Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. februar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 24. februar 2001 11 gult cyan magenta svart 10 Nr. 39 - 24. februar 2001 gult cyan magenta svart Næmingar úr Ósáskúlanum fingu frí frá skúlanum, so teir kundu fara til arbeiðis. Tað dámdi teimum væl, tí tað eru pengar at vinna FISKIVINNA Eyðun Klakstein Risastóri svartkjaftatrolarin Næraberg liggur innast við vestaru kai í Klaksvík, og bæði umborð og á bryggj- uni er nógv lív í. Tað er hósdagur, og fólk eru farin undir at landa trol- aran, sum hevur um 800 tons av surimi og um 300 tons av mjøli við til lands eftir besta túrin hjá skipin- um higartil. Við eitt transportband, sum flytir eskjur við surimi í land úr Næraberg, standa nakrir ungir mans. Teir eru væl ílatnir, og fyri tað um krillutir blað- menn og líknandi fólkasløg hava lítlan hug at verða út í bítandi kuldanum, standa teir hugaligir og væl bjálv- aðir og flyta eskjurnar av bandinum og yvir á plattar, sum ein gaffiltrukkur ligg- ur úti eftir. Úr skúla til arbeiðis Skúlastjórin í Ósáskúlan- um, Símun Petur Hjelm, gav í vikuni 45 næmingum, sum dagliga stríðast við 9. flokk, frí í tveir dagar, so teir kundu sleppa til arb- eiðis. Tað stendur á at finna nóg mikið av fólki, tá eitt stórt skip skal landast í skundi, og hesaferð av- gjørdi skúlastjórin, at næm- ingarnir skuldu veita eina hjálpandi hond. Bæði dreingir og gentur úr 9. flokki fóru til arbeiðis, og flestu teirra vóru sera hugalig. – Hetta er stuttligari enn at ganga í skúla, tí vit fortjena pengar, tá vit eru til arbeiðis, sigur ein av næmingunum, meðan hann flytir eina av hvítu eskjun- um yvir á ein platt. Er tað ikki kalt at vera til arbeiðis í hesum veðrinum? – Hvussu er tað, tú ert ílatin, er spyrjandi svarið, sum skribenturin fær slongt aftur í høvdið. Aftur til fiskiskap Næraberg hevur gjørt ein góðan túr hesaferð, og reið- aríið vil hava stóra trolan aftur til fiskiskap sum skjótast. Tí hevur Northern Fish Cold Storage roynt at funn- ið so nógvar landarar sum gjørligt, so arbeiðast kann í vaktum, og skipið tømast eftir nøkrum døgum. Teir stívliga 40 skúlanæmingar- nir koma væl í arbeiðnum. Eskjurnar við surimi verða fluttar í frystigoymsl- una, meðan sekkirnir við mjøli verða lagdir í bingjur. Ætlanin er, at Næraberg skal fara aftur til fiskiskap leygarkvøldið, men um tað fór at eydnast at gera land- ingina lidna áðrenn leygar- kvøldið, var óvist, tá vit vitjaðu á kaiini seinnapart- in hósdagin. Stuttligari enn skúlin Næmingar úr Ósáskúlanum standa væl bjálvaðir og flyta eskjur við surimi av transportbandi og yvir á plattar, sum síðani verða fluttir í frystigoymsluna hjá Northern Fish Cold Storage Tað hevur viðrað illa undir Føroyum seinastu tíðina og javnan hevur hann meldað upp í storm. Skiparin á klaksvíkslínubátinum Kvikki fekk løstir í ódnar- veðrinum. Hann hevði frí- vakt, tá skipið fekk eitt ord- ans slengr og hann varð sendur úr koyggjuni og fram á dúrkið. Hann brák- aði trý rivjabein og fekk annars smávegis løstir. FISKIVINNUTÍÐINDI Ársrokniskapurin hjá Føroya Banka fyri í fjør vísir eitt yvirskot áðrenn skatt upp á 328 mió. kr. Hetta er ein framgongd upp á 30 prosent í mun til í fyrrárið. Síðan bankarnir vóru lagdir saman í 1994 hevur Føroya Banki havt eitt samanlagt avlop upp á 1,850 mió. k. áðrenn skatt. Jústinus Leivsson Eidesgaard Jørgen Astrup, forstjóri í Føroya Banka sigur, at tað finast tríggjar orsøkir til góða útslitið í ár. – Føroya Banki hevur rættuliga fitt av peningi, sum ikki er útlántur og hendan hava vit sett í obl- igatióna