leygardagur 24. februar 2001síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 24. februar 2001
31
gult cyan magenta svart
30
Nr. 39 - 24. februar 2001
gult cyan magenta svart
Leiðari til
maskindeildina
Starvið sum leiðari av maskindeildina hjá
stovninum verður lýst leyst av nýggjum.
Maskindeildin hevur um hendi maskinamboð,
skerv- og asfaltútbúnað,akfør o.a.hjá stovninum,
umframt viðlíkahald av asfaltgoymsluna í Hósvík.
Amboðini eru í nýtslu kring landið - mest í
sambandi við gerð og hald av landsvegum.
Maskinmiðstøð er í Kollafirði og annars smiðja á
Lambareiði,í Øravík og Hvannasundi.Eini 25 fólk
tilsamans eru knýtt til hetta virksemið. Smiðju-
meistarar hava dagliga raksturin um hendi.
Arbeiðsuppgávur
Viðkomandi hevur samskipanina av smiðjunum
um hendi og hevur ábyrgdina av hesum virk-
semi.
Í høvuðsheitum er uppgávan hjá deildini rakstur
av smiðjunum, viðlíkahald av maskinamboðum
og útbúnaði, eykalutagoymsla, innkeyp av
amboðum, eykalutum o. øðr.
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir maskinverkfrøðingi ella
maskinmeistara og helst við royndum innan
nevnda virkisøkið.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars vera sambært sátt-
málanum millum Fíggjarmálastýrið og avvarð-
andi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og møguligum ummæl-
um verða at senda Landsverkfrøðinginum, Post-
boks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skrivstov-
uni í hendi í seinasta lagi 12. mars 2001. Merkið
brævbjálvan »Leiðari til maskindeildina«.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Óla
M. Petersen, deildarverkfr., á tlf. 3113 33
(e-postur: oli@lv.fo ella lv@lv.fo ) .
F
A
R
O
D
A
N
E
S K E I Ð S T O VA N
KVAS
KVAS
R
R
T L F .
3 2 0 2 0 4
Farodane 01-01
http://kvasir.farodane.fo
Teldukoyrikortfrálæran fevnir um 23 ferðir
4 undirvísingartímar. Gongur tú á skeið eina
ferð um vikuna, verður hetta til 23 vikur.
KVASIR hevur eina skjótari loysn at bjóða:
Frálæra 2 ferðir um vikuna
styttir tíðina við eini helvt
Tú møtir tvær ferðir um vikuna:
Miku- og fríggjamorgun kl. 09.00-12.00
og tekur tí skeiðini uppá 12 vikur.
Teldukoyrikort eftir 1/2 tíð
Dagar:
Skrá
frí 09-03-2001
mik 21-03-2001
mik 04-04-2001
mik 11-04-2001
frí 27-04-2001
mik 16-05-2001
frí 25-05-2001
mik 14-03-2001
frí 23-03-2001
frí 06-04-2001
mik 18-04-2001
mik 02-05-2001
frí 18-05-2001
mik 30-05-2001
frí 16-03-2001
mik 28-03-2001
frí 20-04-2001
frí 04-05-2001
mik 23-05-2001
frí 01-06-2001
frí 30-03-2001
mik 25-04-2001
mik 09-05-2001
Skeiðheiti:
Stýriforrit
Tekstviðgerð
Framløguforrit
Rokniark
Datagrunnar
Samskiftisnet
KT teori
Fráboðan um
umhvørvis-
góðkenning
Við hesum verður gjørt
kunnugt, at Heilsufrøði-
liga Starvsstovan tann 8.
februar 2001 við heimild
í grein 26 í løgtingslóg
nr. 134 frá 29. oktober
1988 um umhvørvis-
vernd og grein 1, stk. 4 í
kunngerð nr. 54 frá 3.
mai 1994 um at leggja
eftirlits- og umsitingar-
uppgávur
eftir
um-
hvørvisverndarlógini til
Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuna, hevur góðkent:
Smiðju hjá Sp/f á
Krossbakka á Toftum
Góðkenningin
liggur
alment frammi á Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni.
