Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. februar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 24. februar 2001 13 gult cyan magenta svart 12 Nr. 39 - 24. februar 2001 gult cyan magenta svart VIÐMERKINGAR Hans Pauli Strøm, Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Í eini grein í seinastu bløð- unum, har varaløgmaður annars skrivar um saklig- heit, ósannindir, persóns- álop o.l., sigur hann: ”Mín sannføring er, at samstarvið millum Føroyar og Dan- mark kann bert gerast gott, trygt og mennandi, tá talan er um tveir javnbjóðis partar, ið hava fulla ábyrgd hvør av øðrum.” Hesum taki eg fult undir við, og er hetta eisini júst tað, sum uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til eina nýggja sjálvstýrisskipan snýr seg um. Varaløgmaður hugsar tó neyvan um sjálvstýrislóg- ina hjá Javnaðarflokkinum, tá hann sigur hesi skila- góðu orð. Hann sipar held- ur til fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Har noyðist hann tó nú at staðfesta, at eftir trimum árum er onki komið burturúr, ikki eitt einasta málsøki er flutt frá donskum til føroyskan myndugleika, ikki ein bók- stavur er fluttur úr danskari yvir í føroyska lóggávu, ikki ein einasta króna er skorin av ríkisstuðlinum úr Danmark, tvørturímóti er hann størri enn nakrantíð. Og politisku møguleikarnir fyri at fremja fullveldisætl- anina hava aldrin verið verri enn nú. Hon hevur ikki eingong longur undir- tøku frá allari samgonguni. Og eftir seinastu veljara- kanningini at døma er und- irtøkan í fólkinum minkað burtur, so tað er nú er ein stórur meiriluti av veljarun- um, ið vildu felt hesa ætlan við eina fólkaatkvøðu. Varaløgmaður noyðist tí at viðganga - eins og óivað fleiri av hansara samgongu- monnum longu hava gjørt sær greitt – at fullveldis- ætlanin er sokkin. Eitt av teimum ógviliga áhugaverdu úrslitunum av veljarakanningini er, at tann stóri meirilutin móti fullveldisætlanini sæst aftur í øllum aldursbólkum. Tað hevur annars higartil verið hildið uppá, at tey ungu taka undir við full- veldinum, meðan tey eldru eru ímóti. Nú vísir kanningin, at onki hald er í hesum pástandi. Tvørtur- ímóti er støðan nøkulunda tann sama í øllum aldurs- bólkum – antin tað snýr seg um tey ungu, tey í miðjum aldri, ella tey eldru, so er greiður meiriluti ímóti: Sí talvu! Hóast veljarakanningin kolldømir fullveldisætlan- ina, vísir hon tó samstundis á, at veljararnir kortini vilja hava eina loysn í sjálv- stýrismálinum. Høvdu teir vent øllum baki, so hevði Sambandsflokkurin verið tann stóri sigursharrin, men tað var hann jú ikki. Veljararnir taka Javnaðar- flokkin fram um Sam- bandsflokkin, og gera hann til næststørsta flokkin, og er tað týðuligt tekin um, at hóast fólk vraka fullveldið, so vilja tey ikki, at onki skal henda, at vit bara skulu halda áfram sum higartil uttan broytingar. Tí vísir veljarakanningin eisini á, at alternativið til ta kolldømdu fullveldisætl- anina nú er sjálvstýrislógin ella líknandi alternativ sjálvstýrisskipan. Bert við at skapa parlamentariskar møguleikar fyri hesum, ber til at tey góðu orðini hjá varaløgmanni gerast veru- leiki, um at”samstarvið millum Føroyar og Dan- mark kann bert gerast gott, trygt og mennandi, tá talan er um tveir javnbjóðis partar, ið hava fulla ábyrgd hvør av øðrum”. Yvirlýsing frá Fólkaítakinum fyri tjóðfundi Endamálið við politikki er at virka fyri, at vit kunnu liva lív okkara í tryggleika. Í so máta er tann støða, vit liva í, rættiliga syndarlig. Orsøkin til hetta er, at vit hava givið kongi okkara alt vald at taka avgerðir okkara vegna. Uttan at vit hava givið kongi heimild til tess, hevur hann latið stjórn