leygardagur 24. februar 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 24. februar 2001
27
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Telduspøl
SJÓNARMIÐ
Elinborg Joensen
Eitt av telduspølunum, sum er nógv frammi nú, er Tomb Raider.
Høvuðsleiklutin hevur tann kvinnuliga actionhetjan Lara Croft.
Júst hetta, at ein kvinna hevur høvuðsleiklutin í einum telduspæli,
fangar hugflogið. Er tað tí, at málbólkurin er dreingir? Helst. Tað
eru nevniliga serliga dreingir millum 12 og 20 ár, sum eru áhug-
aðir í spælinum.
Tað eru eini 4-5 útgávur av Tomb Raider. Sum flest onnur
telduspøl, er spælið trídimenisionelt. Tað gongur fyri seg á
ymiskum veruligum støðum, t.d. byrjar 2´arin við, at Lara Croft
er á tí kinesiska múrinum. Haðani kemur hon til Venesia, har hon
møtir mótstøðu, ið vil steðga hennara missión. Spælið er býtt upp í fleiri partar, har
hon fer gjøgnum ymiskar royndir. Í 3´arinum eru 5 partar, har tað byrjar í India og
endar á Suðurpólinum. Raðfylgjuna gert tú sjálvur av.
Eisini eru fleiri mátar at klára hvønn part, onkur lættur og annar verri. Men meira
spenningur kemur í, um tú velur tann verra vegin. Grafikkurin í 3´arinum er betri enn í
2´arinum, við tað, at tú t.d. sært roykin úr revolvaranum tá tú skjýtur. Ljóðeffektirnar
gera eisini sítt til, at spælið verður meira spennandi.
Eisini er ein filmur um Tomb Raider á veg. Høvuðsleiklutin sum Lara Croft hevur
Angelina Jolie. So tað er kanska okkurt at gleða seg til, hjá teimum mongu fjeppar-
unum! Jú, vit mugu sanna, at telduspøl rættiliga hava gjørt vart við seg hjá tí unga
ættarliðnum. Men tað eru ikki bert tey 10 ára gomlu, sum spæla telduspøl aftaná
skúlatíð. Eisini teimum 25 ára gomlu, og kanska eldri, dámar væl at seta seg eina løtu
framman fyri skíggjan.
Vit kunnu kanska undrast á, at vaksin fólk tíma at spæla sovorðið. Tey eru jú ikki
vaksin upp í eini telduverð, sum børnini í dag. Tey spældu Ludo, talv, kort o.a. Men
júst hetta kann vera orsøkin. Tey vilja royna tað, sum tey ikki høvdu møguleikan til, tá
tey vóru yngri.
So kann ein spyrja, hvussu sosialt tað er at sita framman fyri skíggjan, ístaðin fyri at
spæla kort. Tá eru tað jú fleiri, sum spæla saman, meðan telduspølini eru meira asosial.
Men tað er ikki neyðugt at sita einsamallur og spæla teldu. Sjálvt um tú fysiskt ert
einsamallur, er alnótin eitt hent amboð — eisini hesum viðvíkjandi. Tú kanst sum einki
spæla ímóti einum polakki, amerikumanni ella einum innføddum indiánara. Um tú bert
hevur eina teldu, kanst tú vera næstan allastaðni ísenn.
Men hvat siga foreldrini? Vilja tey hava børnini at
spæla teldu, ella krógva og blunda? Geva foreldrini barni
sínum eitt telduspæl, tí tað ikki sleppur í frítíðarskúla, og tískil einki
hevur at gera eftir skúlatíð? Vóru familjurnar betur samansjóðaðar áðrenn telduna?
Hvussu er og ikki, so trúgvi eg, at teldan er komin fyri at vera. So er tað
bertuppgávan hjá foreldrunum at avgera, hvussu nógva tíð barn teirra nýtir til teldur og
telduspøl.
12
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
Vit hava sæð mótmælis-
gongurnar í Seattle, Prag og
Nice hesi seinastu árini.
