Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 61 - 27. mars 2007 tíðindi ikki longur vóru gjørd til so sjúk og røktarkrevjandi sjúk­lingar. Toymini veita trygd fyri, at hesi menniskju fáa neyð­ ugu hjálpina. Mein­ingin er, at tílík toymi eru mobil og fara út úr sjúkrahúsunum eisini. Tey vitja bæði hospice, (sum finnast aðra­ staðni, men ikki í Føroyum), privatu heimini og ser­gjørd­ ar seingjareindir til doyggj­ andi á sjúkrahúsum ymsa­ staðni í Danmark. Her veg­ leiða tey starvsfólk, sjúk­ ling­ar og avvarandi og halda eyguni við fakligum mannagongdum. Doyggjandi uttanfyri heilsuverkið Okkara heilsuverk í dag er sett saman, sum tað danska við somu effektivitets­krøv­ um, men har vit ikki eru kom­in so langt í nýggja pallia­tiva hugburðinum inna linna- og umsorg­anar­ viðgerð. Fylgjan av hesum er, at bert sjúklingar, sum kunnu bjargast, eru væl­ komnir á sjúkrahús. Sjúkrahúsini vilja sleppa av við sjúklingin aftur. Ann­ ars verður missiónin roknað at vera miseydnað. Sjúk­ling­ ar, sum ikki kunnu bjargast, eru tungir, eru ein byrða, oyðileggja tað fyri øll hini, ið kunnu gerast frísk aftur, órógva starvsfólkið, fylla í skipanini og kosta alt ov nógva tíð og pening. Niðurstøðan av hesum hug­burði og effektiviserings­ skipan er, at doyggjandi skulu lúka somu treytir sum tey, ið hava lívið framman fyri sær. Og soleiðis verða tey gandaði burt úr eyg­ sjón. Viðgerðin er liðug, tá kroppurin ikki longur er tengd­ur at einum tóli. So mugu tey upp úr seingini, so seingjadagatalið kann fara niður. Men hvussu er so skilið eftir heimkomuna? Jú, tá er tað heimarøktin, ið eftir besta førimuni kann taka yvir, uttan serliga vitan um sjúklingin, uttan leið­ bein­­ing og má dúva uppá eina kommunulæknaskipan, ið kanska ikki hevur sam­ band við sjúklingin van­ liga. Fyri nógv menniskju verð­ur hetta lívið í onga­ manna­landi, til deyðin kem­ ur. Avvarðandi mugu kíta seg og hava leiklutin at skumpa sjúklingin millum skipanirnar. Ongin heima­ røkt er um næturnar heldur, so tey liggja einsamøll. Tann mest ólukkuliga og óvirði­liga tíðin kemur nú til hesi menniskju, sum síggja, kenna og vita, at skipanin ikki rúmar teimum. Soleiðis verða tey send inn á sjúkra­ hús, tá ongin torir at hava tey heima meira, og soleiðis verða tey útskrivaði av sjúkrahúsi, tá tey eru liðug við dropp ella aðra tólvið­ gerð. Soleiðis noyðast fleiri av okkum at síggja tey, vit elska mest fáa ein óvirði­ ligan og ólukkuligan deyða, har angist og desperatión valdar í eini sundurbýttari skipan, har onki stað er til umsorgan burturav. Heilsuverkið er sum eitt blómutyssi Kronisk sjúk og doyggjandi menniskju í dag verða býtt sundur millum sjúkrahús og nærverkið, har kommunu­ lækni yvirtekur sjúklingin frá sjúkrahúsinum. Spurdur um landsstýrismaðurin í al­manna- og heilsumálum sær hetta sum ein trupuleika, sigur hann: – Ja, hetta er ein heilt stór­ ur trupuleiki, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýris­ mað­ur og samanber heilsu­ verkið við eitt blómutysssi sum skal bindast saman. – At sektorarnir eru sund­ urskildir er bæði skaðiligt fyri sektorarnar sjálvar og heilsuna hjá fólki. Tí er tað av stórum týdningi, at sam­ anhang kemur ímillum nær­ verkið og landssjúkrahúsið, men eisini innanfyri økini sjálv eru sundurbýtingar. Eitt nú eru røktarheimini sjálvognarstovnar við egn­ um leiðslum, og eisini inn­ an­hýsis á Landssjúkra­húsi­ num kundi verið betri inte­ gratión. Tað snýr seg um resursir og raðfesting, sigur landsstýrismaðurin. Hans Pauli Strøm ynskir eisini at skapa betri kvalitet innan viðgerð, rehabili­ter­ ing, skráseting og so fram­ vegis. Hann vísir á, at visión­ir og ætlanir fevna runt alla heilsuskipanina. Mill­um annað er rehabili­ tering ein háttur at betra lívs­kvalitet hjá sjúkum ella brekaðum, har samarbeiði millum fakbólkar um sama sjúkling er ætlað sum ein stórur fyrimunur. Munurin er her, at hesi eru frísk og hóast alt hava lívið fyri framman. Rehabilitering til doyggjandi finst sum kunn­ ugt ikki. Blóman á