leygardagur 24. februar 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
10
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
ESPERANTO
Jeffrei Henriksen
Tað er gamalt, at esperanto
er tað mál, ið neyvast kann
verða týtt til úr øðrum
máli, og somuleiðis tað
mál, ið neyvast kann verða
týtt úr í annað mál. Somu-
leiðis hevur esperanto víst
seg at vera tað tungumál,
ið teldan skilur best. Tað er
eisini tann einfaldi, men
greiði bygnaðurin í espe-
ranto, ið er orsøkin til, at
besta boð til millummál í
týðingarmaskinum, teldu-
týðingum, er esperanto. Tí
er grundsjónarmiðið, at
esperanto verður nýtt sum
millumtýðingarmál, so
sum greitt er frá um um-
setingarmaskinur í Mál-
tingi 4/1992, framvegis
tað, ið mest verður litið á
til teldutýðing.
Leingi hevur soleiðis
verið arbeitt við at gera
eina týðingarmaskinu, sum
kann týða heilar setningar
úr einum máli í annað.
Hetta er torført, men kort-
ini »bert« ein spurningur
um tíð. Men sum mill-
ummál í telduorðabókum
er esperanto upplagt. Á
internetinum finst eisini
longu ið hvussu er ein tí-
líkur orðabókagrunnur, har
ið týtt verður millum ym-
isk mál. Tað er ikki so, at
áðrenn týtt kundi verða úr
t.d. íslendskum til týskt
ella øvut, varð týtt orð fyri
orð millum hesi bæði mál-
ini. Týðingin var úr ís-
lendskum til esperanto og
síðan úr esperanto til týskt.
Esperanto er millummál
millum hini bæði. Tann
dag ið onkur málfrøðingur
hevur gjørt eina fullfíggj-
aða orðabók í føroyskum-
esperanto, fara vit sostatt
við henni at hava beinleið-
is møguleika til telduorða-
bók millum føroyskt og al-
mong onnur mál.
Fleirmála orðabókafor-
ritið Ergane, hjá ferða-
mannaupplýsingini Trav-
lang er eitt tílíkt forrit á
internetinum við esperanto
sum millummáli til at týða
orð og stuttar orðingar úr
einum máli í annað. Orða-
tilfeingið verður støðugt
økt. Í 1999 kundi forritið
týða orð úr meir enn 57
tungumálum.
Skoytt kann vera uppí,
at Gerard van Wilgen, sum
stjórnar Ergane, hevur
fingið Esperanto-føroyska
orðalistan, sum komin er
út í bók (Esperantobókin
II) teldutøkan og hevur
lagt hann afturat, so at har
verður møguligt at týða ei-
sini millum føroyskt og
onnur mál.
Tú finnur hesar her
umrøddu telduorðabøk-
urnar á http://www.trav-
lang.com/ – Haðani kanst
tú fara til tær stóru orða-
bøkurnar við at trýsta á
travlang’s Translating
Dictionaries – ella tú velur
ferðamannaorðalistarnar á
øllum hinum málunum á
travlang’s Foreign Langu-
ages for Travelers
Hvussu tú kanst nýta Er-
gane til at taka niður og
gera tína egnu orðabók á
teimum málum, ið júst tú
hevur áhuga fyri, er greitt
frá á enskum á
http://www.travlang.com/er
gane/frames-en.html ella
http://www.travlang.com/E
rgane/intro-en.htm
Teldutýðing
Jeffrei Henriksen: Esperanto
er tað mál, ið neyvast kann
verða týtt til úr øðrum máli,
og somuleiðis tað mál, ið
neyvast kann verða týtt úr í
annað mál
Mynd Jens Kristian Vang
MÁLSTREV. Søgan um teldutýðing hevur hálva øld á baki. Bjartskygnið, sum var í fyrstuni, at fáa telduna at týða úr einum
tungumáli í annað, fánaði skjótt. Men hesi seinastu árini er tørvurin á maskintýðing aftur farin at troka á. Tílíkar týðingarmaskinur eru
longu í nýtslu; men tær eru enn sera ófullkomnar og krevja málsliga eftirviðgerð.
Á 7. ráðstevnuni um teldutýðing, sum var í Singapor í september 1999, luttóku 250 vísindafólk og sakkøn úr øllum ættum.