Ongantíð í søguni hava vit sæð
so stórar mannamúgvur savnast
fyri at vísa sína misnøgd við tey
sum stýra. Bankar, politikkarar
og pengasnillingar fáa toyggið
fyri at byggja eitt samfelag, sum
umfatar øll. Hesar
mótmælisgongur hava ikki verið
skipaðar av ávísum politiskum
bólkum. Hetta hevur verið ein
tvørpolitiskur hópur sum hevur
víst sína misnøgd. Fólk krevja
eina nýggja kós - burtur frá
privatisering og yvirskotshugsan.
Tað eru onnur krøv enn bert
fíggjarligt yvirskot, sum skal
avgera, um omma skal sleppa á
ellisheim ella ikki.
Tann rørslan, sum veksur
skjótast í heiminum í dag, er
Attac, sum er best kend frá Prag-
, Nice- og Seattle-fundunum.
Attac hevur sín uppruna í
Frankaríki. Tað serliga við hesi
rørslu er, at hon ikki er politiskt
tengd at ávísum flokkum, ella
hugsunarháttum. Attac hevur
savnað túsundtals fólk til fundir í
Svøríki seinastu vikurnar. Fólk
streyma til fundirnar, og
fyrireikararnir kunnu fortelja, at
fundarhallirnar eru á tremur. Tá
fyrireikararnir rokna við í mesta
lagi 50 áhoyrarum, so koma
minst tvey hundrað. Úr Danmark
hoyra vit um somu uppmøting.
Attac fær sínar donsku og
norsku greinar í komandi viku.
Men óheft av Attac so hava
tvær vinkonur úr Vadsø í
Norður-Noregi sett ein
álvarsligan støkk í norskar
politikarar. Uttan at hava Attac-
hugsjónina í huganum, hava tær
sett í gongd eina rørslu, sum er
átøk Attac.
Tær báðar vinkonurnar í tríati
árunum hittust til ein kaffimunn
fyrst í desember 2000. Prátið
kom inn á hvussu landið og
samfelagið verður stýrt. Og tá
tær taldu almenn arbeiðspláss og
tilboð, sum vóru horvin úr
býnum, hesi seinastu árini, blivu
tær í øðini. Almennir stovnar
flyta úr bygd til bý, og pengafólk
og fyritøkur seta ikki pengar í
bygdir, sum tað almenna flýggjar
frá.
Í dag knappar tríggjar
mánaðir seinni eru tær
oddakvinnur fyri Folkeopprøret i
Finnmark. Til ein fyrireikandi
fund møttu næstan 400 fólk.
Mánadagin kemur Jens
Stoltenberg til Vadsø, og tá
verður lokala høllin á tremur við
fólkið, sum vilja hava hann at
broyta kós.
- Vit vilja hava rætt til at
búgva her, og vit krevja, at
samfelagið bjóðar okkum somu
vælferðartilboð sum fólk í Oslo
og stórbýunum fáa. Vit skulu
noyða javnaðarflokkin burturfrá
fjeppingini uppí stórkapitalinum,
søgdu tær, tá eg hitti tær um
vikuskifti. Tær ákæra Jens
Stoltenberg, Tony Blair, Poul
Nyrup Rasmussen og aðrar
stjórnarleiðarar fyri ikki at hugsa
um tann vanliga borgaran. Alt
handlar um pengar og yvirskot -
eitt trygt vælferðartilboð til
fólkið hava hesir jassar gloymt
hvat er, meina tær.
Teir flestu politisku flokkarnir
hava verið á fríggjaraferð. Teir
vilja vita um ikki hesar
uppreistrarsinnaðu kvinnurnar
vilja gerast ein partur av
flokkunum, og so vilja
flokkarnir gjarna vita, hvat tað
er, sum lokkar fólk til hesa
rørslu.
- Eg fái dagliga telefonboð frá
leiðandi politikarumn. Teir ringja
tíðliga og seint, spyrja hvussu
gongur, hvat eg gerið og so
framvegis. Leiðandi politikkarar
innan javnaðarflokkin ringja í
dag til mín, sum um vit vóru
gamlar vinkonur - hóast tær ikki
vistu hvør eg var fyri fáum
vikum síðani, sigur annar av
stigtakarunum, Torill Olsen.
