Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 61 - 27. mars 2007 tíðindi Landssjúkrahúsið roynir at tryggja nakrar av teimum góðu umstøðunum, ið hospice hug­burð­ urin leggur upp til, sjálvt um onki hospice finst í Føroy­ um til sera sjúk og doyggjandi menn­ iskju, sigur Marin Vang, ið er sjúkra­ røktar­frøðingar­stjóri á Lands­sjúkra- ­húsinum DEYÐASJÚK Anna Maria Joensen amac@post.olivant.fo Tá Marin Vang, stjóri fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar á Landssjúkrahúsinum, í 2001 luttók í arbeiðsbólki, sum var settur av lands­stýri­ num at gera tilmæli um hospice funktión í Føroyum, var tað út frá einum sjúk­ lingaynski um betri kor til doyggjandi krabba­meins­ sjúk­lingar. Vitandi um hvat rørdi seg í grannalondunum á palliativa umsorg­anar­øki­ num, átti tað eisini at borið til í Føroyum at givið virði­ lig kor til júst hesar hart raktu sjúklingar. Varðandi sjúk ella doyggj­ andi hava brúk fyri trygg­ leika, og at karmarnir eru í lagi. Hesi menniskju hava nóg mikið at stríðast við frammanundan. Ikki minst tí tey ræðast alt tað, sum stendur fyri framman, eftir at hava fingið boð um álvars­ligu sjúkuna. Nógvir krabbameinssjúklingar ynskja at vera heima hjá familj­uni so nógv sum møgu­ligt, og eisini eru tað tey sum ynskja at doyggja heima. Ymisku tilboðini innan palliativa umsorgan kunnu geva sjúklingum og teimum avvarðandi betri lívsdygd áðrenn deyðan, og kunnu eisini gera tað møgu­ ligt hjá sjúklingunum at vera í heiminum næstan alla tíðina. Bara tað at kunna ganga pínufríur og uttan at hava vaml fyri mati ger, at ein kann hugna sær við familj­ uni og gloyma ringu støð­ una, sum kroppurin er í. Eisini tað at onnur kenna til sjúkugongdina, fylgja við og samtala um trupuleikar ella møguleikar, er við til at geva tryggleika. Í Danmark finnast hospice, har sjúk koma at vera seinastu tíðina ella koma fyri at styrkja seg. Eis­ini eru eindir inni á størri sjúkrahúsum, har pláss er til sjúklingar og av­varð­andi familju eisini. Í øllum førum er serútbúgvið starvsfólk knýtt at pallia­ tivari viðgerð og umsorgan, sum veita heildarumsorgan. Tílík palliativ (linnandi við­ gerð) toymi av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, sálar­frøðingum, kost­ráð­gev­ um, fysioterpeutum, prest­ um og øðrum stuðla og menna lívsdygdina hjá tí sjúka og teirra avvarðandi, til deyðin kemur. Marin Vang greiðir so­leiðis frá fyrimunum við hospice. - Í sjálvum sær er fyri­ mun­urin soleiðis, at sjúk­ lingurin hevur møguleika fyri at velja, hvussu seinasta tíðin skal verða. Møguliga saman við familjuni og und­ ir tryggum umstøðum, og at sjúklingurin ikki endiliga verður innlagdur á sjúkra­ hús, uttan at ynskja tað, og har tað ikki er neyðugt. Á hospice er friðarligt og ikki so rokaligt, sum á eini van­ ligari somatiskari sjúkra­ deild. Avvarðandi fáa frið at vera saman við tí doyggj­ andi. Eisini sjúkra­røktar­ frøð­ingarnir hava betri um­støður at útføra optimala sjúkrarøkt eitt tilíkt stað. Idealið er sjálvandi hospice, men vit arbeiða fyri at tryggja nakrar av umstøð­un­ um í dag, sigur Marin