Næsta ráðstevnan verður í Santiago de Compostela í Spania 2001.
GRAMMYVIRÐISLØN
Niclas Johannesen
Eftir 20 ára tøgn standa
teir brádliga aftur har.
Tveir menn um tey fimti,
eitt sindur kiksaðir, men
kortini tignaðarligir. Á
amerikansku
sjónvarpsrásini Much
Music spæla teir sangin
“Cousin Dupree” av
nýggju útgávuni Two
Against Nature. Tann
fyrsta síðani meistarverkið
“Goucho”, ið kom út fyri
20 árum síðani.
Hetta er á vári ár 2000.
Merkisverda tónlistarliga
parið Donald Fagen og
Walter Becker eru aftur á
vøllinum við teirra bólki
Steely Dan. Og móttøkan
hevur verið góð. Serir sum
altíð hava teir gjørt av, at
tíðin er búgvin at fara á
tónleikarundferð – ein
ferð, sum eisini gekk til
Danmarkar, har Steely Dan
spældu í útseldaðari Valby
høll 28. august.
Jazz–uppruni
Søgan um Steely Dan er
fyrst og fremst søgan um
teir báðar Donald Fagen og
Walter Becker, ið hittust á
ungum árum í New York.
Teir gingu á Bard College,
dámdu væl jazztónleik.
Teir lósu bókmentir, á
Bard háskúlanum. Og so
skrivaðu teir eisini tónleik
saman. Teirra innlit í
bókmentir legði eisini
lunnar undir navnið Steely
Dan. Teir høvdu báðir lisið
umstríddu bókina “The
Naked Lunch” frá 1959
eftir William Burroughs.
Ein dildo (í roynd og veru
tríggjar) verður í hesi
bókini kallað Steely Dan,
og soleiðis var
orkesturnavnið funnið.
New York
Tað byrjar 10. Januar í
1948. Tá var Donald Fagen
borin í heim á New Jersey
á amerikansku
eysturstrondini. Hann vaks
upp við Chuck Berry og
øðrum rock’n’roll tónleiki.
Seinni kveiktist áhugin fyri
jazzi. 12 ára gamal fekk
Donald Fagen eitt klaver
frá foreldrunum og so var
botnurin lagdur. Serliga
var tað jazztónleikurin, ið
tendraði Fagen. So oftani
hann kundi fór hann í
bussinum til Manhatten at
lurta eftir monnum so sum
Sonny Rollins, Thelonious
Monk, Miles Davies og
Charlie Mingus. Heima
við klaverið royndi tann
ungi Fagen at endurspæla
tað, hann hoyrdi á mongu
jazzplátunum. Soleiðis
útbygdi hann tíðliga eitt
dygt forstáilsi fyri tí
harmoniska – nakað sum
seinni hoyrdist aftur í
Steely Dan løgum. Hetta
bleiv í roynd og veru eitt
av vørumerkjunum hjá
Steely Dan – undir luftigu
og stundum melodiskt
einføldu melodifrasunum
lá ofta eitt sera væl útbygt
harmoniskt fundament.
Walter Becker er tvey ár
yngri enn Donald Fagen.
Føddur í 1950 í New York.
Upprunaliga ætlaði Becker
sær at vera saxofonspælari,
men hansara granni og
vinmaður spældi guitar, og
soleiðis lærdi Becker tær
fyrstu akkordirnar. Men
hann ilskaðist inn á
guitarin, og fór eitt skifti at
spæla bass. “ Mær dámdi
væl tankan um bara fýra
streingir heldur enn seks.
Hetta var eitt sindur
einfaldari”, skal Becker
hava sagt (á síðstu Steely
Dan fløgun Two Against
Nature spælir Becker bæði
guitar og bass á flestu
løgunum). 17 árá gamal
fór Becker á Bard College.
Hann treivst slettis ikki.
“Men eg hitti eina rúgvu
av áhugaverdum fólki”
hevur Becker sagt.
Teirra millum var
Donald Fagen.
