leygardagur 24. februar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
GOSPEL
Birgir Kruse
Í kvøld er høvi at hoyra
Jessy Dixon í Norður-
landahúsinum. Fyrstu
ferðina, eg varnaðist henda
sangara, var á eini plátu
hjá Paul Simon í 1974.
Plátan er ein konsertupp-
tøka, har umframt The
Jessy Dixon Singers, eisini
Suðuramerikanski bókurin
Urubamba medvirkar.
“Live Rhymin’” er heitið á
plátuni, sum CBS gav út.
Jessy Dixon og hansara
sangarar framføra á hesi
plátu “Jesus is the answer”
hjá Andrae Crouch.
Eksalteraður, ektaður
gospelsangur, sum var tað
í eini kirkju í Harlem.
Langt frá hvítu
skandinavisku
traditiónunum, sum ofta
ger seg galdandi á hesum
øki.
Kendi gospelsangarin
Andrae Crouch var á
Gospelfestivalinum í 1997.
“Tað er nokk tað størsta
tiltakið, sum Føroya
Gospeltónleikarafelag
hevur sett sær fyri”, sigur
Vinjard Johansen, sum er
formaður.“So nú er langt
síðani at ein kendur
gospelsangari hevur verið í
Føroyum”, heldur hann
fram. Vinjard væntar, at
tey, ið leita sær niðan í
Norðurlandahúsið í kvøld,
fáa eitt upplivilsi fyri lívið.
Við á konsertini hjá
Jessy Dixon verða eisini
Siloakórið, VOX og United
Voices. Tilsamans eini 80
føroyskar røddir afturat
kenda, svarta
amerikumanninum og
klaverleikara hansara.
2
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
Postboks 19, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: birgir@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Birgir Kruse
EG MEINI TAÐ
Tað hevur verið sjáldsama
gott í vetur eftir eitt sjáld-
sama gott heyst, og ikki at
gloyma tað besta summarið
í mannaminni.
Nú hevur so verið rusk-
veður eitt skifti, og nú
kunnu vit ikki lata vera við
at knarra. Um ikki knarra,
so ávirkar veðrið lagið á
teimum flestu av okkum.
Nøkur eru beinleiðis tung í
huga av hesum f......... veðr-
inum. Tað er einki at gera
við tað uttan at bíða, tí
hyggur tú, kanska eitt sindur
hugtungur, niður, so varnast
tú, at tað er longu farið at
spretta. Tær smáu blóm-
urnar eru um at vakna úr
sínum vetrardvala. Og ...
vespurnar. Tær hava vit
lukkuliga gloymt. Vit
gloyma tær aftur
beinanvegin, heilt til komið
er hægst á summarið. Tá
fara hesi snurrandi beistini
aftur at arga beint fyri
nøsini á okkum. Summi,
kanska tey flestu, eru næst-
an paralyserað av skrekk. At
hugsa sær, at bæði politistar
og stórir og prúðir grinda-
menn skulu renna skríggj-
andi og nístandi undan ein-
ari flugu ... Men soleiðis er
tað bara. Vit kunnu ikki
gera við tað. Vespuræðslan
er líka so ring at basa sum
flogræðsla.
Regn. Ja, hvat við tí? Eg
gloymi ongantíð eina til-
árskomna konu, sum segði,
at føroysk konufólk hava so
pena húð. Og tað var nett-
upp regnið, sum gjørdi tað.
Kortini fara vit sjálvboðin
undir solariið og lata okkum
snerkja, til vit líkjast svisk-
um í skortinum. Hví gera
vit tað? Leingist okkum
suðureftir í tað góða veðrið?
Ið hvussu er og ikki. Vit
leggja ikki petti í, um vit
hava tað besta summarið í
fleiri mannaminnir. Vit fara
kortini suðureftir at fáa okk-
um sól. Mann er eisini so
vakur sum til ber, tá ið
mann kemur aftur og er ikki
sørt errin av at síggja út,
sum mann ger. Men tað má
haldast við líka undir solari-
inum, til vit fara suðureftir
næstu ferð. Altso eg meini
ikki til Suðuroyar, men suð-
ureftir á meginlandið.
Kanska vinna vit eina ferð
fyri tvey. Tað hevði nú verið
...
Sjálvur havi eg verið í
tropunum nakrar ferðir. Til
dømis í Kuba. Tað árið –
1998 – vóru avleiðingarnar
av veðurfyribrigdinum el
Nino ógvisligar. Grøðin
miseydnaðist. Tað var eitt
rættiligt rakár í Kuba. Og
mitt í juli mánaði var hita-
bylgja í Kuba – í tropunum.
