leygardagur 24. februar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
6
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
HUGLEIÐINGAR
Oddvá Nattestad
Tað er hugaligt at leita
aftur á pláss, ið hava sett
dám á tær upplivingar, tú
hevur havt millum ár og
dag. Soleiðis var eisini í
januar mánaði. Tá skuldi
eg ein túr til Íslands í
arbeiðisørindum.
Ringdi til Linu fastir,
sum alt sítt lív hevur búð í
Reykjavík, og áðrenn
hálvtalað var orð, høvdu
vit báðar gjørt av, at eg
skuldi búgva hjá henni í
staðin fyri á hotelli. Og tað
var ikki eiti á blíðskapur,
hon og maðurin Baldvin
sýndu hesar dagar.
Endamálið við ferðini
var fyrst og fremst at hitta
Tórunn Sigurðardóttir,
sum samskipar Listahátíð
Reykjavíkar. Vit báðar
høvdu bert samskiftst í
telefonini, so bilsin
gjørdist eg at síggja, at
hetta var sama Tórunn,
sum hevði hildið skeið í
Føroyum í august mánaði
sama ár, sum
Norðurlandahúsið lat upp í
1983! Tá skipaði MáF fyri
norðurlendskum
ungdómsskeiði í Føroyum.
Undirvísarar vóru
núverandi stjórin í
Norðurlandahúsinum
Helga Hjørvar og so
Tórunn.
Nú hevur hon drúgvar
royndir í at samskipa
Listastevnur. Hevur arbeitt
við tí í fleiri ár. Í 30 ár
hevur Reykjavík havt sína
Listastevnu. Nú fara vit at
seta sjøtul á! So eg fekk
nógv góð ráð frá Tórunn.
Tórunn er gift Stefani
Baldurssyni, sum er stjóri í
Tjóðleikhúsinum. Hann
bjóðaði mær til tríggjar
sýningar:
“Antigone”, grikskur
sorgarleikur í nútíðar
uppseting, - viðgjørdi
trupulleikan á Balkan, -
ein stórfingin og ógvuslig
uppseting hjá Kjartani
Ragnarsson. Kjartan er
ikki ókendur í Føroyum,
hann hevur m.a. skrivað
leikirnar Seymistovan og
Barnalán, sum Havnar
Sjónleikarfelag setti upp
fyrst í áttatiárunum, við
Elini Mouritsen sum
leikstjóra.
Hetta kvøldið kom
eisini at gerast serstakt, tí
seinnapartin sama dag
hevði eg fingið
deyðsboðini av mínum
góða vinmanni Sverra
Egholm. At vera so langt
heimanífrá og fáa slík boð
var skelkandi.
Hendan løtan í
Tjóðleikhúsinum fekk meg
at minnast, minnast løtur á
ferð, minnast góðar løtur,
bæði privat og í MáF og
NAR høpi.
Fyrstu ferð, eg var í
Tjóðleikhúsinum, var, tá ið
Havnar Sjónleikarfelag í
1989 varð boðið til Íslands
við Framá, har ið Sverri
var ein av leikarunum. Og
nú sat eg og sá Antigone
og mintist, tá ið Sverri
spældi Kreon í
Norðurlandahúsinum.
Hetta kvøldið leikti
kendi íslendski
sjónleikarin Arnar Jónsson
Kreon.
Ein annar leikari í
Antigone var Kristbjørg
Kjeld. Minnist so væl
einaferð, tá ið eg mundi
vera eini 12 ára gomul, at
hon saman við føroyskum
skyldfólki var inni á
gólvinum hjá okkum í
Gøtu, og hvussu hugtikin
eg var av henni. Seinni var
eg so heppin at hitta hana í
samband við sjónleikin
Glataðu spælimenninir,
sum Eyðun Johannesen
leikstjórnaði í
Norðurlandahúsinum í
1993.