Avgerðin kann kærast til
Føroya Landsstýri. Møgu-
lig kæra skal sendast
Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni, Debesartrøð,
FO-100 Tórshavn
í seinasta lagi 4 vikur frá
dags dato.
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
2664, Sp/f LIDO
Seafood, 220 Skálavík.
Viðtøkur broyttar:
07.02.2001.
Kapitalur: Hækking við
kr. 1.500.000,00 til kr.
3.700.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 1.200.000,00
til kurs 100 og kr.
300.000,00 við
skuldarumskifti til kurs
100.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við
undirskrift av einum
stjóra, av
nevndarformanninum ella
av tveimum
nevndarlimum.
Skráseting Føroya tann
22. februar 2001
Kristin Balle
_____________________
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Ognaruppgerðin
2000
Í ár sendir Toll- og Skattstova Føroya ognaruppgerðir
til allar skattgjaldarar, sum skulu kanna eftir, um upp-
lýsingarnar, sum eru prentaðar á, eru rættar.
Bert tey, ið hava rættingar til ognaruppgerðina, skulu
senda hana inn aftur.
Sí annars frágreiðing til ognaruppgerðina í bóklingin-
um ”Skatturin 2000”.
Toll- og Skattstova Føroya
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3117, Sp/f Sproti, 625
Glyvrar.
Viðtøkur broyttar:
15.02.2001.
Nýtt hjánavn: Sp/f
Okkaraland (Sp/f Sproti)
Skráseting Føroya tann
22. februar 2001
Kristin Balle
_____________________
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
-tað
loysir
seg
Rætting
Av misgávum, so eru
orð dottin burtur í
millum í seinasta
partinum av við-
merking hjá Atla
Dam, fyrrverandi
løgmanni í
fríggjadagsblaðnum.
Vit endurprentað her
seinasta brotið:
Hvussu fáa vit
ábyrgdarfullar
politikarar?
Høgni Hoydal hevur
óteljandi ferðir ført
fram, at ”loysing” ella
”frælsi” tryggjar okk-
um móti kreppum,
skaptum av ábyrgd-
arleysum politikarum.
Dømini eru mong úr
t.d. Afrika, at ongantíð
gjørdist ábyrgdarloys-
ið størri enn aftaná at
londini fingu sokallað
”frælsi”, tí er tað ósak-
ligt at billa fólki inn, at
loysing tryggjar Før-
oyum ábyrdgarfullar
politikarar.
Men tað er helst
eisini ósakligt at nýta
lond í Afriku til sam-
anberingar,
hóast
Hvítabók ger tað.
Tað vit higartil hava
fingið, er einaferð
afturat politikarar, eitt
nú Høgna Hoydal, sum
eru til reiðar at klúgva
føroysku tjóðina úr
skalla í hæl við bert 1
atkvøðu í meiriluta.
Tað er ikki ábyrgdar-
fult, men Høgnakrat-
iskt.
Hetta málið skal
loysast av 3/4 av løg-
tinginum
við
ikki
minni enn 3/4 av fólk-
inum aftanfyri seg.
Longu nú fer ein
óhugnaligur
haturs-
gjóstur yvir landið. So
haturskent tjak hava
vit ikki sæð síðani
1945-48, fyrr enn nú
meiningakanning var
kunngjørd herfyri.
Hygg bara í gjár at
spræningini,
sum
Sjúrður Skaale sendir,
tann fitti maður hann
var og vónandi aftur
blívur.
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
Føstulávintsleygarkvøld
24. feb. skipar GHM fyri
dansikvøldið í Sjónleikar-
húsinum. Bólkarnir sum
spæla
eru
GHM
og
ENJOYERS.
Dansurin
byrjar kl. 22.00 og endar kl.
2.
GHM
Orkestrið, sum fyllir 80 í
næsta ár, hevur gjøgnum
tíðirnar spælt til nógv ym-
isk tiltøk sum td. konsertir,
á stevnum, til fótbóltsdystir
og eisini til dans.
Fyrr var vanligt at or-
kestrið av og á spældi til
dans og tað munnu verða
nógv, sum minnast GHM
spæla til gamlamannadans í
Sjónleikarhúsinum føstu-
lávintsleygarkvøld.
