Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 24. februar 2001 7 gult cyan magenta svart 6 Nr. 39 - 24. februar 2001 gult cyan magenta svart Hóskvøldið varð semja gjørd ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið um lønina hjá dekkarunum og kokkinum á Brimli. Í miðal fáa teir eina lønarhækking upp á góð 6% BRIMIL Áki Bertholdsen Nú er eisini semja gjørd ímillum Starvsmannafelag- ið og Fíggjarmálastýrið um lønina hjá manningini á Brimli. Men ein eykavinn- ingur er, at menninir um- borð á hinum vaktarskip- inum, Tjaldrinum, fáa somu lønarækking sum teir á Brimli. Tað var á fundi hós- kvøldið, at partarnir báðir samdust um lønarviður- skiftini hjá manningini á Brimli og á Tjaldrinum. Eftir avtaluni fáa dekk- ararnir og kokkarnir á Brimli og á Tjaldrinum eina lønarhækking uppá góð 6% í miðal. Dekkarnir eru í løtuni løntir í 16. lønarflokki, sum gevur teimum eina endaløn upp á 18.639 krónur um mánaðin. Eftir nýggju avtaluni fara teir upp í 20. lønarflokk, og tað gevur teimum eina endaløn upp á 19.786 krónur um mán- aðin. Tað er ein lønarhækk- ing upp á 6,06%. Bátsmenninir eru løntir í 17. lønarflokki og tað gevur teimum 18.880 krónur í endaløn um mánaðin. Men nú eru teir fluttir upp í 22. lønarflokk og tað gevur teimum eina endaløn upp á 20.358 krónur um mán- aðin. Tað er ein lønarhækk- ing upp á 7,83%. Og at enda eru kokkarnir í løtuni løntir í 20. lønar- flokki, sum gevur teimum 19.786 krónur í endaløn um mánaðin. Men nú eru teir fluttir upp í 24. lønarflokk og tað gevur teimum eina endaløn upp á 20.826 krónur um mánaðin. Tað er ein lønarhækking upp á 5,50%. Lønarhækkingin hjá manningini á Brimli er við afturvirkandi kraft og verð- ur roknað frá 1. november í fjør. Hinvegin kemur lønar- hækkingin hjá manningini á Tjaldrinum í gildi nú. 1. mars. Loysir í næstu viku Áður er eisini avtalað gjørd við Maskinmeistarafelagið um lønina hjá manningini á teimum báðum vaktarskip- unum. Sostatt eru tað nú bara lønirnar hjá skiparanum og stýrimonnunum, sum enn forða fyri, at nýggja vakt- arskipið sleppur at loysa úr Noregi. Men har hava partarnir langt síðani ásannað, at tað ber ikki til at finna semju. Tí er málið lagt fyri Løg- tingið. Løgtingið samtykti hósdagin at seta eina nevnd at áseta lønina hjá na- vigatørunum á Brimli. Málið skal hava eina viðgerð afturat í tinginum. Hon verður í næstu viku, tá ið tingið væntandi endaliga fer at samtykkja málið, og so er klárt hjá Brimli at loysa. Sostatt bendir alt á, at Brimil kemur til Føroyar í næstu viku- fýra mánaðir eftir at hann var liðugur á norsku skipasmiðjuni. Í Hósvík eru øll vælkomin at byggja. Ikki minst fegnast bygdaráðs- formaðurin um, at fleiri flyta heim úr útlondum BYGDAMENNING Áki Bertholdsen Nú verða skjótt fleiri grundstykkir í Hósvík til tey, sum hava hug at byggja har. Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður, sigur, at tað verða eini 20 grundstykkir í økin- um, sum ætlanin nú er at stykkja út. Farið verður undir arbeiðið beinan- vegin, veðrið batnar. Men stykkið liggur soleiðis fyri, at tað ber at gera fleiri grundstykkir í økinum. Og tað tykist sum um tað er stórur áhugi fyri at byggja í Hósvík. Økið, sum varð stykkjað út seinast, er við at fyllast nú og skjótt verða tey seinastu húsini bygt á tí økinum. Tvey stykki eru longu seld av teirri nýggju út- stykkingini og tað triðja stykkið er umbiðið. Ikki minst er bygda- ráðsformaðurin fegin um, at tað flytir nógv fólk til Hósvíkar aftur, eftir ta stóru fráflyting- ina í kreppuárunum fyrst í nítiárunum. Fyribils veit hann um trý húski, sum flyta úr Danmark til Hósvíkar. Talan er tó um fólk, sum hava tilknýti til bygdina. Annars er eisini væl av fólki flutt til bygdina. Annars er tað ongin treyt fyri at fáa grund- stykki, at fólk hava tilknýti til bygdina. – Vit gera ikki mun á fólki og øll eru vælkom- in at búsetast íHósvík, sigur Jógvan Mørkøre. Hann sigur at tey, sum eru flutt til Hósvíkar, hava givið bygdini nógv, tí tey hava tikið virknan lut í tí bygdarlívi, sum er. Í løtuni búgva 243 fólk í Hósvík, men