týsdagur 27. mars 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2007
33
tíðindi
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
- Ein stórur trupulleiki er talið av dómarum. Tað eru ov fá feløg
í bestu deildunum, sum hava eitt dómarapar. Um øll feløgini
stillaðu við dómarum, so var eingin trupulleiki.
Hjalmar Petersen, fyrrverandi altjóða dómari
ítróttur
Landsliðið ferðast
sjáldan uttan áskoðar
ar, og sjálvt tá teir fara
til Georgia fylgja
føroyingar við. – Tá
eingin annar fór, so
fóru vit, siga Hallur
Sumberg, Gudmund
ur Djurhuus og
Tommy Tausen skemt
andi, sum eru einastu
føroysku áskoðarar
nir í fátæka býnum
Tbilisi. – Tað vísir seg,
at hevur tú pengar
her, so fært tú tað
gott, men hevur tú
ongar pengar, so
hevur tú tað ikki gott,
ljóða teirra eygleiðing
ar av georgiska
høvuðsstaðnum
LANDSLIÐIÐ
Orð & myndir: Rólant Waag
Dam
rolant@sosialurin.fo
Tbilisi, Georgia: Í 12.
manni eigur føroyska lands
liðið ein góðan stuðul. Teir
fylgja liðnum á mangari
ferð og stuðla við sangum
og rópum. Tað kemur tó fyri,
at 12. maður ikki við.
Í Georgia er stuðulsfelagið
hjá føroyska landsliðnum ikki
umboðað, men tað merkir
tó ikki, at eingin verður og
rópar á liðið, tá føroysku
leikararnir renna inn á vøllin
á tjóðarleikvøllinum í georg
iska høvuðsstaðnum Tbilisi
mikukvøldið.
Tríggir suðuroyingar
í Georgia
Hallur Sumberg, Gudmundur
Djurhuus og Tommy Tausen
búgva í hesum døgum á
Hotel Marriott Courtyard í
Tbilisi. Teir eru úr Suðuroy,
búgva í Danmark men hava
ferðast til Georgia fyri at
fylgja landsliðnum.
– Tá eingin annar fer,
so mugu vit fara, skemtar
Hallur Sumberg, tá vit hittast
í hugnaligu kaffistovuni á
Hotel Marriott Courtyard
mitt í býnum Tbilisi, har
føroyska landsliðið skal
spæla í annaðkvøld.
Gudmundur Djurhuus
greiðir frá, at teir búgva í
høvuðsstaðarøkinum í Dan
mark, og arbeiða allir á flog
vøllinum í Kastrup.
– Til Georgia fer man
ikki í tíð og ótíð. Tað er eitt
spennandi land at síggja,
og so høvdu vit allir frí
hesa tíðina, so vit gjørdu
av at fara, fortelur Hallur
Sumberg.
So langt sum gjørligt
Hallur Sumberg hevur saman
við Gudmundi Djurhuus
ferðast nógv og langt við
landsliðnum.
– Vit hava verið í Fraklandi,
Luxemburg, Sveis, Litava og
Týsklandi, sigur Gudmundur
Djurhuus og reksar nøvini
upp, har teir hava verið á
landsliðsferð.
– Hetta er so longsti túrurin
vit hava verið. Vit hugsaðu,
at teir (landsliðið, blðm.)
sleppur ikki longur, so nú
fara vit, heldur Gudmundur
Djurhuus fyri.
Vóru í Riga fyrst
Ferðalagið úr Føroyum hevði
eina langa ferð úr Føroyum
til Danmark, og umvegis
Wien til Tbilisi. Teir tríggir
suðuroyingarnir búgva niðri
og flugu ikki akkurát somu
rutu, men júst sum landsliðið
millumlendi í Wien, gjørdu
teir eisini av at millumlenda
á vegnum til Georgia.
– Vit komu henda vegin
yvir um Riga, har vit vitjaðu
ein góðan vinmann í ein dag,
áðrenn vit flugu higar, greiðir
Gudmundur Djurhuus frá.
Fyrikomandi
men fátøk fólk
Nú teir tríggir hava verið
í Georgia í tríggjar dagar,
hava teir gjørt sær nakrar
eygleiðingar og metingar.
– Fólkini eru øgiliga fyri
komandi og blíð, men her er
fátæksligt, ásannar Tommy
Tausen, og Gudmundur Djur
huus leggur aftrat:
– Tað vísir seg, at hevur tú
pengar, so fært tú tað gott,
men hevur tú ongar pengar,
so hevur tú tað ikki gott.
Satsa upp á javnleik
Teir tríggir suðuroyingarnir
royna at uppliva fólki, býin
og mentanina í Georgia
meðan teir eru her, men eru
sum vera man mest spentir
upp á dystin mikukvøldið.
– Vit vóna at sensatiónin
kemur hesaferð. Úrslitið
móti Ukreina var heiðurligt,
so vit kunnu eisini liva við
einum 2-0 tapi her, sigur ein
teirra, sum vit ikki fara at
navngeva, áðrenn hinir báðir
bróta hann av.
– Nei! Ein javnleik! So er
tað sera gott, siga hinir báðir,
meðan tann triðja nikkar sam
tykkjandi og leggur aftrat, at
eitt lítið tap nokk eisini er
í lagi.
– Tá eingin annar fór so fóru vit
Á einum hotellkamari verður innslagið til Morgunsendingina hjá Útvarpinum í morgun gjørt,
har Hilmar Jan Hansen tosaði við teir tríggjar suðuroyingarnar, sum vóna, at landsliðið fær ein
javnleik í annaðkvøld
Tommy Tausen, Hallur Sumberg og Gudmundur Djurhuus mitt í georgiska høvuðsstaðnum Tbilisi. – Hevur tú pengar her, so hevur tú tað gott, men
hevur tú ongar pengar, so hevur tú tað ikki gott, siga teir