og pengamarknað- in. Tá so rentan hækkar, so fáa vit knappliga størri av- kast av hesum pengum. Hetta er ein forkláring upp á góða úrslitið, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka. – Næsta forkláringin er, at vit hava havt færri rakstr- arútreiðslur á hvørjum ári síðan bankarnir vóru lagdir saman í 1994. Tá tú hevur færri útreiðslur, samstundis sum forrætningin í bankan- um veksur, so fær tú eitt størri yvirskot. Vit hava megnað at rationalisera raksturin av bankanum, samstundis um tey heilt tungu lánimálini, ið vit arv- aðu, eru vorðin færri og lættari at umsita. Vit kunnu í dag reka bankan bíligari, sigur Jørgen Astrup Han- sen. – Triðja orsøkin er, at vit aftur í ár hava megna at afturført burturleggingar. Hetta hevur ávirkað tap og burturleggingar fyri skuld- arar rakstur bankans fyri í fjør við 171 mió. kr. Ein øgiliga stór upphædd varð nýtt til burturleggingar í 1992 og 1993 og rokni- skapurin hjá okkum í ár vísir, at hesar burturlegg- ingar er ikki bara mistur peningur. Vit hava fingið 171 milliónir aftur av hes- um gomlu burturlegging- um, sigur Jørgen Astrup Hansen. – Vit eru ógvuliga fegnir i bankanum fyri útslitið í ár, sigur hann. Við í vinnulívinum Føroya Banki hevur økt útlánið við 16 prosentum í fjør og Astrup letir væl at gongdini í vinnulívinum. – Virksemið í vinnulívin- um er stórt. Vit hava fingið kapping á vinnulívsøkinum við tað at Sparikassarnir nú eisini eru farnir at fíggja vinnulívið. Hetta merkja vit sjálvsagt. Fiskivinnan hevur tað eisini gott sætt við Bankans eygum. Tað vil siga partar av fiskivinnuni. – Ørsøkin til at tað gong- ur gott hjá bankanum er, at tað gongur gott í fiskivinn- uni. Sjálvandi hava ikki øll í fiskivinnuni somu kor at arbeiða undir. Viðurskiftini hjá langfaratrolarunum eru ikki heilt tey somu sum hjá nótabátunum og skipunum heima, men gjøgnumgang- andi so gongur tað væl, sig- ur Jøgern Astrup Hansen. – Vit halda eisini at fiski- vinnan er vorðin sunnari. Vit halda, at eginpeningur- in fyrr var alt ov lítið í vinnutólum. Hendan gongdin er vend nú og hóast vit ikki hava nakað fast krav til hvussu stórur eginkapitalurin skal vera í eitt nú einum skipi, so eru krøvini munandi strangari nú enn fyrr, sigur Jørgen Astrup Hansen. Nýggjasta skipið í flotan- um, rækjutrolarin Ocean Pride, sum kom til landið mikudagin, hevur ein egin- pening upp á 24 prosent. Fyri 10 árum síðan var kravið ongantíð meira enn 10 prosent og hesi vóru sjálvdan dokumenteraði sum veruligur peningur og komu sostatt at tyngja raksturin av skipinum. (red.) – Tað er ikki bara fyri bankans skuld, at vit krevja meira eginpening, sum van- ligt var fyrr. Gongur nakað galið og ongin eginpening- ur er tøkur, so missa eigar- arnar vinnutólið, har er einki at standa ímóti, sigur Jørgen Astrup Hansen. – Vit hava eitt nógv sunn- ari vinnulív í dag enn fyri 10 árum síðan., sigur hann. Ov høgt trýst Jørgen Astrup Hansen heldur, at hóast tað gongur væl í Føroyum nú, so er dekan og nógv trýst í ketl- unum í løtuni og skipagott hevði verið at minka um trýstið. – Onki arbeiðsloysi er í landinum og tað kann vera vandamikið. Fer hitin í ketl- inum yvir 100 prosent, so byrjar vatnið at kóka og tað um reppið nú. Vit kunnu sum banki ikki gera nakað við, at fólk hava nógvan pening um hendir, vit kunnu jú ikki krevja skatt inn, sigur hann. – Men eg haldi ikki, at vit kunnu samanlíkna heilt við áttatiárini, hóast vit stúra eitt sindur, um gongin held- ur fram óbroytt. Vinnulívið og vanliga húsarhaldið er ikki so tyngt av lánum, sum tað var í áttatiárunum, held- ur ikki