleiki Jón Rosenblad, havnastjóri í Runavíkar kommunu, sig­ ur, at Atlantic Lady er kend í føroyskum sjógvi, og skip­ ið hevur eisini áður ligið á Runavík. – Skipið er 140 metrar langt og er eini 8000 brt. til støddar. Hann sigur, at longdin og dýpdin á hesum skipi er eing­in trupulleiki hjá Runa­ víkar havn. – Dýpið úti á pierinum er 12 metrar, og tað er nógv meira, enn Atlantic Lady sting­ur. Havnastjórin sigur, at størsta skip, sum hann veit um hevur ligið við Runa­ víkar havn, var yvir 200 metrar langt. Hetta var eitt av ferðamannaskipunum, sum fyri nøkrum árum síð­ an vitjaðu býin. Vitjan í august – Í fyrraári høvdu vit nøkur ferðamannaskip, sum vitj­ aðu kommununa, men í fjør var einki. Í august í ár koma tvey skip higar, og tað eina fer til Íslands og kemur aft­ ur hendanvegin, áðrenn tað heldur leiðina fram. Hesi bæði skipini, sum koma at liggja við oljubryggjuna, eru einar 160-170 metrar long. Jón Rosenblad væntar, at Atlantic Lady loysir aftur úr Runavík um einar 2-3 dag­ar. SAMBAND jan müller jan@sosialurin.fo tlf. 341800 vinnusíðurnar Nýbygningurin, Fiskanes, sum Bjarni Kass letur smíða, verður liðugur á Tórshavnar Skipa­ smiðju 3. mai Ídnaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár tók Tórshavnar Skipa­ smiðja kombineraða nóta­ skip­ið og trolaran, Casa­ blanca, upp á bedingina. Casablanca er heima­hoyr­ andi í Murmansk, og á skipa­smiðjuni skulu teir vaska og botnmála skipið. B e d i n g s m e i s t a r i n , Kristoff­ur Lützen, sigur seg hava skilt, at russiski nóta­ báturin er gamli Hallar­klett­ ur, men hann er ikki vísur í, at so er. – Eg haldi, at skipið líkist Hallarkletti, so tað fer nokk at halda, sigur hann. Casablanca steðgar ikki leingi á bedingini, og tá hann fer av aftur, er bert eitt skip uppi í løtuni. – Herfyri var bedingin full av skipum, og soleiðis gongur tað. Skip koma og fara. Summi steðga styttri og summi steðga longri. Bedingsmeistarin sigur, at Casablanca er fjúrtanda skipið, sum er uppi á bed­ ingini í ár. – Í fjør høvdu vit tilsam­ ans 80 skip uppi, sigur hann. Kristoffur Lutzen sigur, at nýbygningurin Fiskanes, sum stendur í byggihøllini, skal verða liðugur 3. mai, og hann heldur, at arbeiðið at smíða skipið liðugt hevur gingið væl. Skipasmiðjan eigur alt “konseptið”. Skrokkurin er smíðaður í Póllandi og er av sama slagi, sum trolbát­ arnir, Hansa Maria og Skála­ fossur, sum áður eru latnir inn á Toftir og til Vest­mann­ ar. Hann sigur, at hesin ný­bygningurin, sum Bjarni Kass eigur, hevur somu longd, sum Hansa Maria og Skálafossur hava í dag. – Eftir at Hansa Maria og Skálafossur vórðu smíðaðir, eru teir longdir á Skála Skipa­smiðju. Á bedingini hjá Tórs­havn­ ar Skipasmiðju strendur eis­ ini fóðurskipið Nordic, sum hoyrir heima á Funn­ings­ firði. – Skipið skal hava nýggj­ ar fóðurtangar og verður málað, nú tað stendur uppi, sigur bedingsmeistarin, Kristoffur Lützen. Stór skip við bryggju í Runavík Casablanca fjúrtanda skipið á bedingini í ár Casablanca hevur lagt veiðina upp og stevnir her upp á bedingina hjá Tórshavnar Skipasmiðju Mynd: Vilmund Jacobsen Tey fylla nógv við bryggjuna í Runavíkar havn, móðirskipið Atlantic Lady, sum er 140 metrar langt – og trolarin, Rybachiy, sum skipar veiðina umborð á móðirskipið Mynd: Vilmund Jacobsen