leygardagur 24. februar 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
4
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
EFTIRMETING. Danska stjórnin noktar okkum tjóðarheiti og tjóðarrættindi. Tað er klassisk imperialisma. Og hon
fer víðari: Stjórnin virkar eisini - saman við føroysku andstøðuni - fyri, at føroyingar lima seg inn í Danmark. Gera
vit tað, staðfesta vit endaliga, at Føroyar eru danskar. Tá missa vit frumrættin til landið. Tí er tað álvarsamt, siga vit
nei i mai – ella bogna longu nú. Men tað verður bæði baldrut og strævið, siga vit ja, sigur Sjúrður Skaale, sum í tvey
ár hevur arbeitt við sjálvstýrismálum í Tinganesi. Nú hevur hann lagt frá sær
EMBÆTISMAÐUR
LEGGUR FRÁ SÆR
Sjúrður Skaale
Sosialurin hevur boðið
mær pláss skriva eina grein
um sjálvstýrismálið,
grundaða á mínar egnu
metingar, eftir at hava
starvast sum embætismað-
ur í Tinganesi í knøpp tvey
ár.
Tað vil eg fyrst nýta
høvi at takka fyri. Og so
vil eg gera greitt, at hetta
eru persónligar hugsanir
hjá einum, sum tekur fult
undir við, at vit taka
ábyrgdina av okkara landi.
So er tað greitt...
Eg haldi eg byrji við
eini lítlari hending, sum eg
haldi rættiliga væl lýsir
tað, sum hendi, tá samráðst
varð í fjør:
Vit eru stødd í forsætis-
málaráðnum á kvøldi 26.
oktober. Samráðingarnar
um framtíðarstøðu Føroya
eru júst slitnaðar.
Tíðindafólkini ganga
sum svangir úlvar og slota
eftir føði. Søgum. Yvir-
skriftum. Forsíðum.
Trokanin gerst øgilig, tá
Poul Nyrup Rasmussen
kemur út til teirra. Andlits-
bragdið er hugsunarsamt.
Hann svølgir. Hyggur
álvarsamt í eyguni á star-
andi tíðindafólki og
skyggjandi kameralinsum.
So kemur tað:
”Dette handler kun om
penge!” sigur hann.
Og so skriva og filma og
fotografera tey, meðan
Nyrup faðirliga og lærandi
greiðir frá, at ”Landsstyret
kræver en overgangsord-
ning på femten år eller
mere. Jeg har tilbudt fire.
Dette er grunden til, at de
nu har forladt
forhandlingerne.”
Tann neyðuga lygnin
Tey, sum vóru á fundinum,
vita, at forsætisráðharrin
lýgur. Eingin hevur talað
um hvørki pengar ella
skiftisskipan.
Langt áðrenn partarnir
møttust gjørdi landsstýrið
greitt, at tað ikki vildi hava
búskapin á dagsskrá hesa-
ferð. Tað var longu stað-
fest, at tað ikki bar til at
samráðast um hetta. Trý
ymisk uppskot vóru jú
løgd fyri stjórnina fyri at
fáa glið á ein dialog. Tað
varð gjørt samsvarandi av-
taluni frá 1998 sum sigur,
at partarnir skulu samráð-
ast um eina skiftisskipan.
Men forsætisráðharrin
noktaði at fylgja avtaluni,
og sópaði øll uppskotini av
borðinum. Uttan grund-
geving.
Men hann brúkti tey
kortini – aftaná fundirnar!
Hóast hann fekk tað
fyrsta útspælið handað í
trúnaði, læt hann kortini
pressuna fáa tað – eftir at
hann hevði biðið sínar
embætismenn vent og
snarað tí. Tá teir vóru lidn-
ir vísti uppskotið, at føroy-
ingar kravdu blokkstuðul í
50-70 ár eftir loysingina.