bankarnir. Omaná hetta fingu vit eina fíggjar- kreppu, sum eg avgjørt ikki rokni við endurtekur seg nú, soleiðis sum útlitini eru, sigur Jørgen Astrup Hansen. – Men útlitini eru bara góð, um vit klára at halda javnvág. Um ein heldur fram at leggja brenni undir ein búskap, har onki ar- beiðsloysi er, so verður gal- in endi, tað kann eg vissa fólki um, sigur hann – Tó vit eru sterkari í dag. Bankin fer ikki á húsagang, sum vit fáa eitt afturstig, sum hendi fyri tíggju árum síðan. Rokniskapurin sýnir at bankin er sterkur, sigur stjórin í Føroya Banka. Føroya Banki heldur aðalfund 28 mars. og nevndin hevur góðkent rokniskapin. Føroya Banki 289 mió. kr í klokkureinum yvirskoti 13 bátar avreiddu góð fýra tons til gólvsøluna hósdagin Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 25 MASCOT LÍNA 824 FD 306 VESTURLAND M/S GØRN 380 FD 339 NEPTUN SNELLA 61 FD 580 THOMAS NYGAARD LÍNA 251 FD 588 FUGLTÚGVAN LÍNA 208 FD 992 KÚRBERG LÍNA 1.307 FD1000 SMARAGD PARTROL 55 FD1160 BRILLANT PARTROL 102 KG 244 ÅGOT LÍNA 163 KG 473 NÚPUR LÍNA 219 KG 476 PISON LÍNA 184 KG 9 KLAKKUR LÍNA 173 TG 340 SANCY BOTNTROL 192 Fekk løst umborð á línubáti Tjaldrið, sum seinastu 14 dagarnar hevur ligið við bryggju í Havn, tí ongir stýrimenn hava verið tøkir. Nú eru so viðurskiftini í rætt lagi og Tjaldrið er farið út aftur. Meðan Tjaldrið hevur ligið, hevur danska verjuskipið einsamalt røkt uppgávurnar. Men ikki hevur verið nógv at gera, tí illa hevur viðrar og norðhavsróðurin hevur verið nógv tarnaður av veðri. Nakað av upsa, sum útlendsk skip veiða verður landaður í Føroyum. Í farnu viku keypti Fiska- virking í Runavík tríggjar lastir upp á 100 tons hvør frá týskum trolarum. Hetta gevur fitt av arbeiði hjá Fiskavirking, veit FF blað- ið at siga. Keypir týskan upsa Átta norskir línubátar royna í løtuni undir Føroy- um. Teir royna fyri tað mesta sunnanfyri, suður móti bretska markinum og so eisini vestur av Føroya Banka. Hetta er besta tíð hjá norsku línubátunum undir Føroyum, og teir royna altíð at vera klárir til fiskiskap longu 1. januar. Ein norskur línubátur, sum roynir vestanfyri misti ein bjargingarbát í morgun. Teir boðaðu myndugleikunum frá, tí hesin kundi vera til ampa fyri siglandi skip. Norskir línubátar undir Føroyum Tjaldrið er nú farið út aftur Russar søktu egnan trolara Moskva(NTB-AFP) Eitt flogfar frá russisku vaktartænastuni søkti í gjár ein russiskan trolara, sum royndi ólógliga við oyggj- arnar Kurilene í norðara parti av Kyrrahavinum. Manningin á russiska trol- aranum varð bjargað av einum russiskum vaktar- skipi, skrivar Interseafood, no. Varaleiðarin fyri vakt- artænastuni har á leiðini, admiral Velerij Logvenen- ko, segði at trolarin Alba- tros 101 vildi ikki steðga, tá vaktartænastan vildi fara umborð at kanna skipið. Eftir at hava elt skipið í 23 tímar, sá vaktartænastan sær ongan annan møgu- leika enn at skjóta. Eitt flogfar loysti skot av og trolarin sakk. Manningin kom øll í bjargingarbátar og varð tikið upp av vaktar- skipi. Tromsø(NTB) Norska vaktartænastan hevur seinastu vikuna tikið tríggjar russiskar trolarar, sum hava veitt ólógligt ella við ólógligum reiðskapi í norskum sjógvi. Mána- kvøldið kom russiski trol- arin »Soligalitsj« til Ham- merfest eftir at verða tikin av einum norskum vaktar- skipið við Bjarnoynna, skrivar norska útgávan av Interseafood.com. Sambært politimeistar- anum í Hammerfest, Kaare Sognstad er trolarin skuld- settur fyri at hava nýtt skiljiristina í trolinum á skeivan hátt. Mánakvøldið vóru skip- ari og manning til avhoyr- ingar hjá politinum. Norðmenn taka russar