Nei oman á nei
Donald Fagen og Walter
Brecker byrjaðu at skriva
løg saman. Báðir høvdu
eitt slag av turrum humori
til felags. Løgini teir
skrivaðu, vóru slettis ikki í
samljóð við meginpartin
av poppløgunum um hetta
Steely Dan
– treytaleysir serskøltar
GRAMMY. Hósdagin vann Steely Dan Grammy-virðislønin sum ársins besta útgáva, í fjør, í kapping við »The Marshall
Mathers« Eminem, »Kid A« Radiohead, »Midnite vultures« Beck og »You’re the One« Paul Simon. Virðislønta útgávan »Two
against nature« er hin fyrsta hjá Steely Dan í tjúgu ár
Teir báðir Walter Becker og Donald Fagen í
Steely Dan eru aftur frammi eftir tjúgu ára
steðg. Teir eru vælumtóktir víða hvar, ja
nærum ein kult-bólkur. Í eitt nú Danmark
er in bólkur av tónleikalesandi, sum kallar
set »Stilig Dan« og bert spæla teirra tónleik
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
11
mundið. Tvørturímóti
byggja fleiri av sangunum
á løgnar konstruktiónir og
uppaftur løgnari tekstir.
Hóast henda heldur
abstrakta dámin so høvdu
teir báðir samstundis eitt
serstakliga gott tak á
melodiskum krási, sum
seinni fekk teirra løg at
røkka heilt út í topp 40
útvarpsstøðirnar í USA.
Áðrenn teir komu so
langt, skuldu teir í
gjøgnum eina rúgvu av
royndum. Teir bankaðu á
dyr í áravís, áðrenn nakar
vísti teimum áhuga. Fólk í
tónleikaídnaðinum lurtaðu,
men dugdu ikki at ímynda
sær, hvat slíkur tónleikur
kundi brúkast til í
handilsligum høpi. Áftan á
eina endaleysa røð av
nyttuleysum vitjanum inni
hjá fólki, sum onki vildu
hava við hesar báðar at
gera, kom spakuliga vend
í.
Maðurin, sum gav teimum
eina lítla vón um, at tað
teir gjørdu ikki var púra
vónleyst var Eddi Chorane,
leiðari á publishing
felagnum Jata. Hann tók
ímóti teimum og lat teir
spæla nøkur løg fyri sær
live ein dagin á
skrivstovuni. Teirra millum
var lagið “Charlie Freak”,
sum Chorane helt hava
nakað serligt yvir sær.
Hann spurdi teir, hvat
teir ætlaðu. “Vit ætla at
gera eitt orkestur” var
svarið.
Teirra stóra hepni gjørdist
tó, tá vinmaðurin frá New
York Gary Kannon fekk
arbeiði hjá plátufelagnum
ABC í Los Angeles.
Kannon var skjótur at siga
teimum ráðandi á ABC frá,
um hesar báðar
framúrskarandi
sangskrivararnar. Stutt eftir
vóru Donald Fagen og
Walter Becker settir í starv
á ABC at skriva løg fyri
aðrar artistar. Teir fluttu til
Los Angeles. Her byrjaði
veruliga at lukta av
nøkrum. Eftir fátæksligu
árini í New York fingu tær
báðir nú fasta løn.
Teirra kompositiónir vóru
tó oftani sera torførar hjá
øðrum sangarum og
bólkum at brúka. Sjálvur
segði Fagen um hesa
tíðina: “Gingið verður
útfrá, at ein býlagdur
sangskrivari situr og lurtar
eftir útvarpinum og roynir
at fylgja einum ráki. Í
roynd og veru er tað, tí
hoyrir út útvarpinum meira
ella minni pínligt. Vit
kláraðu okkum ikki so
væl, tí vit eru eitt sindur
løgnir. Tá tú skrivar fyri
onnur, er tað torført hjá
teimum at gera nakað, um
tað ikki er totalt banalt.”