Vang. Toymið er tódnað Líkamikið um tilmælið valdi hospice ella ikki, so hvílur allur heildarhug­burð­ urin í palliatión á, at eitt fak­ ligt toymi við tvørfakligari samanseting veitir palliativa umsorgan, viðgerð og frá­ læru, har brúk er fyri tí. Tað allar fyrsta føroyska pallia­ tiva toymið varð sett á stovn í 2005 og fekk 500.000 kr. árliga til allar útreiðslur. - Vit settu ein tvørfakligan arbeiðsbólk at leggja arbeið­ ið tilrættis. Toymið varð sett saman av trimum lækn­ um, tveimum sjúkra­røktar­ frøðingum, einum psyko­ logi, fíggjarleiðara, lækna- Hetta er 3. partur og tann seinasti í greinarøðini, har Sosialurin viðger umstøð­ urnar hjá deyðasjúkum og varðandi sjúkum í Føroy­ um. Sum støðan er í løtuni, er tað ongin innan almanna- og heilsuverkið, sum burtur av tekur sær teimum, ið eru uppgivin av læknum og bert bíða eftir deyðanum. Við øðrum orðum hava tey deyðasjúku ongan góðan í heilsuskipanini Anna Maria Joensen, sum hevur skrivað hesa greinarøðina um við­ ur­skiftini hjá deyðasjúkum, er 45 ár og ættað úr Havn. Í 1991 flutti hon til Danmarkar í lestrarørindum og kom heimaftur fyri sløkum tveimum árum síðani saman við manni og dóttur. Er útbúgvin inn­ an úflutning í Herning og hevur starvast í bæði fiskivinnu og olju­ vinnu. Seinni lisið norðurlendskar bókmentir og mentan á Lærda Háskúlaunum í Helsinki, har familjan búði í sløk fimm ár. Kom­in aftur til Danmarkar læs hon bókmentafrøði sum høvuðs­ grein og minnilutabólkar sum síðu­grein á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Anna Maria Joen­sen, ið sjálv hevur royndir sum avvarðandi, sigur, at enda­ málið við greinarøðini er breiða út vitan og kunnleika um støðu teirra deyðasjúku, varandi sjúku og teirra avvarðandi. Samstundis at vísa á, hvat aðalmálið í norður­ londum um heildarhugsan, heild­ ar­viðgerð og umsorgan miðar eftir. Palliativur (linnandi, men ikki lekjandi) hugburður og um­ sorgan, sum hevur ment seg inn­ an krabbameinsøkið burturav, er tað besta heilsuverkið kann bjóða varandi sjúkum. Henda sokall­aða holistiska (heildar­speki­liga) til­ gongdin setir menniskjað sjálvt í miðdepilin og átti at verð­ið framd í verki fyri øll varandi sjúk í Før­ oyum, heldur Anna Maria Joen­ sen. Miðlahúsið viðger um­ støður hjá deyða­sjúkum Mikukvøldið 11. apríl kl. 19, og IKKI 10. apríl, sum vit skrivaðu gjár, verður pallboðrsfundur í Miðla­­­húsinum um umstøður teirra deyðasjúku og varandi sjúku í Før­oyum. Øll eru vælkom­ in at líða á og seta spurningar til luttak­ararnar sum verða: Kathrina Lind­enskov Joen­sen, sálar­frøð­ ingur, Ják­up N. Olsen, sjúk­linga­ ráðs­formaður, Mary J. í Garði, nærverkstjóri, Marin Vang, sjúkrarøktar­frøð­ inga­rstjóri á Landssjúkrahúsinum, Erik Wandall, yvirlækni og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Deyðasjúk ongan góðan Doyggjandi mugu hava meiri pláss Marin Vang er sjúkrarøktar­ frøðingarstjóri og situr í trýmannaðu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. Hon var við í arbeiðsbólkinum sum gjørdi tilmæli um hospice funktión í Føroyum í 2001 Mynd: Jens Kristian Vang