Lands­ sjúkrahúsinum Trupult kann vera at føra ætlanir út í lívið fyri varandi sjúk ella doyggjandi, tí ong­ in samlað samskipan og ábyrgd er mótvegis sjúkling­ inum. Einstøku eindirnar inn­an heilsuverkið taka bert ábyrgdina av sínum egnu eindum. Og skal brúkrarin setast í miðdepilin, ja, so er hetta ikki heilt nóg mikið til at geva kensluna av heild­ arviðgerð. Hóast hetta so blóma visiónir um heildar­ hugsan innan røkt og um­sorgan á Lands­sjúkra­ hús­inum, har sjúkrarøktar­ frøðingar innan krabba­sjúk­ ur hava serútbúgving innan júst heildarviðgerð og hug­ burðinum rundan um »tað heila menniskjað«. Spurdur um Hans Pauli Strøm veit, hvussu gekst við palliativa toyminum, sig­ur hann, at hvørki hann sjálvur ella embætisfólkini hava servitan innan eitt nú palliatión. Júst tí er tað um­ráðandi, at sjúklingaráð taka tílíkt upp og koma við hugskotum, ella at sjúkra­ húsleiðslan ger eftirmeting og biður um eyka resursir, um tey mangla hetta fyri at føra ynskið út í lívið. – Palliativa toymið hevur ikki verið uppi at venda síðani avgerðin um at seta tað á stovn kom í 2005. Tað er sjúkrahúsleiðslan, sum hev­ur ábyrgdina av at út­ vikla toymið, sigur lands­ stýrismaðurin og leggur aft­ urat, at tað er sjúkrahús­ leiðslan og læknastjórin, sum skulu fylgja upp og eis­ ini skipa fyri, at tað virkar. Eisini skal eftirmeting ger­ ast út frá einum lækna­fak­ ligum støði. Tann politiska ætlanin var, at allir sjúk­ lingar skuldu fáa gagn av palliatión, sigur Hans Pauli Strøm. Hevði náttarvaktskipan ver­ið ein partur av nærverk­ inum, so kundi verið møgu­ ligt hjá toyminum at rokkið út til brúkaran tann vegin. Men ongin náttarvakt finst enn. Spurdur um landsstýris­ maðurin út frá hesum sjón­ armiði vildi verið sinnaður at kravt náttarvaktsskipan burturav í nærverkinum, sigur hann, at oftani er tað talan um tørv á resursum og arbeiðsmegi. – Trupuleikin í meginøki­ num er, at ikki nógmikið av røktarheimum vóru bygd rættstundis eitt tíðarskeið, og nú eru ov nógvir røkt­ arsjúklingar, sum ovbyrja heimarøktina. Hetta hevur ført við sær, at resursir ikki eru til eina náttarvaktsskipan í meginøkinum. Tað er eisini ein spurningur um at útvega arbeiðsmegi, sigur Hans Pauli Strøm. Hann nevnir, at tey hava royndar­ koyrt náttarvaktsskipan á Sandoy, í Suðuroy og í Eysturoynni, men at hann ikki er sinnaður at tvinga heimarøktina til at innføra náttarvakt í meginøkinum. Hans Pauli Strøm leggur áherðslu á, at tá heildar­ætl­ anin fyri krabbameinsøkið verður klárt einaferð til heystar, verður heildar­hug­ burður við toymi og tvør­ gang­andi samarbeiði tikin við tá. – Spurdur um hann helt tað kundi verið eitt gott hugskot at latið palliativa heildarumsorgan og heildar­ hugsan innan krabba­meins­ økið bróta sló fyri heildar­ umsorgan til øll sjúk og doyggjandi í breiðum høpi, sigur Hans Pauli Strøm, at tað er kundi tað væl verið. Palliativ (linnandi viðgerð) toymi sum hugtak er eitt samanrensl av læknavísund og umsorganarvitan innan pínulinna til serliga krabbameinssjúklingar, men er egnað til øll doyggjandi. Tílík toymi byggja á samstarv millum heilt ymiskar fakbólkar, sum við hvør sínum øki hjálpa, stuðla og taka hond um tann doyggjandi og familjuna. Her arbeiða læknar og sjúkrarøktarfrøðingar saman við sálarfrøðingi, kostráðgeva, presti, fysioterapeuti, sosialrágeva, fyri at umfata øll øki sum røra eitt menniskja. Palliatión og palliativ toymi er sostatt tað nærmasta, vit eru komin holistiskari ella heildarhugsan til í dag, har fakbólkar samstarva og hava sjúklingin í miðdepilinum. Á Landssjúkrahúsinum kom eitt palliativt toymi í 2005. Hetta toymi varð broytt eftir hálvum ári og arbeiðir bert í samband við ambulatoriið í dag, har flestu krabbameinssjúklingar vitja til kontrol og kemoterapi o.s.fr. Toymið er ikki útgangandi, sum vit síggja tað aðrastaðni. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, ynskir at savna blómurnar í heilsuverkinum til eitt blómutyssi, sum hann kallar tað Mynd: Jens Kristian Vang Framhald av síðu 31