leygardagur 24. februar 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
HUGLEIÐING
Oddfríður Marni
Rasmussen
Týski heimspekingurin
Friederich Nietzche pástóð
fyri umleið 120 árum
síðani at “Gud er deyður”.
Ja, tann pástandurin kann
so standa sína roynd. Um
vit nú hyggja at tí føroyska
samfelagnum í dag, so eri
eg sannførdur um at Gud
er deyður! Í hvussu so er
tann Gud, sum skal eitast
at læra okkum, at bera
okkum rættvíst at og virða
næsta okkara. Hesin sami
Gud lat fjølritið av sær,
prædika orð sítt, so at øll
menniskju skuldu trúgva á
hann og ikki glatast, men
hava ævigt lív. Ja, ja, tað
ljóðar alt so hugnaligt og
gott, men í roynd og veru,
er myndin ein onnur. Tí
um hesin Gud er til, er
ógvuliga sannlíkt, at hann
doyði av látri, tá ið hann
varnaðist, at hann hevði
skapt lítla Føroyar.
Hyggja vit eftir teimum
sum kalla seg kristin - tey
sum hvønn fríggjadag,
leygardag og sunnudag í
vikuni ganga í eina ella
aðra samkomu, sær
myndin øðrvísi út. Siga
vit, at umleið 30% av
føroyingum eru við í einari
ella aðrari samkomu, so
eru 70% eftir, sum antin
eru kirkjufólk ella av
onkrari aðrari
átrúnaðarligari sannføring.
Her skal líka viðmerkjast,
at kanska síggja tølini ikki
akkurát soleiðis út, og
heldur ikki skulu øll tey
sum ganga á møti, gerast
so ring sum eg her skrivi.
Tey hava helst eitt
persónligt og avslappað
samband við trúgv sína.
Tey 30 prosentini hava
til endamáls at prædika
fyri teimum 70
prosentunum, at okkurt er,
sum er rætt og okkurt sum
er skeivt - mest at okkurt
er skeivt, og tey sum ikki
játta sína trúgv eru glataði
og enda hjá hinum
grábeinta. Onki serliga
pedagogiskt vildi eg sagt.
Fyri at seta henda
trupulleikan øðrvísi upp,
so vil eg loyva mær at
skriva eina samanlíkning:
Um ein katolikkur, ein
lutheranari og ein
muslimur gera somu
skemdargerð, nevniliga at
stjala, lat okkum siga, eina
gularót, hendir nøkulunda
hetta; at katolikkurin skal
á skriftarstólin fyri at lætta
um sína egnu samvitsku.
Straffurin, sum hann fær er
tann, at hann skal fara
heim og siga einar tvær
ferðir Ave Maria, og so er
henda syndin registrerað.
Tá ið hann so einaferð
doyr, verður roknað út
hvussu langur syndalistin
er, so hesin kann fáa at
vita um hann endar her
ella har. Men hann sleppur
so av við ta ringu
samvitskuna, meðan hann
er her á jørðini.
Lutheranarin fær at vita,
at hann hevur syndað, og
at hann, tá ið tíðin kemur,
skal fáa tað trupult at
sleppa inn í himmiríkið, og
má tí liva við
syndabyrðuni í allar ævir
og nakað væl aftrat.
Straffurin hjá musliminum
er tann, at hann missir ta
hondina, sum hann hevur
stolið gularótina við, so at
tað sæst, um hann hevur
syndað, tá ið hann einaferð
stendur framman fyri
Allah.
Óansæð hvørjum
endamáli gularótin tænir,
so er straffurin, synd, synd
og aftur synd. Sjálvt um
tað var ein hungurstungin
menniskja, sum ikki hevði
etið í fleiri dagar.
Menniskjan ber fleiri
møguleikar at fyrigeva
innan í
sær. Eg vildi skotið upp, at
brúkt teir, tí vit liva hóast
alt í 2001. Her skal sigast,
at óansæð hvør av
áðurnevndu átrúnaðum
menniskjan hevur trongd
til at trúgva, so er tað tann
ringa samvitskan sum er
drívmegin.