Síðani varð høvi at
síggja leikin “Med Fulla
Vasa af Grjóti” eftir írsku
skaldakonuna Marie Jones.
Ein spennandi uppseting
við bert 2 leikarum, sum
høvdu ta kravmiklu
uppgávuna at spæla átta
ymiskar leiklutir.
Leikstjóri var írin Ian
Mcelhinney, maður Marie
Jones. Tað er ikki eiti á,
sum írsk sjónleikarlist er
frammi beint nú! Seinasta
heyst setti Gríma upp
leikin “Krypilin frá
Inishman” eisini eftir ein
ungan íra, Martin
McDonagh. Hesi bæði
írsku listafólkini gera av
sonnum innrás í
leiklistaheimin í løtuni!
Báðir leikirnir hava tað til
felags, at teir fáa drigið ta
atdráttarfullu megina, sum
filmsleiklistin hevur, upp í
leikin, um tað so er sæð úr
Á FERÐ VIÐ LEIKLISTINI Í HUGA. Stødd í Reykjavík varnast Oddvá Nattestad eina røð av
útvarpsleikum og saknar teir góðu, gomlu føroysku útvarpsleikirnar, sum til dømis Gregory-
gátuna, ið savnaði tjóðina. – Hvar fóru teir, spyr Oddvá í hesi hugleiðandi ferðagrein úr
Reykjavík
Reykjavík í januar
Oddvá Nattestad er projektleiðari í Norðurlandahúsinum, har hon samskipar fyrstu Listastevnuna. Hon verður í august. (Mynd:
Jens Kristian Vang)
ymsum sjónarhornum.
Gleði meg at sleppa til
Írlands á páskum!
Triðja sýningin var ein
venjing av leikinum “Já,
Hámingjan” eftir íslendska
rithøvundan Kristian Tórð
Hrafnsson. Ein áhugaverd
og stuttlig sýning við bert
2 leikarum, Pálmi
Gestsson og Balduri T.
Rheinsson. Leikstjóri:
Melkorka Tekla
Ólafsdóttir.
Dagin eftir hitti eg
operasangaran Ólafur
Kjartan Sigurðsson, sum
kemur at syngja á okkara
listastevnu í august saman
við Rúna Brattaberg.
Ólafur og Rúni hittust
fyrstu ferð til framførslu
av Jesus og Makedonarin í
Norðurlandahúsinum, og
teir fingu tá hugskotið at
syngja Gluntarne eftir G.
Wennerberg. Ein konsert
verður í Íslandi í august,
áðrenn komið verður til
Føroya. Áhugavert, at ein
íslendskur og ein
føroyskur opersangari
finna saman!
Stundir vóru eisini at
vitja mína góðu vinkonu
Sigrun Valbergsdóttir, sum
fleiri føroyingar munnu
minnast frá góðum
uppsetingum fyri bæði
Havnar Sjónleikarfelag og
Klaksvíkar
Sjónleikarfelag.
Sigrun starvaðist alt árið
2000 við tiltakinum
Reykjavík sum
Mentanarbýur. Hon hevur
havt úr at gera, men leggur
nú síðstu hond á
frágreiðing og niðurstøðu.
Vit, sum kenna Sigrun,
vita at hon setur seg ikki
hendur í favn, tá ið ein
uppgáva er lokin. Hon er
longu farin undir at
leikstjórna nýskrivaðan
íslendskan leik við
bólkinum “Hugleikur”,
sum vitjaði MáF á 25 ára
føðingardegnum við tí
sjáldsama leikinum “Sálir
Jónanna ganga aftur”.
Eisini greiddi Sigrun
frá, at hon var biðin um at
leikstjórna útvarpsleikir
fyri menningardeild
Ríkisútvarpsins og
Útvarpsleikhúsið! Í
oktober og november síggi
eg í einum yvirliti, at settir
vórðu upp 6 nýggir
útvarpsleikir og 2
endursendir. Í oktober
vórðu leikir eftir kenda
bretska leikritahøvundan
Harold Pinter útvarpaðir,
og haraftrat vórðu sendir
fyrilestrar um hann í
sambandi við, at hann fylti
70 ár hin 10. oktober.
