Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. februar 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 24. februar 2001 29 gult cyan magenta svart 28 Nr. 39 - 24. februar 2001 gult cyan magenta svart Vit sóknast eftir einum sølufólki til Timburdeild okkara í Tórshavn at byrja sum skjótast ella sambært nærri avtalu. Vit vilja bjóða tær eitt starv í einum spennandi og skjóttvaksandi virk- isøki innan bygging. Starvið fevnir sum høvuðsøki um tilboðsarbeiði, har arbeitt verður við bæði størri og smærri projektum. Tú kemur eisini at vera ein partur av sølu og innkeypi sum heild. Tú skalt saman við starvsfelagum tínum verða við í tí støðugu men- ningini av handli okkara, har vit seta tænastu og góðsku í hásæti. Vit vænta at tú: – hevur hollan kunnleika til byggivinnuna (Útbúgving innan byggivinnuna hevur fyrimun) – hevur kunnleika til EDV á brúkarastøði – ert fyrikomandi og útatvendur – ert nærlagd/ur og røkin – vísir vilja at samstarva við onnur Hevur tú áhuga í handli innan byggivinnuna, og kanst liva upp til omanfyri nevndu eginleikar, kanst tú senda okkum eina umsókn saman við prógvum og ummælum. Umsóknin skal sendast til: P/f Havnar Timburhandil Heykavegur 4 Box 3038 FO-110 Tórshavn Att: Jógvan Jørgensen Freistin at søkja er 16. mars 2001 Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Jógvan Jørgensen ella Jan á Argjum á tlf. 31 12 50 P/f Havnar Timburhandil Sølufólk Til Timburdeildina Hjálparfólk til teldudeildina Søkt verður eftir hjálparfólki til teldudeildina á Fiski- rannsóknarstovuni. Arbeiðið er at stuðla teldunýtarunum (uml. 30) á stovninum við vanligu eginteldu forritunum (9X/2000) og at seta upp nýggjar og gamlar teldur. Seinni,sum evni og áhugi er til,verður arbeiðið meira avbjóðandi við forritan og kervisstýring. Umsøkjaranum nýtist ikki nakra formella útbúgving, men neyðugt er at duga mest nýttu forritini (Word, Excel, Access og powerpoint). Eisini er gott, um tann, ið settur verður, hevur eitt sindur av skili fyri, hvussu ein egintelda er sett saman. Løn sambært avtalu millum Føroya Landsstýri og av- varðandi yrkisfelag. Umsóknir skulu vera Fiskirannsóknarstovuni í hendi innan 1. mars 2000. Fyrispurningar kunnu setast Leon Smith ella Rúna N. Vilhelm á tlf. 315092. Fiskirannsóknarstovan Giktafelag Føroya Aðalfundur felagsins verður í MBF húsinum leyg- ardagin 10. mars 2001 kl. 16.00. Skrá samb. lógum felagsins. Á skránni verður eisini fyrilestur og framsýning hjá »Ungt Virki« av Ull teppum/undirlag til seng- ur. Sí lýsing í Lýsingartorginum seinni. Nevndin Nýtt sminkuskeið Spennandi og fjølbroytt sminkuskeið verður í Fuglafjarðar skúla leygardagin 3. mars. Skrá: 1. Teknikkur 2. Sjónleikarasminka 3. Klovna- og barnasminka Skeiðsleiðari: Elin Madsen Tilmelding og nærri kunning á tlf. 445115. Fuglafjarðar Kvøldskúli Tlf. 444087 Savnslærari til Føroya Fornminnissavn Starv sum savnslærari á Føroya Fornminnissavni er leyst at søkja.Starvið er fulla tíð í 2001 og treyt- að av játtan eisini seinni. Savnslærarin stendur fyri upplýsingarvirksemi savnsins og hevur pedagogisku ábyrgdina av og dagligu umsjónina við framsýningunum. Hann skal leggja til rættis og seta upp serframsýningar og stíla fyri savnsvitjanum, serstakliga hjá skúla- flokkum. Savnslærarin leggur til rættis undirvís- ingartilfar og annað upplýsingartilfar í sambandi við virksemi savnsins,m.a.á KT-økinum,og stend- ur fyri tíðindatænastuni. Áhugi fyri Føroya søgu, skapandi gávur, estetisk- ur ansur og pedagogiskt hegni eru fortreytir, somuleiðis góður kunnleiki til føroyskt mál.Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv ella BA- prógv í mentanarsøgu ella søgu ella aðra hósk- andi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur gott innlit ella áhuga í kunn- ingartøkni. Løn og setanartreytir sbrt. sáttmála millum av- varðandi fakfelag og Fíggjarmálastýrið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Andras Mortensen, savnvørð, tlf. 310700. Umsóknarfreistin er 28. februar 2001 kl. 9.00. Skrivligar umsóknir við ævilýsing (CV), avriti av próvskjølum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til Føroya Fornminnissavn P.O. boks 1155 110 Tórshavn www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Føroya Fornminnissavn Avloysari fyri savnvørð í fornfrøði Á Føroya Fornminnissavni er eitt starv sum av- loysari fyri savnvørðin