Well! Fyri at fara aftur
til tey 30 prosentini, so er
teirra endamál at fáa so
nógv við í himmalvognin
sum gjørligt, og til hetta
endamálið verður
retorikkur brúktur. Hesin
retorikkur verður brúktur
til at sannføra hini 70
prosentini, at tey eru
átrúnarliga avsporaði, ella
sum sagt verður um
okkum: At vit synda og
eru ævigt glataði. Nógv av
hesum 70 prosentunum
hava veikar løtur - eru
sinnisliga í ójavnvág - og
tá er lætt at ræna hesar
sokallaðu glataðu sálir
“heim til sín”.
Út frá hesari eygleiðing,
kann sigast at standurin
versnar, og tað er ikki
betri, at allar tríggjar
útvarpsrásirnar í Føroyum,
eisini hava tikið hetta
prædikka-og-fá-ein-aftrat-
uppí-himmalvognin
prinsippið til sín. Ein
morgunin hoyrdi eg
umboð fyri somu
loftmiðlar siga, at 80 ella
90 prosent av føroyingum
eru trúgvandi, so hví ikki
brúka útvørpini til at bera
boðskapin út millum fólk.
Eg royni ikki at
prædikka fyri øðrum um
mína átrúnaðarligu
sannføring ella mangul
uppá sama (tó er hetta
glepsið eitt undantak), so
hví í verðini skal eg lastast
við hesum orðaskvaldri.
Tað er næstan so, at
hvørjaferð eg taki
uppvaskibustina í hondina,
so er ein ellar annar
klappari, sum hevur boðið
konuni ella onkrum øðrum
í familjuni í studio, at siga
Føroya fólki, hvussu tað
skal skikka sær her á jørð,
so at tað kann fáa fremsta
rað fyri seg, tá ið onkur nú
einaferð ikki er millum
okkum deyðiligu.
Við hesum glepsinum
vil eg ikki pástanda, at
fólk ikki skulu vera
trúgvandi. Nei! Men hví
ikki hava eitt avslappað
samband við átrúnað? Hví
skulu summi lastast fyri
ikki at hava somu trúgv
sum onnur? Eg eri troyttur
av at fólk pranga nakað
uppá meg, sum eg vil hava
fyri meg sjálvan. Øll kenna
vit vitnini hjá Jehova, sum
buka á dyrnar dag um dag,
og sum hava hvørt
húsarhald í Føroyum
skrivað niður, í eina bók til
læstar dyr og eina bók til
stongdar dyr. Eisini kenna
vit Frelsunnarherin. Hesi
sum standa á útvaldum
støðum og bjóða fólki at
vakna ella ikki. Tey eru
minni ágangandi, tí at tey
lata tey sum ganga framvið
sjálvi velja, um tey vilja
lesa tíðarrit teirra ella ikki.
Nærvarpið Lyndin biðir
fyri hvørjum brotnum
køliskápi, sum um tað
skuldi gjørt himmalferð
teirra lættari. Um tað sum
gongur fyri seg í hasum
varpinum ikki er blasfemi,
so má onkur endiliga
greiða mær frá, hvat er
blasfemi og ikki.
Nei! Í roynd og veru er
átrúnaður eitt persónligt
val, og lat tað verða
persónligt - eitt persónligt
samband við tað valið,
sum nú einaferð ger lívið
lættari at liva, ella øvugt,
alt eftir hvør tú er.
Nietzche valdi at siga at
“Gud er deyður”. Tað var
nú hansara val. Eg velji at
siga, at hugtakið Gud er
relativt, og at tað altíð er
ein spurningur um
sjálvsøkni, hvørjum hami
hetta hugtakið so vísir seg
í. Tað er líkamikið um tú
sannførir teg sjálvan í
gerningum ella í orðum, so
er tað altíð tín egni
vinningur/samvitska sum
stendur uppá spæl, um so
talan er um onkran, sum
sigur seg at hava fingið
gulltenn, um gullstøv
dryppar úr Bíblium, ella
um blind fáa sjónina aftur.