Men traditiónin við dans-
inum datt so líðandi burtur,
tá Sjónleikarhúsið misti
dansigólvið.
Og
GHM
hevði síni síðstu dansikvøld
fyrst í 80-unum, á gamla
Hotel Føroyar áðrenn tað
bleiv selt.
Spæla nú aftur til dans
Millum jól og nýggjár í fjør
skipaði GHM fyri dansi í
Sjónleikarhúsinum. Tiltak-
ið eyðnaist væl og gav or-
kestrinum mót uppá at
royna aftur.
Við í orkestrinum verða
umleið 25 spælarar og á
skránni er góður gamal
dansitónleikur, sum td.
valsir, foxtrott, tango, quik
step, samba og rock’n roll.
ENJOYERS
Hitt orkestrið, sum verður
at hoyra leygarkvøldið, er
eitt ektað 60-ára orkestur,
ENJOYERS. Við í orkestr-
inum eru: Birgar Johanne-
sen, Djóni Andreassen,
Steingrím
Abrahamsen,
Hans Chr. Clementsen,
Charles Gade og Fimmboði
Lisberg.
ENJOYERS hava sein-
astu árini verið at hoyrt av
og á. Av tiltøkum kunnu
nevnast AFTURHVARV og
AFTUR Í 60’INI, har teir
so sanniliga havat sett sín
dám á.
Á skránni hjá teimum
verður góður poppur frá
60’unum.
Aftur í Sjónleikarhúsið
Tað hevur í nógv ár verið
tørvur á einum dansihølið í
Havnini fyri tey tilkomnu,
sum hava hug at dansa. Tí
er tað at gleðast um at lív er
aftur er í dansinum í
Sjónleikarhúsinum.
Heðin Mortensen
Næstform. í
uttanlandsnevndini
– Men ger tað á rættan hátt
og gjøgnum teir stovnar og
tær ráðharrastovur, sum
sambært løgmanni sjálvum
umsita hetta mál, sigur
Heðin Mortensen, næstfor-
maður í Uttanlandsnevnd-
ini, sum í dag endiliga loys-
ir frá posabandinum um
hvat veruliga fór fram á
fundinum í Uttanlands-
nevndini 8. február.
Heðin Mortensen vísir á,
hvussu ótrúliga snildisliga
Hergeir Nielsen klárar at
brúka onnur til inntøku fyri
sítt egna mistak, og hvussu
hann við bara einum orði
klárar at reingja niðurstøð-
una av fundinum í Uttan-
landsnevndini!
Eg skal hervið lýsa,
hvussu ómetaliga einfalt
hetta mál er, og eg haldi
meg nú kunna rætta nøkur
ting, nú tvey innanhýsis
referat kortini eru út-
penslaði uppá kvamsvís í
fjølmiðlunum.
Málið byrjar við fundin-
um í uttanlandsnevndini 8.
február. Fastur skrivari er
sum vant Kristina Samuel-
sen, sum í fundarfrágreið-
ingini skrivar, at ”Heðin
Mortensen spurdi løgmann,
hví hann ikki er farin
sjálvur út og hevur kannað
hetta málið, uttan at fara
umvegis Ríkisumboðið!”
Hetta er púra rætt, tí tað,
eg spurdi um, var, hví
løgmaður ella umsitingin
bara fór til Ríkið, tá eg
metti, at løgmaður heilt
náttúrliga átti at tosa við
sínar kollegar í Danmark,
forsætis-, uttanríkis- og
verjumálaráðharra.
Niðurstøðan í fundarfrá-
greiðingini er eisini ein-
føld: ”Vísandi til tað, ið
ført varð fram á fundinum
og eftir áheitan frá nevnd-
arformanninum, segði løg-
maður, at hann fór at taka
hetta málið upp í Danmark
og í Nato, hvat málið nær-
mari snýr seg um!”
So einfalt var tað – og
sjálvandi merkti hetta, at
løgmaður kendi vanligu
spælireglurnar og tók hetta
málið upp við ella ígjøg-
num
danskar
myndug-
leikar.
Løgmaður
vísti
eisini sjálvur á fundinum
til, at talan var um danskt
málsøki og at føroyingar
ongan myndugleika høvdu
á økinum.