Tær hava serliga vent
kanónunum móti
javnaðarflokkinum tí hesin hevur
sitið leingi - og situr enn - við
maktina í Noregi. Tær ákæra
politikkararnar fyri at hava
gloymt tann vanliga borgaran í
jakstranini eftir at fáa yvirskot í
landskassan. Tær eru í øðini tí
almennir stovnar lata aftur í
útjaðaranum og flyta
arbeiðsplássini til stórbýirnar,
sum frammundan hava ov lítið
av arbeiðsførum fólki.
Norska
stjórnin arbeiðir við at finna
loysnir uppá brúk av
risainntøkunum frá oljuvinnuni,
sum dagliga fossa inn á kontoina
hjá Norges Bank. Fyri at fáa góð
hugskot, so hevur
fíggjarmálaráðharrin, Karl Eirik
Schjøtt-Pedersen, sum sjálvur er
úr Finnmark, bjóða góðum fólki
til døgverða. Vinnulívstoppar og
millióningar hava verið inni á
gólvinum og givið Schjøtt-
Pedersen ráð. Hetta fall
kvinnunum í Vadsø tungt fyri
brósti. Ikki at hann bjóðar hesum
at koma við ráðum, men at hann
fullkomiliga hevur latid vera við
at spyrja verkafólk, hvat tey
halda.
Folkeopprøret i Finnmark
lovar, at várið í Noregi kemur at
handla um, hvat politikkararnir
gera fyri bygdirnar, og tær vilja
samla tíggjutúsundtals norðmenn
frammanfyri Stórtinginum beint
áðrenn valið í september - um
ikki nakað munagott verður gjørt
fyri bygdirnar og teir vanligu
borgararnar.
Mammur gera uppreistur
TELDUBRÆVIÐ
Jógvan Hugo Gardar, Oslo, e-post:gardar@oslo.online.no
Dagur 21.02.01
til: birgir@sosialurin.fo
Evni: Teldupostur
Lara Croft,
skotklár
í Tomb Raider
Almanna- og Heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Landssjúkrahúsið
Húsavørðurin
FO-100 Tórshavn
Til Húsavørðin verður søkt eftir einum tímalønt-
um búnum arbeiðsfólki at byrja 1. apríl 2001 ella
eftir avtalu.
Starvsinnihald
Starvið umfatar fyrifallandi inni- og útiarbeiði til
tíðir tungt arbeiði. Viðkomandi skal hava tað
stóra koyrikortið.
Starvstreytir
Løn sambært sáttmálan við avvarandi fakfelag.
Upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Gorm Justinussen, leiðara, tlf. 313540, lokal 278.
Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsingum um arbeiðs-
royndir og møgulig viðmæli skal sendast til
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 12. mars 2001 kl. 12.00
Aðalfundur
Diabetesfelag Føroya hevur aðalfund á Hotel
Hafnia sunnudagin 11. mars kl. 15.00.
Skrá sambært $ 5 í viðtøkum felagsins.
Byrjað verður við at Rúna Nolsøe,granskari,hevur
fyrilestur um gengransking.
Diabetesfelag Føroya
Aðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Føroya Blaðmannafelag
verður hildin í Pæsastovu leygardagin 10. mars
klokkan 18.00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
Frá Klaksvíkar
Róðrarfelag
Aðalfundur verður í hølum felagsins leygardagin
03. mars kl. 15.00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
Sosialurin - 311820
Sosialurin - 311820
Stóra
bringu
-ella lítla?
Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610
Visti tú at 80% av øllum
kvinnum ganga í skeivari
BH-stødd?
Vælkomin inn á gólvið
hjá okkum og vit hjálpa
og vegleiða tær at finna
júst tína stødd.
Ring til okkum og
avtala tíð.
Vit hava BH í støddum
úr 65 til 110 cm. í ummáli,
og frá AA til H skál.
Vit hava eisini korsilett
í stórum støddum
-har
tað hendir