Tað var tað, danskir skat-
tgjaldarar fingu at vita_
Forsætisráðharrin
manipuleraði við trúnaðar-
Spillnakin imperialisma
Sjúrður Skaale, embætismaður leysur av Tinganesi: Tað verður álvarsamt siga vit nei i mai – ella bogna longu nú.
Men tað verður bæði baldrut og strævið, siga vit ja
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
5
upplýsingum. Hann breyt
eitt trúnaðarlyfti og mis-
nýtti sýnt álit.
Men tað tænti endamál-
inum.
Endamálið var at sleppa
undan at tosa um krav og
rætt føroyinga til fullveldi.
Um sáttmálauppskotið. Og
um hví danska stjórnin
noktaði at fylgja gjørdum
avtalum um samráðingarn-
ar.
Endamálið var at seta
nakað annað á breddan í
donskum fjølmiðlum: Før-
oyingar krevja! skuldu
bløðini skriva. Føroyingar
nassa! Føroyingar vilja
hava tínar pengar, góði
danski skattgjaldari!
Endamálið var at fremja
eitt karaktermorð móti
føroyingum.
Tað er ikki nakar býttur
taktikkur. Tí hvør lurtar
eftir krøvunum hjá einum
nassara? Hvør tekur ein
igil í álvara? Hvør hevur
virðing fyri einum
forkelaðum og ábyrgda-
leysum unga?
Eingin. Vóru føroyingar
fyrst úthongdir sum nass-
arar, fór eingin at hava at
stjórnini fyri nakað. Sama,
hvørjar avtalur hon breyt.
Sama, hvat hon segði og
gjørdi.
Og eingin fór heldur at
lurta eftir føroyingum.
Eingin lurtar eftir børnum,
sum biðja um bomm.
Taktikkurin eydnaðist –
stjórnin fekk frítt spæl.
Ikki ein gang tá hon gjørdi
sítt etniska roknistykki,
gav øllum føroyingum í
Danmark ein prísseðil í
nakkan, og við hesum
møguliga breyt skráset-
ingarlógina, fekk hon
trupulleikar.
Tað var ein yvirskrift,
sum skuggaði fyri øllum
øðrum: FØROYINGAR
ERU ÓTAKKSAMIR
NASSARAR!
Nyrup fekk tað, hann
vildi hava.
Ein spillnakin
skapningur
Tað vóru m.a. hesar beisku
royndir sum gjørdu, at
landsstýrið ikki vildi tosa
um pengar á fundinum 26.
oktober.
Í staðin kravdi landsstýr-
ið at fáa at vita, um stjórn-
in yvirhøvur góðtók, at
landsstýrið umboðaði eina
serstaka tjóð.
Kravið komst av, at
framferðin hjá stjórnini í
fleiri málum bar boð um,
at stjórnin ikki góðtók
henda veruleika. Og for-
sætisráðharrin hevði eisini
sjálvur í almennum útsag-
num sátt iva um tað.
Tann 26. oktober varð
hann biðin um at geva eitt
greitt svar: Góðtók danska
stjórnin, at føroyingar eru
serstøk tjóð, og hava tey
rættindi, tað hevur við sær
— ja ella nei!
Og forsætisráðharrin
segði nei! Hann noktaði.
Føroyingar eru ikki tjóð,
segði hann. Føroyingar eru
ein samrunnin partur av
donsku tjóðini, og hava
ikki sjálvsavgerðarrætt.
Tað er fólkatingið — ikki
Føroya fólk — sum hevur
endaliga orðið í spurning-
inum um framtíðarstøðu
Føroya.
Poul Nyrup Rasmussen
hevði spælt ein sjónleik
teir sjey mánaðirnar, sam-
ráðingarnar høvdu vart.
Men leiktjaldið aftanfyri
hann skrædnaði meira og
meira.