Hergeir í DV
Um kvøldið 8. február spyr
John Sigurd Johannesen
Hergeir Nielsen í DV, um
tað er rætt, at undirritaði og
Jóannes Eidesgaard ”mæltu
løgmanni
til
at
fara
uttanum donsku stjórn-
ina.... og beinleiðis til
Nato”, og Hergeir Nielsen
svarar, at ”tað var ein samd
nevnd,
og
teir
báðir
flokkarnir
vóru
eisini
umboðaðir!”
Blóðskeivt og ikki sørt
løgið, tá gerðabókin frá
sama fundi umfataði 5 regl-
ur uttan nakra niðurstøðu.
Nevndin kundi annars ikki
verið fullsamd, tí Fólka-
flokkurin var als ikki
umboðaður á fundinum.
Nakrar
dagar
seinni,
kemur eitt notat, daterað 9
február,
frá
Sigmundi
Isfeldt, ið var á fundinum í
fylgi við løgmanni. Hetta er
eitt sokallað innanhýsis
arbeiðsskjal, sum varð sent
limunum í nevndini, helst tí
at ein limur eftirlýsti, um
nakað annað referat varð
tikið á fundinum enn tað
hjá
fasta
skrivaranum.
Hetta notat er ikki so frægt
sum undirskrivað, og sær
mistonkiliga bílagt út, tí
Hergeir Nielsen við hesum
á ein løgnan hátt lutvíst fær
vart síni úttalilisi í SvF.
Men hetta notatið verður
kortini beinanvegin alment
í bløðunum brúkt sum
javnstillað og gildug fund-
arfrásøgn.
Í hesum notati verður
sagt, at ”Heðin Mortensen
(fyrst Heðin Mortensen og
Jóannes Eidesgaard tók
undir við honum) hildu, at
løgmaður átti at tosa við
danska forsætisráðharran
um málið, og um hetta ikki
gevur nøktandi úrslit, so
átti hann at venda sær
beinleiðis
til
Nato
í
Brússel!”
Hetta er fyrisovítt rætt,
burtursæð
frá
orðinum
beinleiðis.
Tað
er
so
ófatuliga sjálvsagt, at ein
sambandsmaður ikki fer at
biða ein loysingarløgmann
fara
uttanum
danskar
myndugleikar
í
slíkum
máli. Tað er so ómetaliga
sjálvsagt, at roknað varð
við, at løgmaður brúkti
vanliga mannagongd og
kannaði málið gjøgnum
donsku myndugleikarnar,
sum umsita málið. Serliga
tá sami løgmaður á sama
fundi vísir á, at føroyskir
myndugleikar ongan av-
gerðarrætt hava á økinum.
Sum sagt metti eg tað til
fánýtis, at umsitingin gekk
og rann uppi hjá Ríkis-
umboðnum, men metti, at
løgmaður, sum væl er
kunnugur
við
vanligu
mannagongdina, tosaði við
sínar kollegar í Danmark.
Og lat meg sláa fast, at
hvørki fundarfrágreiðingin,
seinni notatið, ella gerða-
bókin, nevna við einum
orði, at Heðin Mortensen
hevur biðið løgmann fara
”uttanum” donsku stjórn-
ina.
Irrelevant kjak
Sum sagt kundi nevndin
sum heild ikki havt verið
samd um nakað sum helst,
tí hon var ikki fullmannað.
Hetta forðar kortini ikki
Jógvani Við Keldu, sum var
burturstaddur, at gera egnar
niðurstøður. Í Dimmu 17.
február byrjar hann grein
sína við orðunum, at tað er
“ilt hjá mær at gera niður-
støðu”, og nakrar reglur
longri niðri skrivar hann
”hinvegin havi eg gjørt
mær tankar um fundin!”
Sjúrður Skaale – sum
heldur ikki var við á fund-
inum - gartar eisini í bløðu-
num um málið, refererar til
báðar frágreiðingarnar frá
fundinum, hvaðani hann so
hevur fingið fundarfrá-
greiðing og áðurnevnda
innanhýsis arbeiðsskjal frá.