bygdaráðsformaðurin vónar at talið fer upp um 250 heilt skjótt. Brimil og Tjaldrið: Fáa góð 6% í lønarhækking Fara nú at gera 20 grund- stykkir klár Nú er avtala eisini gjørd við Starvsmannafelagið um lønirnar hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli og Tjaldrinum. Áður er avtala gjørd við Maskinmeistarafelagið. Sostatt eru tað bara lønirnar hjá navigatørunum, sum forða fyri, at Brimil sleppur at loysa úr Noregi. Men tað málið liggur í Løgtinginum, sum væntandi samtykkir tað endaliga í komandi viku Tað, sum er mest umráðandi, er at fáa eyga á teknini sum benda á, at eitt ungt fólk er í farið at brúka narkotisk evni, og taka tarvin við hornunum, siga teir báðir politistarnir á narkotikadildini hjá løgregluni í Føroyum NARKOTIKA Áki Bertholdsen – Viðvíkjandi narkotika, er støðan tann sama í Før- oyum, sum í grannalondum okkara. Tað siga teir báðir politistarnir á narkotika- deildini hjá løgregluni í Føroyum. Tað er synd at siga, at Narkotikadeildin hjá før- oysku løgregluni, er væl útbygt, tí tað eru bara hesir báðir politistarnir, sum manna hana. Og at hava tveir mans at arbeiða við narkotika- trupulleikanum er ikki nógv í einum oyggjalandi við 46.000 fólkum. Men kortini royna teir báðir eisini at ferðast kring landið at fortelja fólki um narkotika. Hóskvøldið høvdu teir fundir í Vági og og týs- kvøldið verður fundur í Fuglafirði. Fundirnir eru mest ætl- aðir foreldrum, lærarum, barnaverndarlimum og ungdómi, men øll eru vælkomin. Á fundinum greiddi Poul Jacob Thomsen á Rús- drekka- og Narkotikaráð- num eitt sindur frá um, hvussu narkotisk evni ávirkað mannaheilan og - kroppin. Eitt nú varð víst á, at tað tekur einar 24 tímar at fáa eini kenning úr kroppinum. – Hinvegin tekur tað heilar seks vikur at fáa tær seinastu leivdirnar av einum hasjguvi úr aftur kroppinum. So tað skilst, at tað er ómetaliga skjótt, at tað hópast upp í kroppinum og elvir til stóran skaða. Teir báðir politistarnir, Regin Jørgensen og Per Skov Christensen, søgdu, at tað er ikki trupult at fáa fatur á hasji og øðrum narkotiskum evnum. Poul Jacob Thomsen segði enn- tá, at tað er líka lætt at fáa fatur á hasji sum tað er at fáa fatur á eini stoktari pylsu. Og tey, sum halda, at hetta er ein býartrupulleiki, sum bara finst í Havn, og kanska í Klaksvík, fara blóðuga skeiv. – Hetta er ein trupulleiki, sum røkkur út í hvønn krók í landinum, tí narkotisk evni eru at fáa til keyps líka úr Svínoy, suður til Sum- biar siga teir báðir politist- arnir. Ein góð barlast Teir siga, at tað, sum umræður er sjálvsagt fyrst og fremst at foreldrini geva teimum ungu eina góða barlast við sær út í lívið. Men tað ræður eisini um at duga at síggja tey teknini sum kunnu benda á, at tey ungu eru farin at brúka narkotisk evni. Bæði narkotikaløgreglan og Rúsdrekka- og Nar- kotikaráðið hava ein lítlan faldara, við stuttum leið- beiningum á til foreldur um, hvat tey eiga at leggja merki til viðvíkjandi at- burði og útsjónd hjá teim- um ungu, sum kann benda á eina misnýtslu. hesin faldarin fæst frá løgregluni ella Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum. Og tekur misnýtsla seg upp, ræður sanniliga eisini um at taka tarvin við horn- unum og at fáa misnýtsluna steðgaða beinanvegin. –Tað er eisini umráðandi at fáa tann unga at skilja álvarsemi í narkotika og at fáa hann, ella hana, at ásanna fyri sær sjálvum, at hetta var ikki gott og at tað er ringast fyri tey sjálvi. – Tí er tað eisini rættast at tosað við løgregluna, beinanvegin ein verður varugur við misnýtslu, tí saman, eydnast tað ofta foreldrum, barnavernd og løgreglu, saman við tí unga, at venda eini óhepn- ari gongd, áðrenn mis- brúkið vindur upp á seg. – Men framum alt ræður tað um, at foreldur ikki vísa barnið frá sær. Tað ræður um, ikki at fara ov harðliga til verka og t.d. at skifta skúla, um eittmisbrúk tekur seg upp. – Tað er eisini bannlýst at tráðspyrja børnini um “hví” ella “hvat”, tí tað kann skjótt fáa børnini at fara í baklás. Tvørturímóti er tað umráðandi, at foreldrini í hesi støðuni eru so góð við børnini, sum