Vit eru øll ein partur av
einari kristnari uppaling,
og áttu vit tí øll at kunna
liva saman, uttan mun til,
um vit hoyra til tann partin
av Føroya fólki sum brúkar
sína tíð, at søkja onnur
virði enn tey átrúnaðarligu,
ella um vit hoyra til tann
partin av Føroya fólki, sum
brúkar sína tíð uppá, at
sannføra hini, at tað sum
klapparar gera, er lóg og
rættur, og tí skulu øll halda
seg til henda lóg og rætt,
annars... Hvussu er tað.
Tað er betri at hava ein
dupultan moral, enn ein
einkultan. Tí so er gjørligt
at siga øðrum, at tey eru
andaliga avsporaði, og
samstundis dyrka sín
materiella ágóða. Tað er í
hvussu so er ongin av
hesum andaligu
retorikarunum, sum skal
siga mær, hvussu mín
samvitska skal hava tað,
um eg velji at gera okkurt,
sum ikki passar inn í teirra
smalsporaða hugsanarhátt.
Og eftir grein, sum stóð í
Dimmu, um akkurát hetta
evni, síggi eg, at tey hava
stovnað eitt felag sum eitur
“Karisma”. Hesi hava sett
sær fyri at umvenda alt
Føroya fólk, um teir so
skulu tala í tungum. Eg
síggi longu fyri mær fólk
við himmalvendum eygum
og einari ordans
“Karisma”.
8
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
Gud er deyður
KARISMA. Vit eru øll ein partur av einari kristnari uppaling, men tað er í hvussu er ongin av hesum andaligu
retorikarunum, sum skal siga mær, hvussu mín samvitska skal hava tað, um eg velji at gera okkurt, sum ikki passar
inn í teirra smalsporaða hugsanarhátt, sigur Oddfríður Marni Rasmussen í hesi hugleiðing um andaligan retorikk í
føroyskum miðlum
Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur: Átrúnaður er eitt persónligt val og hugtakið Gud er relativt
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
9
RØÐA
Gunnar Hoydal
Ein segði við meg henda
dagin: Eru tað tríggir, sum
standa saman í føroyskum
politikki, so eru tað Rip,
Rap og Nyrup. Onkur
mundi vera bilsin tann
søguliga dagin, 17. mars í
fjør, tá ið Nyrup fór av
fundi, sum hevði verið
avtalaður og fyrireikaður í
tvey ár og vendi sær
einsamallur til fjøl-
miðlarnar. Tá avdúkaði
hann fyri okkum, hvørja
virðing hann hevði fyri
føroyska landsstýrinum,
føroyska løgtinginum og
føroyingum yvirhøvur.
Men hann var ikki einsa-
mallur, tí aftan fyri seg
hevði hann Rip og Rap,
sum klappaðu hart, og sum
síðani ikki hava forsømt
ein einasta kjans at syngja
í sama kóri, sum hann. Teir
taka fult og heilt undir, og
viðhvørt kann tað minna
um hesa gomlu tekni-
røðina, sum tá æt Anders
And: Rup segði fyrsta
partin av einum setningi,
Rip segði tann næsta, og
Rap gjørdi setningin
lidnan.
Nú hevur hann gjørt tað
aftur: At siga við okkum
einaferð enn, at vit kunnu
gera akkurát, sum vit vilja.