Og aðrir politikkarar og
Blaðmannafelagið eru við
til at halda gongd í málin-
um við at blanda hetta
saman við spurninginum
um pressuetikkin hjá SvF.
Eg fari ikki at blanda
meg uppí tað kjakið, tí
pressuetikkurin hjá SvF er
so bedøvandi irrelevantur
fyri spurningin um, hvat
veruliga fór fram í Uttan-
landsnevndini.
Hergeir lýgur
Eg skal bara vísa á, hvussu
ótrúliga snildisliga Hergeir
Nielsen klárar at brúka
onnur til inntøku fyri sítt
egna mistak, og hvussu
hann við bara einum orði
klárar at reingja niðurstøð-
una av fundinum í Uttan-
landsnevndini. Í Dimmu
skrivar hann, at hann í SvF
vísti á, at nevndin bað
løgmann venda sær til danir
og Nato, at løgmaður vísti á
tað sama, og at okkara
fundarskrivari og Sigmund
Isfeldt vístu á tað sama.
Hetta er púra rætt og tað
veit alt Føroya fólk.
Men so skrivar hann: ”Í
SvF tórskvøldið sigur Jó-
annes Eidesgaard, at tað
”yvirhøvur”
ikki
varð
nevnt, at løgmaður skuldi
venda sær til Nato”. Hetta
er ikki rætt, tí Jóannes av-
noktaði pástandin um, at
løgmaður skuldi fara bein-
leiðis til Nato!
Og 13. februar tekur
Hergeir eisini løgmann til
inntøku fyri sama pástand,
tá hann vísir á úttalilsið frá
løgmanni í SvF, har løg-
maður sigur: ”Altso, tað
var heilt greitt, at øll nevnd-
in meinti, at løgmaður
skuldi fara aktivt inn í hetta
málið, og, sum eg sigi tær,
bæði stjórnin og Nato
vórðu nevnd!”
Hetta er eisini púra rætt,
men undirbyggir ikki lygn-
ina hjá Hergeiri, tvørtur-
ímóti, tí løgmaður sigur
ongastaðni, at hann varð
biðin um at fara beinleiðis
til
Nato
ella
uttanum
donsku stjórnina til Nato!
Totalt forvirraður
Niðurstøðan er púra greið.
Eg reisti málið í Uttan-
landsnevndini
av
teirri
einfaldu orsøk, at eg ikki
metti tað nøktandi, at ein-
astu upplýsingar, nevndin
fekk, vóru úrslit av sam-
skifti millum umsitingina
og Ríkisumboðið. Tí mælti
eg løgmanni at fara víðari
við málinum hjá sínum
donsku kollegum. Og hes-
um tók Jóannes Eidesgaard
undir við.
Og ein skal bæði vera
illviljaður og steinbýttur at
halda, at ein sambandsmað-
ur fer at biða leiðaran fyri
fullveldissamgonguni upp-
undir komandi fólkaat-
kvøðuna at seta donsku
myndugleikarnar á økinum
til viks, fara uttanum teir og
beinleiðis til Nato.
Vit síggja eisini, at løg-
maður longu dagin eftir
fundin er so forvirraður av
úttalilsunum hjá Hergeiri
Nielsen, at hann sendir
Uttanlandsnevndini skriv,
har hann ”heitir á nevndina
at kunna løgmann skrivliga
um, hvørji ráð nevndin
hevur at geva løgmanni í
hesum máli!” So vit síggja,
at hóast Hergeir Nielsen
brúkar úttalilsi løgmans
sum inntøku fyri sínar
lygnir, so hevur løgmaður
onga avgjørda støðu, men
eftirlýsir ráðum frá nevnd-
ini.
Og míni ráð til løgmans
eru tey somu, sum á fund-
inum í Uttanlandsnevndini
8. február: Far sjálvur og
kanna hetta málið hjá tínum
kollegum í Danmark – far
endiliga eisini til Nato, men
ger tað gjøgnum teir stovn-
ar og ráðharrastovur, sum
sambært løgmanni sjálvum
umsita hetta mál.
Heðin Mortensen, næstformaður í Uttanlandsnevndini:
– Far endiliga til Nato, løgmaður!
Gamlamannadansur og 60-ára tónleikur í Sjónleikarhúsinum