Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. februar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Bert tríggir dystir í fremstu deildunum eru á skránni hetta vikuskiftið HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at vit nú hava havt full hondbóltsvikuskifti í eina tíð, verður aftur eitt sindur friðarligt um føstuna. Bert tríggir dystir eru á skránni, og av hesum verða tveir leiktir longu leygar- dagin. VB vitjar í Havn Fyrri av teimum báðum dystunum leygardagin verður, tá kyndilskvinnur- nar á heimavølli taka ímóti VB. Á pappírinum ein tryggur sigur til VB, men spurningurin er tó, um altíð ber til at ganga eftir pappír- inum. Tað gjørdi Kyndil so avgjørt ikki, tá tær fyrr í vikuni leiktu móti Tjaldri, og einki er at ivast í, at tær grønu nú vilja hava eina uppreisn. KÍF sum favorittur Seinni dysturin leygardagin verður eisini í Havn, tá H71 tekur ímóti KÍF. Fyrr í hesum kappingarárinum vildi ein kanska mett hoy- víkingar til favorittar til ein slíkan dyst, men sum koll- firðingar hava spælt sein- astu dystirnar, mugu teir so avgjørt liva við favoritt leiklutinum. Møguleikin fyri heiðurs- merkjum er ikki heilt svunnin hjá teimum, og eftir tapið fyri VÍF vilja kollfirðingar helst prógva, at úrslitini móti Kyndli og Neistanum ikki bert vóru upplop. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður á Skála sunnudagin, har lokalupp- gerð verður millum StÍF og Tjaldur. StÍF hevur verið sera væl koyrandi síðani vetrar- steðgin, og higartil hevur eingin megnað at staðið teimum kurl. Einasti spurn- ingurin hjá teimum tykist vera, hvussu stórur missur tað verður, at John Petersen ikki longur er á liðnum. Fótbóltsárið er nú av álvara farið í gongd, og saman við restini av fótbóltslandslið- num, er John nú farin til Spania á venjingarlegu. Tjaldur vil í sín part helst royna at prógva, at talan veruliga hevur verið um framgongd í ár, men skal hetta eydnast, er neyðugt at finna annað spæl fram, enn tað, sum teir sýndu í Havn mikukvøldið. Harumframt verða teir hjá Tjaldri eisini skerdir, við tað at Zoran Sarcevic hevur leikbann eftir beinleiðis reyða kort- ið, sum hann fekk í teirri uppgerðini. Oddaliðið úr Fugla- firði hevur á pappír- inum lættan dyst, meðan Mjølnir nú eru í vanda fyri at missa silvurmerkini FLOGBÓLTUR, MENN Sunnudagin skal Mjølnir til Havnar at leika ímóti Fram, sum liggur á 3. plássi. Mjølnir hevur seinastu tíðina tapt 3 dystir á rað, um ein tekur finaludystin ímóti ÍF við. Hetta er stór afturgongd í mun til 1. halvu, tá liðið lá klárt á odda. Í løtuni er Mjølnir nr. 2 eftir ÍF, og liðið hevur tískil ikki ráð til at tapa nakran dyst, um klaks- víksingarnir framvegis ætla sær at fáa gull um hálsin í ár. Ikki kann roknast við, at Fram letur Mjølnir tvey stig uttan stórvegis dyst, tí seinastu tíðina hevur liðið fingið betri skil á blokkin, so um Borko ikki kemur upp úr aldudalinum, kann roknast við, at tað verður havnaliðið, sum fær tvey stig sunnudagin kl. 15,30 á Eysturskúlanum. ÍF á Kambsdali Steypavinnararnir ÍF møta SÍ á Kambsdali leygardagin kl. 15,00. SÍ hevur tíanverri havt trupulleikar seinastu tíðina, men tað er at vóna, at hetta er farið framvið, soleiðis at teir kunnu møta mansterkir á Kambsdali. Heldur ÍF á við sama spæli, so verður tó ringt hjá SÍ at vinna, men alt er eina roynd vert. Nr. 39 • leygardagur • 24. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Um vikuskiftið verður finalu- umfarið í steypa- kappingini hjá yngru hondbólts- liðunum leikt í Havn HONDBÓLTUR Jákup Mørk Aftur í vetur hava yngru hondbóltsliðini kring landið dystast í ymsu umførunum í steypa- kappingunum, og leyga- rdagin verður so finalu- umfarið hjá liðunum leikt í Havn. Dystast verður í báð- um hallunum í høvuðs- staðnum, og verður hetta gjørt soleiðis, at gentur- nar spæla í Gundadals- høllini, meðan dreingja- liðini spæla í Høllini á Hálsi. Bólkarnir 10 ár, 12 ár og 14 ár spæla sínar dystir leygardagin, með- an finaluumfarið hjá teimum 16 ára gomlu verður leikt sunnudagin. Støðan í meistaradeildini hjá monnum: Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Dráttur 16 14 2 46 13 33 19 Mjølnir 15 13 2 42 12 30 17 ÍF 15 7 8 24 30 -6 11 TB 16 7 9 33 28 5 10 Fleyr 16 6 10 20 36 -16 7 Fossánes 16 0 16 2 48 -46 0 Friðarligt við hondbóltinum Tey yngru fara á vøllin Fram møtir Mjølnir Kollfirðingar mugu finna seg í at vera favorittar, tá teir leygardagin skulu dystast móti H71 Savnsmynd Nr. 39 • leygardagur • 24. