Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2007 31 tíðindi og sjúkrarøktarstjóranum og einum presti. Til toymið vórðu knýtt ein fysio­tera­ peutur, sosialráðgevi og ein kostráðgevi eftir tørvi, sigur Marin Vang. Nú skuldi felags lína drag­ ast. Brosjurur um toymið vórðu sendar út um alt land­ ið til kommunulæknar, eins og allar deildir á sjúkra­ húsum eisini fingu eintøk. Men hóast hendan ómakin, ringdi ongin inn til toymið. - Møguliga var okkurt gal­ið við kunningini, men viljin var har, sigur Marin Vang seg minnast. Eftir bert hálvum ári vísti tað seg, at tað sum sá gott út at byrja við kanska ikki var so lætt at gera í verki. Í Danmark eru viðurskiftini øðrvísi. Har eru krabba­ meins­læknar burturav sum við teirra serkunnleika kunnu fara runt til aðrar lækn­ar, ið eru í samband við krabba­meinssjúklingar, tá hesir skulu undir skurð og tílíkt. Soleiðis er ikki í Føroyum enn. Her hava vit ikki krabbameinslæknar burt­urav. Tískil verður ein sokallað yvirlapping mill­ um læknar, sum ger toym­ skipanina eitt sindur óhósk­ andi. – Viðurskiftini vístu seg at vera ov smá. Øll servitan var longu samlað á einum staði um hesar somu sjúk­ lingar, og samstundis høvdu øll í toyminum aðrar fastar arbeiðsuppgávur við síðuna av. Á onkologiska ambula­ toriinum – krabba­meins­am­ bulatoriið – hildu tey seg hava livað upp til tørvin hjá krabbameinssjúklingum og at hetta mátti vera eitt tekin um, at ongin tørvur var á ein­um tílíkum toymi. So varð toymið broytt til eina meiri hóskandi loysn, tí flestu sjúklingar komu í ambula­toriið framman­und­ an, sigur Marin Vang. Í dag kunnu ambulatorii- sjúklingar fáa kostráðgeving og fysioterapi og harafturat biðja um samrøðu við ný­settan sálarfrøðing, sum hevur serkunnleika innan krabbameinssjúkur og kreppu, og sum hevur til­ knýti til krabba­meins­fe­lag­ ið. Marin Vang leggur aftur­ at, at idealið sjálvandi er hospice. – Men vit arbeiða fyri at tryggja nakrar av umstøð­un­ um í dag. Vit hava eitt væl­ virkandi onkologisk ambula­ torium. Ambulatoriið hevur vælútbúgvin starvsfólk, og allar seingjardeildir gera eitt stórt arbeiði fyri sjúk­ lingin og tey avvarðandi. Eis­ini geva vit opnan inn­ leggingarseðil. Hetta merk­ ir, at sjúklingurin kann vera mest møguligt heima og koma beinleiðis inn aftur á deildina uttan ávísing frá kommunulækna, um sjúk­ ling­urin kennir seg ótrygg­ an, sigur Marin Vang. Pláss til doyggjandi og familju Hvønn týdning hevur hetta fyri heildarhugburðin, at okk­ara viðurskifti eru ann­ arleiðis, og hvussu síggja út­litini út fyri at fáa størri rúmd til doyggjandi og teirra avvarðandi? - Nú eru so tveir læknar og ein sjúkrarøktarfrøðingur við útbúgving innan pallia­ tión. Tveir sjúkrarøktar­frøð­ ingar eru undir útbúgving innan palliatión í løtuni í sam­bandi við, at ein lítil pallia­tiv eind verður sett í verk. Tað verða læknar og ein útbúgvin sjúkrarøktar­ frøðingar, sum sjálvi av­gera, hvussu eindin kem­ ur at virka, sigur Marin Vang. Eisini greiðir hon frá, at leiðslan hevur av­ gjørt, at eindin kemur at vera uppi á B6 í framtíðini. Har verða tvær sjúkrastovur tøkar til doyggjandi og teirra avvarðandi, sigur Mar­­in Vang. Spurd um tað er nóg mik­ ið við tveimum stovum, sigur stjórin fyri sjúkra­ røktar­frøðingarnar á Lands­ sjúkrahúsinum, at hetta er tað, sum avgjørt er at byrja við. Rákið í dag gongur tann vegin, at serkøn fakfólk inn­ an rehabilitering ella upp­ afturvenjing verða alt meira mobil sjálvi. Ístaðin fyri at fáa allar brúkarar til sjúkra­ húsið fara tey serkønu heim til brúkararn ella til tað røktarheimið, har brúkarin býr.Hetta sama kundi eisini verið galdandi fyri tey, sum frammanundan eru ov