í fornfrøði leyst at seta sum skjótast og fram til 31. juli 2001. Savnvørðurin skal umsita fornfrøðiliga arbeiði. Umsøkjarin skal vera útbúgvin fornfrøðingur við kunnleika til føroysk viðurskifti og føroyskt mál. Løn og setan eftir galdandi sáttmála millum Magistarafelagið og Fíggjarmálastýrið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kirstin Eliasen, vikarierandi landsantikvar á tlf. 310700. Umsóknir við CV og avriti av próvtøkuskjølum skulu vera savninum í hendi í seinasta lagi 26. februar 2001 og verða sendar til: Føroya Fornminnissavn Hoyvík Postboks 1155 110 Tórshavn NATEN 1-2-3 Við naten fáa tygum øll natúrlig samansett vitamin-mineral-enzym tygum tørva dagliga. Pollen Propolis Royal Gele. Ringið og vit senda. Naten søla Tlf. 318649 Pedagogur Søkt verður eftir: 1 pedagogi,30 tímar um vikuna,til eina stovu við 18 barnagarðsbørnum skjótast til ber, fram til 15. novembur 2001 vegna barnsburðafarloyvi. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur, sum er normeraður til 42 barnagarðsbørn, 12 vøggu- stovubørn, 7 pedagogar, 4 hjálparfólk og 4 stuðlar. Lønarfl. 11/13 sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera stovninum í hendi í sein- asta lagi 12. mars 2001. Kongshavnar Barnagarð og Vøggustovu Heiðavegur Postboks 119 Fo-600 Saltangará Dupulthús við Villingardalsvegin til leigu Húsini eru í góðum standi, í tveimum hæddum og við sera góðum útsýni. Hvør hæddin er uml. 63 m2. 1 hædd: Forstova, bryggers, tvey kømur og eitt stórt baðiverilsi. 2. hædd: Arbeiðsligur køkur/stova & stórt hjúnarúm. Fittligur havi er um húsini. Prísuppskot: 5.500- 6.000,- pr. mðr. + ljós og hita. Leigusáttmáli fyri eitt ella tvey ár. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. 21.02. Eykaaðalfundur Eykaaðalfundur í P/F Smyril Line verður hildin á Hotel Føroyum tann 10. mars 2001 kl. 14.00 við hesi dagsskrá: 1. Val av orðstýrara 2. Gjøgnumgongd av grannskoðaðum rokn- skapi fyri ár 2000 3. Broyting av viðtøkunum, herundir: javnstilling av verandi partapeningi við kurs 300 heimild til nevndina at tekna upp til kr. 300.000.000,- í nýggjum partapeningi avmarking hjá einstøkum eigara at eiga meira enn 40% av partapeninginum 4. Val av nevnd Talan er um framhald av eykaaðalfundi tann 9. febr. 2001, har omanfyrinevndu samtyktir skulu endaliga staðfestast samb. §10 í viðtøkum felag- sins. Atkvøðuseðlar til fundin skulu avheintast á skriv- stovu felagsins í Jónas Broncksgøtu 37 í døgun- um 5. og 6. mars 2001. Atkvøðuseðlar verða bert útflýggjaðir móti fyri- vísan av partabrøvum. P/F SMYRIL LINE Postboks 370 110 Tórshavn Leiðari til oljudeild Við tí vaksandi virksemi, sum hevur tikið seg upp í sambandi við leiting eftir olju undir Føroyum, tørvar okkum eitt fólk til at taka sær av samskift- inum við oljuvinnuna. Arbeiðið verður í stóran mun at selja til oljuvinn- una og at røkja sambandið við hana og hava ábyrgdina av at vøran, sum vit lata av hondum, lýkur tey krøv, ið sett verða. Til starvið tørvar okkum ein persón, ið hevur góðar royndir frá praktiskum arbeiði, t.d. sum yvirmaður í sjóvinnuni – møguliga við supply- skipi – men aðrar hóskandi royndir kunnu eisini brúkast. Tann rætti persónurin hevur góðan málsligan førleika, serstakliga í enskum, er hugaður at selja, dámar væl at hava við fólk at gera og at arbeiða í einum umhvørvi, har nógv er at gera. Starvið skal setast skjótast til ber, men bíðast kann eftir rætta persóninum. Løn sambært avtalu. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í sein- asta lagi 7. mars 2001. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til John Poulsen, stjóra. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. P/F Vónin, FO-530 Fuglafjørður Tlf. 444246 · fax 444579 e-mail: info@vonin.com Árliga »Giljanestiltakið« sunnudagin 25. februar. Tað árliga Lions tiltakið verður sum vant aftur í ár. Mattombola,loppumarknaður,fiskibrunnur,tombola, 21-spæl, skjóting, tunnusláing, bóltspark o.a. Eydnuhjól við nógvum góðum vinningum, eisini heimagjørdir lutir. Eivør Pállsdóttir syngur og »Upp og Tá« sýnir fram dansir. Møguleiki er at keypa fr. hogdogs og pizza. Lutaseðlarnir verða drignir kl. 23.00. Tiltakið byrjar kl. 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Lions Club Vágar Frá Fótbólts- dómarafelag Føroya Aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 2. mars kl. 22.15. Nevndin