Meðan teir livdu av at
skriva banal løg, sum
ongin vildi brúka kortini,
høvdu Fagen og Becker
eina aðra ætlan. At fáa ein
bólk upp at standa. Teir
vistu longu, hvørjir hinir í
bólkinum skuldu vera. Teir
høvdu eisini funnið út av,
at skuldu teira fáa vind í
seglini, so máttu teir søkja
eitt sindur inn móti
tónlistarliga miðvøllinum,
skriva løg, sum vóru minni
torskild og eitt sindur
minni uppblást. Teir vistu,
at lyklaorðið í top 40 høpi
var at hava eitt sterkt
‘hook’ og niðurlag. Høvdu
teir tað, so kundu teir
syngja um hvat tað skuldi
vera. Loksins fingu teir
eisini plátufelagið ABC,
sum teir arbeiddu fyri
longu framman undan, at
geva teimum ein veruligan
plátusáttmála.
Hol á
Donald Fagen og Walter
Becker vistu eisini, at
plátusáttmálin teir høvdu,
reyk í vaskið, um teir ikki
komu við einum lagi, ið
fekk útvarpsstøðirnar at
spæla Steely Dan. Í 1973
kom so fyrsta plátan út.
“Can’t Buy A Thrill”.
Klassikarin á hesi plátuni
gjørdist lagið “Do It
Again”. Hvørki
plátufelagið ella Donald
Fagen og Walter Becker
roknaðu við, at hetta lagið
hevði nakran kjans á
útvarpsstøðunum. Men teir
fóru skeivir. Lagið rakk
einum 6. plássi. Aftan á at
hava roynt uttan íhald í
fýra ár, var nú hol komið
á.
Gleðin var tó ikki
treytaleys. Skjótt kendist
trýstið av at endurtaka
bragdið sum ein tung
byrða á herðunum á
teimum báðum
sangskrivarunum. Tað
gjørdist upp aftur verri av,
at vanliga fatanin í 1973
var, at skuldi tú hava
nakran livandi kjans í
tónleikavinnuni, so mátti
tú út at spæla fyri fjøldini.
At byrja við var Steely
Dan eisini ein veruligur
bólkur soleiðis at skilja, at
Fagen og Becker fingu Jim
Hodder, David Palmer, Jeff
Baxter og Denny Dias
aftrat sær og teir ferðaust
fyri tað mesta innanlendis í
USA og spældu.
Men skjótt gjørdist vátt í
reiðrinum. Fagen og
Becker hataðu lívið “on
the road”. Teir orkaðu ikki
tankan um endaleysar
ferðaætlanir, um aftur eina
konsert í aftur einum býi.
Illviljin móti at spæla fyri
fólki fekk hinar limirnar so
líðandi at fara úr
bólkinum.
Bólkurin mundið eisini
spilt spælið við næstu
útgávuni “Countdown To
Ecstacy”. Hóast góð
ummæli, so vildu
útvarpsstøðirnar ikki spæla
nakað lag av hesi plátu.
Men plátufelagið ABC
hevði kortini framvegis álit
á bólkinum og gav teimum
ein kjans aftrat.
Studiotónleikarar
Tað var við triðju útgávuni
“Pretzel Logic”, at stór
broyting hendi. Produsarin
hjá Steely Dan – Gary
Katz – gjørdi av, at nú
skuldi sokallaðir
session–tónleikarar – teir
allar bestu – brúkast í
upptøkuhølunum. Donald
Fagen og Walter Becker
elskaðu tankan. Tí nú
kundu teir fáa teirra løg at
ljóða júst sum teir ætlaðu.
Her var bara at ringja eftir
tí tónleikaranum, sum teir
hildu riggaði best til ávísu
løgini. Hetta merkti
samstundis, at hinir
limirnir í Steely Dan
gjørdust mest sum púrasta
arbeiðsleysir.
Millum bestu
studio–tónleikararnar í Los
Angeles byrjaði nú eisini
prátið at ganga. At fáa
uppringing at vera við á
einum Steely Dan lagi var
absolutt toppurin av
kransakøkuni hjá
framúrskarandi
tónleikarum so sum hjá
Chuck Rainy, Jeff Porcaro,
Steve Gadd, Bernard
Purdie, Larry Carlton,
Steve Kahn, Jay Graydon,
Michael Omartian, Dean
Parks osfr. Mongu,
kompleksu, akkordskiftini
og krevjandi rytmusporini
vóru serlig avbjóðing fyri
ein hvønn tónleikara.
Haraftrat gjørdist tað eisini
skjótt greitt, at fyri tað um
tú spældi okkurt inn fyri
Steely Dan, so var slettis
ikki vist, at tínir tónar vóru
teir, sum komu við á
plátuna.