Áðrenn samráðingarnar
byrjaðu, lætst hann at virða
føroyingar . Men tá tað
kom til stykkis var eingin
virðing. Hann breyt allar
avtalur. Hann breyt givin
lyfti. Hann noktaði eyg-
leiðarum atgongd. Og tað
gjørdist alt týðiligari, at
hann bara vildi draga alt
út, til tað at enda av sær
sjálvum steðgaði av einum
fólkatings- ella løgtings-
vali.
At Nyrup blankt noktaði
at fylgja vanligum manna-
gongdum og blankt nokt-
aði at so mikið sum ein
einasta felags fundarfrá-
søgn varð gjørd sýndi, hvat
endamálið var: Einki –
absolutt einki – skuldi
liggja eftir. Sjálvstýrissam-
ráðingarnar skuldu dragast
út – og kvalast.
Tað gjørdist alt greiðari,
at talan var um sjónleik.
Og tann 26. oktober hekk
eingin lepi av leiktjald-
inum eftir. Umboðini fyri
Føroya Landsstýri sóu
veruleikan. Tey sóu ta
hugsan, sum er grundarlag
undir danska føroyapolit-
ikkinum. Alt var flust utt-
anav.
Tað, sum eftir stóð, var
ein spillnakin, ljótur
skapningur. Ein skapning-
ur, sum vanliga er fjaldur
aftan fyri tóm politikaraorð
og tekniskar embætis-
mannafrágreiðingar. Sum
vanliga smýgur sær millum
slipsini og dokumentmapp-
urnar hjá gløttum tekno-
kratum í forsætisráðnum.
Men nú hevði skapning-
urin einki skjól. Nú sóu øll
hvør tað var, sum nakin
stóð har og royndi at halda
fyri seg sjálvan.
Tað var imperialisman.
Kroppurin skuldi
latast í
Tað ljóðar fremmant.
Ófrættakent.
Ósannlíkt. Men
soleiðis var tað.
Politikkurin hjá
donsku stjórnini
hevði einki annað
navn.
At føra fram, bæði
í Danmark og í
altjóða samfelagnum,
at føroyingar eru fult
undirgivnir eitt
statsvald, sum teir
ongantíð á
fólkaræðisligan hátt
hava givið seg undir,
er imperialisma.
At nokta teimum
tjóðarheiti, sum hava rætt
til tjóðarheiti, er
imperialisma.
At nokta teimum
tjóðarrættindi, sum hava
rætt til tjóðarrættindi, er
imperialisma.
So greið var støðan 26.
oktober. Og tá
føroyingarnir sóu, at tað
var sjálv imperialisman,
sum sat hinumegin borðið,
reistust teir og fóru.
Men Nyrup vildi ikki
hava, at tann nakni
skapningurin gekk og rann
leysur úti millum fólk. Tað
kundi skaða umdømið hjá
hansara stjórn. Tí skuldi
kroppurin latast í og
fjalast.
Hetta var Nyrupsa
einasta endamál, tá hann
fór út til tíðindafólkini um
kvøldið tann 26. oktober.
Tá andlitsbragdið gjørdist
hugsunarsamt. Tá hann
svølgdi. Tá hann álvarsamt
hugdi í eyguni á starandi
tíðindafólki og skyggjandi
kameralinsum. Tá hann
segði sína væl umhugsaðu
lygn: ”Dette handler kun
om penge”.
Konfrontatión
Nyrup nýtti hesa lygnina á
hegnisligan hátt. Allir
danskir fjølmiðlar høvdu
somu yvirskrift:
SAMRÁÐINGAR
SLITNAÐAR.
FØROYINGAR KREVJA
OV NÓGVAR PENGAR.
Men í Føroyum vita nú
øll, sum vilja vita tað,
hvussu støðan er:
Danska stjórnin ger seg
inn á rætt Føroya fólks til
Føroya land og vil avtaka
hann.
Danska stjórnin ger seg
inn á grundleggjandi
rættindi føroysku
tjóðarinnar og vil avtaka
tey.