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Sjúrður Skaale: Spillnakin imperialisma síða 18 Kjøt í føstu UNDIRHALD OG ÓHUGNI Birgir Kruse Tað stundar til føstu og hóast vit norðbúgvar ikki hava teir litføgru karnivalsiðir, sum tey hava í teim heitaru londunum, er vert at støðga á eina løtu og smakka uppá nøkur orð. Sum til dømis Karneval og Hannibal. Á fastalávint hevur verið siður at halda karneval. Ganga grýlu og gera alt tað, sum ikki varð loyvt í føstu. At eta kjøt til døm- is. Og eta vit okkum gjøgnum sjálvt orðið karneval, so er tað sett saman av carno, sum merkir kjøt og vale, sum sipar til farvæl. Altso burtur við kjøtinum í føstu. Tí nú skal fastast. Men innan vit frásiga okkum alla verðsliga gleði, nýta vit høvi at kaga innar í myrkrið í biohøll- ini. Hinari einastu, sum eftir er í landinum. Seinastu árini er í biografhøpi kyknaður ein sjáldsamur áhugi fyri tí óhugnaliga. Ein gongd, sum best sæst á filmi og tá ung leiga videofilmar í felag. Aftur- við kola og kips, og kanska pitsa eisini, verður kjarnin í dagsins brúkarasamfelagi dyrkaður. Í fyrimyndarligum felagsskapi. Tó, samstundis sum filmaði óhugnin sprettir og kemur upp at blása í ótolandi og ágangandi myndum, so hoyrist hin hugna- ligasti tónleikurin afturvið. Part- arnir passa ikki saman. Her skurrar og okkurt er, sum tað ikki eigur. Kanska byrjaði tað við “Pulp Fiction” í 1994 og varð undir- strikað árið eftir í “Get Shorty”. Í báðum filmum spældi John Travolta. Ein uppafturgrivin diskomynd frá sjeytiárunum, sum finnur nýtt støði og nýggj úttrykk. Alt í tíðarinnar anda. Í báðum filmum er útsjóndin og stílurin hugtakandi og tølandi. Og ikki minst samrøðurnar og sundurkliptu hendingarnar. Og nær byrjar filmurin? Tað ger “Pulp Fiction” í hvussu er ikki í byrjanini. Her eru leikstjórar, sum spæla sær. Einki at ivast í tí. Og kanska eru teir sjálvir børn av post- modernistisku traditónini, sum vil klippa alt sundur. Og seta alt skeivt saman. Í hesum melduri av sansingum, lýsingum og musikkvideo, mást tú skapa tína egnu vernd. Eitt myndafiltur bara fyri at yvirliva dagliga ágangin. Ímillum liggur skemtið. Svarta skemtið. Kanska er tað hetta, sum ligg- ur í dagsins dyrkan av tí óhugna- liga. At leita fram til eggina og ganga ytst á tromina og skoða niður í heljardýpið. Hetta infer- no, sum lagt verður á blik í søgunum hjá Thomas Harris um Hannibal. Hannibal Lecter. Bara navnið smakkar av óhugna. Hannibal. Fyrr var hetta klossuta navn knýtt at Alpunum og vónleysa rómverska herførar- anum. Hannibal. Sjálvt smakkur- in í navninum er broyttur, tá vit í dag siga Hannibal. Og eyguni, sum lúra á hvørjum uppslagi. Hannibal. Eg komi eftir tær. Hetta er ein marrudreymur. Kanska tín egni marrudreymur? Fyrstu ferð Hannibal Lecter sást á filmi var í “Manhunter” frá 1986. Michael Mann, sum eisini gjørdi sjónvarpsrøðina “Miami Vice” , leikstjórnaði og hann bygdi filmin á søguna Red Dragon hjá Thomas Harris. Í 1991 fekk Hannibal alt løriftið og bleiv høvuðspersónur í “Silence of the Lambs” við Anthony Hopkins og Jodie Foster. Jonathan Demme leik- stjórnaði, meistarliga intenst. Ein stjørna varð fødd og óhugnin fekk enn eitt nýtt andlit. Her varð eitt umhvørvi latið upp, sum varð so óhugnaligt og tó so tølandi, at hesi viðurskifti mugu takast upp til nýggja viðgerð. Hitt góða og ónda. Støðugt berj- andi, devulskt og himmalskt. Við einum tíðarleysum farra av bíbilskum vísdómi. Um dóma- dag. Nú føstan er í hondum, letur Havnar Bio upp fyri nýggjum avbjóðingum úr sama heljardýpi Hannibals. Tíggju ár eru liðin og Hannibal býr nú í Firenze. Jodie Foster er skift út og inn í marru- dreymin trínir Julianne Moore. Føstulávintsborðið er um at verða búgvið. Men varið tykkum fyri at rópa eftir kjøti í føstu. Spyrji bara Gary Oldman. Hann var hin einasti, ið kom undan hina fyrru ferðina, Hannibal var í kjøtveitslu. Úrslitið sæst í Havnar Bio. Væl í gagnist! FILMUR. Í landsins einasta biografi vísa tey annan part av søguni um Hannibal Lecter. Hin altíð hugtakandi Anthony Hopkins er tiltikni kjøtátarin í føstu. Enn sum áður byggir filmaða søgan á bókina hjá Thomas Harris, men hesuferðina er tað Ridley Scott, sum leikstjórnar – Grýlan kemur eftir børnum, ið gráta eftir kjøti í føstu. Hannibal Lecter borðreiðir. Handan maskuna er Anthony Hopkins og í føvninginum ber hann Julianne Moore, sum er Clarice Starling í framhaldsfilminum um mannaátaran hjá Thomas Harris Eygu Hannibals lúra allastaðni. Nú kunnu vit lúra eftir honum í Havnar Bio, har nýggi filmurin um Hannibal varð frumsýndur í gjárkvøldið