leygardagur 24. februar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 24. februar 2001
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 39 - 24. februar 2001
gult cyan magenta svart
Eldurin var sløktur, tá
sløkkiliðið í Klaksvík
kom á staðið
ELDUR
Eyðun Klakstein
Kunoy:
Sløkkiliðið
í
Klaksvík var seinnapartin
hósdagin boðsent til Kun-
oyar, har eldur var í.
Fyrstu boðini til sløkki-
liðið vóru, at eldur var í
einum húsum, og at fólk
vóru inn.
Á veg til Kunoyar fekk
sløkkiliðið tó boð um, at
talan var ikki um álvarslig-
an eld, og at hann var sløkt-
ur.
Eldur var komin í aftan-
fyri komfýrin í einum set-
húsum í Kunoy, men tað
eydnaðist fólki á staðnum
at sløkkja eldin, áðrenn
hann breiddi seg.
Eldur í komfýri
Sløkkiliðið í Klaksvík fór seinnapartin hósdagin í skundi til
Kunoyar, men eldurin í einum komfýri var sløktur, tá sløkkilið-
ið kom á staðið
Klaksvík: Seinnapartin
leygardagin
skipar
Klaksvíkar Hornorkest-
ur fyri sínum árliga
føstulávintshaldi í KÍ-
høllini í Klaksvík.
Talan er um aftur-
vendandi
tiltøk
fyri
familjuna.
Børnini
verða býtt upp eftir
aldri, og síðani verður
sligið
tunnu.
Eisini
verður køkutombola, og
kaffi verður at fáa.
Tiltakið byrjar klokk-
an 14.00 og heldur fram
út á seinnapartin.
Leygarkvøldið verður
dansur í Skálanum, har
bólkurin Kallar fer at
spæla.
ek
Føstulávints-
hald
í KÍ-høllini
Eingin fólkaatkvøða
Fólkaflokkurin vágar
sær ikki at tapa eina
fólkaatkvøðu. Tí hev-
ur løgmaður boðað
restini av samgonguni
frá, at hann ikki fer út
til fólkaatkvøðu um
sjálvstýrisleistin. Í
staðin skjýtur Fólka-
flokkurin upp eina
yvirtøkuætlan, ið er
samlík sjálvstýrislóg
Javnaðarfloksins.
Hetta hevur skapt rok
í samgonguni
YVIRTØKUÆTLAN
John Johannessen
Ætlaða fólkaatkvøðan 26.
mai verður av ongum, og
hon verður heldur ikki út-
sett.
Hetta hevur løgmaður
gjørt restini av samgonguni
greitt. Løgmaður heldur, at
øll
sjálvstýristilgongdin,
sum hon er, dettur á gólvið,
um fráboðaði sjálvstýris-
leisturin fellur á eini fólka-
atkvøðu.
Í staðin ynskir løgmaður
at farið verður miðvíst und-
ir at yvirtaka málsøki rest-
ina av valskeiðnum. Í hes-
um sambandi hevur Fólka-
flokkurin gjørt eitt uppskot
til samtyktar um at heita á
landsstýrið at gera broyt-
ingar í ríkisrættarligu við-
urskiftunum, ið beinleiðis
minna um Sjálvstýrislógina
hjá Javnaðarflokkinum.
Yvirtøkupolitikkur
Fólkaflokkurin skjýtur upp,
at landsstýrið skal arbeiða
fram ímóti at yvirtaka øll
málsøki, uttan tey, sum eru
tengd at yvirvaldsrætti rík-
isins. Landsstýrið skal fáa
staðfest, at lóggávuvald og
umsitingarvald í yvirtikn-
um málum ikki skal kunna
verða skert ella tikið aftur.
Hetta krevur tó, at ein av-
tala fæst í lag við donsku
stjórnina um at fáa málsøk-
ini á lista B í Heimastýris-
lógini yvir á lista A.
Á uttanríkispolitiska øki-
num skulu broytingar eisini
gerast, ið eru meinlíkar
teimum, sum Javnaðar-
flokkurin hevur mælt til.
Heimildirnar hjá landsstýr-
inum og løgtinginum í utt-
anríkismálum skulu víð-
kast, so vit í minsta lagi
sleppa at gera altjóða sátt-
málar í yvirtiknum málum
og í minsta lagi fáa medav-
gerðarrætt í øllum málum,
ið viðvíkja Føroyum.