Søgurnar um hesar
báðar løgnu sniglarnar, ið
sótu uttan at siga stórvegis
í studiounum og ynsktu at
gera upptøku oman á
upptøku – inntil teir vóru
nøgdir – gingu sum heitt
breyð í
tónleikaraumhvørvinum.
Teir tríggir Becker, Fagen
og Katz søktu altíð eftir tí
perfekta og tað hendi seg
meira enn so, at teir valdu
at goyma løg burtur, sum
tónleikararnir hinvegin
hildu riggaðu framúr.
Soleiðis kundi tað henda,
at nakrir av heimsins
fremstu tónleikarum fóru
meira ella minni óttafullir í
studio, har Fagen, Becker
og Katz sótu og bíðaðu.
Ein av teimum fáu
tónleikarunum, ið tordi at
muta ímóti var
trummuspælarin Bernard
Purdie. Purdie var kendur
fyri at vera stórur í
munninum, men hetta bilti
ikki, tí hann kundi sum
fáur levera vøruna.
Soleiðis er kanska stórsti
klassikarin hjá Steely Dan
“Babylon Sisters” eitt
first–take, har geniala
trummuspælið hjá Purdie
leggur lunnar undir eina
absolutt 1. floks vøru
Tað var annars serstakliga
sjáldan, at upptøkur gingu
so væl. Mest (positivt)
skakandi løtan nakrantíð
hjá teimum báðum Becker
og Fagen var, tá teir á
fyrsta sinni fingu Steve
Gadd at spæla trummur.
Talan var um sangin “Aja”.
Talan er um eitt serstakliga
krevjandi lag við
trummusolo mitt í lagnum.
Um hetta hevur produsarin
Gary Katz sagt: “…Teir
flestu tónleikararnir eru
vanir við at spæla inn
einaferð ella tvær ferðir, so
er tað gjørt. Tað hendir
aldrin hjá okkum. Einastu
ferðina tað hendi var á
“Aja”. Steve Gadd knallaði
tað á band, solo og tað
heila, fyrstu royndina.
Tann sangurin tók bert
hálvan annan tíma at gera.
Vit vóru fullkomiliga
ovfarnir.”
Við hesi nýggju kósini
gjørdist “gamla” Steely
Dan skjótt søga.
“Bólkurin” var nú
treytaleyst Donald Fagen
og Walter Becker – og í
ein stóran mun eisini
produsarin Gary Katz.
Pretzel Logic seldi væl –
ikki minst orsakað av
hit–lagnum “Rikki Don’t
Lose That Number”.
Í 1975 gav Steely Dan
út plátuna Katy Lied, sum
eisini kom á topp 20 í
Bretlandi. Hóast sera góðu
móttøkuna, so høvdu
Steely Dan stórar
trupulleikar við
teknikkum. Teir royndu at
brúka eitt nýtt DBX
system, sum kortini slettis
ikki riggaði tá avtornaði.
Donald Fagen var so
vónsvikin, at hann noktaði
at práta um henda
brølaran. Hóast teir fingu
rættað heilt fitt upp á
ljóðið, so gjørdist góðskan
ongantíð so góð, sum teir
høvdu ætlað. So í teirra
hugi var talan um
sorgarleik, tá Katie Lied
kom út.
Á fimtu plátuni The
Royal Scam, sum kom út í
mai mánaði í 1976 brúktu
Steely Dan
studiotónleikarar sum
ongantíð áður. Til hvørt
lagið brúktu teir oftani
millum seks og sjey
trummu– og bassspælarar.
Siðani valdu teir tað besta
út. The Royal Scam seldi
væl bæði í Amerika og
Evropa, sjálvt um einki lag
fekk stórvegis spæling á
útvarpsstøðunum.
Trupul meistarverk
Tær báðar útgávurnar, sum
síðani komu út, skuldu
vísa seg at gerast
meistarverk.
Fyrst var tað “Aja”, sum
kom út í september 1977.
