týsdagur 27. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 vinnusíðurnar
Nr. 61 - 27. mars 2007
Krevja endurgjald
Tey, sum eiga lendið kring aluminiumsverkið í Straumsvík
í Íslandi, hava nú stevnt íslendska ríkinum, aluminiums
virkinum Alcoa og kommununi í Hafnarfirði, har virkið er.
Jarðareigararnir vilja hava tey stevndu at viðurkenna, at
jørðin rundan um virkið hevur mist munandi virði orsakað
av dálking bæði á sjálvum lendinum og í luftini. Tey, sum
eiga jørðina, hava kravt, at virksemið í Straumsvík verður
steðgað, men tað hendir neyvan.
Reiðarí ringt ár
Hóast tað hevur ljóðað, at tað hevur gingið sera væl hjá
teimum stóru donsku farmaskipareiðaríunum, royndist
árið í fjør illa hjá reiðarínum Norden. Roknskapurin fyri
2006, sum júst er almannakunngjørdur, vísir, at avlopið
hjá felagnum minkaði úr tveimum mia. krónum í 2005 til
eina lítla mia. krónur í fjør. Roknskapurin vísir eisini, at
inntøkurnar frá at allari siglingini minkaðu. Í ár væntar
Norden at fáa 2,2 mia. krónur í avlopi.
Alivinna í Føroyum er
aftur farin at gera
íløgur. Hetta merkir,
at positiv gongd aftur
er í vinnuni, sum var
á gravarbakkanum
bert nøkur fá ár
herfyri. At vinnan
aftur hevur fótað sær,
merkir eisini, at
veitarar til alivinnuna
hava meira at gera og
millum teir, sum hava
merkt framgongdina í
alivinnuni, er KJ-
Hydraulik á
Kambsdali
Alibátar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki langt síðan,
at KJ-Hydraulik læt ein
nýbygning til Pan Fish í
Oyndarfirði – ein alibát av
slagnum, Hydro-Cat, ið nú
er vørumerkið hjá hesum
bátum.
Skrokkarnir eru smíðaðir
í Letlandi, og síðan hevur
KJ gjørt bátarnar lidnar í
leigaðum hølum hjá Skarð
hamri á Borðoyarvík.
Tað er KJ, sum eigur alt
konseptið upp á alibátarnar,
ið eru designaðir og teknað
ir á Kambsdali.
Fleiri sáttmálar
Alivinnan hevur tikið væl
ímóti hesum bátum og hev
ur nú bílagt fleirwi bátar.
Tvíkiljan, sum KJ hevur
latið Pan Fish í Føroyum, er
soleiðis hin fyrsta av trim
um í hesum umfari.
- Skrokkur nr. 19 er lið
ugur, og báturin kemur
heim til Føroya í næstum.
Um stutta tíð verður eisini
farið undir skrokkin til ný
bygning nr. 20. Tað er Luna
í Gøtu, sum skal hava hesar
báðar bátarnar, sigur Sofus
Gregersen, marknaðarleið
ari hjá KJ.
Fyrri skrokkurin hjá Luna
var longu komin til Føroya,
tá tvíkiljan hjá Pan Fish
varð flotað á Borðoyarvík,
og næsti skrokkurin hjá
gøtumonnum fer væntandi
úr Letlandi í komandi viku.
- Vit fáa skrokkarnar
heim við Skipafelag Føroya,
og tað tekur einar 2-3 mán
aðir at gera teir lidnar á
Skarðhamri.
Nú hevur KJ-Hydraulik
so gjørt sáttmála um enn
ein Hydro-Cat, sum verður
nýbygningur nr. 21.
- Tað er Funnings Laks,
sum skal hava hesa tvíkilj
una, og soleiðis verður talan
um tilsamans fýra bátar í
hesum umfari, sigur markn
aðarleiðarin.
Hann vísir á, at tekning
arnar til hesar seinnu bátarn
ar eru á leið tær somu, sum
felagið áður hevur bygt,
men teir nýggju verða nak
að longri. Breiddin verður
hin sama.
Samráðingar
- Umframt hesar fýra tví
kiljurnar, sum vit nú hava
smíða og skulu smíða til
alivinnuna í Føroyum, eru
samráðingar í gongd um
aðrar slíkar bátar. Vit vænta
tískil ikki, at hesir fýra ali
bátarnir verða teir seinastu
í røðini, sigur marknaðar
leiðarin, sum er sera fegin
um, at alivinnan í Føroyum
hevur tikið so væl ímóti
hesum bátunum.
Nýggi bátarnir verða 15
metrar langir, seks metrar
breiðir, og maskinorkan
verður nakað størri.
- Jú, hetta sær ógvuliga
spennandi út, ásannar Sofus
Gregersen.
KJ og teir, sum eiga smiðj
una á Skarðhamri á Borð
oyarvík, hava samstarvað í
fleiri ár, og nú hava hesi
feløgini saman við Heðini
Poulsen stovnað nýtt felag,
Tvíkiljurnar hjá KJ gerast f
- Eitt av endamál
unum hjá okkum við
keypinum av Sand
felli er at hava fleiri
bein at standa á í
skipavinnuni, sigur
Andrass Jóanesarson,
reiðari
Skipavinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í Sosialinum í gjár høvdu
vit samrøðu við Andrass
Jóanesarson, sum saman
við brøðrum sínum og
pápanum, Páll Jóanesarson,
hava keypt farmaskipið,
Sandfelli úr Noregi.
Frammanundan eiga faðir
og synir línubátarnar, Mar
git, sum er fyrrverandi
Hvítabjørn og Sjóstjørnuna,
sum er fyrrverandi Bárða
drangur.
- Eitt av endamálunum
hjá okkum við keypinum
av Sandfelli er at hava fleiri
bein at standa á, sigur
Andrass Jóanesarson.
Tað er felagið P/F Run,
sum eigur Sandfelli, og
aftanfyri felagið stendur
móðurfelagið, Sp/F Lón í
Saltangará.
Skipari við Sandfelli verð
ur Martin Jóanesarson, sum
er tvíburðabróðir, Edvard,
ið er við Margit.
Enn vita teir ikki heilt,
hvussu nógv tað fer at
krevja av eigarunum at reka
skipið, men í fyrstu syfti
verður Andrass uppi á landi
og tekur sær av tí dagliga.
Hann er eisini stjóri í fel
agnum, sum eigur farma
skipið.
Tað er eitt norskt shipp
ingfelag, sum syrgir fyri
farminum hjá Sandfelli, og
tað var eisini hetta felag,
sum tók sær av hesum fyri
eigaraskiftið.
Sandfelli kemur serliga
at sigla millum norskar
havnir, men fyrstu tvær
lastirnar hevur skipið fingið
úr
Føroyum.
Hetta
er
fiskamjøl, sum skipið skal
føra yvir á Stavanger-
leiðina.
Annars væntar reiðarin,
at siglingin mest verður í
Norðsjónum
og
Eystursjónum.
-
Sandfelli
er
eitt
fleksibult skip, og vit hava
góðar vónir um, at hetta fer
at bera til, sigur Andrass
Jóanesarson,
stjóri
og
reiðari.
Føroysku alibátarnir, sum
Hydro Tech upprunaliga
smíðaði, vóru væl umtóktir í
alivinnuni, og tí hevur KJ valt
at kalla tvíkiljurnar Hydro-
Cat
Mynd: Sofus Gregersen
Fleiri bein at standa á í skipavinnuni