leygardagur 24. februar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 24. februar 2001
9
gult cyan magenta svart
8
Nr. 39 - 24. februar 2001
gult cyan magenta svart
Seinasta summar
arbeiddi 18 ára gamla
Sunneva Lamhauge
úr Lamba á Balmoral
Castle í Skotlandi, ið
er summarbústaður
hjá ensku konga-
familjuni. Og aftur í
ár stevnir hon til
Skotlands, hesa ferð
við dreyminum um at
vera í nánd, tá konga-
familjan heldur
summarfrí
Turið Kjølbro
At vaska upp og niður, gera
høvuðsreint, sum tað eisini
eitur, er ikki nakað, vert er
at rópa hart upp um. Men tá
ið tað snýr seg um at vaska
upp og niður fyri heimsins
mætastu drotning, er søgan
ein onnur. Og hetta hevur
eingin onnur enn 18 ára
gamla Sunneva Lamhauge
úr Lamba gjørt. Í fimm
vikur gjørdi hon saman við
fýra gentum úr Skotlandi
reint á stóra og glæsiliga
slottinum Balmoral Castle,
ið liggur nakað uttan fyri
Aberdeen. Tað er her øll
tann enska kongliga familj-
an heldur summarfrí á
hvørjum ári saman við vin-
um og kenningum. Og tað
var eisini á Balmoral
Castle, at prinsaparið av
Wales, Charles og Diana,
vóru á brúðarferð, og
somuleiðis her prinsarnir
William og Henry vóru
staddir, tá ið deyðsboðini
komu um mammu teirra.
Áin River Deen, ið liggur
beint við slottið, sigst vera
eitt av yndisfiskimiðum hjá
enska krúnprinsinum.
Søguliga
ferðin
hjá
Sunnevu Lamhauge byrjaði
annars um borð á danska
skúlaskipinum
George
Stage í apríl í fjør. Eftir at
hava verið um borð í tveir
mánaðir gjørdi hon av at
fara av skipinum, tí hon
treivst ikki rættiliga, og tá
skipið legði at bryggju í
London, mynstraði Sunn-
eva av.
- Úr London fór eg til
mostur mína í Aberdeen,
sum lovaði at finna mær
arbeiði har. Eftir tvær vikur
í býnum fekk eg arbeiði í
eini fyritøku, sum ger reint
fyri fólk, virki og onnur. Og
tað vísti seg, at vit skuldu
gera høvuðsreint á slottin-
um hjá sjálvari ensku drot-
ningini, Balmoral Castle,
greiðir Sunneva frá.
Strang krøv
Áðrenn nakar sleppur inn
um stóru grindina uttan fyri
Balmoral Castle, eru nakrar
treytir sum skulu lúkast.
Sunneva hevur til dømis
skrivað undir uppá, at hon
hevur
tagnarskyldu. Tí
sleppur hon ikki at greiða
nærri frá í smálutum,
hvussu tað sær út inni á
slottinum, ella frá øðrum,
hon hevur lagt til merkis á
slottinum. Hinvegin so
kunnu vit ikki lata vera við
at spyrja.
– Slottið er ógvuliga flott
innan og uttan. Tað er gam-
alt og ikki serliga nýtím-
ansgjørt. Tað stendur tómt
alt árið uttan um summarið,
tá tað verður gjørt reint, og
so tá kongafamiljan vitjar.
Bert ein kona er á slottinum
alt árið. So vit fimm vóru
einsamallar, og vit stutt-
leikaðu og hugnaðu okkum
rættiliga í hesum serliga
umhvørvinum, greiðir hon
frá.
Uttan mun til tagnar-
skyldu, so er eitt, hon hevur
hug at fortelja.
– Eg havi hoppað í seing-
ini hjá drotningini, flennir
hon. Og hon heldur fram:
Tann eina av okkum fimm
stýrdi
vaskiarbeiðinum.
Hon hevði gjørt reint á
slottinum fleiri ár á rað.
Fyrsta dagin, vit komu á
slottið, spurdi hon okkum:
“Hevur
nøkur
tykkara
nakrantíð hoppað í eini
song hjá eini drotning”.
“Nei”, svaraðu vit, og so
lupu vit í seingina og
hoppaðu har eina løtu.
– Hevði hon vitað.
Uttan at kunna greiða
nærri frá, sigur Sunneva, at
væl bar til at gera sær eina
mynd av drotningini og
familju hennara við at
ganga runt á slottinum. At
kaga inn á kømurini hjá
prinsunum, Williami og
Henry, og kamarið, har
Charles og Diana hildu til.
– Nógv persónlig ting
vórðu goymd burtur, okkurt
stóð tó frammi, og vit
kundu væl gera okkum eina
mynd av, hvat teimum
dámdi. Ein dagin, vit
skuldu vaska í einum rúmi,
fingu vit boð um at ansa
eftir, soleiðis at vit ikki
komu undir eina klokku,
sum stóð innpakkað á ein-
um borði. Eg skuldi støv-
súgva inni í hesum góða
rúmi, og uttan at eg varnaði
tað, kom eg undir klokk-
una. Hon small í gólvið og
fór í knús. Tað vísti seg at
vera ein klokka úr gulli,
sum
Viktoria
drotning
hevði átt. Tað stóð á klokk-
uni. Eg mátti so siga sum
var. Um klokkan kundi
gerast aftur, ivist eg í.
Á slottinum stendur eis-
ini gamli hestavognurin hjá
Viktoriu drotning.