Ein sonn perla úr enda í
annan, og hon gjørdist
eisini ein stórseljari – ikki
minst takkað verið hit-
lagnum “Peg”. Heilir seks
trummuspælarar blivu
brúktir á teimum einans
sjey løgunum á hesi
útgávuni. Bernard Purdie,
ið eisini spældi flestu
løgini á The Royal Scam,
spældi trummur á tveimum
løgum á Aja. Ellivu
tónleikarar, sum aldrin
águr høvdu spælt á eini
Steely Dan útgáva, vóru
eisini at hoyra á Aja. Teirra
millum taldust Steve Gadd,
Wayne Shorter, Lee
Ritenour, Steve Kahn og
Jim Keltner. Ummælini
vóru framúr góð og tann
stóra fjøldin tók nú eisini
Steely Dan til sín.
Tey, sum trúðu, at nú var
toppurin náddur fingu tó
ikki rætt. Steely Dan
høvdu meira í sær enn.
Men á persónliga
frontinum hevði serliga
Walter Becker trupulleikar.
Í januar 1980 doyði Karen
Shirley, kvinnan Becker
livdi saman við, av
narkorúsi. Becker var
knústur og tað gjørdist ikki
betri av, at móðir Karen
eitt ár seinni saksøkti
Becker eftir 17 milliónum
dollarum, og legði hann
undir at hava ábyrgdina av,
at dótturin byrjaði at taka
kokain og heroin. Men í
rættinum vísti tað seg, at
vinir kundu vísa á, hvussu
Becker hevði rindað fyri
rúgvu av
sjúkrahúsviðgerðum júst
við tí endamáli at hjálpa
henni burtur úr
misnýtsluni.
Hesir persónligu
trupulleikarnir vóru við til
at gera upptøkurnar til
“Gaucho”, sum síðani
skuldi vísa seg at gera
síðsta Steely Dan útgávan í
tjúgu ár, sera torførar.
Becker var ikki so nógv í
studionum, og Donald
Fagen hevur eisini nevnt,
at teirra skapandi máttur
líktist alt meira eini
todnaðari keldu. “Vit
skrivaðu sangir, men tað
tók okkum tíð at skriva
løg, sum livdu upp til tað
støði, vit kravdu”, segði
Fagen.
Tá Gaucho kom út í
november 1980 var talan
sostatt um heimsins
dýrastu plátu nakran. Tvey
ár innigravaðir í einum
studio og við meira ein 40
ymsum tónleikarum, ið
spældu við á plátuni.
Plátan kostaði úti við eina
millión dollarar at gera.
Ummælini vóru
misjøvn. Hóast plátan var
mett at vera góð, so vóru
tað ikki øll, sum hildu, at
hon livdi upp til Aja. Tveir
av størstu klassikarunum
hjá Steely Dan “Babylon
Sisters” og “Hey
Nineteen” vóru tó á hesi
útgávuni, og øll plátan sum
hon er telist millum
farvorittarnar hjá mongum.
1980 gjørdist sostatt
eisini árið, har Steely Dan
fór í fyribilssøguna. Onki
var at hoyra frá teimum í
mong ár. Men í 1982 gav
Donald Fagen tó út sína
fyrstu soloplátu “The
Nightfly”, sum bleiv eitt
satt hit eisini. Plátan
minnir á nógvar hættir um
tað besta av tí besta, ið
Steely Dan gjørdu. Somu
framúrskarandi
tónleikararnir ganga eisini
aftur á hesum
klassikaranum.
Í 1992 fóru Walter Becker
og Donald Fagen so aftur
av álvara aftur at
samstarva. Walter Becker
produseraði “Kamakiriad”.
Fløgan kom út í 1993, men
livdi ikki heilt upp til tað,
teir áður hava gjørt saman.
Men á vári 2000
bragdaði so aftur av álvara.
Two Against Nature hevur
fingið góða móttøku –
bæði frá ummælarum og
lurtarum annars.
Hósdagin vann henda
útgáva Grammy-virðisløn
sum ársins besta í kapping
við Eminem, Radiohead,
Beck og Paul Simon.
Becker og Fagen, tá teir hósdagin fingu grammy-
virðisløn fyri bestu útgávu í 2000 »Two against nature«
Málningur av Donald Fagen og Walter Beck sum tóku navnið
»Steely Dan« frá William Burroughs.