Blokkstuðulin skal eftir
uppskotinum hjá Fólka-
flokkinum minkast eftir
einari skipaðari ætlan, til
veitingin er dottin burtur
eftir einum avtalaðum ára-
máli. Samstundis skal ein
búskapargrunnur setast á
stovn, fyri at tryggja Før-
oyum eina trygga gongd frá
studningsbúskapi til sjálv-
berandi búskap.
Hetta víkir eitt sindur frá
tí, sum Javnaðarlfokkurin
áður hevur sagt seg taka
undir við. Javnaðarflokkur-
in fer helst ikki at taka und-
ir við at minka blokkin eftir
einum avtalaðum áramáli.
Men roknast kann kortini
við, at hann tekur undir við
at gera ein búskapargrunn.
Samgongan í vanda
Beint eftir at Sosialurin fór
til prentingar klokkan 13 í
gjár, skuldi løgmaður á
samgongufundi
leggja
nýggju ætlanina fram fyri
hinar báðar samgongu-
flokkarnar. Sosialurin skilir
tó, at løgmaður longu hevur
lagt ætlanina fyri leiðarar-
nar í ávikavist Sjálvstýris-
flokkinum og Tjóðveldis-
flokkinum. Hesir báðir
flokkarnir taka ikki undir
við ætlanini.
Sjálvstýrisflokkurin vil
framvegis hava eina fólka-
atkvøðu, men hann vil hava
hana útsetta.
Tjóðveldisflokkurin er í
tvíningum í hesum máli.
Tann sokallaði eldri vong-
urin í Tjóðveldisflokkinum
hevur hug at taka undir við
uppskotinum frá løgmanni,
tí hann metir hetta sum ein-
astu loysn fyri at koma víð-
ari á sjálvstýrisleið. Yngri
vongurin í Tjóðveldisflokk-
inum - har formaðurin eis-
ini hoyrir til – vil hava
landsstýrið at halda fram
við tí sjálvstýrisleisti, sum
landsstýrið boðaði frá 1.
februar. Fólkaatkvøðan 26.
mai um ein bundnan sjálv-
stýrisleist skal haldast, eru
boðini.
Javnaðarflokkurin við
Sosialurin skilir á keldum í
Tinganesi, at nýggja ætl-
anin veruliga hevur sett
samgonguna í vanda. Vit
vita eisini, at løgmaður
hevur havt samband við
Jóannes Eidesgaard, for-
mann Javnaðarfloksins, um
ætlanina. Jóannes Eides-
gaard hevur kortini ikki
aðara viðmerking, enn at
hann vil síggja ítøkiliga
uppskotið, áðrenn hann
tekur nakra støðu ella kem-
ur við nakrari almennari
viðmerking.
Edmund Joensen, for-
maður Sambandsfloksins,
tekur ikki undir við upp-
skotinum. Hann heldur, at
almenna skuldin skal gjald-
ast, áðrenn nakað verður
yvirtikið.
Fer Tjóðveldisflokkurin
úr samgonguni er kanska
ein lítil møguleiki fyri sam-
gongu millum Fólkaflokk-
in, Sjálvstýrisflokkin og
Javnaðarflokkin. Ein annar
møguleiki er, at løgmaður
skrivar út nýval. Hetta er
kortini lítið sannlíkt, orskað
av vánaliga úrslitinum hjá
Fólkaflokkinum til seinastu
veljarakanning.
Triðji møguleikin er, at
Tjóðveldisflokkurin semist
um, at hetta er tað einasta,
sum í verandi støðu kann
henda á sjálvstýrisleið, og tí
tekur undir við uppskotin-
um og verður í samgong-
uni. Alternativið kann ger-
ast, at flokkurin fullkomi-
liga verður settur uttan fyri
allar avgerðir á sjálvstýris-
leið. Hetta kann flokkurin
helst illa liva við.
Fólkaflokkurin vágar sær ikki at tapa eina fólkaatkvøðu. Tí hevur løgmaður boðað restini av samgonguni frá, at hann ikki fer út til fólkaatkvøðu um
sjálvstýrisleistin. Í staðin skjýtur Fólkaflokkurin upp eina yvirtøkuætlan, ið er samlík sjálvstýrislóg Javnaðarfloksins. Hetta hevur skapt rok í samgonguni