Nei, nei. Eg lovaði, at eg
skuldi ikki aftur knarra um
veðrið í Føroyum og gleddi
meg til at koma heimaftur.
Kortini havi eg havt hug at
knarra viðhvørt. Men hvørja
ferð hugsi eg um ta ferðina
til Kuba, sum sjálvsagt er
ein uppliving fyri lívið.
Teir fátæku kubanararnir
hava ongantíð verið uttan-
lands. Teir vita bara um sítt
egna tropiska veður. Teir
vita púra einki um veðrið í
Føroyum. Tað kemur teim-
um als ikki til hugs. Og hví
skuldi tað eisini tað. Kuban-
ararnir hava nóg mikið at
hugsa um í sínum andlits
bókstaviliga sveitta.
Vit fáa einki gjørt við
veðrið. Vit føroyingar. Ikki í
námindum av Várharra. Tó
eru vit so mikið væl fyri í
okkara forkelaða ríkidømi,
at vit kunnu altíð leita okk-
um hagar, veðrið er, sum vit
vilja hava tað.
Gott at vit hava nakað
veður yvirhøvur. Tí so hava
vit okkurt at snakka um.
Veðrið hjá okkum er so dei-
liga skiftandi, at vit hava alt
møguligt at snakka um við-
víðkjandi veðrið, tá ið tað
ræður um at røkja okkum
sjálv. Vit eru í aðrar mátar
altíð spent at vita, hvussu
veðrið verður, hvussu lík-
indini verða, um tað verður
hoyterri, um tað slepst á
flot, um tann, ið ætlar sær
um sund og firðir, fær sjó-
verk, um vit tora í bát.
Veðrið er so vælsignað.
Ein rík gáva. Vit fáa ikki
verið veðrið fyri uttan.
So, nú brast hann á aftur.
Ólukk í hetta f........ veðrið.
Var tað nakar, ið segði, at
vit hava ikki brúk fyri
veðrinum? Hóast vit hava
bil?
Tað er altso fantastiskt.
Vit laga bilin eftir
veðrinum.
Jessy Dixon í kvøld
Veðrið
Plátan “Live Rhymin’” , sum
Paul Simon gav út í 1974. Á
plátuni medvirka The Jessy
Dixon Singers
SJÓNARMIÐ
Sonne Smith
Á súkklu
Úr Norðsjónum draga vit oftast fisk. Og eisini olju. Nú kunnu vit
leggja frítið og ítrótt afturat hesum landafrøðiliga øki. Tí nú verður
lýst við súkkluferðum kring Norðsjógvin. Ikki er tað tí, at ein nýggj
vatnsúkkla er í umfari. Nei, tað eru norðmenn, sum hava tikið stig
til at merkja allar tær leiðir á landi, har súkklast kann kring
Norðsjógvin. Tilsamans 6.000 kilometrar.
Á heimasíðuni www.northsea-cycle.com verður verkætlanin
boðin fram til øll tey, sum hava hug at súkkla og halda frí á henda
hátt. Merkta súkkluleiðin fer gjøgnum Noreg, Svøríki, Danmark,
Týskland, Niðurlond, Ongland og Skotland. Eru heilsan og
hugurin ikki til allan teinin eftir einum sumri, so ber sjálvandi til
at taka hann í pettum. Og tá sagt verður, at súkkluleiðin er 6.000
kilometrar, eru ymsu ferjunar ikki tiknar við.
Hóast norðmenn eru uttanfyri ES, so er tað ein økismennandi
ES-grunnur, sum í eitt trý ára skeið hevur fíggjað verkætlanina.
Tilsamans 70 landspartar eru knýttir saman og vara av hesi ætlan,
sum byrjaði á heysti í 1989.
Flestu vegir og stíggir, súkklast kann á kring Norðsjógvin, eru
fyrndargamlir. Tí hevur fyrireikandi arbeiðið fyri mesta partin verið
at merkja og upplýsa. Til tess at gera vart við verkætlanina verður
nýggja norðsjóarsúkkluleiðin tó hátíðarhildin í Hamburg hin 5. mai. Tá
verður leiðin “latin upp” og henda dag verður eisini ein stafettkapping á
súkklu.