tey ongantíð hava verið fyrr – og vísa børnunum tað, søgdu teir báðir narkotikapolitistar- nir. Teir søgdu eisini, at foreldur, lærarar, barna- verndir, og onnur, eru altíð vælkomin at ringja til teirra við spurningum og ivamál- um um narkotisk evni. Føroyingar líka stórar trupul- leikar av narkotika sum onnur lond hava Ein av teimum, sum kanska meira enn nakar annar nú í fleiri ár hevur arbeitt fyri, at útgerðar- havnin endaði í Runavík, er Kári P Højgaard, býráðs- limur og formaður í havnanevndini í Rúnavíkar Komm- unu, eisini betri kendur sum Kári Post ÚTGERÐARHAVN Jan Müller Kári P Højgaard sigur seg vera ómetaliga fegnan um, at Runavík bleiv vald til útgerðarhavn. – Hetta er einki minni enn ein lívs- dreymur, sum er gingin út og skal eg gera mítt til, at kommunan fer at liva upp til tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman sigur Kári P Højgaard, sum man hava verið tann mest trúgvi luttakarin á oljuráðstevnum burturi sum heima øll hesi seinastu árini. Á hesum ráðstevnum hevur hann roynt at marknaðarføra Skálafjørðin. Hann sigur, at tað hevur givið sær góða barrlast og vitan at hava fylgt so neyvt við í út- viklinginum á oljuøkinum, og metir hann tað eisini vera eina skilagóða avgerð, nú Runavík er kosin til útgerðarhavn. Hann heldur henda av- gerð fer at fáa nógvar positivar ringavleiðingar fyri alt økið og fyri oynna. Men hann sær eisini fyri sær, at hetta kemur at geva øllum landinum ein vinn- ing. Sjálvur metir hann eisini, at hetta at ein skipasmiðja, fiskavirki og nú supplyvirksemi fara at virka í sama øki kann hava sera postivan týdning, ja soleiðis at hvør av hesum vinnum fer at at gera, at alt økið fer at blóma. Hetta eru eisini tær royndir man hevur gjørt onkunstaðni í Noregi, har nettupp fleiri vinnur hava virkað saman í einum øki. Kári Højgaard sigur, at tað nú áliggur stórt arbeiði og skylda hjá teimum, sum skulu vera veitararar og virka í útgerðarhavnini fyri at ganga oljufeløgunum á møti. – Megna vit hesa upp- gávu væl, so ivist eg ikki í, at Runavík eisini í eini framleiðslutíðini fer at vera útgerðarhavnin, men tá kann virksemi blíva so stórt, at tørvur eisini verður á virksemi aðrastaðni í landinum og hví ikki eisini í Suðuroy spyr hesin for- sprákarin fyri Rúnavíkini, sum eins og suðuroyingar hevur gjørt sítt til at sann- føra oljufeløgini um, at ein oljuútgerðarhavn nýtist ikki at liggja í høvuðsstað- num. Ein lívsdreymur gingin út Ein ótroyttiligur Kári P Højgaard, her á eini av mongu ferðum sínum í útlondum í ferð við at sannføra oljufólk um, at Skálafjørðurin er tann best egnaði til útgerðarhavn Mynd Jan Müller TÍÐINDASKRIV Tórshavnar Froskmannafelag Eins og undanfarin ár skip- ar Tórshavnar Froskmanna- felag fyri árligu tunnu- sláingini á sjónum í Havn. Tunnusláingin verður í dag klokkan 14 við Bursatanga. Tað hevur verið fastur táttur hjá froskmanna- felagnum í nógv ár at hava tunnusláing á sjónum. Tað er ein nakað ørðvísi tunnu- sláing, enn fólk flest plaga at fáast við, men hjá froskmonnunum er tað vorðin ein traditión, sum nógvir gleða seg til á hvørji føstulávint. Tunnusláingin fer fram á tann hátt, at tunnan verður hongd niður ímóti vatn- skorpuni, og froskmenninir liggja í sjónum og slá tunn- una. Froskmenninir eru í froskmannadrakt og í fitj- um, men brúka ikki masku ella luftfløskur. Tann, sum slær tunnuna niður, verður ikki kattakongur, men Kongafiskur, og kann Kongafiskurin vænta sær at verða blakaður upp á turt av hinum luttakarunum. Tunnusláingin á sjónum er almenn, og kunnu øll vera við, sum vilja. Bæði ung og eldri. Tað er ikki neyðugt at vera limur í Froskmannafelagnum, og tað kostar einki at luttaka. Heldur ikki er neyðugt at boða frá luttøku framman- undan. Tey, ið ynskja at vera við til tunnusláingina, kunnu møta á Bursatanga í dag klokkan 14 í frosk- mannadrakt og fitjum. Aftaná tunnusláingina fáa froskmenninir ein heitan drekkamunn at verma seg við. – Vit vóna, at nógv koma við og ynskja áskoðarum vælkomnum eisini, sigur Tórshavnar Froskmanna- felag. Tunnusláing á sjónum Savnsmynd