Undir teimum drúgvu
samráðingunum í fjør,
vóru tær mongu
kávalótirnar flustar uttanav
danska
føroyapolitikkinum. Tað,
sum tá var eftir, var
spillnakin imperialisma.
Tað er hugstoytt. Men
tað er týdningarmikið at
vita, at skal føroyska
sjálvstýrisrørslan náa
sínum máli um
tjóðarfrælsi, so verður tað
ikki gjøgnum samráðingar
við donsku stjórnina. Tveir
partar kunnu ikki
samráðast, um annar
parturin ikki viðurkennir
tilverurættin hjá hinum
partinum.
Skal málið náast, verður
konfrontatión.
Oljan er donsk
Samráðingarnar í 2000
vístu, at danski
forsætisráðharrin var til
reiðar at nýta bæði
avtalubrot og lygnir fyri at
steðga landsstýrinum. At
ein forsætisráðharri ger
slíkt, er álvarsamt.
Men hví ger hann tað?
Hví er tað so um at gera
hjá dønum at varðveita
yvirvaldsrættin yvir Før-
oyum? Hví ikki gera ein
felagsskap, har partarnir
eru sjálvstøðugir og javnt-
settir?
Ein høvuðsorsøk er ið
hvussu er greið: Oljan.
Fatanin í forsætismála-
ráðnum er, at danski stat-
urin undir verandi skipan
eigur endaliga yvirvalds-
og ognarrættin til oljuna.
Føroyska heimastýrið er
eftir teirra tykki bert ein
lokalur danskur myndug-
leiki, sum hevur fingið
umsitingarrættin útdeleger-
aðan.
Og eingin skal vera í iva
um – og vit síggja tað
longu nú – at sterkar kreft-
ir í Danmark fara at krevja,
at staturin ger yvirvalds-
rættin galdandi, um olja
verður funnin í “Nord-
Danmark”.
Tað er bert eitt sum
kann tryggja, at føroyingar
fáa full rættindi til før-
oysku undirgrundina. Tað
er, at Føroyar gerast eitt
sjálvstøðugt land. Tástani
hava vit yvirvaldsrættin
yvir Føroyum og tí, sum
hoyrir hesum landi til –
m.a. oljuni, sum kanska,
kanska ikki, er her.
Innliming
Hóast danska stjórnin sigur
tað mótsatta, so er eingin
ivi um, at Føroyska tjóðin
hevur sjálvsavgerðarrætt –
t.e. rætt til at taka avgerð
um egna lagnu. Føroyingar
hava nevniliga ongantíð
við fólkaræðisligari avgerð
limað seg inn í Danmark.
Tí kunnu vit framvegis
velja at stovna egið ríki –
ella at lima okkum inn í
eitt annað ríki.
Men hesin rættur kann
sambært fólkarættinum
bert nýtast einaferð. Tann
dag, vit á fólkaatkvøðu
hava valt at limað okkum
inn í Danmark, er hann
burtur. Og harvið er eisini
endaligi rætturin til oljuna
burtur.
Tí er endamálið hjá
stjórnini nú at fáa føroy-
ingar at geva seg undir
Danmark einaferð fyri
allar:
Fyrst skulu føroyingar
ræðast til at atkvøða »nei«
á fólkaatkvøðuni tann 26.
mai. Hvat síðani skal
henda, hevur Nyrup longu
boðað frá: Tá fólkið hevur
sagt nei, skal samráðast
um eina »sjálvstýrislóg«
undir donsku grundlógini,
sigur hann.
Eydnast tað at fáa føroy-
ingar at atkvøða fyri hesi
lóg á fólkaatkvøðu, er
slottið vunnið! Tá hava
føroyingar brúkt sín sjálvs-
avgerðarrætt til fyri fyrstu
ferð nakrantíð at góðkenna
og geva seg undir danskt
yvirvald.