síni sleppa at útinna tað vald, vit hava givið honum. Hetta vald nýtir stjórnin til á ódemo- kratiskan hátt at trýsta sín vilja ígjøgnum í samfelag okkara. Hetta sóu vit tá stjórnin – eftir at Føroya fólk tann 14. september 1946 hevði samtykt at taka av tilboði stjórnarinnar um at gerast eitt sjálvstøðugt ríki – skrivaði út løgtingsval, tí nývalda løgtingið ætlaði sær at fylgja fólksins leiðbeining. Eftir hetta fingu vit ein sáttmála millum stjórnina og løgtingið um at vit skuldu kunna fáa nakað av tí valdi aftur, sum vit høvdu latið kongi. Henda heimastýrisskipanin verður av mongum hildin at geva okkum tryggleika, men vit hava longu sæð, at so er ikki. Hetta vísti seg við passinum. Hóast ta bindandi orðingina í grein 10 í heimastýrislógini, har ásett verður, at føroyingar ikki kunnu fáa annað enn føroyskt pass, so vísti tað seg knappliga ein dag, at hetta ikki longur var neyðugt. Við kongligari kunngerð var ein nýggj lóg sett í gildi í Føroyum, sum hevði sett hesa grein í heimastýrislógini úr gildi. Ført verður fram, at slíkar lógir ikki kunnu koma í gildi, um heimastýrið ikki vil, at tær verða lýstar í Føroyum. Tey sum so halda, kunnu bert líta at tí sum hendi tá danska stjórnin háveldisstaðfesti sáttmálan um tjóðarmál. Tá gekk landsstýrið ímóti, og boðaði stjórnini frá hesum, men stjórnin lætst ikki um vón og góðkendi ímóti vilja landsstýrisins sáttmálan sum galdandi fyri Føroyar, so at vit nú eru ein tjóð hvørs mál onga altjóða viðurkenning hevur. Tá ið hetta ber til, er einki til hindurs fyri, at tað knappliga kemur ein nýggj donsk skattalóg, sum sigur, at tær inntøkur, sum t.d. oljuvinnan við Føroyar gevur, skulu skattast av ríkinum í staðin fyri av heimastýrinum. Heimastýrisskipanin er heldur eingin trygd fyri at fáa pengaveitingar úr Danmark. Sjálv lógin sigur, at nær tað skal vera kann staturin áseta, at tey mál á lista A, sum ikki enn eru yvirtikin (almannamál, sjúkrahús og skúlar), skulu gerast føroysk sermál við tí avleiðing, at Føroyar skulu gjalda alt tað, tey kosta í rakstri og íløgum. Tað er til hesi mál, danski staturin í dag gevur heildarveitingina, og hon kann tí við eini avgerð statsins hvørva eftir einum degi. Heldur einki í heimastýrisskipani er til hindurs fyri, at staturin krevur okkum at gjalda tað, sum raksturin av ikki-yvirtiknum málum kostar. At liva undir slíkum umstøðum er lemjandi. Føroya landsstýri hevur sett sær fyri at sleppa okkum úr hesi ótryggu skipan og eftir eini fastari tíðarætlan koma fram til eina støðu, har vit uttan fíggjarligt tvingsl kunnu avgera, um vit vilja taka við teimum møguleikum, frælsi gevur tjóð okkara. Fólkaítakið fyri tjóðfundi átalar, at danska stjórnin roynir at forða okkum at taka støðu til uppskot landsstýrisins, og misnýtir tær heimildir, vit hava givið kongi, til at tálma møguleikar okkara fyri at fáa demokrati. Hetta er ein áminning um, at eingin tryggleiki fæst undir tí skipan, sum uttan okkara samtykki er smoygd niður yvir okkum, og skulu vit heita á øll tey, sum frælsisneistan hava í barmi, um at taka undir við uppskoti landsstýrisins. Á Glyvrum tann 18. februar 2001 Líggjas í Bø Maria Jacobsen Hans Tausen Olsen Eirikur Ó. Simonsen Olaf á Stongunum Zakarias Wang Trygvi F. Guttesen Veljarakanningin er ein útpurring til samgonguna sigur Høgni Hoydal. Men hann veit, at útpurringin kostar pengar, og tískil hevur hann longu nú biðið løgtingið um kr. 2.000.000,- eyka til sína loysingarætlan. Í uppskotinum er til- skilað, at hesin peningur skal sundurbýtast soleiðis, at meginparturin fellur til Tjóðveldisflokkin. Kr. 1.000.000,- skal býtast millum løgtingsflokkarnar í mun til stødd – t. e. mest til samgonguna, men tó fær Tjóðveldisflokkurin størstu upphæddina. Og hin milliónin skal býtast millum skrásettar áhugabólkar, sum eru fyri ella ímóti loysing, og sum er, er tað bert Tjóðveld- isflokkurin, ið hevur slíkar áhugabólkar. Eg purri út, og tit gjalda Við hesum løgna uppskoti sigur Høgni Hoydal: Eg havi skipað fyri eini útpurring, og hon kostar nógvar pengar, men kostn- aðurin er ikki mín trupul- leiki. Tit sum eru ímóti mínari ætlan skulu gjalda. Býtið verður tískil eg ein stóran og tit ein lítlan og so aftur tit ein lítlan og eg ein stóran. Dýr útpurring til eina manning, sum hevur sovið í trý ár, og serliga tá hugsað verður um, at sama mann- ing longu hevur brúkt yvir 6 milliónir av skattapeng- um til endamálið, og ser- stakliga tá vit síggja úr- slitið, sum er eitt ræðandi stríð og klandur bæði her heima og millum Føroyar og Danmark. Hví kann andstøðan ikki fáa somu møguleikar sum samgongan, tá talan er um politiska upplýsing? Hví ikki luta eins nógv til sam- gongu og andstøðu so báðir bólkar, fyri einaferð skuld, hava sama útgangsstøði? Hvat er endamálið við at geva andstøðuni slíka munnkurv? Verður umrødda uppskot samtykt, kunnu vit bert ásanna, at einaveldið aftur er komið í gildi í Føroyum. Veljarakanningin: Nei hevur greiðan meiriluta í øllum aldursbólkum %-vísa býti í aldursbólkum við veljarakanningina í febr. 2001 - tils. 1239 persónar Aldur Ja Nei Veit ikki Tils. 18-24 39 45 16 100 25-34 40 50 11 100 35-44 40 48 12 100 45-54 38 48 14 100 55-64 42 49 8 100 65-74 29 62 10 100 75 o.e. 29 59 11 100 Tils. 38 51 11 100 Stabbamynd íð vísir %-vísa býtið í hvørjum aldursbólki sær Nú vil Tjóðveldisflokkurin aftur ræna meira pening Stuðul til mentanarlig tiltøk Á fíggjarløgtingslógini er peningur settur av til stuðul til ymisk mentanarlig og listarlig tiltøk innan myndlist, tónlist og leiklist, eitt nú framsýningar, konsertir, framførslur og mentanarligar verkætlanir og tiltøk innan sum uttanlanda. Játtanin er ætlað at birta upp undir og stuðla einum virknum og mennandi mentanarlívi á bygd og í býi, at flyta fram og gera føroyska mentan og list sjónligari innan- og uttanlanda, og at geva stuðul til føroyskar verkætlanir, ið lutvíst verða fíggjaðar við stuðli frá Norðurlendska Ráðharrastovninum, Norðurlendska Mentanargrunninum ella stovnum og nevndum undir Norðurlendska Ráðharrastovninum. Játtanin er eisini ætlað at menna mentanarsamstarv í Útnorði. Stuðul kann eisini veitast einstaklingum til nýskapandi listarlig ella mentanarlig tiltøk, verkætlanarfyrireiking og annað listarligt virksemi. Tey,ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum fella innanfyri hesi eyðkenni, eru vælkomin at søkja. Studningur til eftirútbúgving av myndlistafólki Á fíggjarløgtingslógini 2001 er peningur játtaður til studning til eftirútbúgving av myndlistafólki. Tey, ið ætla sær uttanlands í eftirútbúgvingarørind- um, eru vælkomin at søkja. Stuðul til barna- og ungdómsarbeiði Tann upphædd, ið Mentamálastýrið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burturav veddingarpeninginum, verður at nýta til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung. Tey,ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum eru børnum ella ungum til gagns, eru vælkomin at søkja. Stuðul til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari Á fíggjarløgtingslógini 2001 eru kr.1.000.000 játtaðar til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari. Tey, ið arbeiða við ella ætla at fara undir at framleiða føroyskt loftmiðlatilfar, eru vælkomin at søkja. Stuðul til Orðabókagerð Á fíggjarløgtingslógini 2001 eru kr.1.400.000 játtaðar til orðabókagerð. Endamálið við játtanini er at stuðla orðabókagerð úr og í fremmant mál. Tey,ið arbeiða við ella ætla at fara undir at gera tílíkar orðabøkur, eru vælkomin at søkja. Mentamálastýrið letur árliga stuðul til ymisk tiltøk og verkætlanir. Við hesum verður lýst leyst at søkja um stuðul av niðanfyri nevndu stuðulsmøguleikum. Mentamálastýrið Mentamáladeildin Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið.Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á internetinum á: www.mms.fo, ella fáast við at venda sær til: Mentamálastýrið Postrúm 3279 – 110 Tórshavn Telefon 35 50 50 – Telefax 35 50 55 e-postur.: umms@umms.fo Umsóknirnar skulu verða Mentamálastýrinum í hendi innan hósdagin 1. mars 2001. Tey, ið ynskja at vita meira um stuðulin, eru vælkomin at venda sær til Mentamálastýrið á telefon 355050. Hondlesing í Tórshavn í døgunum 10. og 11. mars Hondlesarin Marita er í Føroyum. Lesir tína hond – fortíð, nútíð og framtíð – styrki og veikleikar. Ein annaleiðis máti at síggja teg sjálvan. Ring og bið um tíð í døgunum 22. febr. til 2. mars hvønn dag aftaná kl. 16.00 á tlf. 0045 39664880. Vaktgangandi yvirmenn/kvinnur til MRCC-Tórshavn Í sambandi við at Fiskimálastýrið nú fer at seta á stovn eina føroyska havbjargingarmiðstøð, MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Co-ordination Centre), verður hervið lýst eftir 6 vaktgangandi yvirmonnum/kvinnum. Starvið inniber hesar uppgávur: • Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini • Tilkallivakt (bakvakt) • Móttaka fráboðanir og taka støðu til hjálparveitingar á føroyska landgrunninum. • Hvør fráboðan skal metast, um vakthavandi sjálv/sjálvur skal veita atstøðu, ella um neyðugt, tilkalla bakvaktina ella samskiparan • Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. skráseta ymiskt í samband við tilbúgvingina Førleikakrøv: • Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving • Duga at samskifta á føroyskum, norður- lendskum og enskum • Kunnleika til teldur Setanartreytir: Starvið er tænastumannastarv og lønt í 26.lønar- flokki sambært avtalu millum Tænastumanna- felag Landsins og Fíggjarmálastýrið. Starvsheitið er eftirlitsfólk. Setanarøkið fevnir um Fiskimála- stýrið og stovnar undir tí, umframt hini aðal- stýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustað- urin í løtuni er MRCC-Tórshavn. Vaktar- og Bjargingartænastan bjóðar: eitt avbjóðandi starv, við at uppbyggja eina før- oyska bjargingarmiðstøð eftir fyriskipanum hjá altjóðafelagsskapinum IMO. Ískoytis útbúgving. Persónligar eginleikar: búgvin og duga at taka avgerðir. Vera fyrikom- andi og duga at samstarva við allar partar í til- búgvingini her á landi og í útlandinum. Meira fæst at vita: um starvið við at venda sær til Djóna Weihe, tlf. 31 10 65, teldupost dw@vb.fo Umsóknir: saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Vaktar- og Bjargingartænastuni postrúm 347, 110 Tórshavn, í hendi áðrenn 12 mars 2001. Størvini eru treytað av mynduleikagóðkenning og at skipanin verður sett í verk. Fiskimálastýrið Fiskiveiðieftirliti / Vaktar- & Bjargingartænastan Frá Miðvágs Arbeiðarafelag Aðalfundurin verður 17. mars kl. 16.00. Nevndin Cambridge Examinations Certicate in Advanced English (CAE) og Certificate of Proficiency in English (CPE) Tilmeldingarfreistin til próvtøkurnar í mai/juni 2001, er úti 09.03.2001 kl. 12.00 Tilmeldingargjald: Certificate in Advanced English 800,00 kr. Certificate of Proficiency 900,00 kr. Tilmelding fer fram á Setursskrivstovuni kl. 9.00 –16.00 vanligar dagar og til kl. 12.00 fríggjadagin 09.03.2001. Setursskrivstovan J. C. Svabosgøta 14, Tlf. 31 53 02