sjúk ella ov veik til at flyta seg. Hyggja vit at palliativa toyminum, sum í dag er á Landssjúkrahúsinum, so virkar tað enn bara í skerd­ um líki. Toymið er sum so ikki mobilt og fer ikki út at ráðgeva øðrum bólkum, sum røkta sjúklingarnar í teirra egna heimi. Doyggj­ andi sum heild hava ongan góðan og noyðast at ferðast aftur og fram millum sjúkra­ hús og egið heim, til onki lív er eftir. Marin Vang sigur um rehabiliteringsøkið. - Nú vísir tað seg, at rákið innan rehabilitering ella uppafturvenjing gongur júst tann vegin, at serkøn starvs­fólk flyta seg út av sjúkra­húsinum og hava ein ráðgevandi leiklut í sam­ band við uppafturvenjing heima ella á øðrum stovnum í nærumhvørvinum hjá fólki. Tað er júst hetta, at serkøn fakfólk fara út við síni vit­ an, sum kann lata upp fyri, at krabbameinsjúklingar og onnur álvarsliga sjúk kunnu velja, um tey vilja doyggja heima. - Til spurningin um at kunna velja heimadeyða krevst, at heimarøktin fær sjúkra­røktarfrøðingar at hava náttarvakt, og at starvs­ fólk á Landssjúkrahúsinum kunnu fara út og ráðgeva kommunulæknum og heima­ røktini um pínuviðgerð, røkt og tílíkt, sigur Marin Vang. Landsstýrismaður heldur, at sjúkra­hús­ økið og nærverkið, sum í dag eru sundur­ skild, áttu at verðið tættari knýtt. Alterna­ tivið er skaðiligt fyri økini sjálv og ikki minst fyri brúkarar­ nar, sum ynskja at fáa eina samanhangandi sjúklingagongd, vísir Hans Pauli Strøm á DEYÐASJÚK Anna Maria Joensen amac@post.olivant.fo Áðrenn nøkur ávís heildar­ ætlan var fyri krabba­meins­ økið, var eitt avbera jaligt tiltak sett í verk á Lands­ sjúkrahúsinum. Hetta var í 2005 og startskotið til eina heildarhugsan, sum vildi seta sjúklingin í miðdepilin. Eitt samarbeiði varð stovn­ að millum fleiri fakbólkar; eitt sokallað toymi innan krabbameinsøkið burturav. Palliativa (linnandi við­ gerð) toymið, sum tað kall­ ast, fekk 500.000 krónur ár­liga at arbeiða við. Toym­ arbeiðið er einasta dømi um heildarhugsan í Føroyum rundanum ólekjandi ella doyggjandi innan krabba­ mein, lív teirra og tey av­varðandi. Hetta er sostatt fyrsta fakliga royndin at byggja brúgv frá sjúkrahúsi til nærverk og til fakbólkar uttanfyri lækna og sjúka­ røktarfrøðingaøkini. Til døm­­is við sálarfrøðingar, kost­ráðgevar, prestar, fysio­ terapeutar, har tann varandi sjúki ella doyggjandi sjúk­ ling­urin og avvarandi setast í miðdepilin. Men visiónin er enn ikki komin at umfata øll varandi sjúk og doyggj­ andi. Vanliga halda vit, og lækn­arnir eisini, at læknar skulu gera fólk frísk og sjúkra­røktrfrøðingar skulu veita røkt og umsorgan, so málið verður rokkið. Men her er palliativ viðgerð og umsorgan júst heilt øvugt. Í palliativari viðgerð fara lækn­ar og sjúkra­røktar­frøð­ ingar inn við tí fyri eyga at linna pínu, økja sjálvbjargni og lívsgleði, til deyðin kem­ ur. Tey hjálpa tí varandi sjúka at fáa eitt gott lív rest­ ina av tíðini. Palliativ umsorgan og við­ gerð í samband við doyggj­ andi, hjálpur og linnar, men heldur eisini fram og gevur ikki upp, sjálvt um lívið ikki stendur til at bjarga. Hin­vegin góðtekur við­gerð­ in, at deyðin er á veg. Hetta serliga slagið av við­gerð og umsorgan kom serliga fram í granna­lond­ unum í nítiárunum, sum eitt bein­leiðis mótrák til effek­ tivisering á sjúkra­húsøki­ num. Serliga krabba­meins­ feløgini róptu varskó og vístu á trupuleikarnar hjá teirra sjúklingum, sum á ómenniskjansligan hátt ikki fingu linna fyri pínuna ella annan linna, tí sjúkrahúsini Deyðasjúk ikki við í heildarætlan Um sjúklingar skulu kunna doyggja heima, krevst bæði ein náttarvaktarskipan, og at serkunnleikin innan pínulinna og røkt kann vegleiða heimarøktina Framhald á næstu síðu