Ritstjóri og
Náttar-
ravnur á
súkklu
(Tekning:
Óli P 1993)
Vinjard Johansen er
formaður í Føroya
Gospeltónleikarafelag, sum í
kvøld skipar fyri
gospelkonsert við Jessy Dixon
og 80 føroyskum sangarum í
Norðurlandahúsinum
FRÍTÍÐ
Birgir Kruse
Sosialurin Nr. 39 - 24. februar 2001
3
SAMRØÐA
Birgir Kruse
Bodil Rahbek, sum er út-
búgvin tíðindakvinna, er
farin undir nýggja verk-
ætlan fyri Útvarp Føroya.
“Verkætlanin snýr seg
um persónliga og fakliga
menning hjá programm-
fólkunum í Útvarpinum”,
sigur Bodil, sum er út-
búgvin tíðindakvinna frá
Danmarks Journalisthøj-
skole 1988.
“Tá talan er um menn-
ing, at dagføra sína vitan
og gerast betur førur fyri
at røkja sína uppgávu, so
hugsa tey flestu helst um
eftirútbúgving” sigur
Bodil. “Men menning er
eisini nakað, ið fer fram í
dagligdegnum, í arbeiðs-
umhvørvinum, í samstarv-
inum við tey, sum eru á
arbeiðsplássinum”.
Bodil, sum er donsk,
nýtir hugtakið “efter-ud-
dannelse” og heldur tað
upp móti hugsaðu orð-
unum “frem-uddannelse”.
“Eg kann siga, at henda
verkætlanin heldur enn at
snúgva seg um beinleiðis
eftirútbúgving, í størri
mun snýr seg um eina
journalistiska tilbúgving”,
sigur Bodil Rahbæk.
“Í stóran mun snýr
menning seg eisini um
sannkenning og ásannan”
sigur Bodil. “Tá eg sum
fremmand komi uttan í frá
og seti spurningar um,
hvussu arbeitt verður, so
verða fólk sett at arbeiða.
At lýsa teirra dagliga virki,
arbeiðslag og metodur,
eins og egna arbeiðssitua-
tión – alt hetta gevur oftast
nýggjar sannkenningar. Og
so er menningin jú longu
sett ígongd”.
– Hvussu roynir tú so at
loysa júst hesa uppgávuna?
“Eg arbeiði við vegleið-
ing innan journalistiska
yrkið. Men eg brúki eisini
nógva tíð til at lurta og
eygleiða, hvussu arbeitt
verður á hesum staðnum,
Útvarpi Føroya. Eg seti
nógvar spurningar, men eg
havi ikki svarini. Tey skulu
fólkini á hesum staðnum
sjálvi finna. Men tað, at eg
eri til staðar, kann verða
ein trygd fyri, at tíðin
verður brúkt til at skifta
orð og kjakast um journa-
listikk og journalistiska
yrkið, um arbeiðsgongdir
og um sjálvt handverkið”,
sigur Bodil Rahbek.
Ilt er at læra gamlan
hund uppi at sita, sigur
orðatakið og javnan síggja
vit í bløðunum hvassorð-
aðar viðmerkingar frá
miðlunum, tá onkur vil
leggja seg út í arbeiðið hjá
tíðindafólki og dittar sær at
geva eitt boð uppá tíðindi
og tíðindaflutning, sum
kanska kundi verðið anna-
leiðis. Hetta tykist verða
ein hørð verð, har eisini
langt er millum kvinnu-
røddirnar.
Spurd um, hvussu
programmfólk í Útvarpin-
um taka í móti henni, sigur
Bodil Rahbek, at tey eru
ómetaliga positiv. “Hetta
eru jú engasjerað fakfólk,
sum seta sær høg mál”,
sigir hon. “Hetta er heldur
ikki ein málsligur ella
tjóðskaparligur spurning-
ur”, sigur Bodil.
“Journalistikkur er eitt
handverk, og tey grund-
sjónarmið, sum øll arbeiða
eftir, eru almenn og galda
fyri allan heimin”, sigur
Bodil, sum tó skoytir uppí,
at sjálvandi eru mentunar-
ligir munir, sum tó mest
koma til sjóndar í tí sniði,
tú ber tíðindini. Í mátanum
ella forminum. “Tað týdn-
ingarmesta hjá mær er, at
virða henda munin”, sigur
Bodil.
“Føroyska Útvarpið skal
ikki gera útvarp soleiðis,
sum vit gera tað í danska
útvarpinum. Sniðið er hvør
sítt”, sigur Bodil, sum áður
hevur verið leiðari í eini
verkætlan, ið fevndi um
danskt og svenskt útvarps-
samstarv. “Og tað ber væl
til. Vit skulu bara finna eitt
felags støði og semjast um,
hvussu vit skulu gera tað.