– Hann er ógvuliga flott-
ur, og hann havi eg vaskað,
sigur Sunneva.
Alt endavent
Arbeiðsdagurin á Balmoral
Castle byrjaði kl. hálvgum
sjey á morgni og varð
liðugur kl. seks á kvøldi.
Sunneva var hvønn morgun
heintað við bili hjá rein-
gerðingsfyritøkuni,
og
koyritúrurin úr Aberdeen til
Balmoral Castle tók trý
korter.
– Tá ið vit koyrdu inn á
slottsøkið, var bilurin, vit
koyrdu í, einasti bilurin,
sum slapp inn. Tað var
stuttligt og serligt at upp-
liva, tí øll, ikki minst tíð-
indafólk, vilja sleppa inn.
Tað var so strangt, at tá ið
vit vaksaðu vindeyguni
innan, mátti ein halda gar-
dinurnar fyri meðan ein
onnur vaskaði, soleiðis at
eingin kundi kaga inn.
– Uppgávan hjá okkum
var at vaska alt. Alt skuldi
endavendast, vaskast og
reinsast í sambandi við, at
øll kongliga familjan skuldi
koma. Eisini tornini skuldu
vaskast. Har bar ikki so væl
til at arbeiða, tí trappurnar
vóru smalar. Vit høvdu
nøkur rúm at vaska hvønn
dag, men hóast tað, so var
tíð til avlops, har vit
tvætlaðu og stuttleikaði
okkum. Og tá ið vit vóru
lidnar, skuldu fólk av
Buchingham Palace kanna
eftir, um arbeiðið var nóg
væl úr hondum greitt.
Lambagenta vaskikona
hjá ensku drotningini
– Hóast eg valdi at fara av George Stagem var túrurin kortini ikki miseydnaður, tí at hava
arbeitt á Balmoral Castle hevur avgjørt verið eitt upplivilsi, sigur 18 ára gamla Sunneva
Lamhauge úr Lamba, sum nú gongur á HF á Kambsdali
Mynd: Jens Kristian Vang
– Uppgávan hjá okkum var at vaska alt. Alt skuldi endavend-
ast, vaskast og reinsast í sambandi við, at øll kongliga
familjan skuldi koma. Og tá ið vit vóru lidnar, skuldu fólk av
Buchingham Palace kanna eftir, um arbeiðið var nóg væl úr
hondum greitt, sigur Sunneva Lamhauge
Mynd: Sunneva Lamhauge
Balmoral Castle uttan fyri Aberdeen í Skotlandi er summarbústaður hjá ensku kongafamiljuni
Mynd: Sunneva Lamhauge
Umtókt ferðamál
Balmoral Castle er eitt sera
vakurt og bergtakandi gam-
alt slott. Tað var navnframa
enska drotningin, Victoria,
ið lat slottið byggja mið-
skeiðis í 19. øld. Slottið er
bygt sum ein hestaskógvur
við tveimum smærri slott-
um við síðuna av. Slottið er
ógvuliga
væl
umtókt
ferðamál. Fleiri hundrað
fólk úr øllum heraðshorn-
um vitja slottið hvønn dag.
Tey sleppa bert at síggja
slottið, urtagarðin og økið
uttan. Savn er eisini á slott-
inum, sum ferðafólk hava
atgongd til.
– Á savninum eru myndir
av slottinum innan, soleiðis
sum tað sá út, tá ið tað var
bygt fyri meiri enn 150
árum síðani. Handlar og
matstovur eru eisini fyri
ferðafólk, sigur Sunneva.
Tá kongafamiljan vitjar
slottið á hvørjum sumri,
kemur
samstundis
ør-
grynna av arbeiðsfólki,
bæði av Buchingham Pa-
lace í London og úr Skot-
landi. Ein av gentunum,
Sunneva arbeiddi saman
við tær fimm vikurnar í
fjør, skuldi eisini arbeiða á
slottinum, meðan drotning-
in var har.
– Tað hevði verið stuttligt
at sloppið at verið har,
meðan øll tann kongliga
familjan er har. Annars
velja tey ofta arbeiðsfólk,
sum hava verið har fyrr. So
eg fari aftur til Aberdeen í
summar.
Hvussu tað kennist at
hava gjørt reint fyri mæt-
astu drotningina í heimin-
um, sigur Sunneva:
– Eg hugsi ikki um tað
sum so. Hon var jú ikki har.
Men tað er klárt, at tað er
stuttligt at hava upplivað
tað. Serliga, tá ið eg hugsi
um, at har eru nógv virðis-
mikil og søgulig ting hjá
kongligum, sum eru savnað
gjøgnum fleiri ættarlið.
TÓNLEIKUR
Eirikur Lindenskov
Á samkomu í Listaskál-
anum í gjár varð nýggja
Steinwayflyglið hjá Tórs-
havnar Musikkskúla, sum
skal standa í Listaskál-
anum, tikið í nýtslu.
Í hesum sambandið var
ein lítil hugnaløta, har
Bjarni Restorff, Jóhannes
Andreasen
og
Stamen
Stantchev spældu.
Tórshavnar Musikkskúli
eigur nú tvey flygul, hitt
stendur
á
loftinum
á
musikkskúlanum
á
Frúutrøð.
Tórshavnar Musikkskúli
nýtt Steinwayflygil
Bjarni Restorff og Stamen Stantchev spæla á nýggja Steinwayflyglið í Listaskálanum
Mynd: Jens K. Vang