Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnusíðurnar Nr. 61 - 27. mars 2007 Ólógligt bankasamstarv Í Danmark er Kappingarráðið liðugt at kanna virksemið hjá sjey bankum, tí illgrunni er um, at teir samstarva so mikið nógv, at teir eru farnir um lógarinnar mark. Talan er um sjey lokalar bankar á Sjællandi, Fyn, Lollandi og Møn. Kappingarráiðið hevur kannað, um bankarnir hava avtalað prísir fyri ymsar tænastur, og um teir hava býtt viðskiftafólk sínamillum. Hava teir gjørt tað, verður málið ætlandi latið løgregluni seinni í vikuni, skrivar Ritzau. Tað er ikki bara í Føroyum, at fólk eru vónbrotin um avgerðir, sum norski ríkmaðurin, Kjeld Inge Røkke, onkusvegna stendur aftanfyri Flakavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Kjøllefjord í Finnmørkini eru tey í hesum døgum eis­ ini vónbrotin av, at Kjeld Inge Røkke og Aker Sea­ food hava flutt flak­a­fram­ leiðsluna úr Kjøllefjord til Mehamn og soleiðis hevur minkað munandi um virk­ semi á fiskavirkinum í Kjøllefjord. Borgarstjórin í Lebesby kommunu, Harald Larssen, ið hevur Kjøllefjord sum høvuðssæti, sigur, at hann nú fer at fáa kommunustýrið við sær at játta 2,5 miljónir norskar krónur til nýtt fiskavirki í bygdini. Hetta stig fer hann at taka í samstarvi við vinnulívsfólk í økinum. - Hesaferð taka vit málið í egnar hendur og royna at endurskapa tey 20 arbeiðsplássini aftur, sum Aker Seafood hevur slept. Við blaðið Fiskaren sigur hann, at kommunan hevur bæði hølir og bryggjukant. - Vit hava eisini tey arbeiðsfólkini, sum vóru í starvi hjá Aker Seafood. Borgarstjórin vísir á, at seinastu fimm árini hevur Aker Seafood minkað um talið av arbeiðsfólki í fiskiídnaðinum í Kjøllefjord úr 90 og niður í stívliga 20. - Hetta er dramatiskt fyri eitt slíkt bygdasamfelag, leggur hann aftrat. Sum skilst, er Kjøllefjord eitt gamalt fiski­vinnu­sam­ felag í Finnmørkini. - Tað var fiskivinnan, sum í síni tíð gjørdi, at fyrstu íbúgvarnir settu seg niður her, og tað er fisk­ inum, vit hava livað av og ætla at liva av eina tíð enn, sigur Harald Larssen, borgarstjóri, sum eisini er vónsvikin av, at Røkke & Co ikki hava hildið sína leveringsskyldu av fiski í Kjøllefjord. Tað er langt ímillum, at nakað hoyrist í Føroyum um, at kommunur taka hond um vinnulívið saman við privatum íleggjarum ella vinnulívsfólki. At tað almenna í Føroyum stuðlar undir nakað sum helst, er líkasum vorðið »forboðið« – og orðið studn­ ingur ella stuðul er næstan vorðið eitt »banniorð« millum tey, sum hava lisið hægri lestur uttanfyri landoddarnar. Í Føroyum eru vit soleiðis farin úr einari grøv í aðra – úr botnleysu studnings­grøv­ ini í eina aðra grøv, har studningur ikki má takast upp á tungu. Meðan kommunan í Noregi beinleiðis setir pening í eitt fiskavirki fyri at bjarga nøkrum arbeiðs­ plássum, kunnu vit kortini siga, at føroysku komm­ unurnar í fleiri førum eru við til at útvega vinnu­ lívinum planerað undirlendi og havnaløg. Í gjár var licitatión í sam­ band við bygging av stórari bingjuhavn á Oyra­reingj­ um. Lægsta boðið hevði J & K Petersen Contractors, sum var upp á 53,7 miljónir krónur. Articon og Phil bjóðaðu sær at gera arbeiðið fyri 54,6 miljónir krónur, og MT Højgaard segði seg í sínum tilboði vilja hava 58,6 miljónir krónur fyri arbeiðstøkuna. Hetta var greitt við licitatiónina, sum var í gjár. (-vilmund) fleiri og fleiri Sandblástur í Ljós­áum, sum rekur virk­semi við sand­blás­ ing, metal­i­sering og mál­ ing. Undirveitarar - Felagið veitir soleiðis sand­blásing, metalisering og máling bæði umborð á skip­um og bátum og á staðn­ um. Hetta felag er soleiðis eisini ein av undir­veit­ar­ unum hjá KJ, nú vit byggja tvíkiljurnar til alivinnuna, sig­ur Sofus Gregersen, marknaðarleiðari. Aðrir undirveitarar í sam­ bandi við hesa nýbygging eru Jón Jacobsen, Eiði, P/F J-El Sp/f, Eiði og Radio­ búðin, Saltangará. KJ setir motorar, gear, krana og spøl í bátarnar, með­an felagið soleiðis hev­ ur undirveitarar til eitt nú sandblásing, metalisering og máling, eins og til apeteringsarbeiði, el-útbún­ aðin og nautisku instalat­i­ón­ irnar. Tað var upprunaliga Hydro-Tech á Eiði, sum í síni tíð byrjaði at byggja tvíkiljur til alivinnuna, men tá alivinnan fór fyri bakka, gekk hetta eisini útyvir virksemið á Eiði, sum síðan varð lagt undir KJ-Hydrau­ lik. Hydro Cat Føroysku alibátarnir, sum Hydro Tech smíðaði, vóru væl umtóktir í alivinnuni, og tí hevur KJ valt at kalla tvíkiljurnar Hydro-Cat. Bátarnir eru sterkir, eins og útbúnaðurin umborð er tilsvarandi til dygdar. Skrokkarnir eru smíðaðir úr stáli, og húsið úr aluminium. J & K Petersen lægsta boð Ein sløk miljón var á muni millum tilboðið hjá J & K Petersen og Articon og Phil upp á havnagerð á Oyrareingjum Mynd: Tilvildarlig Alivinnan hevur tikið væl ímóti tvíkiljunum hjá KJ-Hydraulik og hevur nú bílagt fleiri bátar. Seinasta bíleggingin er frá Funnings Laks Mynd: Sofus Gregersen Røkke & Co gevast eisini í Kjøllefjord Seinastu fimm árini hevur Aker Seafood minkað um talið av arbeiðsfólki í fiskiídnaðinum í Kjøllefjord úr 90 og niður í stívliga 20. Tað vil borgarstjórin ikki lata sær lynda