Í november vórðu leikir,
sum íslendskar
skaldakonur hava skrivað,
á skránni. Evnið var konur
um konur, og allir
skrivaðir á persónligan hátt
um samtíðina - í
fjølbroyttum sniði, har
konan er miðdepilin.
Sigrun greiddi víðari
frá, at hon í mai mánað fer
niður á meginlandið at
kanna, hvussu har verður
arbeitt við útvarpsleikum.
So nógv gjørt burturúr!
...og eg hugsaði mítt -
Hvar blivu okkara
útvarpsleikir av?
Vit høvdu eina tíð í
Føroyum, har Útvarpið
legði stóran dent á og
brúkti nógva orku uppá
hoyrispøl, sum vit ofta
kallaðu tað. Hetta var við
til at menna leiklistina,
okkara rithøvundar og
leiklistarfólk, og hetta
mundi eisini vera ein
orsøk til, at sjónleikurin og
tey, sum fingust við
sjónleik í Føroyum,
mentust hesi árini.
Hvør minnist ikki
Gregory-málið í fleiri
pørtum, sum varð sent
leygarkvøld, og har flestu
føroyingar sótu sum
negldir til útvarpstólið, til
greiða til endans fekst á,
hvør mordarin var? Eg
kundi nevnt so mong
onnur dømi.
Men so kom sjónvarpið,
og áhugin fyri
útvarpsleikum hvarv, hildu
summi.
Er tað ikki stórt spell, at
ein so týðandi táttur innan
leiklistina er ikki til í
Føroyum í dag? Gamaní
eru onkrar hissini
endursendingar og eisini
ljóðmyndir at hoyra.
Onkur nýggjur
útvarpsleikur er sendur
seinastu árini, men teir eru
sum lundi á jólanátt.
Aðrir leikir hava eisini
verið sendir, ofta við
útvarpsmanningini sum
leikarum, men tað er ikki
tað sama at seta seg at
lurta eftir einum
útvarpsleiki og hoyra somu
røddir, sum lesa tíðindi og
varpa út aðrar sendingar.
Hvar er kreativiteturin?
Mong teirra, sum vit
minnast frá teimum góðu,
gomlu útvarpsleikunum,
eru ikki okkara millum
meira. Men sjónleikurin
livir við sítt fríska lív, og
vit eiga nógvar evnaríkar
sjónleikarar og rithøvundar
í landinum, so tað hevði
neyvan staðið á, um vilji
var til at fáa lív aftur í
útvarpsleikir. Her snýr tað
seg um prioritering!
—-
Gott er av á at koma
burturúr gerandisdegnum,
fáa íblástur og síggja, hvat
er á dagskránni aðrastaðir.
Prikkur
Dragandi er hon
sólin
Hálandi tað málleysa
úr okkum standandi
undir opnum himli onkustaðni
í endaloysis markloysis rúmdunum
frástongd øðrum sólskipanum
Dragandi er hon sólin
Brennandi steikjandi kolandi
kanska seg sjálva eisini upp
Dragandi er hon sólin
enn
har hon hongur í leysari
rúmd
Brennandi er hon
sólin enn
Geisandi
Geislandi
Dragandi
hold títt at lætta sær
roysið
móti ónomnum kjarna ónemandi
Hold títt og støðugur
lívlangur bruni
Dragandi sólin og hold títt
og bruni og tærandi
Tolið tolið
Og ørilsis depil
í leysari rúmd
Heðin M. Klein
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
7
Sverri Egholm, sáli, í leiklutinum sum Kreon í leikinum
“Antigone” í Norðurlandahúsinum 1989. Ulla Ryum
leikstjórnaði.
Yrkjarar hittast: Heðin M. Klein og høgru megin Regin
Dahl