Vit kunnu semjast um
hetta ella hatta, atkvøða so
ella so, men tað eru teir,
sum seta treytirnar. Og
fagnaðurin hjá teimum,
sum vilja hava stikið at
standa, hetta heilaga stikið,
sum teir kalla sína
“smertugrensu”, hevur ver-
ið hareftir hesa seinastu
vikuna, síðani Nyrup segði
4 ár: “Skilja tit tað nú?”
siga teir. “Tað nyttar einki,
hvat tit siga og halda og
kanna og gera og ætla. Tit
hava ikki skilt, hvat tað
veruliga valdið er, tit eru
reinir amatørar, naiv, blá-
oygd og láturlig.” Bara tað
at hugsa um fullan av-
gerðarætt og fulla ábyrgd
skal revsast líka hart og
vera líka so dýrt sum at
taka henda rættin, segði
Nyrup. Og meiningarkann-
ingin, mitt í skelkinum,
tyktist at vísa, at valdið fær
altíð rætt. Í fyrsta umfari í
øllum førum.
So nú er stundin komin
hjá øllum amatørum og
øllum blá- og reyðoygdum
droymarum at rannsaka
seg sjálvar. Tað er ikki
lætt, og eg má viðganga
fyri mær sjálvum, at eg eri
ein av teimum, sum nú í
nøkur ár havi sæð nýtt
áræði, nýtt treysti og eitt
heilt øðrvísi og miðvíst
arbeiði í føroyskum polit-
ikki aftan á øll árini við
svansi oman á svans. Eitt
arbeiði fyri at lýsa fyri-
treytir og møguleikar, eitt
arbeiði, aftan á eina hálva
øld við tómum tosi, at
skapa eitt eftirfarandi støði
at standa á, eitt støði at
tosa útfrá og eitt støði at
vera ósamd útfrá. Ella havi
eg bara droymt tað?
At rannsaka seg sjálvan
er serliga ringt beint nú hjá
einum amatøri, sum sam-
stundis er bæði javnaðar-
fólk og sambandsfólk. Ein
sovorðin amatørur eri eg.
Eg eri javnaðarmaður.
Tann stóra kollveltingin,
sum fór um Europa í farnu
øld er ikki endað. Frælsi,
javnaður og brøðralag, øll
tann rørslan, sum lyfti tey
fátæku og tey kúgaðu upp
úr djúpari neyð og gjørdu
tey til fullar, javnsettar
borgarar í ein opnum,
fólkaræðiligum samfelagi,
tann rørslan endar ikki í
Bryssel ella á børsunum í
New York, London og
Tokyo. Hon er ikki endað í
tí floyminum av ríkidømi,
sum hevur gjørt fólkið í
vesturheiminum til heims-
ins gribbar. Tí einaferð, um
ikki so langa tíð, fara eisini
vit at síggja, at okkara ríki-
dømi kemur úr neyðini hjá
øðrum. Neyðin í ídnaðar-
londunum tá, henda neyð-
in, sum skapaði javnaðar-
rørsluna, stendur nú í øll-
um heimsins fátæku lond-
um, størri, ræðuligari og
meira umfatandi enn
nakrantíð. Fæloysingarnir
eru nú so nógvir í tali og
neyðin so djúp, at hvørki
olmussur ella verjugarð-
arnir hjá EU ella rakett-
skjøldurin hjá amerikanar-
um muna nakað afturímóti.
Tey fara at krevja sín rætt,
tey fara at krevja, at eyð-
ræningin hjá teimum ríku
og sterku heldur uppat, og
at allur heimurin fær
frælsi, fær javnaða og
brøðralag. Eingin kann
longur vera javnaðarmaður
bara í sínum egna landi.
Eg eri sambandsmaður.
Eg eri heitur fyri øllum
góðum sambandi við Dan-
mark, við tað danska ríkið,
við tað danska fólkið, við
danska mentan, list,
gransking, kunnleika og
dugnaskap. Vit hava nógv
at læra frá teimum og frá
so mongum øðrum við. Eg
eri heitur fyri sambandi
við Norra, Svøríki, Finn-
land, Ísland, Grønland,
Skotland, og eg eri heitur
fyri sambandi út um allan
heim. Sambandið er onnur
stóra kollveltingin, og
heldur ikki hon endar
endar inni í verjuskansun-
um hjá teimum ríku ella í
tykisheimunum, tí tóma
virtuella rúminum, sum tað
ljóðar at øll, ið eiga peng-
ar, skulu sleppa at spæla
sær í um stutta tíð. Tvørt-
urímóti síggja vit byrjanina
til sambond, sum fara egn-
ar leiðir og heilt aðrar leið-
ir enn tær, sum Microsoft
og Pentagon hava ætlað.