Konsensus er lyklaorðið”.
– Hvat heldur tú um
møguleikarnar fyri at
mennast, hjá føroyskum
tíðindafólki?
“Tey journalistisku
arbeiðsplássini eru smá
her. Júst tí hava tey fólk,
sum arbeiða á hesum øki,
tørv á at hittast í størri
høpi, skulu tey skifta orð
um fakligar journalistiskar
spurningar”, heldur Bodil.
“Blaðmannafelagið átti
at sæð tað sum sína upp-
gávu, at tryggja eitt tílíkt
høpi. At eitt forum er til
journalistiskt kjak. Tað
nýtast ikki at vera stór og
kostnaðarmikil tiltøk, ein
fer undir. Bara tað at hitt-
ast eina ferð um mánaðin
og kjakast um eitt fakligt
evni vildi ført nakað við
sær. Og givið menning”.
– Er tað yvirhøvur
umráðandi hjá journalist-
um altíð at mennast og
fylgja við? Er ein søga
ikki altíð ein søga...?
“Tað er týdningarmikið
hjá øllum at mennast í
egnum starvi. Ikki bara hjá
journalistum. Arbeiði yvri-
høvur fyllir ómetaliga
nógv í okkara lívi. Ikki
bara mált í teirri tíð, vit
eru til arbeiðis, men eisini
í tí týdningi, arbeiði hevur
fyri samleika okkara
millum onnur menniskju”,
sigur Bodil, sum leggur
afturat, at nógvar kann-
ingar greitt vísa, at møgu-
leikarnir fyri spennandi og
mennandi uppgávum hjá
fólki flest, hava eins nógv
at týða og sjálv hin út-
goldna lønin.
“Men hjá tíðindafólki og
miðlunum yvirhøvur er tað
alneyðugt at
verða í støðugari
menning, tí
kappingin um
hyggjarar, lurtarar
og lesarar gerst
alsamt harðari.
Ein søga er ikki
bara ein søga. Ein
og hvør søga
kann vinklast og
sigast á ymsan
hátt. Í nógvum
útgávum og á
nógvar ymsar
mátar.”
– Tað, sum vit
kenna til í dag
verður ofta
yvirhálað av
teknikki í morgin.
Til dømis við
internetinum.
Sært tú tíðindi á
internetinum sum
eina spennandi
avbjóðing hjá tíðindafólki?
“Sjálvandi. Vit vita, at
miðlanýtslan broytist nógv
í hesum tíðum. Internetið
tekur nógv av teirri tíð,
sum fólk annars brúka til
at hyggja í sjónvarp og at
lesa avísir. Útvarp hevur
tann eginleikan, at tú kanst
lurta eftir tí, meðan tú ert á
netinum. Og sum miðil má
ein verða til staðar, har
sum viðskiftafólkini eru.
Tað er klárt.”
Hóast virksemið fyri Út-
varp Føroya, er Bodil enn í
starvi hjá danska útvarp-
inum, har hon í trý ár hev-
ur verið redaktiónsleiðari í
Københavns Radio, sum
deildin í høvuðsstaðarøk-
inum nevnist. Áður hevur
hon arbeitt á trimum øðr-
um regionalum útvarps-
støðum og eisini hjá P1 í
Danmarks Radio.
Tá Bodil í tíðar-
skeiðnum 1989-92 búði í
Føroyum, var hon m.a.
korrespondentur hjá
tíðindastovuni Ritzau.
Miðskeiðis í 90’unum
skrivaði Bodil í trý ár fyri
blaðið hjá donsku Juni
rørlsuni, sum er ímóti ES-
limaskapi. Seinastu árini
hevur Bodil í stóran mun
arbeitt við leiðsluspurn-
ingum.
MENNING. Tey journalistisku arbeiðsplássini eru smá her. Júst tí hava fólk, sum arbeiða á
hesum øki, tørv á at hittast og skifta orð um fakligar journalistiskar spurningar, heldur Bodil
Rahbek. Hon arbeiðir við menningarætlan í Útvarpinum og heldur, at Blaðmannafelagið átti at
sæð tað sum sína uppgávu, at skipa fyri journalistiskum kjaki
Eitt forum til
journalistiskt kjak, takk
Bodil Rahbek er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole í 1988 og hevur í trý ár verið redaktiónsleiðari hjá
Danmarks Radio. Nú er hon farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya (Mynd Jens Kristian Vang)
Útvarpsmaðurin Helgi Jacobsen og Bodil
Rahbek í Útvarpi Føroya (mynd Jens
Kristian Vang)