Og tá kemst ikki aftur
umaftur. Tá hevur danska
statsvaldið vunnið
endaligan sigur á føroysku
sjálvstýrisrørsluni. Tá hava
føroyingar góðkent og
staðfest, at Føroyar eru
danskar.
Føroyska andstøðan
Tá Nyrup tosar um
»sjálvstýrislóg« er lítil ivi
um, at hann sipar til
uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum. Hann
hevur eisini fleiri ferðir
alment róst hesum
uppskoti.
Leiðarin í
Javnaðarflokkinum er á
fólkatingi tann avgerandi
atkvøðan hjá Nyrup-
stjórnini, og hann hevur
stuðlað stjórnini treytaleyst
– sama, hvussu
imperialistiskur hennara
føroyapolitikkur hevur
verið.
Og samstarva teir væl
nú – betur fer at
liggja fyri, gerst
Jóannes
Eidesgaard
føroyskur
løgmaður. Tí
hesin maður fer
ikki at aftra seg
við at seta í verk
eina skipan, sum
limar Føroyar inn
í Danmark. Hann
hevur nevniliga ta
fatan, at vit longu
eru innlimað!
Jóannes skrivar í
Sosialinum tann
14. februar, at
»Fyri hvørt
mansbarn í
Føroyum stendur
tað sólarklárt, at
vit eru partur av danska
ríkinum«. Í eini roynd at
grundgeva fyri hesum
nevnir hann, at »vit hava
samtykt heimastýrislógina
á Føroya Løgtingi í 1948,
og høvdu eina
fólkaatkvøðu i 1953 um
broytingar í donsku
grundlógini«.
Hvørgin grundgevingin
heldur. Heimastýrislógin
varð sett í verk sum ein
sáttmáli millum tveir
partar, og tað at 7% av
føroyingum atkvøddu um
eina broyting í donsku
grundlógini í 1953, kann
ikki á nakran hátt kann
roknast sum ein føroysk
innliming i Danmark.
At vísa til hetta og siga,
at Føroyar eru samrunnin
partur av Danmark, er eftir
mínum tykki søgufalsan.
Henda falsan kann bert
gerast til sannleika á ein
hátt: Um føroyingar
atkvøða fyri eini skipan,
sum góðkennir, at vit eru
undir donskum valdi. –
T.d. eini »sjálvstýrislóg«
undir donsku grundlógini.
Og hetta er júst tað,
Javnaðarflokkurin og
danska statsvaldið vilja.
Tvinnir eru kostirnir
Líka til Føroyar eru
vorðnar fullveldisríki,
verður sjálvstýrisrørslan í
krosseldi millum hesar
partarnar – danska
statsvaldið og føroyska
sambandsvongin.
Tí stendur ein bæði
baldrut, hørð og strævin tíð
fyri framman hjá sjálv-
stýrishugaðum føroy-
ingum.
Men tapir sjálvstýris-
vongurin fólkaatkvøðuna
(ella bakkar hann áðrenn
hon er hildin) má val út-
skrivast. Og við eini buk-
aðari og eyðmýktari sjálv-
stýrisrørslu kann skjótt
henda, at sambandsvong-
urin vinnur reinan meiri-
luta á løgtingi. Og tá er
sannlíkt, at vit verða limað
inn í Danmark...
Viðhvørt kemur tú so-
leiðis fyri, at bæði tað, tú
gerst, og tað, tú ikki gerst,
hevur stórar fylgjur.
Verður fullveldisætlanin
førd á mál, stendur eitt
stórt stríð fyri framman.
Men tapa sjálvstýris-
flokkarnir verður tað
kanska størsta afturstig
nakrantíð fyri føroysku
sjálvstýrisrørsluna.
Tapa teir – ella bogna
teir áðrenn fólkaatkvøðuna
– hava teir ruddað slóð
fyri, at valdið endaliga
verður latið tí
skapninginum, sum stóð
spillnakin á Christiansborg
tann 26. oktober 2000.