Leiðir, sum fara at bróta
reglur og vald niður og
skapa sambond í heilt smá-
um og virknum eindum,
frá hond til hond og frá
hjarta til hjarta. Eingin
kann longur vera sam-
bandsmaður bara heima
hjá sær sjálvum.
At hugsa sær eina øðr-
vísi verð, enn hana vit
kenna, er naivt, fáa vit at
vita. At hugsa sær aðrar
treytir, enn tær, sum vit so
leingi hava góðkent at
onnur seta okkum, tað er
bláoygt, sigur Rip. Tað er
at skapa stríð og ótrygg-
leika, sigur Rap. So latið
okkum fáa amatørarnar
burtur og teir professio-
nellu aftur. Soleiðis siga
teir, sum eru javnaðarmenn
bara í sínum egna landi og
sambandsmenn bara heima
hjá sær sjálvum. Teir hugsa
kanska um professional-
ismuna hjá tí fyrra lands-
stýrinum ella hjá teimum
ráðandi upp gjøgnum alt
svansið (“Tað er lætt at
vera bakklókur”, var tað
einasta oddamaðurin í
meira enn 20 ár hevði
fingið burtur úr løgtings-
frágreiðingini um 80-
árini). Latið teir professio-
nellu sleppa framat. Tá
verður aftur trygt, siga teir,
og tá verður aftur friður
innan fyri tað stikið, sum
tær mongu ríkisgávurnar
seta uttan um okkum øll.
Jú, kanska kann hetta
stikið haldast uppi enn
eina tíð við harraboðum og
hóttanum. Men tað fer av
sær sjálvum, fyrr ella
seinni, tí verðin er broytt.
Og tað fer fyrst og fremst,
tí at eitt nýtt treysti tók seg
upp, ein nýggjur hugur og
eitt virkið arbeiði at skapa
eitt nýtt og trygt grund-
arlag í staðin fyri ta mór-
una, ta ógreiðuna og tann
mjørkan, sum vit hava
gingið í so leingi.
Tað nýggja stríðið fyri
frælsi, javnaði og brøðra-
lagi er byrjað. Borgirnar
verða kringsettar, tað sam-
einda og veruliga heims-
valdið, WTO, IMF, Heims-
bankin og hvat tað alt eit-
ur, fær ikki hildið sínar
fundir í friði, rópini standa
í gøtunum. Kravið um, at
spekulantarnir skulu
skatta, hvørja ferð teir
spekulera milliónirnar og
milliardirnar úr einum
gjaldskála í ein annan,
veksur um øll lond, og
kravið er, her sum har,
rættindi og rættvísi heldur
enn olmussur burtur av tí
rænda avlopinum. Her eru
milliardirnar av heimsins
fólkum, tey vilja ikki vera
trælir longur. Men valdið
sigur, at tey eru naiv og
bláoygd, tey hava einki
skilt.
So takið undir við Rip,
Rap og Nyrup og veljið tað
professionella valdið.
Ella takið undir við tí, sum
er innast inni, og veljið
frælsi, samband og brøðra-
lag.
Gunnar Hoydal:
Eg eri javnaðarmaður
EIN AMATØRUR VITNAR. Eg eri javnaðarmaður - og eg eri eisini sambandsmaður, sigur Gunnar Hoydal í hesari
røðu, hann helt á Café Natúr hin 14. februar, har hann rannsakar seg sjálvan í ljósinum av tí, sum býr innast í
hvørjum føroyingi: frælsi, samband og brøðralag
Gunnar Hoydal: Takið undir við tí, sum er innast inni og veljið frælsi, samband og brøðralag
Mynd Jens Kristian Vang